mikudagur 16. mai 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Egga varð raktur av hervilig
ari sjúku fyri gott tveimum
árum síðani, tí kom tað ikki
púra óvæntað, tá sonurin
Jóhan leygardagin 28. apríl,
ringdi og fortaldi, at pápin,
náttina fyri, var farin í annan
heim, men deyðin kemur al
tíð illa við, og tað var tí ein
tungur dagur at koma ígjøg
num.
Egga var sonur Karolinu
og Esbern Simonsen. Karo
lina var ættað úr Mittúni
á Selatrað og pápin var av
Høgabóli í Saltangará.
Sum vanligt tá, var mamm
an heimaarbeiðandi og pápin
Esbern fekst við reiðaravirki,
handil, avgreiðslumaður fyri
Skipafelagið og hevði eisini
postin um hendur.
Eggasa ungdómsár vóru
í fimti og partvís í seksti
árunum. Hetta var eitt tíðar
skeið, har tað hendi ómetaliga
nógv á Føroyalandi. Vit fóru
frá torvtíðini og inn í eina
heilt aðra tíð - nevnast kann
bara eitt tað størsta tekniska
frambrotið í Føroya søgu, tá
Sev gjørdist veruleiki í byrj
anini av fimti talinum .
Torv- og kol komfýrurin
varð útskiftur til ravmagn:
oljufýrdir hitaketlar í kjall
aranum, køli- og frysitskáp
kom í hvørt hús, el-motorar
at dríva maskinur innan
ídnaðin v.m, og seinrapartin
av tíggjáraskeiðinum byrj
aði endurnýggjanin av fiski
skipaflotanum, og tær gomlu
dangurnar vóru útskiftar við
framkomin skip.
Hendan nýggja tíðin var
nakað sum passaði sum fót
ur í hosu hjá Egga, hann
hevði jú fingið góðar hendur
í vøggugávu, og alt sum hevði
við teknikk at gera, fekk
hann upp í hægsta gear .
Eftir at Egga var fermdur,
var hann eitt sindur til skips,
til hann sum 15 ára gamal
fór á Rønde Efterskole í Jút
landi.
Heimafturkomin,
fór
hann í smiðjulæru hjá navn
frama meistaranum Oliver
Rasmussen. Egga umtalaði
altíð hesa tíðina hjá Olivari,
sum sera góða og lærandi.
Eftir at Egga varð útlærd
ur, fann hann sær konu úr
Fuglafirði – Fía Midjord -, og
flutti hann tá til heimbygd
ina hjá Fíu, har tey bygdu
sær hús í bønum hjá hennara
foreldrum.
Hjá Egga var nú at fara í
gongd sum vinnulívsmaður,
og eitt tað fyrsta hann fór í
holt við, var, sum ein av teim
fyrstu í Føroyum, at stovna
eina oljufýrtænastu og hetta
lukkaðist væl, men Egga líkt,
so seldi hann hesa forrætning
eftir nøkrun árum.
Um somu tíð, sum olju
fýristænastuna,
stovnaði
Egga eina skipaavgreiðslu í
Fuglafirði, har hann átók sær
at servisera ídnaðarskip, ið
komu at landa hjá Havsbrún,
serliga var tað at vaska lastir,
og annars gera skipini klár til
næsta túr.
Eisini stovnaði hann eina
sandblásingar- og málinga
fyritøku, sum m.a. tók sær
av at sandblása tangar, skips
lastir v.m.
Alt hetta virksemi kundi
givið nokk til “seg og síni”,
menn nei, íverksetarin vildi
víðari, nú var tað flúgving.
Egga hevði sæð, at danska
marinan hevði ikki so lítið
at gera við helikoptaranum
– navnið tyrla var ikki upp
funnið tá - fyri bøndur, SEV,
Føroya Tele v.m.
Hann stovnaði tí, saman
við øðrum, eina flog fyri
tøku, sum leigaði eina tyrlu
til farma flúgving, og hetta
eydnaðist væl, men hetta
bleiv bert tað eina árið, tí
longu árið eftir átók Strand
faraskip Landsins sær hesa
uppgávu. Nú var tað eisini við
ferðafólki til útoyggjarnar.
