Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 1. partur Johan hevur búð meginpartin av lívinum í Danmark, har hann hevur verið trúboðari hjá heima­ missiónini. Hesin partin av hansara virk­semi kemur seinast í hesi røð. Tað er einastandandi, at ein nær­ um 95 ára gamal maður við framúr vakrari handskrift kann greiða so nágreiniliga frá sínum minnum á nærum feilfríum føroyskum. Tað er eitt kvett, at hesar endurminningar kunnu koma fram og varðveitast. Johan: Nógv hendi við Sjógv Tað hendir mangan, at eg í tonk­ un­um eri í Kollafirði, heimbygdini kæru við hábornum fjøllum um­ gird, sum Ásla Geyti sigur tað í Koll­ fjarðarsanginum. Nú eg skal festa á blað tey mongu minni, sum koma so livandi fram, má eg ásanna, at her er nóg mikið til fleiri bøkur. Tí má eg velja nakað burtur úr, og tað verða dreingjaminni frá eini avmarkaðari tíð, skúlatíðin frá 1924-31. Eisini av minnunum frá hesi tíð verður tað bert talan um ein lítlan part. Men hetta sigur nakað um, hvussu ólík tíðin var fyri ein drong, sum hevði sín uppvøkstur í Kollafirði, í mun til í dag. Her hugsi eg ikki minst um tey mongu tól, sum vóru púra ókend í mínari tíð, men sum hvør drongur brúkar nú og stuttleikar sær við. Kollafjørður sum bygd man vera tann longsta í Føroyum. Býlingarnir eru nógvir frá norðuri í Sundi til Signabø. Hvør býlingur hevði sín sam­ leika. Tá ið tosað var um til dømis íbúgvarnar á Miðgerði, so var tað “miðgerðafólkið”, sum var eitt ser­ stakt fólkaslag. Soleiðis var í hvørj­ um býlingi. Eitt heiti var fyri hvønn býling, men øll vóru kortini koll­ firðingar. Tann býlingur, sum eg serstakliga vil taka fram, er við Sjógv. Hann var á ein hátt miðstøðin í bygdini. Her lá kirkjan og liggur har enn. Skúlin var har eisini. Bygningurin var úr góðum tilfari, føroyskt grót. Hann stendur enn, men er nú bygd­ar­ savn. Og so var tað tey tvey bónda­hús­ ini. Annað var Tinggarður við Djur­ huus­ættini og teimum yrkjarum, sum har høvdu verið. Tinggarður sum bygningur er ein long lon við trim­um íbúðum. Miðjan av lonini var íbúð til bóndan, sum tá var Jens Kristian Djurhuus. Til dagliga komu ikki nógv fólk har. Men eina­ ferð um árið fyltist roykstovan við monnum. Tað var, tá hildin var grannastevna, har sýslumaðurin skipaði fyri. Vit dreingir, sum høvdu hug til tess, hildu tað vera stuttligt at hoyra menninar kjakast um tey ymisku viðurskiftini. Tað hendi eisini, at teir vóru sera harðmæltir. Einaferð minnist eg, at á skránni var tarin, sum í brimi skolaði á land. Spurningurin var, hvør ið átti hann. Tarin var góður at brúka sum tøð, og hesum høvdu allir brúk fyri. Í Tinggarðinum høvdu tey ein­ astu myllu í bygdini. Hon stóð tvørt­ur um eina lítla á innanfyri hús­ini. At fólk komu hagar at fáa malið bleiv sjáldnari og sjáldnari og doyði heilt burtur. Myllan bleiv seinni niðurtikin. Eg var eina ferð har við abba, Dánjal í Homrum, við korni, sum skuldi malast. Eg kom eisini at eta drýl av tí mjøli, sum var malið tá. Frá Tinggarðinum fara vit so til Sjóvargarð, sum lá nærri sjónum. Ja, hann lá so nær sjónum, at ein garður var gjørdur fyri at verja bygningarnar móti brimi. Lonin var long. Í tí innasta endanum var roykstovan. Hon var stór. Nakrir rokkar vóru á vegginum. Eina ferð høvdu teir verið í brúk. Nú var tað meira sjáldan. Har afturímóti vóru beinkirnir úti við veggin nógv nýttir, tí