mikudagur 16. mai 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Fámará: - Tú mást orsaka,
at eg tivi so illa. Men eg
var júst í ferð við at saga
pinnabreni, nú tú ringdi.
Soleiðis
geri
eg
hvønn
einasta dag, so hetta er bara
ein partur av tí at búgva
her, sigur Johan í telefonini
úr Fámará.
Fjarskotin liggur matrik
kul nummar 648a í Vági, ein
fýra marka garður, níggju
gyllin og 10 1/3 skinn – tað
sum fólk betri kenna sum
bóndagarðurin í Fámará,
ella heimstaðið hjá Johan
og konuni Rakul.
Fyri tveimum árum síða
ni fanst her hvørki vatn,
streymveiting,
telefon,
nógvir rútar vóru í knúsi,
onki gólv í gongini, fleiri
vatnrør sprongd, ketilin
á hol, oljutangin fullur av
vatni og einki handtak í út
hurðini. Bóndagarðurin var
í roynd og veru latin upp í
hendurnar á tí ríka fugla
lívinum í økinum, og flestu
fólk, ja, sjálvt suðuroyingar
høvdu
gloymt
alt
um
Fámará.
Nú hava tey bæði, Johan
og Rakul umskapað hetta til
teirra egna heim, við einum
hópi av djórum, heimligum
hugna og opnum hjørtum,
og enntá eini útvarpsstøð
– Radio Fámará. Soleiðis
var gerandisdagurin fram
til í farnu viku, tá ein lýsing
brádliga boðaði frá broyt
ingum.
Hjá Johan og Rakul
er spurningurin í løtuni,
hvussu leingi aftrat hesin
øðrvísi lívsstílurin kann
halda fram – og um hetta
verður heimstaður teirra
eisini í framtíðini.
Í farnu viku varð hetta
festið lýst til sølu, og nú er
upp til Búnaðarstovuna at
avgera lagnuna og framtíð
ina á hesum staði.
- Vit bíða í spenningi, sig
ur Johan stutt.
Taka yvir
Tað var ikki frítt, at Johan
bleiv eitt sindur kløkkur,
tá hann fekk at vita um
søluna.
- Tað føldist so óveruligt,
og føldist sum um at teppið
nú var skrykt undan mær
og konuni í einum. Men eg
kom skjótt yvir tað, tí bara
10 minuttir seinni sat eg og
tjattaði við fólk á Facebook
um hetta. Vit fáa allatíðina
brøv frá okkara omanfyri
1000 Facebook-vinum, sum
uppmuntra okkum um at
halda áfram.
- Eg havi síðani lisið lýs
ingina, og eg kann so sakt
ans taka yvir hetta festið
við teimum royndum og
kvalifikasjónum
sum eg havi, greiðir Johan
frá.
Fyri líkasum at leggja alt
so væl til rættis, og vera eitt
stig frammanfyri gongd
ina, hevur Johan tikið tað
sum kallast “Yrkisskeið í
landbúnaði” á kvøldskúla
skeiði í Runavík.
- Ja, hugsa tær til: Eg
mátti upp klokkan fimm
tvær ferðir um vikuna, fyri
at kunna fara úr Fámará og
við Smyrli allan vegin til
Havnar, og síðani til kvøld
skúlan í Runavík, sigur
hann brosandi.
Við øðrum royndum inn
an landbúnað, sær hann seg
fult føran fyri at taka yvir
festið í Fámará. Ella sum
hann tekur til: - Eg havi
trods alt búð í Fámará í tvey
ár, og tað mann nokk kvali
fisera til at búgva í Fámará.
Hann
hevur
sostatt fastan bústað í
Suðuroy, soleiðis sum tann
eina treytin í lýsingini
leggur upp til.
Johan og Rakul fara at
bjóða uppá hetta festið, og
vóna at hava hægsta boðið
tá avtornar:
- Men um vit skulu taka
eitt kempu lán og noyðast
av garðinum at arbeiða
frá 8 til 16, so er poengið
líkasum farið, tí her er
so nógv eftir at gera. Vit
vilja heldur brúka okkara
orku í framtíðini til víðari
restaurering av garðinum.
