mikudagur 16. mai 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Andstøðan á løgtingi hevur í dag lagt fram uppskot
á ting, ið setur bann fyri at selja og keypa fiskiloyvi
á privata marknaðinum.
Skotið verður upp at seta hesa grein inn í lógina
um vinnuligan fiskiskap:
“Veiðiloyvi eru bert tíðaravmarkað brúksloyvi
og kunnu ikki avhendast millum eigarar av
fiskiførum ella til aðrar privatar ella løgfrøðiligar
persónar. Skiftir fiskifar eigara, fella veiðiloyvið
og øll fiskirættindi beinanvegin aftur til landið.
Tó verður gjørligt hjá loyvishavara at skifta eitt
fiskifar út við annað, ið hevur somu ella minni
fiskiorku, men ikki millum bólkar.
Grundgevingarnr eru m.a. hesar:
Tað stendur øllum greitt, at ein stórur og vaksandi
handil fer fram við veiðiloyvum og fiskirættindum í
føroyska fiskiskipaflotanum.
Úrslitið er, at brúksloyvi og fiskirættindi, sum
upprunaliga eru givin frá landinum til fiskifør, gerast
ein privat søluvøra. Tann, ið fer úr vinnuni, fær
stóran vinning, meðan tey eftirverandi fiskiførini
sita við stórari og vaksandi skuld.
Eldri skip, ið hava eitt lítið og minkandi virði sum
veiðtól, verða keypt og seld fyri høgar prísir – og talan
er sostatt um, at fiskirættindini undir Føroyum, ið er
fólksins ogn, gerast ein spekulasjónsvøra, ið endar á
alt færri hondum.
Nú makrelurin í føroyskum sjógvi er vorðin
millum mest virðismikla tilfeingi at sleppa framat,
fer handilin við veiðiloyvum umvegis uppkeyp av
skipum, og umvegs ymsar kreativar loysnir við at
flyta veiðiloyvi og fiskirætindi millum skip, bara at
vinda uppá seg.
Verður onki gjørt nú, er ongin ivi um, at rættindini
til fiskiríkidømið undir Føroyum og á teimum
leiðum, ið Føroyar hava samráðst seg til umbýti
av rættindum við onnur lond, er endað á nøkrum
heilt fáum og útlendskum hondum. Harvið er sjálvt
ræðið á føroyska tilfeinginum farið frá føroyska
samfelagnum.
Løgtingið hevur samtykt, at í 2018 skal ein nýggj
skipan gerast. Tí verður við hesum skotið upp at
gera eina bráðfeingis broyting i lógini um vinnuligan
fiskiskap.
Endamálið er – áðrenn tað er ov seint – at geva
politisku skipanini og føroyska samfelagnum eitt
skotbráð at finna semjur um eina varðandi skipan,
ið kann uppfylla endamálini við føroyskum fiski
vinnupolitikki.
14. mai 2012
Bann fyri at
selja og keypa
fiskiloyvi
Tíðindaskriv frá
Tjóðveldi,
Javnaðarflokkurin,
Framsókn
Gelur hanin, ella »djelur« hann?
Munur á sunnanfjørðs- og norðanfjørðsmáli!?
Eyðun á Borg
Starvsfelagi spurdi meg, hvussu vit úttala orðið, »gelur«.
Norðan fyri Skopunarfjørð siga vit »djelur«, í hvussu so er í
Suðurstreymoy; men eg havi varhugan av, at onkur vestanfyri
og norðanfyri eisini sigur »gelur«!?
Dugir onkur at siga mær, um høvuðsreglan er, at sunnan
fjørðsfólk siga “gelur” og norðanfjørðsfólk siga »djelur«?
Málfrøðingarnir í máltáttinum hjá Útvarpinum kundu
kanska tikið málið upp!?
undir Argjahamri á halvarðsøku 2012
Við hanamálskvøðu
Fólkavøkstur er aðalmál
hjá samgonguni
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður
Í grein hin 11. mai sókn
ast Hallur av Rana og Arni
Winthereig eftir ætlanum í
mun til fólkafráflyting. Somu
leiðis leggja teir samgonguna
undir at niðurraðfesta út
búgvingarøkið og fyri at
hava skapt gjógv millum rík
og fátæk. Til hetta er at siga,
at fólkavøkstur er málið und
ir øllum politikkinum hjá
samgonguni. Útbúgvingar
økið er raðfest frammarlaga
seinnu árini, og Føroyar eru
ikki ávegis at gerast eitt
stættasamfelag. Tvørturímóti
eru munirnir millum rík og
fátæk í Føroyum millum teir
minstu í heiminum.
