Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Andstøðan størri undir­ tøku millum velj­arar­ nar enn stjórnin Í Danmark, Noregi og Svøríki vísa meiningakanningar, at andstøðan hevur størri undirtøku millum veljararnar, enn stjórnarflokkarnir hava Høvdu danir, norðmenn og sviar mannað ávikavist Fólkatingið, Stórtingið og Ríkisdagin av nýggjum í dag, høvdu Lars Løkke Rasmussen, Erna Solberg og Stefan Löfven loyst Helle Thorning-Schmidt, Jens Stoltenberg og Fredrik Reinfeldt av sum stjórnarleiðarar Hevði fólkatingsval verið í Danmark í dag, hevði stjórn­in hjá Helle Thorning- Schmidt fallið við eitt brak, og Lars Løkke Rasmussen hevði komið aftur í forsætis­ mála­ráðið. Líka síðani beint aftan á valið í september í fjør hava meiningakanningar víst, at stjórnin og stuðulsflokkurin Eindarlistin eru í minniluta millum veljararnar, og ein nýggj kanning vísir, at støðan er einki broytt. Eftir teirri seinastu kann­ingini høvdu Sosial­ demo­kratarnir, SF, Tey Radi­ kalu og Eindarlistin fing­ið tilsamans 79 umboð á Fólka­ ting, um val hevði verið nú. Harafturímóti høvdu and­ støðu­flokkarnir Vinstri, Danski Fólkaflokkurin, Tey Kon­servativu og Liberal Alliance fingið 96 tinglimir og sostatt ein greiðan meiriluta til at skipa stjórn uttan hjálp úr Føroyum ella Grønlandi. Erna fyri Jens Í Danmark hevði ein maður sostatt loyst eina kvinnu av sum stjórnarleiðari, men í Noregi hevði tað ver­ið øvugt. Eisini har hava mein­ inga­kanningar leingi víst, at stjórnin er í minniluta mill­ um veljararnar, og sam­bært einari nýggjari kann­ing høvdu tveir av andstøðu­ flokk­unum fingið so nógvar atkvøður nú, at teir høvdu megn­að at skipa stjórn einsa­ mallir. Kanningin vísir, at Høgri og Framburðsflokkurin høvdu fingið 50,7 prosent av at­kvøðunum, og eitt tílíkt úrslit hevði givið flokkunum 93 stórtingssessir. Flokkarnir, sum mynda verandi stjórnar­ samgongu, høvdu bara fingið 38,2 prosent og 65 tinglimir. Næsta ár er stórtingsval í Noregi, og verður úrslitið, sum kanningin vísir, fer Høgra-forkvinnan Erna Solberg í forsætismálaráðið at loysa Jens Stoltenberg av. Löfven hevur gjørt mun Í Svøríki er tað líkt til, at sosialdemokratiski flokk­ ur­in gjørdi tað rætta, tá flokk­urin fyrr í ár valdi fak­ felagsmannin Stefan Löf­ ven til formann. Men tað var eisini í tøkum tíma. Í ein­ari kanning í januar fekk flokkurin minni enn 25 pro­ sent, og so veikur hev­ur hann ikki ver­ið, síð­ani tær fyrstu mein­inga­kann­ingarnar komu í 1967. Síðani formansskiftið hev­ ur tað bara gingið uppeftir í kanningunum, og í einari nýggjari kanning hjá SIFO fáa sosialdemokratarnir 37 prosent ella 9 prosentstig meiri enn Moderaterna hjá Fredrik Reinfeldt, for­sætis­ ráð­harra. Og Reinfeldt hevði fall­ ið, sum val hevði verið til Ríkisdagin nú. Kann­ing­in hjá SIFO sigur, at sosial­demo­ kratarnir og hansara stuðlar høvdu fingið 10 prosentstig meiri enn stjórnarsamgongan og meiriluta innan tinggátt, hevði val verið nú. Danska kappingar- og brúk­ arastýrið vil hava størri kapp­ing millum teir donsku bank­arnar. Kappingar- og brúkara­ stýrið heldur, at bankarnir arbeiða meiri sum sam­ starvs­felagar enn sum kapp­ ingarneytar, og at tað eru viðskiftafólkini, sum gjalda ta vantandi kappingina við dýrum lánum og øðrum samskifti við bankarnar. – Tað er ov lítil prískapping á bankaøkinum. Bankarnir leggja onga orku í at kappast, og tað er í roynd og veru ikki so løgið, tí teirra viðskiftafólk hugsa heldur ikki um tað, sigur stjórin í kappingar- og brúkarastýrinum, Agnete Gersing. Men bankarnir halda seg ikki gera nakað skeivt. Eftir teirra tykki er ver­andi kapping hóskandi. Har­ afturat hava kreppan og nýggj krøv til bankarnar gjørt, at teir hava verið noyddir at seta prísirnar upp, sigur Niels Storm Stenbæk, sum er búskaparfrøðingur hjá banka­felagnum. Ov lítil kapping millum bankarnar Missa hyggjarar Í Danmark hava tær báð­ ar stóru sjónvarps­rás­ irnar, DR1 og TV2, leingi havt tann trupulleika, at færri og færri hyggja at teimum, og nú vísa nýggj tøl, at hyggjaratalið mink­ar í stórum. Í kann­ ing­ini sæst, at tær fyrstu 18 vikurnar í ár brúktu fólk 11 prosent minni tíð til at hyggja at TV2 og 8 prosent minni tíð til at hyggja at DR1. Serfrøðingar siga, at tað er veksandi útboð, sum ger, at fólk brúka minni tíð til at hyggja at teimum stóru rásunum. Tí kanningin vísir, at Kanal 5, sum Viasat eigur, hevur fingið 15,2 prosent fleiri hyggjarar, og at eitt nú Discovery og MTV hava økt hyggj­ araskaran meiri enn 36 prosent. Serfrøðingarnir siga, at gongdin er serliga óhepp­in fyri TV2, tí hon kann hava við sær, at rásin fer at missa inn­ tøkur frá lýsingum. Eimskip á parta­ brævamarknaðin Seinni í ár verð­ur ís­ lendska flutnings-fyri­ tøkan Eimskip skrá­sett á virðis­bræva­markn­ að­inum í Reykjavík. Ís­ lands­bankinn og íløgu­ bankin Straumur hava fingið til uppgávu at fyri­reika skrásetingina, og samstundis fáa al­ mennnir og privatir íleggj­arar møguleikan at keypa partabrøv. Eimskip sigur, at endamálið við skrá­set­ ingini er at gera ognar­ skaran breiðari, og stjór­ in, Gylfi Sigfússon, sigur við íslendska ríkisút­ varp­ið, at tað hevur ging­ið væl hjá felagnum, og at tað tí er skilagott fyri íleggjarar at keypa partabrøv í felagnum. Málaðu Hans Egede reyðan Mánadagin noyddist kommunan í Nuuk at senda menn at vaska ta kendu standmyndina av Hans Egede, tí onkur hevði stoytt reyða mál­ ing á hana. Ótangarnir høvdu stoytt reyða máling om­ an yvir andlitið og oman eftir standmyndini framm­antil, og á stabban undir standmyndini høvdu teir skrivað talið 666 og teknað ein kross. Løg­reglan í Nuuk heldur, at ótangarnir hava verið fleiri í tali. Hans Pilgaard og hini í TV2 missa hyggjarar Mynd: TV2