mikudagur 16. mai 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrimunir og vansar av at eta
hval og kóp í Norðurhøvum
Hóraldur Joensen
FAO/WHO
Serfrøðingaráð
Í januar 2010 var áralangt
kanningararbeiði, um fyri
munir og vansar av at eta fisk
liðugt. Orsøkin til kanningina
var vaksandi heilsuhættis
liga dálkingin av verðins
høvunum og óttin fyri, at
fiskur var ikki mannaføði
longur. Stuttorðaða úrslitið
av drúgvu kanningini av
sambandinum millum heilsu
og át av ymiskt dálkaðum
fiskasløgum, var hetta: tað
er hættisligari ikki at eta fisk
enn at eta fisk. Fyriskiparar
av kanningini vóru FAO (Food
and Agriculture Organiza
tion) og WHO (World Health
Organization).
Kanningin
varð gjørd við serligum
greiningarháttalagi, ið varð
ment og nýtt av FAO/WHO
Serfrøðingaráðnum.
NMR og AG-fisk
Í nevndu kanning var hvalur
og kópur heilt tilvitað ikki
tikin við, vegna ymisk marin
áhugamál hjá limalondunum.
Av tí at hvalur og kópur hava
týdning fyri húsarhaldini í
Norðurlondum, serliga í Før
oyum og Grønlandi, so setti
føroyski
formansskapurin
í AG-fisk sær fyri í 2010 at
kanna heilsuárin á manna
kroppin av hesum marinu
súgdjórum. Føroyar, Grøn
land og Danmark høvdu for
mansskapin í NMR (Nord
isk Ministerråd) í felag í 2010.
Hetta er fyrstu ferð í søguni,
at Føroyar hava havt for
mansskapsleiklut í NMR. AG-
fisk er vísindaligur arbeiðs
bólkur undir NMR.
NVD umboðað
í AG-fisk
Náttúrvísindadeildin (NVD)
á Fróðskaparsetur Føroya
søkti AG-fisk um og fekk
tillutað 200.000 Dkr til eina
altjóðað verkstovu um fyri
munir og vansar av at eta
hval og kóp í Norðurhøvum.
Fiskimálaráðið hevur eitt
virki NVD-umboð í AG-fisk.
Gjøgnum AG-fisk hevur fiski
veiðutjóðin Føroyar beinleiðis
og persónligt samband við
fremstu
havgranskarar
í
Norðurlondum. Harafturat
hava Føroyar havt ein snar
ráðan og snúnan serráðgeva
í marinum málum í NMR
seinastu átta árini. Luttak
ararnir á verkstovuni komu
úr Finnlandi, Noregi, Dan
mørkini, Føroyum, Íslandi
og Canada. Verkstovan varð
hildin í Keypmannahavn 14.
januar 2011, og í vár var verk
stovufrásøgnin liðug.
Endamálið við
verkstovuni var:
• At finna fram núverandi
vitan um góð og skaðilig
evni í føði frá hvali og kópi
í Norðurhøvum.
• At meta, um tøka vitan
in er so holl og av slíkum
slag, at hon kann nýtast
til FAO/WHO greining
arháttalagið, ið er væl egn
að til at meta um heilsu
ligar fyrimunir og vansar
av at eta hval og kóp.
• At avgera hvørjar kann
ingar og evnafrøðiligar
greiningar eru neyðugar
at gera, fyri at ávísa javn
vigað jalig og neilig heilsu
árin.
• At menna upplýsingar
skipan, sum landsstjórnir
kunnu nýta til kunning og
vegleiðing um fyrimunir
og vansar av at eta tvøst
og spik av havsúgdjórum.
Av tí at endamálið við dags
verkstovuni var í so framsøki,
so vóru stundir ikki til at við
gera øll málini nóg nágreini
liga. Men nøkur týðandi úrslit
spurdust kortini burtur úr
øllum virkseminum undan, á
og eftir verkstovudagin. Hesi
eru útkrystalliseraði í niðan
fyristandandi niðurstøðum
og tilráðing.
Niðurstøður frá
verkstovuni
•
Veiða og gagnnýtsla av
havsúgdjórum til manna
føði er týðandi partur av
mentan og siðaarvi hjá
fleiri fólkasløgum í Norð
urhøvum. Hjá summum
eru havsúgdjór megin
matur og høvuðskelda
av ávísum lívsneyðugum
føðsluevnum.
•
Havsúgdjór sum manna
føði gevur orku, proteinir
og eina røð av lívsgevandi
føðsluevnum,
eitt
nú
heilsugóðar langketaðar
omega-3
fleirómettaðar
fitisýrur
(3-LCPUFA).
Kanningar vísa tó eisini,
at kyksilvur í grinda
tvøsti hevur ringt árin á
nervaskipanina hjá fostr
um, ungdómi og vaksnum.
Við verandi data er ikki
møguligt at gera fullgóða
og javnvigaða meting av
fyrimunum og vansum
av at eta tvøst og spik.
•
3-LCPUFA og mikroføðslu
evni frá havsúgdjórum
økir um likams- og sálar
heilsu hjá vaksnum sam
felagsborgarum í Norð
urhøvum. Hinvegin, so
vísa kanningar eisini, at
halogenerað
lívrunnin
fiti-upploysilig
føðslu
dálkingarevni, hava sam
band við sjúkur, brek
og vanheilsu hjá sjeyti
áringum.