har kom nógv fólk. Har hugn­aðu menn sær, tá veðrið var ólagaligt, eisini um kvøldini. So var kvøðið og ymisk viðurskifti vórðu tikin fram. Politiskt kjak kom eisini fyri. Sjóvargarður hevði eisini handil. Hann var beint heimanfyri lonina. Handilshúsið hevði høgan kjallara, og har var ein nakað høg trappa upp í handilin. Hann hevði stóran disk. Uttanfyri diskin var gott pláss við beinki fram við vegginum. Hesin bonkur var nógv nýttur. Her kundu menn sita og roykja. Teir kundu stappa pípuna við tubbaki, sum stóð á diskinum. Skrá kundu teir eisini forsýna seg við. Spýtibakkarnir vóru fleiri, sum eisini vóru neyðugir hjá teimum, sum skráaðu. Her var tosað um mangt og mikið. Bóndin við Sjógv hevði eisini postin, so posthúsið var eisini í handl­i­num. Tað lá eisini á honum, at vøra og mjólk kom umborð á mjólkar­bátin, og at vøra eisini kom í land. Her komu og fóru eisini tey fólk, sum ferð­að­ust við mjólk­ar­ bátin­um, serliga til og úr Havn. Tað kostaði 25 oyru fyri hvønn persón. Sjóvar­bóndin tá var Johan Dam. Komu yrkjararnir Djurhuus úr Ting­garðinum, so høvdu politik­ arar­nir Dam teirra røtur i Sjóvar­ garði. Fyrsti skúladagur Eg fari eisini at greiða frá mínum fyrsta skúladegi. Hann var ein merk­isdagur fyri meg sum hjá øllum øðrum. Eg hugsi um skúlataskuna, og hvat ið var í henni.Mamma hevði seymað mína tasku. Hon hevði honk og skuldi berast í hondunum. Hvat var so í henni? Tað var ABC bókin, ein lítil roknibók, ein talva og penalhús. Í tí var ein griffil og ein blýantur. Ein lítil njarðarvøttur var til at turka talvuna við. Eg hevði funnið hann í fjøruni og hevði so goymt hann til henda hátíðarliga dag. Lærarin og eg kendust sera væl, og eg gleddi meg til at vísa hon­um, hvat eg kundi. Eg hevði fleiri systkin, sum gingu í skúla. Tey høvdu roynt at fyrireika meg so væl sum gjørligt til henda stóra dag. Eg dugdi eisini nakað, kendi bókstavirnar, og kundi eisini skriva flestu teirra. Eisini kendi eg tølini og dugdi at leggja eitt sindur saman. Men so var tað so snópisligt, at eg púra einki bleiv spurdur um hendan dagin, so eg kundi vísa, hvat eg kundi. Vit fingu heldur einki lært henda dagin. Vit blivu bara skrivað í eina bók hjá læraranum, fingu at vita, hvar vit skuldu sita, og hvørjum vit skuldu sita saman við. Vit skuldu eisini vísa, at vit høvdu ta neyðugu útgerðina í taskuni. Tað var ikki leingi, so vórðu vit send heim aftur. Men tað komu aðrir dagar. Spøl Til minnini er eisini, hvat vit dreingir spældu við. Tað máttu vit fyri tað mesta sjálvir finna uppá. At renna dyst varð gjørt alla staðni. At reka grind, tað var nakað annað. Her vóru nakrir dreingir útvaldir til at vera hvalir. Teir høvdu fastar reglur at ganga eftir, hvussu manna­gongdin skuldi vera, tá teir vóru riknir, særdir av skutli ella hval­vákn­um og sjálvandi, tá teir vóru dripnir. Grinda­dráps­menn­ inir høvdu eisini teirra reglur fyri, nær váknið skuldi brúkast, stingast Johan Hansen: Barnaminni úr Kollafirði í 1920-unum Tann skjótt 95 ára gamli Johan Hansen úr Kollafirði er ein frálíkur frásøgumaður, sum tað gekk sjón fyri søgn í Miðvikuni herfyri, tá ið hann greiddi frá sínum skipslívi. Vit hava nú fingið forkunnugar frásagnir frá Johan um minnir frá dreingjaárunum í Kollafirði fyri 80-90 árum síðani Tinggarðurin. Her vóru grannastevnur hildnar Skúlin, har bygdarsavnið er nú