Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í meldrinum og umstøður til at bera Rokk í Føroyum víðari. Við Prix Før­ oyum góvu tey føroyskum tón­ leik­arum ein pall, sum annars ikki var til staðar, greiðir Kristian Blak frá og leggur afturat, at Prix Føroyar veruliga setti ferð á tón­ leikaframleiðslu. – Líka sum Jazzfelagið á sinni var við til at skapa áhuga, og fekk tónleikarar at komponera egn­an tónleik, júst somu ávirkan hevði Prix Føroyar, sigur Kristian Blak. Succesbólkar geva íblástur Serliga er tað ein Prix Føroyar- bólkur, ið Kristian Blak metir at standa sum ein serligur varði inn­an føroyskt tónleikalív. – Clickhaze er eftir mínum tykki ein varði, tá tað umræður før­oyskan rokk- og popptónleik, tí tey vóru millum tey fyrstu, sum spældu tónleik á einum altjóða støði, heldur Kristian Blak og vísir á, at limirnir í bólkinum ferð­aðust nógv ymsastaðni kring heim­in við tónleikinum hjá sær, og tað prógvar, heldur hann, at tón­leik­ur­in hjá Clickhaze var nak­að serligt. – Tey vóru longu komin langt, tá tey góvust at spæla saman sum bólkur, men í dag eru tey kom­in langt hvør sær eisini, sig­- ur Kristian Blak og leggur aftur­ at: – Burturúr Clickhaze kom Orka, Eivør, Petur Pólson, 200, G! Og so framvegis, so tað er einki at ivast í, at Clickhaze onkursvegna setti gongd í nógv ting, sigur Kristian Blak. Hann sigur, at hvørja ferð onkur føroyskur tón­ leik­ari ella bólkur klárar seg væl bæði her heima men eisini úti í heimi, hevur tað stóra ávirkan á onn­ur tónleikaáhugað. – Tá føroyskir tónleikarar hava success, gevur tað øðrum hug til at fáast við tónleik, tí tá síggja tey, at tað ber til at koma langt við tónleikinum, bara arbeitt verður nóg nógv við tí, greiðir Kristian Blak frá. Sambært Kristian Blak eru fleiri broytingar farnar fram innan føroyskt tónleikalív øll tey 35 árini, Plátufelagið Tutl hevur virkað. – Mín fatan er, at tað eru nógvir optimistiskir tannáringar, sum hava stóran áhuga fyri tónleiki, og tað tykist, sum tey í størri mun enn fyrr arbeiða ótrúliga miðvíst fyri at røkka teimum málunum, tey seta sær, sigur Kristian Blak. Ein annar munur er eisini. – Fyrr var tónleikur upp­fat­ aður sum eitt frítíðarítriv, líka mikið dugnalig fólk vóru. Í dag eru lutfalsliga nógvir pro­fessio­ nellir tónleikarar, ið hava eina út­búgving innan tónleik og undir­vísa kanska eisini øðr­um í tón­leiki, sigur Kristian Blak. Hann vísir eisini á, at tað somu­ leiðis verður kravt meira av tón­ leik­ar­unum í dag, enn tað bleiv gjørt fyrr. – Í dag er nyttar tað ikki bara at duga væl. Tú skalt vera nakað serligt og líkjast burtur úr mongdini. Fleiri avbjóðingar fyri framman Føroyska tónleikavinnan og Plátu­felagið Tutl hava nógvar av­ bjóðingar fyri framman komandi árini, metir Kristian Blak. Eitt nú má vinnan verða meira tilvitað um, at fólk ikki keypa fløgur eins og áður. – Tað fysiska produktið, tað vil siga fløgan, er ikki framtíðin, tí tað er ein sannroynd, at øll selja færri og færri fløgur. Hjá Tutl merkja vit eisini, at alsamt fleiri fólk keypa tónleik umvegis net­ið. Avbjóðingin hjá okkum er nú at finna útav, hvussu vit kunnu fáa fólk at downloada før­oysk­an tónleik og á tann hátt selja, greiðir Kristian Blak frá. Ein onn­ur av­bjóðing fyri plátufelag- ið við 35 árum á baki, er at hava eina greiða strategi at arbeiða útfrá. – Vit eru farin at arbeiða enn meira strategisk, tí tá mann er eitt lítið plátufelag, er umráðandi at hava eitt gott netverk og arbeiða við teimum røttu fólkunum. Sum lið í hesi ætlanini hava vit eitt nú fingið ein managara í Týsklandi, Christian Bull, sum hjálpir okkum at fáa bólkar og einstaklingar út um landoddarnar at framføra, sigur Kristian Blak, sum leggur dent á, at ynskið við Tutl fyri so vítt er tað sama, sum tað altíð hevur verið. – Fyri meg er tað týdningar­ miklasta málið hjá Tutl fyrst og fremst at fáa meira live tónleik út her í Føroyum. Tað skal verða áhugavert hjá útlendingum at vitja Føroyar eisini tónleikaliga. Harnæst er málið eisini at fáa før­ oyskan tónleik út í heim. Ynskið er at fáa tónleikararnar til at hava tónleikin sum eitt full­tíðar­ yrki, og tað merkir, at vit mugu arbeiða kring allan heimin, sigur maðurin, sum eftir 35 ár saman við Tutl framvegis trýr upp á føroyskan tónleik. – Eg trúgvi upp á føroyskan tón­leik, og tað er tí, eg framvegis ar­beiði fyri at fáa tónar úr Før­ oyum og út í heim, sigur Kristian Blak. rannva@sosialurin.fo Hjá Tutl merkja vit eisini, at alsamt fleiri fólk keypa tónleik umvegis netið. Avbjóðingin hjá okkum er nú at finna útav, hvussu vit kunnu fáa fólk at downloada føroyskan tónleik og á tann hátt selja – Umráðandi at mann hevur eina strategi, ið sigur, hvussu føroyskur tónleikur skal marknaðarførast úti í heimi, sigur Kristian Blak Mynd: Heinesen Myndir