mikudagur 16. mai 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Trýr upp á
føroyskan
tónleik
– Viðhvørt er tað sera møtimikið, men eg eri uppvaksin við, at mann sjálvur má gera nakað fyri at
fáa ting at henda. Tað sigur Kristian Blak, stjóri í plátufelagnum Tutl, sum hevur 35 ár á baki
Rannvá G. Fossaberg
Hann er kendur sum tann enga
sjeraði spælimaðurin, sum ger
alt, hann kann, fyri at hjálpa før
oyskum tónleikarum. Sjálvur dylir
hann ikki fyri, at tað stundum
er sera strævið at arbeiða innan
føroysku tónleikavinnuna, men
um allir partar samstarva, kann
føroyskur tónleikur koma langt,
heldur hann.
– Ofta eri eg frustreraður, men
um øll gera sítt og taka ábyrgd, so
trúgvi eg, at føroyskur tónleikur
kann koma víða, soleiðis at tón
leikavinnan í Føroyum verður
vird sum einhvør onnur vinna
her á landi, sigur Kristian Blak.
Síðani 1977 hevur hann verið
partur av plátufelagnum Tutl, og
sambært honum er føroyski tón
leikaheimurin nógv broyttur hesi
35 árini.
Tað óplanlagda barnið
Plátufelagið Tutl hevur givið
nógvar LP´ir, kasettubond og
fløgur út hjá føroyskum tón
leikarum, men at plátufelagið
yvirhøvur bleiv sett á stovn, var
rættiliga tilvildarligt.
– Hugskotið til plátufelagið
kom meira ella minni av sær sjálv
um. Eg vil kalla tað eitt óplanlagt
barn. Ymiskt varð spælt inn, og
onnur feløg vóru, men eg og aðr
ir við mær hildu, at tað var gott
við einum plátufelag, sum tón
leikararnir sjálvir áttu, greiðir
Kristian Blak frá. Fyrimunurin
hjá teimum bólkunum og ein
staklingunum, ið vóru knýttir at
Tutl, var fyrst og fremst tann, at
tónleikararnir høvdu í størri mun
enn áður fríar teymar.
– Nú var tað eingin, sum kundi
siga, hvat tónleikararnir skuldu,
og hvat teir ikki skuldu, tí einasta
kravið frá Tutl var og er fram
vegis, at tað, ið kemur út, skal
vera á einum ávísum støði, sum
vit meta at vera nóg góð góðska,
sigur Kristian Blak, sum er út
lærdur cand. mag. í tónleiki og
fronskum. Sambært honum hevði
føroyski fløgumarknaðurin verið
heldur óskipaður, um ikki Tutl
varð sett á stovn.
– Um Tutl ikki var, so hevði tað
verið rættiliga rótut, tí so høvdu
øll givið út á egnum forlagi, sigur
Kristian Blak. Umleið 80 prosent
av øllum føroyskum útgávum
verða givnar út av Tutl, og tað
metir Kristian Blak vera sera um
ráðandi fyri føroysku tónleika
vinnuna sum heild.
– Eg haldi, at tað er umráðandi,
at føroyskur tónleikur verður
presenteraður upp á ein máta,
tað vil siga, at mann hevur eina
strategi, ið sigur hvussu føroyskur
tónleikur skal marknaðarførast
úti í heimi, sigur Kristian Blak,
sum heldur tað verða júst hesin
hugsanarhátturin, sum ger at før
oyskir tónleikarar stuðla Tutl.
– Í Tutl royna vit allatíð at
hugsa internationalt, og tað er
nakað, sum hevur nógv at siga
fyri tónleikararnar.
Rokk í Føroyum
stóran týdning
Sambært Kristian Blak er tað av
alstórum týdningi, at føroyskir
tónleikarar hava teir neyðugu
karmarnar at virka undir, tí á
tann hátt mennist tónleikurin
best. Hann heldur, at hvørja ferð,
skipað verður fyri onkrum stórum
konsertum, tónleikakapping og
øðrum líknandi tiltøkum, hevur
tað eina stóra ávirkan á tónleika
lívið í Føroyum. Mitt í 90árunum
gav Plátufelagið Tutl út fýr fløgur
við heitinum Rokk í Føroyum. Her
spældu tólv tónleikabólkar hvør
sítt lag inn, sum so bleiv givið út
á fløgu. Tað førdi millum annað
við sær, at fleiri og fleiri bólkar
fóru frá at spæla coverløg, men
byrjaðu at gera egnan tónleik.
Í kjalarvørrinum á Rokk í Før
oyum-útgávunum kom tónleika
kappingin Prix Føroyar. Kristian
Blak metir Prix Føroyar at vera
eitt tónleikatiltak, sum eisini
gjørdi nógv við føroyska tón
leikaheimin, meðan kappingarnar
vóru og fyrstu tíðina aftaná.
– Norðurlandahúsið og Út
varpið hevur í stóran mun verið
við til at ment føroyskan tónleik,
tí saman høvdu tey pengarnar
í meldrinum
Clickhaze er eftir mínum tykki ein varði, tá tað umræður
føroyskan rokk- og popptónleik, tí tey vóru millum tey
fyrstu, sum spældu tónleik á einum altjóða støði