Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Landsstýrismaðurin í inn­lendismálum Kári P. Højgaard, boðaði frá í vikuni, at nú hevur hann tikið avgerð um at far­ leiðin til Viðareiðis verð­ ur tunnilsloysnin heldur enn at bøta um verandi Við­areiðsveg. Tunnil verð­ur sostatt millum Hvanna­sund og Miðdal, og vegur haðani til Viðar­ eiðis. Hetta gleðist eg um og tað vænti eg flest all­ir borg­arar norðanfyri gera. Eftir ætlan verður upp­skot til verklagslóg løgd fyri Løgtingið í Ólav­ søku­tingsetuni. Tað, sum serliga gleð­ ir meg er, at møgu-leikin at fara undir at bøta um verandi far­leið er avskriv­ aður. Lands­stýris­maðurin hevur harafturímóti valt at fylgja tí politiska vilj- anum. Hetta er tann betra og tryggara loysnin í allar mátar. Sjálv havi eg mangan bæði skrivliga og munn­ liga gjørt vart við vandar­ nar við verandi farleið. Havi víst á hvussu vanda­ mikil hon er. Her hugsi eg bæði um vet­urin í kava og hálku og um vand­arnar fyri omanlopi/skriðu­lopi. Grótlop og stórir steinar loysna í Malins­fjalli og enda niðri á veg­num og kunnu elva til stóran vanda. Hetta eru vandar sum ikki sleppst undan við at bøta um Viðar­ eiðis­vegin. Vit kenna øll orðatakið “ringt er byggja borð fyri báru” Sama kann sigast um Viðareiðisvegin, tá vit hugsa um omanlop/ skriðulop. Vindurin á Við­areiðisvegnum er har­ til eisini rættuliga vanda­ mikil og fleiri ættir eru skaðaættir - tær liggja ójavnar við hvirlum. Samstundis koyrir skúla­bussurin við skúla­ børn­um og -ungdómi eft­ir hesum vandavegi hvønn dag. Her skal eg skunda mær at leggja aftrat, at bussførarnir nýta vit og skil og taka ongi óráð fyri . Um illa vil til, og buss­urin fer oman av Viðar­eiðis­vegnum, er onki undir­lendi t.v.s., at bussurin steðgar ikki á fyrr enn hann er farin í havið. Har er ongin slætti hjá bussinum at steðga á. Hetta er galdandi eftir øllum Viðar­eiðis­vegnum. Avgerðin hjá lands­ stýris­manninum er tann besta og skilabesta og ein­ asta rætta. Hann eigur stóra tøkk uppiborna. Skal tilsíðst nevna, at løgtingið í samband við íløgætlanina hevur samtykt at seta av í ár 5 mió til verkætlanina, í 2013 3 mió, 2014 37 mió, 2015 35.5 mió, 2016 40.5 mió og í 2017 eru 19 mió, tá tunnilin skal standa liðugur. Hetta er onki minni enn ein frambrot fyri okk­ara samfelag. Við at gera tunnilin sleppa vit undan framhaldandi hót­tanum frá náttúrini á hesum vegastrekkinum. Tí náttúr­uni eru vit ikki harrar yvir. Við at gera Viðar­eiðis­ tunnilin og 3 km av vegi frá Dølum til Viðareiðis, fer ferðslan at koyra eft­ir slættlendi. Hetta ger trygdina munandi betri. Vegateinurin úr Hvannasundi til Viðar­ eiðis verður við hesum uml. 2 km styttri . Hetta er í sjálvum sær ein fyri­ munur. Um veturin í kava verður tað soleiðis uml. 2 km minni at grava av kava og at salta, somuleiðis sum nýggja farleiðin verður munandi minni kavagrevstur. Loksins blívur Viðareiðis­tunn­ ilin veruleiki Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur løgtingskvinna Afturhaldið kennir onki afturhald Høgni Hoydal Í farnu viku viðgjørdi Løg­ tingið tvey uppskot frá ávíka­vist Tjóðveldi og Fram­ sókn um at taka ræðið á før­oyska loftrúminum. Við nøkrum broytingum var eitt uppskot til samtyktar ein­mælt samtykt, har farast kann undir útgreinginar og møgu­ligar sam­ráðingar. Tjóðveldi hevur áður lagt uppskot fram um hetta, men tá hevur tað verið felt. Og tað er m.a. orsakað av tí afturhaldshugburði, ið Edmund Joensen, fólka­tings- maður, nú roynir at halda á lívi. Hann roynir at billa før- oy­ingum inn, at talan er um at ganga ímóti altjóða ráki – og at vit ikki eru før fyri at umsita okkara egna loft­ rúm. Edmund Joensen heldur uppá, at ES-lond eru í ferð við at geva ræðið á loft­ rúminum frá sær, til frama fyri felags evropeiskt loft­ rúm. Hetta er ósatt og vill­ leiðandi. Bæði í Evropa og aðrastaðni verur roynt at sam­starva millum lond um fyrisiting av loftrúminum. Men onki felags evropeiskt loft­rúm er á skránni. For­ treytin fyri at taka lut í al­ tjóða samstarvinum er júst: At hava politiskt og fyri­ sitingarligt ræðið á egnum loftrúmi. Eins