Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í dag fyllir Súsanna Danielsen, stjóri í Løgtinginum, seksti. Hon var einkarbarnið hjá Dánjal Paula Danielsen, bónda á Velbastað og Hellu. Páp­in var umframt at vera bóndi eisini politikari. Hann var landsstýrismaður frá 1975 - 81. Mamman, Hella, var úr Havn og systir Jørgen-Frantz Jacobsen, rithøvund. Men hóast hon varð bor­ in til garðs, so valdi hon aðra lívsleið enn bóndalívið í Búðini á Velbastað – og so­leiðis hevur hon í fjórð­ ingsøld virkað sum leiðari inn­an almenna um­sit­ing. Fyrst sum leiðari á Løn­ar­ deildini frá 1987, og sein­astu sløku sekstan árini hevur hon stjórnað løg­tings­um­sit­ ingini. Súsanna Danielsen er út­ búgvin løgfrøðingur í Keyp­ mannahavn í 1980. Sama ár fór hon í starv í lands­um­ sitingini. Síðani hev­ur hon starvast á Lands­skúlafyrsi­ tingini, har hon var fulltrúi fram til 1985, tá hon aftur fór í landsumsitingina at arbeiða – frá 1987 sum leiðari. Tá Súsanna Danielsen 1. oktober í 1996 tók við starv­inum sum stjóri á løg­ tingsskrivstovuni segði hon við Sosialin, at henni dámdi væl at arbeiða undir trýsti. Starvið sum leiðari á lønardeildini kravdi mang­ an sítt, ikki minst í kreppu­ tíðinum fyrst í nítiárunum, tá tað bleiv hennara lutur at trýsta almennu lønirnar niður. Og trýstið mundi ikki gerast minni, tá hon kom at stjórna løgtingsumstingini, tí politikararnir eru ikki altíð so lættir at fáast við. Í nevndu samrøðu í Sosial­ inum í 1996 sigur Súsanna sína avgjørdu støðu til hetta at arbeiða undir skiftandi politikarum: – Tú skalt altíð vera loyalur fyri tínum arbeiðsgevara, hvønn politiskan lit, hann hevur. Sum embætisfólk skalt tú ikki hugsa um politisk­ar ideologiir ella um politiskar strategiir. – Tú mást liva við, at ar­ beiðs­gevarin javnan verður skiftur út, og at kósin, teir stinga út í kortið, ikki altíð er hin sama. Tú mást eisini liva við, at summir politikarar eru keðiligari enn aðrir, með­ an aðrir eru stuttligari, segði Súsanna Danielsen í 1996, og hesi orðini mann hon mangan hava sannað síðani. Men millum tingmenn er hon vird. Hon fýrir ikki fyri at siga sína meining, men hevur hon verið ov braneyggjað, er tað skjótt gloymt aftur, siga tingfólk. Súsanna eigur dóttrina Amaliu, sum er gift við Høgna Heinesen, og hon starv­ast sum lækni á Lands­ sjúkra­húsinum. Fødd 16. mai 1952 Velba­ stað Studentur 1972, cand. jur. 1980 frá Københavns Uni­ versitet. Fulltrúi í landsstýrinum 1980-1981 og 1985-1987, fulltrúi á Landsskúlafyrisitingini 1981-1985 og deildarstjóri á lønar­deildini í landsstýrinum 1987-1996. Sett í starv á løgtings­ skrivstovuni 1. oktober 1996. Starvsøki: Er stjóri í Um­ siting Løgtingsins og virkar sbr. tingskipanini § 22 Nøvn Sterka kvinnan í Løgtinginum seksti