mikudagur 16. mai 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Malan var næstyngst av
teimum 6 børnunum hjá
Ólavi og Elin Mariu Greger
sen.
Hini eru Sæunn, Dagbjørt,
Elin, Hallbera og Ólavur.
Malan byrjaði sum ung at
arbeiða á Tøtingarvirkinum
hjá pápanum og starvaðist
har til 2002, og tók eisini út
búgving sum binditøkningur
í Danmark.
Malan giftist við Henning
Olsen úr Gøtugjógv í 1983.
Sama ár varð Osmund fødd
ur; í !986 varð Maria fødd, í
1988 Hávarð og 1989 Óttar.
Í 2002 fór Malan á Heilsu
hjálparaskúla í Suðuroy at
nema sær útbúgving og tá
so Eldrasambýlið Gøtubrá
lat upp í 2004 byrjaði hon at
arbeiða har.
Vit eru fleiri, sum hava
arbeitt saman síðan heimið
opnaði í nov. 2004. At hava
verið við til at mynda heim
ið síðan byrjan, hevur givið
starvsfólki, búfólki og av
varðandi eina serliga kenslu
av samanhaldi. Vit hava
veruliga kent okkum sum
eina stóra familju. Vit hava
eisini ofta havt tað á orði.
Vit vóru eitt sindur kedd
av at tað var so lítið lív runt
um húsið, so uppskotini
vóru nógv um at skapa lív og
trivnað.
25 apríl 2009 byrjaðu vit
at skipa fyri garðdegi saman
við avvarðandi; eitt arbeiði,
sum Malan gekk uppí við lív
og sál.
Dunnuhús
bleiv
gjørt
og onkur avvarðandi, sum
ikki kundi vera við, átók sær
uppgávuna at gera høsnar
hús heima. Ein rúgva av trø
um og runnum vórðu plant
að.
Tað fyrsta dunnuparið
flutti inn og fingu tey nøvnini
Adam og Eva. Alt andaði av
lívi og vøkstri og vit gleddust
saman.
Men bert 4 mánaðir seinni
komu ófrættaboð. Malan
hevði fingið staðfest ringa
sjúku.
Tað gjørdist ein kvøkkur
og sorg fyri okkum øll, at hon
skuldi verða tikin burtur úr.
Hon, sum var so nærløgd,
og so sera røkin. Skápini
blivu altíð so væl ruddað
og arbeiðið gekk so lætt úr
hennara
hondum.
Eisini
legði hon altíð áherðslu á at
umgangast tey gomlu við
virðing og at hava hjartað við
í tí hon gjørdi. Hon var eisini
ein so sera góður eygleiðari.
Hjá okkum kundi hon
eisini verða sera stuttlig og
argandi at verða saman við.
Hon hevði altíð sín kontanta
bersøgna mátan at siga
tingini uppá. Eitt annað,
sum eisini myndaði hana
er tað sum stendur í 1. Tim.
6.6: Saman við nøgdsemi er
Guðsótti stórur vinningur.
Tað andaliga hevur altíð
havt eitt náttúrligt pláss hjá
okkum á Gøtubrá. Tí hava
vit regluliga, tá vit hava havt
andaktir saman, lagt hana
fram fyri Guð í bøn í vónini
um at Hann skuldi gera hana
fríska.
Tað eru eisini trúgvin og
Guðsálitið sum hava hildið
Maluni uppi hesa sváru tíð, og
sum tað stóð á sangheftinum
til jarðarferðina: Eg eri upp
reisnin og lívið, tann ið trýr
á meg skal liva um hann so
doyr….
Malan kom ongantíð aftur
til ein regluligan arbeiðsdag
á Gøtubrá. Men hon hevði
onkra ávísa uppgávu, sum
hon røkti heimanífrá við
teldu, og hana røkti hon til
ein mánað áðrenn hon doyði.
Tað sigur alt um hennara
ágrýtni og viljastyrki.
Tá vit høvdu felagstiltøk
royndi Malan altíð at vera
við. Garðdagin 2010 og 2011
var Malan eisini við. Tá sat
hon inni og seymaði teppir
saman av puntum, tey gomlu
høvdu bundið.
Tá vit starvsfólkini skuldu
savnast
til
jólaborðhald
seinast bjóðaðu vit Maluni
við, men tá takkaði hon nei,
tí hon segði, at hon hevði
ikki so nógva orku longur,
og ta orku sum hon hevði,
ynskti hon at brúka uppá
sína familju. Tað virdu vit
hana fyri. Tí vit, sum kendu
Maluna, ivaðust onga løtu í
hvat hon sá sum sína fremstu
uppgávu í lívinum. Tað var
at vera ein góð kona fyri
Henning og ein góð mamma
fyri síni børn.
At Henning og Malan vóru
góð við sítt heim og at bæði
vóru líka røkin sást aftur. Í
fjør fingu tey fyrstu virðisløn
fyri best røkta matrikkul í
Eysturkommunu.
Síðsta leygardag var aftur
garðdagur í Gøtubrá. Nú var
ongin Malan; sama dag kom
hon sín síðsta túr til Gøtu.
Vit bygdu ein varða at
ogna minninum um Maluna
og tíðina, vit sum starvsfólk,
búfólk og avvarðandi hava
havt saman. Runt um eru
trø plantaði, sum eru ognaði
búfólkunum,
sum
hava
myndað heimið hesa tíðina.