•
Alt ov fá heilsu- og føðslu-
data um pinkubørn, smá
børn, stórbørn, unglingar,
vaksin og aldrandi eru
til, fyri at kunna geva
eina nágreiniliga, javn
vigaða
og
dygdargóða
kostráðgeving í sam
band við gagnnýtslu av
havsúgdjórum í Norður
høvum.
Tilráðing
Ger av umfatandi datagrunn
um við føðsluevnum og dálk
ingarevnum í havsúgdjórum
í Norðurhøvum.
Menning av framferðar
skipanum og miðlaætlanum,
so til ber at minka um vand
ar og økja um fyrimunir av
at eta havsúgdjór í Norður
høvum.
Náttúrvísindadeildin
á Fróðskaparsetur
Føroya
Hevði virksemið á náttúru
vísindadeildini á universiteti
landsins ikki verið so kryplað
av fíggjarligum vesaldómi, so
hevði partur av skynsamiliga
tilrádda arbeiðinum kunna
verið framt á stovninum.
Harafturat
kundi
reins
ing av grind og spik eisini
verði partur av rannsóknar
arbeiðinum. Men umboð Før
oya fólks ynskja ikki at fáa eitt
vælvirkandi granskingar- og
undirvísingarsetur. Tvørtur
ímóti, so er ætlanin at skerja
landsins potentiella innova
tiva mentala kraftmiðdepil
enn meira.
Frásøgnin, 238 blaðsíður, er
at finna á heimasíðuni hjá
Fróðskaparseturi
Føroya
(www.setur.fo).
Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparseturi Føroya søkti um og fekk fígging frá AG-
fisk til eina altjóða verkstovu um fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í Norðurhøvum.
AG-fisk er vísindaligur arbeiðsbólkur undir Nordisk Ministerråd (NMR). Føroyar, Grønland
og Danmark høvdu formansskapin í felag í NMR í 2010. Fiskimálaráðið (FMR) hevur trý
virkin og tjóðgagnandi føroysk umboð í AG-fisk. Høvuðsniðurstøðan av verkstovuni var
tann, at ov fá føðslu- og dálkingardata eru til fyri at kunna gera eina javnvigaða og fakliga
holla meting av heilsuligum fyrimunum og vansum av at eta hval og kóp í Norðurhøvum.
Syrgilig
og
ósømilig
viðgerð av einum álv
arsmáli. Vit vilja ikki
hava liggjandi á okkum,
at Felagið Línuskip nú
eisini gevur Føroya fólki
ta fatan, at vit koyra
fólk í land, vitandi um,
at allir limir í Felagnum
Línuskip
kempa
ein
slítandi kamp við at
manna síni skip. Vit
standa púra spyrjandi!
Kann nakar í Línu
felagnum siga okkum,
um
Felagið
Línuskip
hevur
vent
veruliga
trupulleikanum í línu-
vinnuni bakið? Og ístað
in sær soleiðis upp á til
veruna?
Citat í skrivi frá Fe
lagnum Línuskip:
Hevur politiski mynd
ugleikin ikki eina greiða
støðu til, annaðhvørt
tað er ein treyt ella ikki,
at tað eru skip undir
føroyskum flaggi við
manning lønt eftir før
oyskum sáttmálum, sum
fær rætt til at troyta
føroyska fiskatilfeingið,
so er eyðsýnt, hvat fer at
henda. Rættilig ferð fer
at koma á gongdina við
at koyra meginpartin
av føroysku manningini
í land og at taka bíliga
útlendska arbeiðsmegi
umboð.
Citat endar.
Eru tað skip í Felag
num Línuskip, ið koyra
fólk í land?
Hvørji eru hesi skip?
Eru kanningar gjørd
ar av arbeiðsviðurskift
unum hjá fólki, ið koma
undir Felagið Línuskip?
Eg hugsi um limir hjá
Fiskimannafelagnum,
Skipara & Navigatørfe
lagnum og Maskinmeist
arafelagnum?
Hvør hevur fyri Línu
felagið skrivað undir ella
góðtikið hetta skriv?
Eg
fái
meg
ikki
at trúgva, at Jógvan
Jespersen hevur verið
úti og fingið undirtøku
fyri hesum skrivi. Hetta
ger Línufelagið til eina
beinleiðis hóttan mót
vegis sær sjálvum.
Línuflotin er koyrdur
í senk av áralangum
politiskum
ráðaloysi.
Tað eru nógv politisk
og vinnulig átøk, ið
kunnu lyfta hesa vinnu
á tað støði, hon eigur
at vera á. Men slík fe
lagsútmelding, ið Felag
ið Línuskip møguliga
stendur aftanfyri, gevur
neppa, serliga limunum
í Skipara & Navigatør
felagnum, eina fatan av
at loysnin á kreppuni
kemur innanífrá.
Vóni og vænti at
hoyra aftur frá Felagnum
Línuskip.
Óskiljandi
makrelkríggj
Eyðstein Poulsen
Sendið
viðmerkingar til
www.sosialurin.fo