og tú mást vera myndugur fyri at gera av­talur við onnur vaksin fólk. Men hetta er sama søg­an, sum stríðið fyri føroysk­um máli, flaggi, vegi, havn­um, fiskimarki, skúlum, fróð­ skaparsetri, fiskimarki, flog­ felagi, mentanarstovnum, ítrótt­arluttøku o.s.fr. Eitt ógvus­ligt afturhald, sum arbeiðir beint ímóti øll­um tjóðskaparligum, ment­anar­ ligum, sosialum og vinnu­lig­ um framburði. Eitt aftur­hald, sum ongantíð hevur havt nakað politiskt mál, sum vit í dag kunnu siga, at vit eru fegin og errin um – og sum hava ment og bygt landið. Føroyska loftrúmið – bara fyrimunir Tað er sligið rimmarfast undir nevndarviðgerðini, at sera stórir menningarmøguleikar eru fyri føroyska samfelagið, føroyska vinnu, føroyskar førleikar og fyri altjóða sam­ starv, við at taka loftrúmið undir føroyskt løgræði og fyrisiting. Bæði umboðini fyri At­ lantsflog, Vága Floghavn og Flogskiparafelag Føroya hava – saman við væl greinaðum og skjalfestum upplýsingum frá Janusi Rein, varalimi í uttanlandsnevndini – hava víst greitt á: At týðandi møgu­leikar eru fyri at menna føroyska flogvinnu, arbeiðs­pláss, íløgur og há­ tøkniligt tænastuvirksemi við føroyskari ábyrgd og fyri­ siting av loftrúminum. Veðurtænasta, bjarging og trygd Til dømis vil beinanvegin verða gjørligt at fíggja eina nógv bøtta og økta før­ oyska veðurtænastu og at fíggja eina nógv útbýgda SAR-tænastu (Search and Rescue). Har Føroyar sum miðdepil í Norðuratlantshavi kunnu byggja nógv hálønt arbeiðspláss og styrkja nýggjar førleikar, útbyggja bjargingartænastu, trylu­ tæn­astu og fíggja útbúnað og rakstur av hesum á bæði sjógvi og landi. Hetta kann gerast týðandi liður í teim­ um tænastum, sum Før­oyar kunnu bjóða og fáa inn­tøkur av, nú bæði skipa­ferðsla, flog­ferðsla og leitingar­virk­ semi økist í stórum í Norður­ atlantshavi og Arktis. Eftirlit, arbeiðspláss og íløgur Hartil fer at bera til at út­ byggja sjálvt eftirlits­virk­ semið og tænasturnar til flog­ferðsluna um okkara leiðir, ið við útbúnum fólki, tøkni­ligari útgerð og øðrum íløgum, kunnu menna før­ oyska flogvinnu sum eina enn meira týðandi vinnu. Hesar uppgávur viðvíkj­ andi føroyska loftrúminum hevur Danmark í dag lagt partvíst til Íslands at røkja, meðan danskir myndugleikar fyrisita eftirlitið við loft­rúm­ inum undir eina ávísa hædd. Rakstur og íløgur verða fíggjaðar við avgjøldum, ið flogførini lata, alt eftir stødd, vekt og slagi. Við at samtykkja lógina um at taka føroyska loft­ rúmið undir føroyskt løg­ ræði og fyrisiting, verða allir møguleikar tøkir beinan­ vegin at fara undir at byggja føroysku tænasturnar og før­ leikarnar upp. Sum at taka fiskimarkið Lógaruppskotið ásetur, at Føroyar í fyrsta umfari gerast sáttmálaparturin í teimum galdandi avtalunum um før­ oyska loftrúmið – og út frá hesum kann farast undir at samráðast við Ísland og danskar myndugleikar um at taka við uppgávunum, sum tey í dag røkja og fáa allar inntøkurnar, íløgurnar og arbeiðsplássini av. Talan kann veru um millum 150 og 200 mió. kr. árliga, tá alt er útbygt. At taka loftrúmið á før­ oyskar hendur fer at svara til, tá vit tóku ræðið á okk­ ara egna 200-fjórðinga fiski­ marki, og tá vit tóku ræðið á undirgrundini. Tað fer at skapa ótaldar inntøku- og menningarmøguleikar – og vansarnir eru ongir. Um vit skuldu ynskt at gjørt avtalur við til dømis íslendskar myndugleikar um at hava eftir­litið eina tíð frameftir ella ein part av eftirlitinum, so vilja vit tá gerast bein­ leiðis sáttmálaparturin við innliti í allar inntøkur og fyri­skipanir. Og tá ið vit hava framt tað, fer sjálvt afturhaldið at viðurkenna hetta sum grundarlag undir teimum frælsu Føroyum. Edmund Joensen hevur nú sett sær fyri at royna at steðga okkum at taka ræðið á tí føroyska loftrúminum. Sama søga sum við øllum øðrum framburði her á landi. Men tá málið er vunnið, fer sjálvt afturhaldið at taka sær heiðurin av tí Við at samtykkja lógina um at taka føroyska loft­ rúmið undir føroyskt løg­ ræði og fyrisiting, verða allir møguleikar tøk­ir bein­ an­vegin at fara undir at byggja før­oysku tæn­ast­ur­ nar og før­leik­arnar upp