Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Familjumaðurin orkar enn meiri Guðmundur fer eftir Iron Man Triathlon Hóast Guðmundur Joensen hevur starv sum varaleiðari og er familjumaður við tveimum smáum børnum, so hevur hann stundir at venja svimjing, súkkling og renning upp til 20 tímar um vikuna. – Tað krevur eitt familjutoymi, og tað havi eg 100%, sigur 28 ára gamli hoyvíkingurin, sum hevur fingið stak góð úrslit í hálvum Iron Man og ætlar sær at hálsa um til Iron Man næsta ár Pætur Albinus – Eg eri ein heilt ófatuliga vánaligur liðspælari, sigur 28 ára gamli fam­ ilju­maðurin Guðmundur Joensen, sum í ungum árum hevur tveitt bæði fótbólt og kappróður frá sær, tí hann metti seg vera betur egnaðan til einstaklingaítrótt. Og tað er hann. Tað siga úrslitini, og tað kunnu tað ikki vera tvær meiningar um. Hann hevur víst seg sum ein av bestu svimjarum, súkklarum og rennarum í landinum og so var tað gaman í at velja triathlon, sum jú er ein samanflætting av júst hesum trim­um ítróttargreinunum. Í triathlon gongur tað eisini sera væl. Fyri tveimum vikum síðani gjørdist hann nummar fimm út av heili 457 luttakarum í Lisboa Inter­ national Triathlon. Tað krevur hart arbeiði, sera hart arbeiði. Hann byrjar javnan at venja longu kl.6 á morgni og ven­ ur beinhart upp til 20 tímar um vik­una, somuleiðis sum svøvnur, kostur og annað bara og blekta er lagt eftir valinum av einum lívi sum triathlon-íðkari. Svimjingin var hansara Guðmundur Joensen er føddur í einari familju, sum hevur svimjing rundan um seg. Beiggi hansara, Kristian Martin Joensen, er venjari í Havnar Svimjifelag, og er hann nú eisini persónligi venjari hjá Guðmundi í strembanini eftir at røkka tindunum í triathlon. Guðmundur kastaði seg út í svimjihylin longu sum fimm ára gam­al. Í hesum sama aldri gjørdist hann ynsgsti luttakarin, sum hevur svomið eina FM-kapping uttan at verða diskaður. Longu tá svam hann meistarliga í 50m-bringusvimjing. – Eg svam frá tí eg var fimm ára gamal til eg var 16. Eg gavst við svimjing eftir eitt UM í Suðuroy, har eg vann 13 út av 16 møguligum gullmerkjum. Um tað hevði verið meiri avbjóðandi, so hevði uttan iva hildið á longri, men eg var troytt­ur av svimjing. Sum árini gingu stóð menningin hjá mær meiri og meiri í stað, og eg nýttist ikki at gera so nógv fyri at vinna, sig­ur Guðmundur um skilnaðin við svimjing­ina og vísir á, at tað tá ikki vóru gularøtur sum at sleppa at svimja uttanfyri landoddarnar. Ikki kíndur Tað, at Guðmundur er eitt kapp­ ingar­menniskja, er eyðsæð, og tað er heldur ikki løgið. Hann varð tveitt­ur fyri leyvurnar longu í ung­ um árum og hevur síðani havt góða tíð at hugsa seg um, hví hann hevur hesi evnini, sum hann hevur í dag. – Tá ið eg var níggju ára gam­al fekk eg eina avbjóðing frá mammu míni og abba mínum. Eg fór við teimum til Skottlands, har eg súkklaði millum 50 og 70 kilo­metrar hvønn einasta dag í 10 dagar. Tað heila hevur nakað við upp­vøkstur at gera. Foreldrini hava verið góð við meg, men eg bleiv ikki kíndur um kjálkarnar. Um tað vóru onkrir trupulleikar í skúlanum, so tosaði eg við tey um tað, men tað mátti eg altso orna sjálvur. Eg bleiv upp­ bygdur til at halda til tað ymiska, og eg eri meiri og meiri vísir í, at tað kemur haðani, sigur Guðmundur um rótina til evnini, hann hevur grógvið. Hann stúrir fyri, at tað omanfyri skrivaða kann misskiljast, men tað skal tað altso ikki. – Hetta er eitt stórt rós til mammu mína og abba mín. Eg havi altíð havt eitt trygt heim, staðfestir hann. Sjálvsálit og dirvi At grava djúpt úr egnum lumma, seta seg í eitt flogfar mótvegis ein­ um stórum høvuðsstaði í Evropa fyri at kýta kroppin til tað avgjørda markið og kappast ímóti alheims triathletum – ja, tað krevur dirvi og trúgv upp á egin evni. Sum vit sita og drekka kaffi afturvið ein­ um hugnaligum práti er tað eisini nakað undirritaði skjótt gerst var­ugur við, at hann hevur. Sjálv­ treysti, sum situr uttan á væl vanda kropp­inum. – Sum ungur var eg ein góð­ur svimjari og tær flestu kapp­ingar­nar. Eg var ímillum teir bestu í konga­ ríkinum í mínum aldursbólki og tað var ikki áhugavert fyri meg longur. Eg føldi tó, at eg ikki hevði rundað mína yrkisleið av; eins og mín hill ikki var ruddað, sigur Guðmundur, sum stutt undan fráferðini til Lissabon hevði sett føroyskt met í 13km-súkkluteininum, sum nógvir føroyskir súkklarar hava roynt at gjørt seg galdandi á og kastað nógv­ar sveittadropar av sær fyri at temja einum 11 ára gomlum meti hjá Jóhann Brend. Tað gjørdi Guðmundur Joensen í stórum stíli og kvetti heili 24 sekund av gamla metinum. Hevur tú so ongar veikleikar? Renningin, kanska? – Eg bleiv føroyameistari í hálv­ um marathon fyri tveimum árum síðani, so eg veit ikki. Renningin er nú tað, sum eg havi gjørt minst við, men eg eri rímiliga komplettur,