Malan var í veruleikanum
ein tíðandi varði og fyridømi
um hvat tað er, sum byggir
eitt gott heim og eitt sterkt
samfelag upp. Varðin skal
eisini minna okkum á, at vit
áhaldandi skulu virka fyri
at Gøtubrá verður eitt gott
heim at búgva og virka í.
Í 1. Pæt. 5.7 stendur: Og
kastið alla sorg tykkara á
Hann, tí Hann hevur um
sorgan fyri tykkum. Hagar
leggja vit eisini øll okkara
”hví” og øll hennara kæru í
trúnni á hansara lyfti um:
Eg skal als ikki sleppa tær og
á ongum sinni fara frá tær.
Heb. 13.5.
Starvsfólkini á Gøtubrá
Minningarorð um
Maluna Ólavsdóttir Olsen
f. 5. nov. 1959 d. 2. mai 2012
Miðflokkurin fær vitjan úr
Svøríki í næstum, tá fyrr
verandi Muslimska kvinn
an, Soheila Fors, vitjar við
síni fangandi livssøgu og
fyrilestri.
Soheila Fors er fødd
Kurdi í Iran. Hon vendi um
til kristnu trúnna og játtaði
Jesus sum Kristus. Síðani
hevur hon livað við kristna
vitnisburðinum
millum
innflytatarakvinnur
í
Svøríki. Hon virkar nógv
millum kvinnur úr triðja
heiminum. Hon er gift við
svenskum fríkirkjupresti
og tey búgva í Svøríki.
Tað, sum sál hennara
m.a. brennur fyri, eru tær
mongu
innflytarakvinn-
urnar í Svøríki, sum í síni
egnu mentan líða undir
ræðuligari kúgan. Hetta
arbeiði fer fram á tann
hátt, at hon nýtir konseptið
“Tehús/Testovur.”
Tað
eru slíkar “Testovur,” sum
Soheila Fors letur upp
ymsastaðni í Svøríki, og
er hetta fyrstu ferð, at slík
Testøð verða latin upp fyri
innflytarakvinnur burtur
av.
Tehúsini/Testovurnar
hjá Soheilu eru bert ætlað
ar kvinnum, og har koma
nógvar Muslimskar kvinnur
og aðrar eisini, sum, orsaka
av kúging, leita sær ráð
geving og hjálp á hesum
testovum, har kvinnurnar
eisini kunnu fáa undirvísing
í svenska málinum og
svenskari mentan. Arbeiði
hennara hevur gjørt hana
væl kenda um alt Svøríki,
har hon eigur stóra virðing
fyri sítt arbeiði.
Idealist
Í stuttum kann tað sigast um
Soheilu Fors, at tað er sakin
hjá kúgaðu kvinnunum í
dagsins modernaða inn-
flytarasamfelag, sum hon
virkar fyri; og hetta arbeiði
kann ein ikki gera, um ein
ikki samstundis er ein
sannførdur idealistur - og
Soheila Fors er ein sann
førdur kristin idealist.
Soheila Fors ferðast nógv,
har hon heldur fyrilestrar
bæði fyri politikarum, løg
reglufólki, í skúlum, kirkj
um, samkomum og ymisk
um felagsskapum. Hon er
kend fyri ikki at spara seg,
tá hon tosar um støðuna
hjá kvinnuni m.a. í tí Mus
limsku mentanini, við tí
úrsliti, at hon stundum
hevur løgregluvakt.
Hon verður siterað fyri
at hava sagt m.a: “Nógva
staðni eru tey so bangin
fyri at verða skuldsett fyri
snævurskygni og trong
skygni, at tey leggja seg púra
fløt fyri øðrum mentanum,
sum í verulkeikaun eru
kvinnukúgandi, og serstak
liga snævurskygd og trong
skygd!” Hon er ein sonn
stríðskvinna ímóti tí so
kallaðu “heiðursmentanini,”
ið liggur sum ein skuggi
yvir lívinum hjá nógvum av
teimum muslimsku kvinn
unum, sum kunnu hava
torført at fóta sær í sínum
nýggja heimlandi Svøríki.
Fundarskrá í Føroyum
Tað var á eini stevnu í
Svøríki í fjørð, fyriskipað
av Kristen Demokraterne
í Svøríki, at umbodini fyri
miðflokkin, Mia á Kák og
Charlotta av Váli Olsen,
hoyrdu hennara lívssøgu og
møttu henni á fyrsta sinni.
Tær ivaðust ikki í, at tað var
rætt at bjóða hesi kvinnuni
til Føroyar.
Øll eru vælkomin í Miðla
húsið leygardagin 19. mai
kl.19.30 har Soheila Fors
kemur at halda fyrilestur
um arbeiði sítt ígjøgnum
tey sokallaðu “Tehúsini/
Testovurnar.” Eisini verður
høvið at seta spurningar.
Bjóðað verður til drekka
munn, har høvið verður at
heilsa upp á Soheilu Fors.
Soheila Fors verður at
hoyra í Lívdini í Hoyvík
sunnudagin kl.12.00 og í Solo
í Klaksvík sunnukvøldið
kl.18.00.
Poul jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
Soheila Fors – sann
førdur idealistur
Iransk-kurdisk-svensk eldsál vitjar
í Føroyum í døgunum 18. – 21. mai