Egga bleiv settur sum
leiðari av hesi tænastu, men
ikki vardi leingi til Egga vildi
víðari, og nú var tað millum
landa flúgving á føroyskar
hendur.
Hetta hevði verið tosað
um í áratíggjur, men einki
var komið burturúr. Egga
fekk tá loyvi frá stjóranum á
SL og landsstýrismanninum
á hesum øki at fara og kanna
møguleikan fyri føroyska
millumlanda flúgving.
Egga royndi fyrst hjá
Maersk Air um at koma sum
partnari hjá teimum, men tað
gekk ikki, síðani royndi hann
í Noreg og í Grønlandi, men
fekk krakk allastaðni.
Til seinast kom hann
í tankar um lítla felagið
Cimber Air í Sønderborg.
Nú lukkaðist, hann ringdi
beinleiðis til sjálvan stjóran
Ingolf Nielsen, sum var jalig
ur beinanvegin og bjóðaði
Egga til Sønderborg, har teir
løgdu lunnar undir Atlantic
Airways.
Tá
landsstýrismaðurin
hin 17.des.1986 í Løgtinginum
svarar ávísum løgtingslimi
uppá flogspurningin, er svar
ið fyrst og fremst grundað á
fundin millum Egga og Ingolf
Nielsen.
Sjálvandi komu juristar
og roknskaparfólk eisini við,
men fyrsti fundurin millum
Egga og Ingolf var grundar
steinurin undir stovnaðina
av Atlandsflog.
Hetta er ikki komið nógv
fram, tá søguligir dagar hava
verið hjá Atlantic Airways,
men nú eru báðir stovnaranir
(Egga og Ingolf) farnir, og tí
er rímiligt at gera vart við
hetta.
Egga bleiv heldur ikki
drúgvur hjá SL, og aftaná
tíðina hjá SL flutti tey til
Hirtshals, har hann arbeiddi
hjá Faroe Seafood í nøkur ár.
Eftir uml. 8 árum í DK
flutti tey til Umanak, har
Egga leiddi deildina hjá Awi
Boats í eitt ár.
Aftaná árini í DK og Grøn
landi, flutti tey heim og seldu
heimið Fuglafirði og fluttu út
í Heiðarnar, har tey yvirtóku
barnaheimið hjá Egga.
Egga hevði framhaldandi
sama hugin til at seta í gongd,
og hann hevði nógvar planir,
men so kom sjúkan og setti
ein stoppara fyri hesum.
Sjávandi eydnast ikki alt,
sum tú fert í holt við, tá tú
hevur so nógv jørn í eldinum
ísenn, og okkurt miseydn
aðist eisini. Egga keypti skip,
sum ikki gekk, sum ætlað,
men Egganum líkt, so misti
hann ongantíð mótið og
helt áfram við at finna uppá
nýggjar avbjóðingar.
Vit 4 brøður vóru fleiri
túrar við stuttleikabáti í
Bretlandi, tann seinasti - eft
ir at sjúkan merkti hann- var
tvørtur um Skotland eftir
Kalidonisku veitini, og so
seint sum í mars vóru vit 4
ein sera góðan túr í Dk við
Norrønu.
Nú ert tú farin góði Egga.
Vit, tínir nærmastu vinir,
savna teg ómetaliga nógv.
“Undirhús
fundirnir”
á
Høgabóli eru nú uttan teg, vit
mugu nú sjálvir loysa verð
sins trupulleikar, og harvið
eru tínar beinraktu og skjótu
viðmerkingar eisini burtur.
Eitt er savnið hjá okkum,
men størst er savnið hjá tær
góða Fía, børnum og abba
børnum.
Hann sum ræður fyri
borgum styrkir tykkum í
sorg tykkara.
Hvíl í friði góði vinur og
frændi.
ÓS og SM
Jógvan Simonsen
(Egga) til minnis
08.04. 1945 – 28.04. 2012