Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Grát mítt elskaða land Eli Brimsvík Á 1. mai dags haldinum, sum hildin var á Vagli­num, byrjaði eg mína røðu við yrking eftir Janus Djurhuus. Várt land hevur fostra eitt ravnaslag, fegnast tað flýgur um nætur, brátt vaknaði mangur til beiskan dag, í ikki gav eftir tí gætur. Henda yrking hevur ong­an­tíð verði meiri bein­ rakin enn hon nú er. At teir borgarligu eru í holtur við at niðurlaða tað Føroyska sam­ felagið, er sjón fyri søgn. Er vinnumálaráðharrin veru­liga so lítið at sær komin, at hann tekur avgerð eftir út­ søgn frá einum virki. Eg má siga, at eg øtist. Er tað veruliga so galið her í samfelagnum at mann lurt­ ar eftir eini reiðara­fyri­tøku, sum er kend fyri at ganga utt­anum allar føroyskar sátt­ málar. Eg má siga sum er, at eg hóast alt ikki trúði, at sam­ felagið var komið so langt út, sum tað eygsýniliga er. Við førda fiskivinnupolitikkinum er landsstýrið í ferð við, at avreiða føroysk arbeiðspláss afturfyri løtuvinning. Thor Ein áheitan á menninar aftan fyri P/F Thor: Er tað veru­liga so, sum tit hótta við, nevniliga at steðga fiska­ rínum, haldi eg at tit skula gera tað, og lata aðrar sleppa framat. Tey virðir tit fiska eru samfelagsins ogn, og sum tit hava fingið til láns. Eru tit ikki førir fyri at fylgja føroyskum sáttmálum, er best fyri samfelagið, at tit steðga tykkara virksemi. Tað kann ikki verða rætt, at tit fáa virðir frá landinum fyri einki, fyri síðani at brúka bíliga, ólógliga, arbeiðsmegi at fiska tey. Hvør er tað sum skal ríkast upp? Jógvan við Keldu Sá eisini um dagarnar, við­ merkingar frá Jógvan við Keldu, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni hjá Fólka­flokkinum. Hann var týðiliga firtin um nakrar røðarar á vaglinum 1. mai. Men sjálvandi Jógvan, tað vóru jú ikki teir/tey borgar­ ligu, sum fingu rós, og hví skuldu teir/tey eisini tað? Hygg rundan um teg Jógv­ an! Hygg hvat tínir politisku (fyri at brúka orðini hjá C.J.J) samsvíkar eru í gongd við? Nevniliga at sorla okkara kæra samfelag sundur. Hygg eftir ójavnanum við flatskattinum, skatting av eftirløn við inngjald, sum við 99% sikkurheit verður skatta aftur við útgjald. At fólkaflokslands­stýris­ maðurin, nú av sínum ein­ ting­um, skal javna skatta­ stigan. Tey háløntu ikki rinda í ALS, himmalhøgar skatta­ fríar upphæddir til tínar samsvíkar, (politikarar) fulla tænastumannapensjón, sum fimti ára gamlir - og so víðari. Nei Jógvan, fái meg illa at trúgva, at tú meinar, at hettar er rætt. Mafian á Sisilia hevði nokk rodna av skomm, um teir vistu, hvussu tað gongur fyri seg í okkara kæra landi. Tú sigur eisini, at um Jensen, Nielsen, Person og onnur á hesum bógvi skula leggja støðið, eru Føroyar illa farn­ ar. Vell, tað er so tín meining. Men Føroyar eru nógvar ferðir verri farnar við teim­ um, sum nú leggja støði, nevniliga tínum samsvíkum. Væl veit eg, at vinnulívs­ menn sum Kjølbro, Hansen, Mortensen, Rasmussen, J­acob­sen og aðrir hava verið úrmælingar á sínum øki og brotið upp úr nýggjum. Men hesir vinnulívsmenn vóru einki, eg endurtaki einki, um ikki teir høvdu haft raskar og fúsar skilamenn afturat sar, fyri at seta ting ígongd og at útføra tey, landi og fólki at frama. Men tykkum so líkt eru tað bert trúgvir Fólka­floks­ vinnulívsmenn, sum eiga heiðurin fyri framgongd. At fólkið rímur av landin­ um er sjón fyri søgn. Um ikki tú sært tað er tú baði blindur, deyvur og tað sum verri er. Fólk eru snøgt sagt, hamrandi troytt av hesum vina- og kenningapolitikkinum, mani­pulasjónini, og einari korumperaðari politiskari skipan, sum vit eru vitni til. Men at niðurgera høv­ uðs­staðin er tíverri ikki eitt ókent fyribrigdi fyri lokal­ patri­otar, sum J.v.K. og aðrir við - tað hava tit altíð verðið garantar fyri. Kundi hugsa mær einaferð at sæð uppgerð yvir, hvussu nógv av okkara fiskiríkidømi, og almennum størvum endar í Klaksvík, og harvið í lokala kommunukassanum. Ikki tí tað er tykkum val unt, “søtur ein sjálvgivin biti” søgdu teir gomlu. Eitt liggur so rimmarfast, tit byggja ikki land, við at niðurlaða føroyska høvuðs­ staðin. Miðflokkurin Tann stóra yvirskriftin í dag er annars, at Mið­flokkurin verður verandi í sam­gong­ uni. Uha uha, so vita vit eisini tað. Man tað vera nakað mans­barn, sum ivaðist í tí ? Til Jenis kunnu vit stutt siga; tínar undanførslur fyri at vera innanfyri kanst tú halda fyri teg sjálvan. Somu­ leiðis tíni krokodillutár fyri teimum ósosialu avgerð­un­ um, sum tú ert garantur fyri á løgtingi. Har var Mammon nokk tann sterkari faktorurin. Nei Jenis og Bill, fría okk­ um fyri tykkara eirindar­leysa dubultmorali og politisku stunt­um. Grát mítt elskaða land. Viðv. løgtingsmáli nr. 193 um gjøld í sam­ bandi við fiskiskap eftir makreli í 2012 Í løgtingsmáli nr. 193 - uppskot til løg­ tingslóg um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli í 2012 - er í grein 3 ásett, at fiskifar undir føroyskum flaggi, ið fiskar við fiskiloyvi til makrelfiskiskap í 2012, og har meira enn 20% av manningini eru útlendingar, skal rinda eitt manningargjald upp á 1 kr. fyri kg. Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt: "hesi gjøld eru sett fyri at útjavna kappingarfyrimunin av at hava skip undir fremmandum flaggi og at hava útlendska manning". Hetta kann neyvan skiljast øðrvísi, enn at ætlanin er at geva fiskiskipum undir útlendskum flaggi loyvi til at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2012, og vilja vit undirritaðu feløg hvassliga mótmæla hesum. Tað er ríkiligt av fiskiorku í ver­ andi fiskiflota undir føroyskum flaggi, mannaður við føroyingum, til at kunna fiska ásettu makrelkvotuna í 2012. Tí eigur undir ongum umstøðum at verða givið fiskiloyvi til fiskifør undir útlendskum flaggi. Í øðrum lagi verður lagt upp til, at tað uttan avmarkingar skal verða loyvt at manna skipini, ið fiska makrel, við útlendingum. Útlendingar eru í hesum føri aðrir ríkisborgarar enn føroyingar, norður­ lendingar og útlendingar við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Hesum vilja vit somuleiðis hvassliga mótmæla. Útlendskir fiskimenn umborð á ávísum fiskiskipum undir føroyskum flaggi fáa eina hýru, sum bert er lítil partur av hýruni, sum føroyskir fiskimenn fáa eftir galdandi sáttmálum. Fyri undir­ ritaðu reiðaríini, ið higartil hava valt at mannað skipini við føroyingum, og higar­til hava valt at virða avtalurnar á arbeiðs­marknaðinum, verður hetta kappingar­avlaðandi. Hetta fer at seta ferð á gongdina, har skipaðu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum innan fiskiflotan detta sundur. Politiski myndugleikin eigur í prinsipp­ inum ikki at leggja seg út í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Hinvegin er tað ein skylda hjá politiska myndugleikanum at áseta treytirnar, sum teir, ið fáa loyvi til at troyta føroyska fiskatilfeingið, skulu lúka. Undirritaðu feløg, sum eru samd um, at arbeiðsmarknaðurin innan fiskiflotan eigur at verða skipaður, fara tí at heita á politiska myndugleikan um at taka støðu til hesi viðurskifti. Hevur politiski myndugleikin ikki eina greiða støðu til, annaðhvørt tað er ein treyt ella ikki, at tað eru skip undir føroyskum flaggi við manning lønt eftir føroyskum sáttmálum, sum fær rætt til at troyta føroyska fiskatilfeingið, so er eyðsýnt, hvat fer at henda. Rættilig ferð fer at koma á gongdina við at koyra meginpartin av føroysku manningini í land og at taka bíliga útlendska arbeiðsmegi umboð. Hetta fer at vaksa um arbeiðsloysið í Før­ oy­um, og hetta er ikki ein gongd, ið vit eiga at góðtaka. Vit duga at skilja, at tað í einstøkum førum kann vera skilagott at gera serav- talur, men í teimum einstøku førunum, har tað verður gjørt, eigur tað at verða undir skipaðum viðurskiftum. Vit heita tí inniliga á politiska myndug­ leikan um at taka hesi viðurskifti í álvara, tí tey eru avgerandi fyri, hvussu fiski­ flotin verður skipaður og mannaður í framtíðini. Mótmæla ætlan um at manna skip við útlendingum Tórshavn, tann 13. mai 2012 Felagið Nótaskip Felagið Flakatrolarar Felagið Ídnaðarskip Felagið Trolskip Felagið Línuskip P/F Brestir P/F Vesturleiki Føroya Fiskimannafelag Føroya Skipara- og Navigatørfelag Maskinmeistarafelagið