Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Loftrúmsmál gongur ímóti altjóða ráki Edmund Joensen fólkatingsmaður Sambandsflokkurin á Christiansborg Ymiskt bendir á, at ætlaða yvirtøkan av føroyska loft­ rúminum kann koma Før­ oyum aftur um brekku, um hon verður gjøgnum­førd. Fleiri við mær frykta fyri einari hovsa-yvirtøku sum so mangar aðrar, ið Løgtingið hevur gjørt.   Óvissar upplýsingar og útrokningar Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot til samtyktar frá Framsókn um at fara undir eina tilgongd, ið hevur til endamáls at yvirtaka føroyska loftrúmið, sum í dag er eitt ríkismál. Tíverri bendir ymiskt á, at Løgtingið hevur tikið støðu á heldur ivasomum grund­ arlag. Orsøkin er fyrst og fremst, at upplýsingar og út­rokn­ ingar hjá Framsókn, ið er uppskotsstillari, eru heftar við óvissum. Hetta ásannar eisini Framsókn. Óvissurnar eru her: • Ongi nágreinilig tøl eru um, hvussu mong flogfør flúgva í føroyskum loft­ rúmi • Støddin av avgjøldum, ið flogførini skulu rinda, er óviss • Inntøkur og útreiðslur, ið standast av at umsita loftrúmið, eru ókendar • Ivasamt er, hvussu nógv beinleiðis og óbeinleiðis virksemi og arbeiðspláss eru knýtt at umsitingini av føroyska loftrúminum Kortini stillar Framsókn í útsikt, at yvirtøkan av loft­ rúminum fær positivar fíggj­arligar avleiðingar, ein um­setning á 50-100 mió. kr. árliga, og 50-100 nýggj vitanar­tung arbeiðspláss til Før­oya. Óvissurnar og útsagnirnar frá Framsókn hanga tíverri ikki saman. Hetta, hóast tilfarið, ið Framsókn hevur útvegað, í mangar mátar er bæði upplýsandi og áhuga­ vert. Í eini roynd at fáa fleiri og nágreiniligari upplýsingar, ið kunnu lýsa málið nærri, hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg sett flutn­ ingsmálaráðharranum fleiri spurningar, ið vónandi kunnu geva nágreiniligari upp­lýsingar.   Yvirtøka gongur ímóti altjóða ráki Umsitingin av loftrúminum er eitt víðfevnt mál og má viðgerast við varni og um­ hugsni. Eitt nú er sera týðandi, at Føroyar fylgja altjóða rákinum á flogferðsluøkinum. Serføroyskar loysnir, ið ganga ímóti altjóða rákinum, eru ikki skilagóðar fyri nakran. Hóast undirritaði ikki á nakran hátt er ekspertur innan loftferðslu, so ber væl til at síggja tendensir og rák innan europeiska loftferðslu og umsiting av loftrúmi í okkara parti av heiminum. Tað, sum í stuttum liggur í kortunum, er, at loftrúmið yvir Europa skal skipast í færri og nógv størri eindir enn í dag. Tær mongu og smáu nationalu eindirnar, ið eru bygdar á landamørk, eru á veg út. Tær eru til bága fyri smidliga og bíligari flog­ ferðslu og -rakstur. Sostatt er rákið tað øvugta av tí, ið Framsókn og Løg­ting­ ið eru bitin av. Í teirri sonevndu Sesar- ætlanini, sum ES-nevndin setti í gongd í 2008, verður m.a. arbeitt við við hesum broytingum: • Farast skal frá nationalum loftrúmsøkjum til færri eindir, tvs. størri og funk­tionellari loftrúm, sonevnd FAB (Funktional Air­space Blocks). Dømi er um, at norska loftrúmið ger­ast partur av einum størri FAB. • Loftrúmsumsitingin skal í stóran mun automati­ serast, tvs. at arbeiðs­pláss­ ini gerast færri • Umsitingarútreiðslur til oftrúmsumsitin, sum fyri tað mesta eru lønir, skulu niður í eina helvt • Kapping skal fáast á økið, soleiðis at feløg kunnu bjóða uppá loft­rúms­um­ siting • Nýtsla av brennievni og flogtíðir á rutunum skulu niður, m.a. tí atlit skulu takast til umhvørvið og CO2-útlát • Lønsemi og effektivitetur innan loftferðsluna skal sum heild økjast • Ferðaseðlakostnaðirnir skulu niður • Trygdin skal økjast Broytingarnar omanfyri skulu setast í verk í tíðar­ skeiðnum 2014-2020. Vert er at leggja til merkis, at hetta fer at kosta ørandi upphæddir. Sambært óhefta gransk­ ingarstovninum Sintef verð­ ur talan um eina upphædd á uml. 30 milliardir evrur. Tað eru 223 milliardir krónur.   