mikudagur 16. mai 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Tað kom sum ein bumba, tá Sir
Alex Ferguson undan granna
uppgerðin móti Manchester
City í FA Cup í januar boðaði
frá, at Paul Scholes hevði
funnið
fótbóltsskógvarnar
fram aftur. Nú boðar Sir Alex
Ferguson frá, at hann eisini
heldur fram komandi ár.
Paul Scholes, sum í dag er
37-ára gamla, hevur somuleiðis
verið upp á tal til enska lands
liðið. Fabio Capello royndi at
yvirtala miðvallaran at koma
við til HM endaspælið í 2010,
men Paul Scholes takkaði nei.
– Avtalan er komin upp á
pláss. Paul Scholes heldur fram.
Hann veit at hann gjørdi ein
feil tá hann gavst. Hann veit
nú, at um hann spælir 25 til 30
dystir í komandi kappingarári,
so megnar hann at halda eitt
høgt støðið, sigur Sir Alex
Ferguson við MUTV.
Paul Scholes hevur sam
bært Sky Sports spælt 17 dystir
síðani hann kom aftur. Av teim
um hevur hann vunnið 14 og
skotið fýra mál.
Spurningurin er nú um
enski landsliðsvenjarin, Roy
Hodgson, eisini fer at ringja
til reyðhærda miðvallaran og
bjóða honum við til Ukreina
og Póllands í summar. Tað
man ikki gera støðuna verri, at
fyrrverandi liðfelagin og vin
maðurin, Gary Neville, nú er
partur av venjaratoyminum.
trondur@sosialurin.fo
Paul Scholes
heldur fram
Fótbóltur 37 ára gamli miðvallarin
hevur viðgingið, at tað var skeivt
av honum at steðga sum fótbólts
leikari, og nú tekur hann altso
enn eitt ár í Manchester United
United veteranurin, Paul Scholes, tekur eitt ár aftrat
Pætur Albinus
Mánakvøldið var lutakast um
hvussu leikast skal í hálvfinal
unum
í
steypakappingini
hjá
kvinnum. Tað var Hanna Olsen, ið
situr í kvinnunevndini hjá Fótbólts
sambandi Føroya, sum kastaði lut í
ítróttarsendingini 3-2.
Tað fløskaði seg soleiðis, at
finaluliðini frá í fjør, KÍ og AB,
hittast í hálvfinaluni. Í hinari
hálvfinaluni skal B36 møta Víkingi,
sum hevur gjørt tað munandi betri
í steypakappingini enn í landskapp
ingini, har tær liggja á næst aftasta
plássi.
Fyrru hálvfinalurnar verða leikt
ar 6. juni, meðan tær seinnu verða
leiktar 27. juni. Sjálva finalan verður
spæld á stóra finaludegnum á Tórs
vølli 25. august.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Landsliðsvenjarin
hjá
sponsku
heimsmeistarunum, Vicente del
Bosque, hevur úttikið 21 mans, sum
kunnu gera seg galdandi til EM-
endaspælið í summar. Enn hevur
hann tó ikki úttikið leikarar úr FC
Barcelona og Athletic Bilbao, eftir
sum hesi liðini spæla steypafinal
una seinni í mánaðinum.
Við í fyribils hópinum eru tveir
leikarar, sum kunnu fáa sín fyrsta
dyst á spanska landsliðnum. Talan
er um teir báðar Benat Etxebarria
úr Real Betis og Javier Garcia úr
Benfica.
Spania spælir seinni í hesum
mánaðinum venjingardystir ímóti
Serbia og Suðurkorea.
Teir, sum higartil
eru úttiknir, eru:
Málverjar: Iker Casillas (Real
Madrid), Pepe Reina (Liverpool),
David De Gea (Manchester United)
Verjuleikarar: Jordi Alba
(Valencia), Raul Albiol (Real
Madrid), Alvaro Arbeloa (Real
Madrid), Alvaro Dominguez
(Atletico Madrid), Sergio Ramos
(Real Madrid), Ignacio Monreal
(Malaga), Juanfran (Atletico
Madrid)
Miðvallarleikarar: Santiago
Cazorla (Malaga), Xabi Alonso
(Real Madrid), Isco (Malaga), Benat
Etxebarria (Real Betis), Javier
Garcia (Benfica), Bruno Soriano
(Villarreal)
Áleyparar: Alvaro Negredo
(Sevilla), Roberto Soldado
(Valencia), Jesus Navas (Sevilla),
Adrian Lopez Alvarez (Atletico
Madrid), David Silva (Manchester
City)
KÍ og AB hittast
í hálvfinaluni
Fótbóltur Finalistarnir í steypakappingini hjá kvinnum í fjør, KÍ
og AB, hittast í ár longu í hálvfinaluni. Lutakast var nú mánakvøldið
Heimsmeistara
hópurin úttikin
Fótbóltur Spanska landsliðið er fyribils úttikið,
men enn eru nógvir leikarar eftir at úttaka
Mynd: Álvur Haraldsen