Fólkavøkstur er aðal
mál hjá samgonguni
Fólkafráflyting er størsta
avbjóðing fyri føroyska sam
felagið. Har eru tó ongar
einfaldar, skjótar ella lætt
vunnar loysnir, ið lyfta hesa
avbjóðing. Fyri at fáa fleiri
ung heimaftur eru tað fleiri
viðurskifti sum hava týdning,
fyrst og fremst arbeiðsmøgu
leikar og vælferðartænastur.
Men fyritreytin undir øllum
hesum viðurskiftum er bú
skaparvøkstur.
Føroyski
búskapurin er í vøkstri, og
vøksturin telist millum teir
hægstu í Evropa. Samstundis
er hallið á fíggjarlógini mill
um tey lægstu í Evropa í
mun til BTÚ. Megna vit at
varðveita henda vøkstur og
ein sunnan búskap, hava vit
góðar fyritreytir at skapa
fólkavøkstur.
Rationaliseringar eru
neyðugar – eisini innan
útbúgvingarøkið
Samfelagsbúskapurin kann
tó ikki liva við halli í eitt
longri áramál. Neyðugt er at
hyggja eftir øllum økjum, eis
ini útbúgvingarøkinum við
tí endamáli at fáa meira fyri
minni. ÚSUN-skipanin eggjar
mongum lesandi at fara út í
heim at nema sær útbúgving.
Hóast
tillagingar
verða
gjørdar í skipanini, verður
ÚSUN-skipanin
framvegis
ein av heimsins bestu lestrar
stuðulsskipanum. Eg eri tí
sannførdur um, at skipanin
framvegis fer at virka fyri, at
føroyingar fara út í heim at
útbúgva seg.
Samgongan hevur raðfest
útbúgvingarøkið. Í samtyktu
fíggjarkørmunum er rúm
fyri metstórum næmingatali
á
miðnámi.
Játtanin
til
Fróðskaparsetrið er økt við 4
mió. kr. frá 2010 til í ár.
Rationaliseringar og ný
skapan er sett ovast á dags
skrá hjá stjórnum kring
allan heim. Tað er eitt trýst
at skapa meira fyri minni.
Og tað ber til, eisini innan
hægri útbúgving. Fíggjarliga
tilfeingið er avmarkað, og
krøvini eru stór. Tí er ný
hugsan vegurin fram, og eg
eri sannførdur um, at Fróð
skaparsetrið fer at mennast
enn meira, hóast játtanin er
avmarkað.
Føroyar eru ikki eitt
stættasamfelag
Føroyar eru ikki og eru ei
heldur ávegis at blíva eitt
stættasamfelag. Tað munnu
vera fá lond í heiminum, har
ójavnarnir lutfalsliga eru so
smáir. Sambært kanning hjá
Hagstovuni eru ójavnarnir í
Føroyum minni enn í øðrum
londum. Munurin millum
hægstu inntøkur og lægstu
inntøkur er munandi lægri
enn í grannalondunum. Tí
er ræðumyndin um eina risa
gjógv millum rík og fátæk,
og at Føroyar er blivið eitt
stættasamfelag,
sum
eitt
nú andstøðan støðugt førir
fram, misvísandi.
Samgongan hevur framt
eina skattanýskipan. Før
oyar høvdu eitt tað hægsta
skattatrýstið í heiminum á
lønum. Fyri eitt nú fólk við
longri
útbúgving
merkti
hetta, at tey – við somu inn
tøku – vildu havt upp í fleiri
túsund krónur meira eftir
aftan á skatt í Danmark enn
í Føroyum. Men eftir um
leggingina fer skattatrýstið í
Føroyum at verða meira líkt
teimum í hinum Norðan
londunum og fer at gera tað
meira lokkandi fyri fólk at
koma heimaftur eftir loknan
lestur.
Eftir umleggingina fer
skattatrýstið í Føroyum at
verða meira líkt teimum í
hinum Norðanlondunum og
fer at gera tað meira lokk
andi fyri fólk at koma heim
aftur eftir loknan lestur