Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt serligt eftirlitsátak hjá TAKS vísir, at tvær mill­i­ón­ir kró­n­ur eru út­goldn­ar ov nógv í rent­u­stuðli sein­astu ár­ini. Eftir at lógin um rent­u­stuð­ul bleiv broytt í 2009, hev­ur TAKS skrá­sett øll matr­ i­k­ul numm­ar, sum eru knýtt at set­hús­a­lán­um. Síðan hevur TAKS vent sær til allar borgarar, ið fáa rent­u­stuð­ul, fyri at vátt­að, hvat lánini verða brúkt til. Úrslitið av okkara eft­ir­lits­ar­beiði vís­ir, at góð­ar tvær mill­i­ón­ir krón­ur skulu krevj­ast inn aftur. Rentu­stuð­ul­ in av hesum lán­um er somuleiðis steðg­að­ur. So­statt sparir lands­ kass­in uttan iva fleiri mill­ión­ir í rentu­stuðli kom­andi árini, sum annars hevði verið útgoldin av órøttum, sig­ur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Tað eru ymiskar or­ søkir til, at ov nógvur rent­u­stuðul varð út­ gold­in. Í áví­s­um før­ um er rent­u­stuð­ul­in steðg­að­ur, tí um­søkj­ ar­i­n ikki hevur svarað eft­ir tríggj­ar á­heit­an­ ir frá TAKS ella hev­ur fing­ið rentu­stuð­ul fyri meira enn ein bú­stað. Í øðr­um før­um er vant­ andi sam­svar mill­um lán­tak­ara og set­hús­a­ eig­ara. Hetta er eydnast so mikið væl, at frá at hava eina frí­ hædd upp á 3,0 metrar, er hædd­in nú  3,5 metrar, har hon er lægst. Tað hevur bøtt mun­andi um flutningstørvin til og úr Hvalba. Møg­u­lei­k­ar­nir fyri flutn­ ingi hjá vinnulívinum í Hvalba eru munandi batn­að­ ir, eftir at tað er eydn­ast fólki hjá Lands­verki at hækka fríhæddina í Hvalb­ia­r­tunl­i­ num við tilsamans hálvum metri. Upprunaliga var hæddin um­leið 3,0 metrar. Síðani eydn­að­ist tað at skróta so mik­ið nógv av gróti und­an loft­i­num, at komið varð upp í 3,3 metra hædd. Eftir eitt skrót­ing­ar­um­far aft­ur­at, er lægsti av­stand­ur­in mill­um veg­breyt­ina og tunn­ils­loft­ ið nú 3,5 metrar. Landsverk fegnast um, at tað nú ber til at koma í­gjøgn­um við størri akførum og bingj­um, sum vinnulívið í Hvalba hevur eftirlýst. Við ein­um serakfari, har til ber at lækka vognin, letur tað nú seg gera at koyra ígjøgnum við bingj­um í tí vanligastu og mest nýttu støddini. Tað hev­ur til­sam­ans kost­ að um­l­eið tvær míó. krónur at hækka Hvalbiar­tunnilin. Á myndini síggjast f.v. Sigrid Arge, leiðari á Tannlæknastovuni, Halldis á Grønastøð, sertannlækni í ortodonti, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri Loftið í Hval­b­i­a­r­ tunl­inum hækkað Sertannlækni í ortodonti settur Ov nógv­ ur rentu­ stuð­ul­ út­gold­in 2 mió kr Fyrilestur um Brúdleypið hjá Arnolfini í Klaksví FERSLUÁBÓT Landsverk hevur í eina tíð arbeitt við at hækka um hædd­ina í Hvalbi­ar­tunli­ num, so møg­u­ leiki er at koyra í­gjøgn­um við hægri akførum og størri bingjum Kommunan hevur sam­bært lóg ábyrgd at veita børnum viðgerð av tann­sjúk­um og tann­javn­ing. Nógvu sein­ astu ár­ini hev­ur komm­un­ an havt tæn­ast­u­sátt­mála við Berg­tóru Han­us­ar­dótt­ir um hes­ar upp­gáv­ur. Nú kemur kommunan sjálv at standa fyri hesum. Um­leið ein triðingur av hvørj­um árgangi hevur tørv á ser­tann­lækn­avið­gerð. Tá Skúlin við Løg­manna­ breyt varð bygdur, vórðu stór og góð høli sett av til tann­lækn­a­stovu, og ætl­anin er nú at inn­rætta ser­tann­ lækn­a­stovu við nýggjari og fram­komn­ari út­gerð. Halldis á Grønastøð byrj­ aði í starv­i­num í dag. Leygardagin 19. mai kl. 15 heldur Nils Ohrt, savnsleiðari, fyrilestur í at­e­l­i­ erinum hjá Edward Fuglø, Jústabrekku 2 í Klaksvík Fyrilesturin er partur av røðini Meist­ara­verk í heimslistini. Hesa ferð fer Nils Ohrt at greiða frá kenda málning­i­num Brúdleypið hjá Arnolfini eftir Jan van Eyck frá 1434. – Kaffi verður at fáa, og øll eru hjartaliga væl komin, heilsa tey av Listasavni Føroya. tannrøkt Halldis á Grønastøð er fyrsti sertannlækni í orto­donti, sum Tórshavnar komm­una set­ ir í starv á Tann­lækn­a­stov­uni