-
Fámará
er
eitt
attraktivt stað. Og tað
ynskja vit eisini at tað skal
verða í framtíðini, sigur
Johan avgjørdur.
snorri@sosialurin.fo
Í gjár vóru liðin júst tvey
ár síðani, Johan og Rakul
á fyrsta sinni setti sín fót á
jørðina í Fámará.
Hann hevði frætt um
hetta serstaka og fjarskotna
staðið
Fámará,
og
júst
henda dagin – 15. mai 2010
– bjóðaði Strandferðslan
ókeypis ferðaseðlar.
Millum ferðafólkini til
Suðuroyar
henda
dagin
vóru Johan og Rakul, og
komin í land varð leiðin
beinanvegin
løgd
til
hetta staðið, sum síðani
hevur verið heimstað hjá
hjúnunum báðum.
- Vit vóru her allan
dagin og vistu ikki av,
hvussu tíðin rann avstað.
So einaferð sigur Rakul við
meg: - Tú Johan, nú er tíð
at venda nøsini heimaftur,
tí Smyril fer skjótt aftur til
Havnar.
- Eg svaraði henni aftur:
- Heim?! Jamen, eg haldi at
eg eri heima! Her ynski eg
at búgva. Hetta er simpelt
hen STAÐIÐ, greiðir Johan
frá. - Eg havi aldrin fyrr følt
meg á so rættari hill, sum eg
geri nú.
Frammanundan høvdu
hann og konan ferðast
kring oyggjarnar til tess
at finna eitt stað, har tey
kundu búgva og virka,
soleiðis sum hann ynskti.
Hóast væl varð leitað,
var hvørgin teirra í iva um,
at Fámará bar av øllum.
- Tað var so løgið, ja, heilt
absurd, at tað segði bara
pling beinanvegin, tá vit
komu higar. Her var nógv
at taka fatt í, men tað løgdu
vit líka í. Her kundu vit føra
okkara dreym og okkara
visjón út í lívið. Vit hava
nógvar planir!
Kulissa
At tey bæði hava verið íðin
og ágrýtin gongur sjón fyri
søgn í dag.
Hóast nógv er eftir at
gera og bøta um, hava tey
megnað at umskapa eina
nærum niðurdotna lon til
eitt heim – teirra serstaka
heim við teirra serstaka
lívsstíli.
Fólk hava eisini kunnað
fylgt
við
gongdini
í
bóndagarðinum,
umvegis
Facebook og tey mongu
filmsbrotini, ið løgd eru út
á Youtube.
- Ja, vit bæði hava ein
serligan lívsstíl, her vit
brúka eina bygd sum ku
lissu til okkara visjón um
at hava ein bóndagarð, har
øll eru vælkomin – høgur
sum lágur. Okkara visjón er,
at her skal altíð vera pláss
fyri øllum, annaðhvørt um
ein er nýliga fráskildur, júst
vorðin edrúur, er smæð
in, gamal ella bara følir seg
einsamallan og passar illa
inn, sigur Johan brosandi.
At hetta ikki bert eru
orð, er Rúni besta prógvið
um. Hann búði á einum
sambýli í Havn, men hevur
nú funnið seg sjálvan og sítt
egna lív snøgt sagt við bert
at vera hjá Johan og Rakul
í Fámará.
- Nú stórtrívist hann her,
og hevur enntá keypt sær
sín egna hest, sigur Johan.
snorri@sosialurin.fo
Heima – tað er her
LÍVSSTÍLUR “Altso, - hvat sker, Johan? Ætlar tú
virkiliga at selja Fámará .... ?” Soleiðis ljóðaðu
boðini til tann óvitandi Johan Dalsgaard, sum saman
við konu síni, Rakul hava búleikast her seinastu
tvey árini. – Eg visti ikki av lýsingini, um at festið í
Fámará var til sølu. Men eg hevði tó ein varhuga av,
at okkurt fór at henda nakað skjótt, sigur Johan
- Eg kann saktans
taka við festinum