mikudagur 16. mai 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Í komandi parti greiðir Johan millum annað frá eini sjáldsamari
sangkapping í Kollafjarðar kirkju
skuldi og hvar.
Skutil og hvalvákn, sum var tað
sama, vóru nýggir hømuliðustokkar
og leggir. Teir vóru so bleytir, at
sjálvt um hvalurin varð raktur og
doyði av stinginum, so særdi hann
veruliga ikki. Tað rann einki blóð. Av
tí at hømuliðuleggurin var einasta
forsvarliga vápn, so var tað bert ein
stutt tíð á árinum, vit kundu spæla
grindadráp.
Vit spældu eisini, at vit vóru til
skips við slupp. Vit høvdu einar
tvær av teimum. Tær høvdu last.
Vit tóku salt til hvønn túrin, og tá
var farið í fjøruna at fiska murtar.
Teir vórðu flaktir og síðan saltaðir
niður í lastina. Meiningin var at
turka hann til klippfisk, men so
langt kom vist eingin.
Egna kommunu
Vit dreingir, ið búðu uppi við bø
garðin i bygdini, skipaði okkum í
eini kommunu, høvdu sóknarstýri
og skuldu gjalda skatt. Ein av upp
gávunum, sum kommunan hevði,
var at gera ein veg omanfyri bø
garðin. Hann skuldi vera so breiður
og góður, at tað kundu súkklast á
honum.
Eina smiðju høvdu vit eisini og
samanbygd við henni var eitt høli
til møti og hugna. Tey vóru ikki fá,
ið vitjaðu okkum.
Eitt arbeiði fingu vit frá Kolla
fjarðar Kommunu. Tað var at gera
blikklok
yvir
blekkhúsarnar
í
skúlaborðunum. Tað vóru vit nakað
erpnir av. Táverandi sjóvarbóndi
Johannes Dam rindaði kostnaðin.
Var tað so frægt av kava, varð
skíðifjølin tikin í brúk. Skíðifjølin
var tveir eins tunnustavir, ið ikki
máttu vera ov boygdar, ei heldur
vera ov stuttir.
Teir tveir tunnustavirnir vóru
negldir saman við einum oka
framman og einum aftan. Eitt
sterkt men ikki tjúkt band var
fest fyri framman. Tað bandið var
bæði til at draga skíðfjølina við og
at halda í við vinstru hond, tá vit
fóru fúkandi oman brattlendinum.
Í høgru hond høvdu vit ein stav at
stýra við. Av hesum kann skiljast, at
vit komu eftir liðini, og ikki sum við
vanligari skíð, har tvær skíðir eru
leysar av hvørji aðrari. Vit høvdu
tær tvær fjalirnar negldar saman.
Var kavin so nógvur, at vit mettu
líkindi vera at fara heilt til fjals, so
tók tað so langa tíð at koma til fjals,
at vit bert kundu gera tveir túrir á
alljósum degi. Ferðin frá fjals til
fjøru vardi bara 7-8 minuttir. Tað
skuldi dugnaskapur til fyri at klára
henda túrin. Men spennandi var
tað.
Men tað var ikki bara at aka
skíð, tá ið kavi var. Vit bygdu eisini
sera góð kavahús, har vit hugnaðu
okkum, tá ið tað var blivið myrkt.
So vóru stearinljós tendrað, og
borðreitt varð við turrum fiski og
spiki. Eisini sungu og kvóðu vit eitt
sindur. Genturnar vildu eisini hava
kavahús, so tað máttu vit dreingir
ofta taka okkum av.
Kríggj í Kollafirði
Vit dreingir frá teimum ymisku
býlingunum samdust væl. Men so
var viðhvørt kavakríggj okkara mill
um. Tað vil siga millum teir uttan
fyri Miðgerð – Kjalnes og norðuri í
Sundi og okkum heimanfyri ánna.
Tað var sent krígsboð um tíðina, tá
ið kríggið skuldi byrja. Annaðhvørt
ár byrjaði kríggið, tí dreingirnir
norðan frá høvdu sníkt seg yvir um
mark, ánna, og nú skuldi fíggindin
rekast norður um ánna aftur. Og
annaðhvørt ár var tað so dreingir,
ið vóru farnir norður um mark, og
so fingu vit boð um at fara í kríggj.
Einasta vápn, ið nýtast mátti, var
kavablak. Men tey vóru heldur ikki
spard.
Vit spældu eisini, at vit vóru
bøndur. Vit høvdu seyð, og tað var
horn. Fjall var eisini gingið. Hornini
vóru so fylt í ein posa, og so var
gingið heilt niðan undir hamaran.
Har var stoytt úr sekkinum, og
hornini vóru so bóltað oman eftir í
rættina, sum lá niðri við bøgarðin.
Vit høvdu eisini neyt. Tað var
kjálkabein av seyðarhøvdum. Neyt
ini stóðu fyri tað mesta í básinum
alla tíðina. Tað var mest meðan vit
vóru smáir, at vit spældu bóndi.
Vit skuldu eisini gera nakað til
nyttu. Her hugsi eg serliga um, tá
ið torv skuldi skerast og turkast.
Vit kundu bera burtur. Tað var
at bera tað nýskorna torvið út á
vøllin, har tað skuldu turkast. Tað
var eitt skitligt arbeiði. Síðan skuldi
torvið, tá tað var eitt sindur tornað
setast upp – reisast. Tá tað so var
turt, skuldi tað berast í krógv. Tað
kundi vera hugnaligt at vera í torvi.
Her minnist eg serliga, tá tendraður
varð eldur. Ketilin varð settur útá at
kóka vatn til te ella kaffi. Døgurðin
var eisini kókaður har. Sum tann
døgurðin smakkaði væl, har hann
var settur á ein stein og vit ótu,
meðan vit sótu í grasinum!
Eisini skuldu vit hjálpa til, tá ið
eplini skuldu setast niður. Líka
leiðis skuldu vit hjálpa til við hoygg
ingini.
Hugvekjandi Kingosálmar
Eitt minni, sum aftur og aftur kemur
fram fyri meg, er tá eitt gamalt fólk
fór til gravar, og hevði ynskt, at
tað skuldu syngjast Kingosálmar.
Hetta var so sjáldsamt fyri okkum
at hoyra hvussu orðini í sálmunum
vóru toygd, so tað tók eina góða løtu
at syngja hvørt ørindi. Tað vóru
seks sangarar, sum gingu framman
fyri kistuna. Teir vóru allir nakað
gamlir menn í føroyskum klæðum,
eisini tað morreyða kotið. Allir
høvdu teir stórt skegg, sum røkk
langt niður á bringuna. Vit dreingir
spurdu hvønn annan, um teir
mundu kappast um at hava tað
størsta skeggið. Sjálvir vóru vit ikki
í iva um, at tað var Miðgerðabóndin,
Janus, sum var vinnari.
Her á leið var Myllan
Handilshúsini við Sjógv
Skúlastovan, har Johan lærdi at skriva føroyskt
Jarðarferð í Kollafirði í gomlum døgum. Mynd: Bygdarsavnið