Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Í gjár og í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Før­oyum. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1966, at ein norsk­ur forsætisráðharri vitjar í Føroyum. Tá var tað Per Borten úr Senterpartiet, sum var forsætisráðharri. 

 – Hetta vildi eg broyta við at vitja Føroyar í dag, segði Jens Stoltenberg í Norður­ landahúsinum í gjárkvøldið, har ein norsk-føroysk kvøld­ seta varð hildin. Jens Stoltenberg helt, at tað var sera hóskandi, at norski forsætisráðharrin vitj­aði júst Føroyar á norska tjóðar­d­egnum, 17. mai.

 Kaj Leo Johannesen, løg­ maður, nevndi í sínu røðu í Norðurlandahúsinum sorg­ ar­leikin í Noreg í 22. juli í fjør og rósti Jens Stoltenberg fyri sín hátt at takla ta støðuna uppá sum ein virðiligur lands­faðir. Løgmaður vísti á okkara felags uppruna, okk­ ara felags søgu og virði, sum binda okkum saman sum fólk. Jens Stoltenberg segði, at det var ekstra fint at være på Færøyen på 17. mai. Hann vísti eisini á søguligu bondini mill­um londini bæði – og at vit hava verið undir felags krúnu í fleiri hundrað ár. Við ein­um skálkabrosi helt hann fyri, at tað nærmast var ein skan­dala, at eingin norskur fo­rs­ætis­ráðharri hevur vitjað Føroyar – hetta vakra oyggja­ríkið – síðani 1966. Til hátíðarhaldið var Petr­ ina Berg á Lag vertur, og hon presenteraði ymsu lut­takar­ arar. Tey, sum fram­førdu vóru Hansu G. Johan­sen, sum sang norskar og før­ oyskar vís­ur, sum vera man Pól F, men eisini tvær norsk­ ar vís­ur hjá Jacob Sande. Eivør Pálsdóttir framførdi eisini saman við Odin, sum er sangari í norska bólkinum Vamp. Eisini varð filmurin hjá Sakaris Stóra, Passasjeren, sum er tikin upp í Noreg, víst­ ur á stórskíggja, Laura Joen­ sen læs úr Laterna Magica hjá Williami Heinesen, og Eldra kór Musikk­skúlans sang eisi­ni fyri for­sætis­ráð­ harra­hjún­un­um. Eftir tiltakið í Norður­ landa­húsi­num beyð løg­mað­ ur til døgurða í Müllers Pakk­ húsi. Fyrsta forsætisráð­ harravitjan í 46 ár