mikudagur 16. mai 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 16. mai 2012 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Familjumaðurin orkar enn meiri
um eg sjálvur skal siga tað, og tað
er ein drúgv arbeiðstíð at fáa allar
prikkarnar at hanga saman, sigur
hann.
Slag á nevið
Javnan seta vit okkum sjálvi spurn
ingin, hví nakar velur at íðka nakrar
so ekstremar ítróttir sum marathon
og ironman. Henda spurningin seta
vit Guðmundi.
– Persónliga dámar mær ógvu
liga væl at bjóða mær sjálvum av.
Tað er ein avbjóðing at berja seg
upp har tað er stuttligt, og tað er
ein avbjóðing at koma út um land
oddarnar. Eg eri ekstremur í øllum,
men við hesum vil eg vita hvussu
nógv eg kann pressa sitrónina, sig
ur Guðmundur.
Tað var ein heldur merkisverd
støða, ið fekk hann at taka avgerð
ina um at fult og fast dúva upp á
triathlon.
– Fyrstu ferð eg var til eina
súkklukapping fekk eitt hamrandi
slag á nevið, og hetta fekk meg til
at vilja at prógva nakað. Tað var
til eina kapping í juni 2007, har
vit súkklaðu ein tein tvær ferðir
runt um Oyggjarvegin. Eg tapti
fyri Gunnari (Dahl Olsen, red.) við
meiri enn 20 minuttum. Tað fram
provokeraði meg at taka dystin
upp og eg byrjaði at venja í januar
2008. Sama teinin árið eftir vann eg
hann við umleið 10 minuttum, sigur
Guðmundur.
Eitt familjutoymi
Nú tá ið Guðmundur hevur fast
starv og familju at taka sær av, um
framt at hann venur heilar 20 tímar
um vikuna, kundi ein ímyndað sær,
at tað var trupult at fáa alt at røkka.
Men hann tekur tað púra róliga,
tí hann hevur eitt trúfast lendi at
stuðla sær.
– Fyrst og fremst krevur henda
ítróttargreinin, at tú hevur ótrúliga
disciplin og nógva tíð. Ein skal av
álvara vilja tað. Tað krevur sunnan
kost, at eg fari tíðliga í song og
alt, ið har til hoyrir. Í mínum føri
krevur tað serliga nógv av damuni
og ommum og abbum at ansa
eftir børnunum. Tað krevur eitt
familjutoymi, og tað havi eg 100%,
sigur Guðmundur fegin.
– Tað, at ætlanin fyriliggur og
tey vita, nær eg venji, ger, at tað
ikki er ein trupulleiki. Tað, at eg
venji nógv um morgunin, hjálpir,
og vikuskiftini havi eg so saman við
teimum. Hetta er ein sunnur lívs
stílur at vísa sínum børnum, hóast
tað er ein ekstremur ítróttur, sigur
Guðmundur.
Hann peikar á, at tað er umráð
andi at vera heppin og hava genini
til henda ítróttin og at tað skapar
eitt gott kropsligt útgangsstøði.
Ætlar sær Iron Man
Kappingin í Lissabon var ársins
fyrsta triathlon-kapping fyri hans
ara viðkomandi, og er tað eisini
nýliga, at hann er vendur aftur
til at venja triathlon. Eitt hálvt ár
undan Oyggjaleikunum í fjør vandi
hann nevniliga bara súkkling, tí at
súkklulandsliðið vildi hava hann
við til Isle of Wight. Hetta játtaði
hann og metir seg hava ment seg
nógv sum súkklara, nú hann aftur
er farin at venja triathlon.
Triathlon er eitt hálvt Iron Man,
men eftir at Guðmundur hevur
verið á Oyggjaleikunum á Bermuda
næsta ár, har runnin verður ein
styttri teinur nevndur OL-teinurin,
ætlar hann sær at venja miðvíst
ímóti Iron Man.
Sjálvur metir Guðmundur, at
hann er væl fyri í mun til at gera
seg galdandi í Iron Man.
– Nú tilpassi eg meg eftir hálvt
Iron Man, men í súkkling og svimj
ing føli eg, at eg væl kundi koyrt
á longri. Avbjóðingin er at orka
tað mentalt, og tað føli eg avgjørt,
at eg geri. Í sjálvari kappingini er
størsta avbjóðingin renningin. Tað,
at runda av við einum marathon,
sigur Guðmundur.
Stuðlar hjálpa
Guðmundur Joensen hevur ikki
hug at fílast á umstøðurnar fyri
triathlon í Føroyum, hóast myrki
veturin við hálku og øðrum forðar
honum í at súkkla. Tá súkklar hann
heima við hús.
Tað er lítil vinningur í triathlon,
og tískil eru stuðlar kærkomnir.
– Í síðsta enda, um tað gongur
væl, kanst tú vinna uppá hetta. Men
hetta er ikki ein peningamaskina á
nakran hátt Hetta gert tú tí at tú
brennur fyri tí og elskar tað. Tað
er tað, sum drívir og er gleðin við
ítróttinum og menningini aftanfyri.
Tað er ein dýr ítróttargrein, súkklur
o.a. kostar nógv. Stuðulin, ein fær
her heimanífrá og frá møguligum
øðrum stuðlum, fær ítróttin at mala
runt, sigur Guðmundur.
– Tað hevur verið at trupult at
finna stuðlar. Teir hava ikki havt
eyguni opin fyri hesum, men við tað
at støðið og úrslitini er betrað, so er
áhugin hækkaður og tað sæst aftur.
Teir eru við at leggja lunnar undir
ítróttini, fegnast Guðmundur, sum
nú saman við persónliga venjara
sínum, Kristian Martini Joensen,
fyrireikar seg til Oyggjaleikirnar á
Bermuda komandi summar.
albinus@sosialurin.fo
Venjingarvikan:
Mánadag: Tríggir tímar
súkkling og renning skiftivís
Týsdag: Svimjing kl. 6 til 7 + eitt
súkklupass seinnapart í 2-3 tímar
Mikudag: Svimjing kl.16 til 18 og
síðani ein tíma renning beint aftaná
Hósdag: Morgunvenjing kl. 6 til 7
+ eitt súkklupass í 2-3 tímar
Fríggjadag: Frí
Leygardag (um kapping ikki er):
Svimjing frá kl. 7 til 9 og síðani
tríggjar tímar súkkling beint aftaná
Sunnudag: Tríggir tímar súkkling
við kvøldrenning í ein tíma
Fakta:
Navn: Guðmundur Joensen
Aldur: 28
Bústaður: Hoyvík
Yrki: Varaleiðari í Svimjihøll
Parlagsstøða: í parlagi við
Gunn Sloan Müller
Børn: Tvey børn,
1 og 4 ára gomul
Í mínum føri krevur tað serliga
nógv av damuni, ommum og abbum at
ansa eftir børnunum. Tað krevur eitt
familjutoymi, og tað havi eg 100%