mikudagur 16. mai 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fámará festið til sølu
Ævintýrið í Fámará hjá Johan í Kollafirði syngur sítt seinasta ørindi. Festið er sett til sølu,
og tá keypari er funnin, yvirtekur hann festið við hartil hoyrandi bygningum
Leo Poulsen
»Hervið verður festið í
Fámará vegna Búnaðar
stovuna lýst leyst til sølu
til hægstbjóðandi. Á festi
brævinum er: Mart.nr. 648
a, Vágur, 4 merkur, 9 gyllir
og 10 1/3 skinn.
Á festinum eru festi
bygningar og sethús. Gjørt
verður vart við, at bygning
arnir eru í ógvuliga vána
ligum standi, og at teimum
tørvar munandi ábøtur«.
Soleiðis byrjar lýsingin
hjá Búnaðarstovuni, sum
setur festið við Fámará til
sølu.
Bjørn Patursson, leiðari
á Búnaðarstovuni, leggur tó
dent á, at talan er ikki um
at selja jørðina hjá landi
num, men bara sjálvt festið.
Fámará
hevur
ligið
festaraleyst, síðani seinasti
festarin, Arni Brattaberg,
legði festið frá sær.
Síðani tá hava nógvar
ymiskar verkætlanir verið
uppi og vent. Ætlanir um at
gera festið um til eftirskúla
og
viðgerðarheim
hava
verið umrødd, men einki
er komið burtur úr hesum
ætlanum.
Avtala varð gjørd við
ein suðuroying um at hava
eyguni eftir festinum, so
leingi eingin festari er, og
meðan
verkætlanir
um
alternativt brúk av festi
num verða viðgjørdar.
Allar aðrar ætlanir eru
nú sleptar, og tí er avgerð
tikin um at lýsa festið leyst
til sølu.
Johan út
Bjørn Patursson, stjóri á
Búnaðarstovuni, sigur, at
avtalan við Johan í Kolla
firði einki hevur við Bún
aðarstovuna at gera.
- Tað er uppisitarin av
festinum, sum hevur gjørt
eina avtalu við Johan í
Kollafirði, og tað hevur als
einki við Búnaðarstovuna
at gera. Hinvegin er tað so,
at ein nýggjur festari yvir
tekur allar bygningar, ið
hoyra til festið, íroknað set
húsini, sigur Bjørn Paturs
son.
Hetta
merkir,
at
tá
nýggjur festari er staðfest
ur, yvirtekur viðkomandi
eisini sethúsini, har Johan
í Kollafirði býr í dag, og so
má Johan finna sær annan
bústað.
Tað er heldur ikki hvør
sum helst, ið kann keypa
eitt festið, tí eftir nýggju
lógini um landsjørð er ein
treyt, at »Festarin skal
hava í minsta lagi tvey ára
royndir frá arbeiði inn
an landbúnað umframt í
minsta lagi hálvt á á land
búnaðarskúla ella góðkent
kvøldskúlaskeið
innan
landbúnað«, sum tað stend
ur í lýsingini.
Ein onnur treyt er, at
»Festarin skal í hesum
føri hava fastan bústað í
Suðuroy. Víst verður ann
ars til kunngerð nr. 95 frá
23. oktober 2007 um um
siting av landsjørð«.
Nærri avtala
Tað er ikki víst á nakra
tíðarfreist fyri at bjóða upp
á festið, og tað er heldur
eingin áseting um, nær
festið verður yvirtikið.
Dentur verður lagdur á,
at tað er festibrævið, sum
er til sølu, og ikki landsjørð
in sjálv.
Festibrævið
virkar
á
sama hátt sum eitt skjeyti
hjá einum ognara. Tá ein
ognari selur sína ogn, verð
ur skeytið lagað til. Sama er
galdandi fyri eitt festibræv.
Í lýsingini stendur, at »Tá
bjóðað verður, skal tann,
sum bjóðar, prógva, at hann
lýkur treytirnar um royndir
og
jarðbrúkskunnleika.
Harumframt skal váttan
frá peningastovni um fígg
ing fylgja við boðnum. Yvir
tøkan fer fram eftir nærri
avtalu«.
Tað er sjáldan at festi
verður handlað á hendan
hátt, og tí dugir Bjørn
Patursson illa at siga, í
hvørjari príslegu boðini
fara at liggja.
-
Eg
kundi
hugsað
mær, at eitt slíkt festi sum
Fámará kundi havt áhuga
millum suðuroyingar. Nú
tosað verður so nógv um
vinnumøguleikar í Suður
oynni, kundi eitt slíkt festi
verið kombinerað við ferða
vinnu til dømis, sigur Bjørn
Patursson.
Fámará hevur ligið uttan festgara síðani Arni Brattaberg
segði tað frá sær fyri nøkrum árum síðani