Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Mong ógvast við av plak­at­ u­m, sum eru klistraðar upp á bý­buss­ar­nar í Havn. Sum skilst er talan um eina kam­ panju, sum hevur til enda­ máls at fáa fólk at koyra buss. Men er tað veruliga neyð­ ugt at bera ein so ein­fald­an boðskap fram við so ván­a­ lig­um málburði? Tey stava »buss« við fýra s'um, og aftast á bussinum stend­ur: »Lova bussinum út« – skriv­að á ban­al­um barn­a­máli. Tá Ferðslutrygd fyri nøkr­um árum síðani hevði sama boð­skap til bil­før­ar­ ar­nar, stóð skrivað: »Slepp­ið buss­i­num út«. Tað er eitt áhugavert uppskot, sum and­støð­u­flokk­ar­nir hava lagt fram á ting nú í tøkum tíma  uppskotið um bann fyri at selja og keypa fisk­ i­loyvi. And­støðan skjýtur upp at seta inn í lógina um vinnuligan fisk­i­ skap, at veiðiloyvi bert eru tíð­ar­a­ v­mark­að brúksloyvi og kunnu ikki av­hend­ast millum eigarar av fisk­ i­førum ella til onnur. Um fiskifar skift­ir eigara, so fellir veiðiloyvið og øll fisk­i­rættindi beinanvegin aftur til land­ið. Poul Michelsen, formaður í Fram­sókn segði við útvarpið, at tey í and­støð­uni ræðast tað, sum nú fer fram. Hann segði, at trýstið er mass­ ivt, nógv­ar søl­ur fara fram, sum slett ikki hava nátúrligt grund­ar­lag. Hann sigur, at lógin um vinnuligan fisk­i­skap er útholað og vísir á, at hon er broytt meira enn 100 ferðir. Tað er lætt at semjast um skeiv­ leik­an í tí, at ávísir reiðarar skulu kunna gera sær dælt av, at teir hava fing­ið fisk­i­loyvi – at teir kunnu selja tann fisk, sum enn svimur í sjó­n­um, og so­leið­is ríka seg – í summ­um før­ um við hundrað­tals mill­i­ón­um, sum ein illa smíð­að lóg um kap­i­tal­vinn­ ings­skatt – ella eitt til­vit­að hol í lóg­ ini – kann geva rei­ð­ar­um skatt­a­frítt nið­ur í lumman. Hinvegin er tað eisini lætt at semj­ast um tað, sum Bjarni Djur­ holm sigur um, at vinnan má vita, hvar hon flýtur. At trygd má vera fyri, at í­løgur kunnu forrentast, og at ikki kappað verður á stokk­i­ num. Í so máta hevur hann rætt í, at tað er eitt pop­ulistiskt uppskot at koma við so­leiðis í tøkum tíma. Men fyri tað er upp­skotið áhugavert. Og tað, sum ger tað serliga áhugavert er, at tað hevur ongan kjans at verða sam­tykt av tí einfaldu orsøk, at Fólka­flokkurin er ímóti tí. Og Fólka­flokk­urin hevur takið á Sam­ bands­flokk­i­num, og tí verð­ur upp­ skot­ið ikki sam­tykt. Og tá teir smáu flokk­ar­nir í sam­gong­uni bara virka sum at­kvøð­u­neyt, so er slag­ið hjá Fólka­flok­k­i­num vunn­ið upp á for­ hond. Tað er uttan iva meiriluti í løg­ ting­inum fyri at ger hesa broyt­ing – til­lag­að so ella so – sum and­støð­an skjýt­ur upp. Utt­an iva kundi stórur partur av Sam­bands­flokk­i­num tik­ ið und­ir við tí og har­við teir smáu eisini. Men tað er eitt søg­u­ligt fakt­ um, at í eini sam­gongu, har