mikudagur 16. mai 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Rakstrarinntøkurnar í fyrs
ta ársfjórðingi í 2012 vóru
223 milliónir krónur í mun til
192 milliónir krónur í undan
farna
ársfjórðingi,
sum
eisini var nógv ávirkaður av
endurgjøldum fyri nógvu
stormskaðarnar í Føroyum í
november og desember.
Útreiðslurnar
minkaðu
sum ætlað og gjørdust 153
milliónir krónur í mun til 157
milliónir krónur í undanfar
na ársfjórðingi.
Rakstrarúrslitið áðrenn
niðurskrivingar
–
javnað
fyri
eingangsútreiðslur
–
varð harvið tvífaldað til 70
millónir krónur í fyrsta árs
fjórðingi í 2012 í mun til 35
milliónir krónur í fjórða árs
fjórðingi í 2011.
Niðurskrivingarnar
á
útlánum vóru í hesum árs
fjórðingi 22 milliónir krónur,
sum er væl lægri enn í fjórða
ársfjórðingi og ájavnt við
væntaðu niðurskrivingarnar.
Rakstrarúrslitið áðrenn ein
gangsútreiðslur
gjørdist
sostatt 48 milliónir krónur
í mun til minus 2 milliónir
krónur í undanfarna árs
fjórðingi.
- Vit eru væl nøgd við
at kunna vísa framgongd
bæði í inntøkum og úrsliti.
Serliga í hesum døgum og
tá hugsað verður um stóru
innanhýsis uppgávurnar við
samanleggingini av aftur
atkeypta virkseminum úr
Amagerbanken. Ársfjórðing
urin lovar gott fyri 2012 og
komandi árini, sigur Janus
Petersen, forstjóri í Bank
Nordik.
Roknskapurin fyri fyrsta
ársfjórðing
hevur
bor
ið
eingangsútreiðslur
til
samansjóðing og umskipan
fyri 48 milliónir krónur.
Amagerbanken
Við eini eginogn á 2,0 milliar
dir krónur og ábyrgdarláni
fyri 800 milliónir krónur
hevði bankin ein solvens á
14,9%, tá fyrsti ársfjórðingur
var av. Til samanberingar
var solvenstørvurin 9,2%.
Ætlan bankans er at varð
veita ein høgan solvens,
væl og virðiliga omanfyri
solvenskravið. Sama ger seg
galdandi fyri gjaldførið, sum
við árslok var meira enn tví
falt so stórt sum kravt.
BankNordik keypti týð
andi bankavirksemi í Dan
mark frá Sparbank í 2010
og teir sunnu partarnar av
Amagerbanken í fjør. Virk
semið bleiv harvið meira enn
tvífaldað upp á tvey ár, mát
að eftir innlánum.
Síðsta stig í samansjóð
ingini av KT-skipanunum
varð tikið í februar og mars
eftir gjølliga ráðlegging mán
aðirnar
frammanundan.
Fyrireikingarnar og umlegg
ingin ávirkaðu fyritøkuna,
men
umleggingin
hevði
strategiskan týdning fyri
áhaldandi
menningina
í
kundatænastuni og fyri at
økja virkisførið. Bæði tvey
eru týdningarmikil mál hjá
BankNordik.
Samstundis
eru deildarsamanleggingar
framdar í Danmark og Grøn
landi, og starvsfólkahópurin
er skerdur.
- Vit hava brúkt nóg
va orku upp á at fáa øll
viðurskifti í rættlag. Og
vit hava serliga gjørt nógv
burtur úr at tryggja, at
viðskiftafólkini
skuldu
merkja so lítið til umlegging
arnar sum møguligt”, sigur
Janus Petersen, forstjóri í
BankNordik.
Stórar væntanir
- Skoða vit frameftir, hava
stóru og týdningarmiklu stig
ini givið okkum møguleika
fyri
betri
kundatænastu
og fyri at halda á fram við
sunnu menning bankans.
Ein menning, sum byggir á
okkara strategi um nærleika
til viðskiftafólkini, sterka
kredittstýring og lønsemi í
øllum virksemi okkara, sigur
Janus Petersen.
BankNordik
væntar
framvegis eitt rakstrarúrslit
áðrenn sektorútreiðslur og
virðisjavna á 100-170 millión
ir krónur í 2012. Í 2011 var tað
úrslitið 50 milliónir krónur.
- Størsta uppgáva okk
ara í ár er at sameina og
einsrætta virksemið, soleiðis
at virkisførið verður betri.
Samstundis skulu vit varð
veita tætta sambandið við
viðskiftafólkini, sum vit eru
kend fyri, og menna virk
semið á nýggja breiðara
virkisgrundarlagnum, sum
vit hava uppbygt hesi seinnu
árini, sigur Janus Petersen.
Janus Petersen er saman við leiðsluni væl nøgdur
við gongdina higartil hjá BankNordik
BankNordik góðan
fyrsta ársfjórðing
Við vaksandi rakstrarinntøkum og minkandi útreiðslum í fyrsta
ársfjórðingi í ár í mun til undanfarna ársfjórðing, vísti úrslitið
eitt avlop áðrenn niðurskrivingar á 70 milliónir krónur