Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tiðindi Nú tað nærkast til hvítusunnu, fara tey í Skálavík og í Kollafirði at skipa fyri stevnu. Í Skálavík verða møtini í missiónshúsinum. Í Kollafirði í fimleikarhøll skúlans. Í hesum døgum eru teir hjá Landsverki í ferð við at seta upp bilverju við tunnils­ munnarnar á Leynatunlinum. Arbeiðið er mett at vara í tríggjar vikur. Fuglafjørður: Rættiliga nógv virksemi er fram­ vegis við Fuglafjarðar Havn. Apríl mánaður roynd­ist sera væl, tá skipa­vitjanirnar vóru oman­fyri miðal. Íalt vóru 71 vitjanir, harav 37 teirra vóru útlendskar. Úr Fuglafirði frættist, at mai mánaður fekk eina góða byrjan, við tveimum risaskipum á vitjan sama dag – 170 metrar langa bulkskipinum »HARUKA« sum kom úr stillahavinum umvegis Panamakanalina, og gass­tanga­skipinum »JENNY N«, sum kom úr Houston í USA. Hetta skip­ið er 204 metrar langt. Bæði skipini bunkr­ aðu tungolju til egið brúk frá »Effo Bunkers«. snorri@sosialurin.fo Í døgunum 6. til 13. august í ár verður ein før­oyskur mini-bíbliu­ skúli hildin í Italia, nevnd­ur PAROLA 2012. Parola, ið merkir orð, hevur til endamáls at geva trúgvandi føroy­ing­ um møguleika at koma burtur frá vanliga ger­ andis­degnum og brúka tíðina í Bíbliuni. Tað er føroyski trú­ boðarin í Italia, Regin Guttesen (myndin) sum skipar fyri hesum øðrvísi bíbliuskúlanum. Her er í øllum førum ein góður møguleiki at samantvinna lesnað í Bíbliuni, saman við sól, summarfrítíð og sam­ veru. snorri@sosialurin.fo 71 vitjanir í apríl Føroyskur bíbliuskúli í Italia Snorri Brend Tiltakið byrjaði í roynd og veru í gjár, men tann stóri dagurin, tá »Sunnbiar Sóknar Bygdasavn« letur upp á fyrsta sinni, er settur til í morgin, leygardagin. Tá kemur millum annað menta­ mála­ráðharrin Bjørn Kalsø at luttaka. Fyrireikingarnevndin hevur fingið hús til vega, har savnið skal halda til. Tað er í fyrr­verandi handlinum, sum liggur sera væl fyri – mitt í bygdini. Ein umfatandi skrá er gjørd til tað, ið er vorðið til sannar mentanardagar í Sumba, við bæði fram­sýn­ ingum, útferðum, fólka­ fundum, fyrilestrum, anda­ ligum tiltøkum og øðrum bæði fyri ung og eldri. Sumbiar kommuna hevur haraftrat fríðkað og gjørt eitt øki klárt við fótbóltsvøllin til kamping. So her er lagt upp til rimmar mentanardagar í sunnastu bygd okkara. Bygdarstevnan byrjaði annars við serstakari guds­ tænastu í Sumbiar kirkju í gjár, Kristi Himmals­ferðar­ dagur. Sóknarpresturin á Tvøroyri, Jónsvein Bech prædikaði, har hann vísti á keltiska árinið á kristni­ trúgv okkara. Við hesa guds­ tænastuna luttók eisini Sumbiarkórið. snorri@sosialurin.fo Savna dýrgripirnar á einum staði SUMBA Nú fáa sumbingar umsíðir sítt bygdarsavn. Í hesum sambandi verður stórt tiltak í bygdini um vikuskiftið, har varpað verður ljós á ríka mentanarlívið og mentanararvin í bygdini SAVN Í hesum bygninginum skal bygdarsavnið savna allar forngripirnar úr Sumba