Fólka­ flokk­ur­in er part­ur, har ræð­ur Fólka­flokk­ur­in eina í fisk­i­vinnu­ pol­i­tikki eins og skatta­p­o­litikki. At tað nú er Sam­bands­flokk­urin, sum ger sum Fólka­flok­urin vil, er rein tilvild. Javn­að­ar­flokk­ur­in og Tjóð­ veldi gera júst á sama hátt, tá teir eru sam­an við Fólkaflokkinum. Tí kunnu søluhugaðu reiðararnir sova trygt so leingi Fólkaflokkurin sit­ur í Tinganesi. Fólkaflokkurin ræður altíð eina í fiskivinnupolitikki Jóannes Jacobsen Kaj Leo hev­ur júst rokkið einum mark­a­tali. Tíð­ar­skeið­ið 1. ok­tob­er 2008 (Kaj Leo gjørd­ ist løg­mað­ur 26. sep­tem­ber 2008) til 1. mars 2012 (nýggj­ astu hag­tølini vit hava) var netto­flyt­ing­in úr Før­oy­um 1001 per­són­ar. Men nú gloyma vit tað og hyggja fram­eft­ir... 1.001 fólk færri undir Kaj Leo Reiðarar kunnu sova trygt Í áhugaverdu sendingunum hjá Kring­varp­i­num, »Tíð­ar­ inn­ar bak­spegil«, er mangt og hvat for­kun­n­ugt at hoyra. Men tað krev­ur sjál­v­andi sítt at finna fram søguligt til­far, men tá verturin tekur ap­ríl­ søg­ur sum »søg­u­ligt ti­l­far«, so kunnu tey, ið minn­ast, smíl­ast enn meira. Útvarpið hevur nakrar klass­ik­arar, tá tað kemur til 1. apríl søgur. Tiltikin er søg­ an um Hvítubjørn í seks­ti­ ár­u­num, sum kom rek­andi á Havn­ina á ein­um ís­flaka – men sum vísti seg at vera skip­ið Hvítabjørn. Onn­ur er, tá teir skuldu roynd­ar­skjóta kanóninar á Skans­a­num í 1981. Men klass­ik­ar­in frá sjey­t­i­ár­u­num var, tá Post­ verki­ð varð yv­ir­tik­ið 1. apríl í 1976, og tað var her, Gunnar Nolsøe varð lumpaður í síðstu viku, tá hann spældi brot­ið úr tíð­ind­a­send­ing­ini 1. apríl í 1976: Har verður greitt frá há­ tíð­ar­haldi í gamla Kommunu­ skúl­a­garð­i­num, har løgmaður, lands­stýr­is­menn og ting­ menn ganga skrúðgongu í før­oys­k­um klæðum og húða­ skóm, meðan Finnbogi Is­ak­ s­en skuldi standa á Post­hús­ trapp­uni og skeinkja snaps úr veðr­a­horni, sum hann fekk í tann­gávu frá bóndanum á Trølla­nesi. Men tað sum Gunnar Nols­øe ikki segði var, at hetta var altso aprílsøgan hjá út­ varp­i­num hetta árið. Í sam­bandi við yvirtøkuna av Post­verk­i­num hevði veitsla ver­ið kvøld­ið fyri. Søg­ur gingu tá um, at ar­ beiðs­kon­an hjá Atla Dam, løg­manni, í bráð­skundi royndi at vakja løg­mann, tá hon hoyrdi tíð­indi hendan morg­un­in. Hon helt, at løg­ mað­ur hevði forsovið seg. Men løg­mað­ur visti einki um skrúð­gong­ur, føroysk klæði og húð­a­skógv­ar... Kringvarpið hoppaði upp á egna aprílsøgu Fólk­a­ vøkst­ur er aðal­málð Kaj Leo Holm Johannesen kjak á síðu 17 Aft­ur­ hald­ kenn­ ir einki aft­ur­hald Høgni Hoydal kjak á síðu 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lisið á Hendan myndin er kanska tikin 1. apríl í 1976, tá útvarpið sendi fólk apríl oman í gamla Kommunuskúlagarðin Skilja havnarfólk bara barnamál?