Melda Føroyar inn í framtíðina Ætlaða yvirtøkan av før­ oyska loftrúminum, ið sjálvt tinglimir í Sam­bands- flokkinum taka undir við, er í beinleiðis andsøgn við rákið innan altjóða loftferðslu. Enn eina ferð skulu ser­ føroyskar loysnir upp­finn­ ast. Og hví? Jú, helst er tað tí, at tað verður mett at vera mannsligt at fremja yvirtøkur. Ella, sum Tjóðveldi málber seg: "Ongin orsøk er til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm". Helst er tað Misskilt Nationalisma, ið drívir verk­ ið. Og so er tað líka mikið, hvørjar avleiðingarnar verða. Mín spurningur er: Skulu Føroyar melda melda seg inn í fortíðina, tá tað snýr seg um umsiting av loft­rúm­inum? Ella skulu vit gerast part­ u­r av framtíðini? Valið átti at verið einfalt. Ætlanin um at yvirtaka føroyska loftrúmið gongur ímóti altjóða rákinum, har ið færri og størri loftrúmseindir, automatisering og stórar útreiðslur eru á veg. Kirkju­bø vórðu nógv umrødd í fjøl­miðlunum. Jóhan Dahl lovaði tá at hyggja at málinum, men kommunan hevur enn onki frætt aftur frá landsstýrinum.   Løgdeildin hjá komm­ un­uni hevur síðan kannað mál­ið nærri, og er komin til ta niðurstøðu, at tað als ikki er rætt atborið, tá Heilsu­ frøðiliga Starvsstovan við­ gerð sølutorgið eftir kunn­ gerð nr. 122 frá 24. august 2001 við seinni broytingum, um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi. Tí støðan er tann, at tað ikki er kommunan, ið selir nakað á torginum. Komm­ unan er løgfrøðiliga hvørki eitt virki ella eitt sølulið. Kommunan hevur bert út­ vegað hesi vinnuni eitt øki við teirri útgerð, ið krevst, har tey kunnu standa og selja. Tí er púra burturvið at bólka kommununa sum sølulið ella virki. Kommunan skal jú eisini fyrihalda seg til §50 í Kommunustýrislógini, har ásett er, at ”ein kommuna kann einans taka lut í vinnu­ ligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum al­ mannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga”.   Tað gevur heldur onga meining, at kommunan verð­ur skrásett av Heilsu­ frøði­ligu Starv­sstovuni sum tann, ið rekur sølutorgið, og at kommunan tí mót­vegis Heilsufrøðiligu Starvs-stov­ uni skal síggja til og prógva, at ymsu seljararnir hava síni egnu heilsufrøðiligu góð­ kenn­ingar og viðurskifti ann­ars í lagi. Hevði tað veru­liga verið so, so skuldi kommu­nan eisini havt ábyrgd av, at ein komandi fiska­vøru­framleiðari, sum leigar Bacalao frá komm­ ununi, eisini heldur krøvini í matvørulógini. Hetta hongur ikki saman, tí tað er altíð framleiðarin, sum hevur ábyrgd av sínum virksemi, utt­an mun til um hann rekur sítt virki í egnum, leigaðum ella læntum hølum ella fasili­ tetum.  Ongin ivi skal tó vera um, at tað hevur stóran áhuga fyri kommununa, at søla fer fram á Sølutorginum í Vágsbotni, og at tey sum nýta tað, halda økið reint og ruddiligt. Eisini hevur kommunan boðað Heilsufrøðiligu Starvs­stov­ uni frá, at kommunan fegin vil stuðla Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við at lata seljarunum viðkomandi og neyðugt kunningartilfar. Men onki rínir við Heilsu­ frøðiligu Starvs­stov­una í hesum málinum, sum nú hevur koyrt í fleiri ár. Um avvarðandi landsstýrismaður tí ikki nú fær hetta málið loyst, so hevur kommunan ikki annað val, enn at kæra hóttanina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at stongja sølutorgið, ella at royna málið í rættinum.