fríggjadagur 18. mai 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
um ferð
Vit hava spurt nakrar
kvinnur og menn kring
landið um teirra hugburð
til ferð og hámarksferð
Starv: Tænari
Bústaður: Sandavágur
Aldur: 36 ár
Er hámarksferðin á
80 km/t hóskandi?
Ja í flestu førum. Kanningar
vísa, at 80 km/t er hóskandi
til okkara vegir, og vit bilfør
arar mugu royna at halda
tað, so vit kunnu kenna
okkum trygg. Og tó – hjá
okkum, sum dámar væl
ferð, verður tolið sett upp
á prøva, tá mann skal halda
seg niðri á 80 km/t á góðum
og breiðum vegum, so sum
Millum Fjarða. Men hjá mær
hevur hjálpt nógv at brúka
»fartpilot«.
Í hvønn mun
heldur tú føroyskar
bilførarar halda
hámarksferðina?
Haldi ikki, at hámarksferðin
verður hildin so væl. Dag
liga upplivi eg tað á lands
vegnum ígjøgnum Sanda
vág.
Kennir tú teg trygga,
um ferðin fer upp um
hámarksferðina?
Ja, um eg sjálv koyri, kenni
eg meg trygga, men eitt er
hvat eg føli, eitt annað er
hvat eg eri. Og í bygdum øki
fari eg ikki upp um loyvdu
ferð.
Heldur tú, at vit eiga
at hava sjálvvirkandi
ferðkanningar, har
mynd verður tikin?
Ja, tað haldi eg heilt sikkurt.
Í Noregi brúka tey nógv
slíkar, og tær verða fluttar
við jøvnum millumbilum, so
man ongantíð veit, hvar tær
eru. Haldi tað hevði virkað
tálmandi á ferðina.
Fleri ferðmátingar
Haldi at mynduleikar áttu
at gjørt meiri fyri at fingið
okkum at halda hámarks
ferðina, so sum fleiri ferð
mátingar ella vegforðingar
innanbíggja.
Starv: Deildarleiðari
Bústaður: Viðareiði
Aldur: 43 ár
Er hámarksferðin á
80 km/t hóskandi?
Ja, yvirhøvur er henda
hámarksferð
hóskandi.
Onkunstaðni er vegurin tó
so mikið góður, at hámarkið
hevði kunnað verið hækkað
upp í 90 ella 95 km/t. Veg
irnir í Føroyum eru sum
heild góðir. Sjálvandi ikki
allastaðni. Eisini eru bilar
nir sera væl gjørdir og ljóð
isoleraðir, at ein veit ikki av,
fyrr enn ferðin er nógv.
Í hvønn mun
heldur tú føroyskar
bilførarar halda
hámarksferðina?
Sum heild halda føroyskir
bilførarar hámarksferðina
væl. Við hvørt sæst tó onkur,
sum koyrir væl skjótari.
Kennir tú teg tryggan,
um ferðin fer upp um
hámarksferðina?
Nýggir bilar kennast trygg
ir, og tað sama er við ný
asfalteraðum vegum. Havi
ikki kent meg ótryggan –
ikki enn, ið hvussu so er.
Heldur tú, at vit eiga
at hava sjálvvirkandi
ferðkanningar, har
mynd verður tikin?
Kenni ikki hagtøl yvir bil
førarar, sum koyra ov skjótt.
Men eru teir/tær so nógvir í
tali, er hetta ein møguleiki,
ið eigur at verða umhugs
aður.
Tey seinu
Tað eru ikki bert bilførarar,
sum fara upp um hámarks
ferðina, sum eru vanda
miklir í ferðsluni. Har sum
hámarksferðin er 80 km/t,
eiga bilførarar ikki at koyra
við nógv minni ferð enn 80
km/t. Tað skapar ónøgd og
harvið eisini ótryggleika í
ferðsluni.
Starv: Bankaatstøðingur
Bygd: Hvalba
Aldur: 30 ár
Er hámarksferðin á
80 km/t hóskandi?
Mítt vit og skil sigur ja, men
ofta er tað ein avbjóðing at
halda hetta hámark. Serliga
á longri teinum við góðum
sýni. Men bremsulongdin
ávirkast heilt nógv við
øktari ferð, lærdi eg, tá eg
einaferð tók koyrikort. Við
hægri ferð skal heldur ikki
nógv órógv til, áðrenn van
lukkan er úti. Hinvegin
haldi eg, at ferðslan kundi
gingið smidligari í ávísum
støðum, um hámarksferðin
var hægri enn 80 km/t.
Í hvønn mun
heldur tú føroyskar
bilførarar halda
hámarksferðina?
Ikki serliga væl – tey, ið ikki
koyra ov skjótt, koyra ov
seint
Kennir tú teg trygga,
um ferðin fer upp um
hámarksferðina?
Ja. Veldst tó um hvar koyrt
verður.
Heldur tú at vit eiga
at hava sjálvvirkandi
ferðkanningar, har
mynd verður tikin?
Tað átti at verið effektivt.
Eru avleiðingarnar ov smáar
og sjáldan, er ikki nóg mikið,
ið forðar okkum at bróta
lógina.
Bjarta
Berg Jespersen
Hanus Kjølbro
Helga
Nordendal
Ofta er tað ein
avbjóðing at halda
hetta hámark
Onkunstaðni er
vegurin tó so mikið
góður, at hámarkið
hevði kunnað verið
hækkað upp í 90
ella 95 km/t
ferð í ferðsluni