fríggjadagur 18. mai 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tað eru sunnudagin liðin 110 ár,
síðani Kuba tók loysing frá USA
og gjørdist sjálvstøðugt land.
Kamerounski fótbóltsspælarin Roger
Milla fyllir sunnudagin 60 ár. Hann
var stóra hetjan hjá Kameroun í
HM-endaspælinum í Italia í 1990.
Nú er Hans aftur ein glaður
maður, ongin pína onki stríð
og strev, nú er tú heima hjá
teimum kæru sum undan
tær eru farin.
Ikki vardi tað meg, at tú
skuldi fara so bráðliga, men
eg veit eisini, at Gud hevur
spart teg, og tað er ein uggi
fyri okkum, sum eftir sita, nú
tú fór um sýnina.
Tú var mær ein góður
mammubeiggi, altíð klárur
at hjálpa mær, eg skuldi bara
nevna tað fyri tær, sjálvt um
eg visti, at tú ikki altíð timdi/
orkaði so væl, segði tú ikki
nei.
Teir allar fyrstu barna
skógvarnar sleit tú upp
saman við syskjum tínum á
Langasandi, so fluttu tit suð
ur til Skálavíkar, tá var tú bert
8 ára gamal. Skjótt bleiv tú
Skálvíks maður og var skál
víksjingur um ein háls, vinir
hjá tær ringdu ofta niður til
tín, meðan tú var staddur á
sjúkrahúsinum hesa tíðina,
og aftan á óðnarveðrið, sum
herjaði um oyggjarnar í no
vembermánaði, visti tú betri
enn eg, hvat var farið og ikki,
tí at tínir góðu vinir vildu,
at tú skuldi fylgja við, hvat
hendi har heima.
Ungur var tú, tá tú fór úr
at sigla, tað tær dámdi allar
best, hóast nógv seta teg í
samband bilin á Mølini, sum
tú koyrdi í fleiri ár. Tú kom
illa til skaða í beininum við
fleiri brotum, men tú yvirtók
bilin og hevði hann sjálvur í
nøkur ár.
Síðani fór tú so út aftur
at sigla, tú sigldi í fleiri ár við
Skansatanga, til tú í 90’unum
gavst at sigla. Helst er tað tá,
tað byrjaði at bila við heilsuni
hjá tær.
Tað handaliga lá sanni
liga ikki eftir teg, var tað
ein umvæling av einum
hvørjum slagi, dugdi tú, ikki
bara at gera tað, men eis
ini at forklára, hvussu onn
ur skuldu gera, eisini ung
dómurin flokkaðist inni hjá
tær, har teir dámdu væl.
Eg eri ótrúliga glað fyri,
at eg kundi verða saman við
tær teir síðstu dagarnar á
Ríkissjúkrahusinum, tað var
deiligt at síggja teg aftur, tú
sá so fittur út tá tú stóð og
bíðaði, til eg kom á sjúkra
húsið tann dagin, eg kom
niður.
Vit høvdu nakrar hugna
ligar dagar har, dagin fyri tú
fór, vóru vit ein túr niðri í for
høllini, men nógvi vindurin
gjørdi, at vit ikki hættaðu
okkum útum. Hesir hugna
ligu dagar flugu avstað, men
vit fingu prátað, flent, og tú
fekk fortalt um alt byggjaríið,
sum var farið fram rundan
um har, meðan tú hevði verið
har.
Allatíðina helt tú vónini
uppi hjá okkum, at nú gekk
frammá, sjálv nú tá tú hevði
fingið at vita, at tú skuldi
missa beinið, fortaldi tú fyri
mær um mannin, sum fór
til útróðrar bert við einum
beinið.
Nakrar ferðir hava vit
bæði verið í Danmark í
sjúkraørindum. Sjálvt um
tað hevur verið álvarsamt
hjá tær, hava vit hugnað
okkum, eisini tá vit vóru á
kanalfart og eg sum vanligt
fekk sjóverk, og tú flenti at
mær, tí har kundi eg ikki fáa
sjóverk .
Eg vil takka fyri nógvar
góðar løtur saman, takk fyri
at tú var tú, takk fyri tað
tú hevur verið fyri okkum,
vit síggjast aftur handan
támið, saknurin er stórur og
minnini rík .
Við hesum fáu orðum vil
eg lýsa frið yvir minnið um
mammubeiggja mín Hans í
Gøtuni
Marjun
Hans Djurhuus, f. 26.09 1946 d. 29.11 2011
Hans í Gøtuni
Takk
Um tú starvast har á sjógvi ella landi
Um tú leitar tær heilt burt í onnur lond
Kærleika til heimstað tín tú altíð hevur
Og í sinninum har bíðar heima strond
Hann gekk her í millum dunnurnar og seyðin
Hann varð glaður fyri lívið hvønn ein dag
Vinir hittu hann so mangann har í túni
Men nú er farin hann í ein annan stað
Hann var fróður tá í vinirnar hann hitti
Og í dreymi silgdu manga vanda ferð
Nú í køkinum har valdar friður
Tí nú sigld er yvir havi sístu ferð
Friðarliga gekk tey sístu ár í túni
Altíð klárur til at geva hjálpar hond
Nú í lítla fari sínum har hann liggur
Ferðin gongur heim til føgru himna strond
Nú farvæl til hendan mann vit vilja siga
Nú í lívsins tráður slitin er á fold
Og á kirkjubrík hann vilja vit nú minnast
Nú hann lagdur verður friðarligt í mold
Hans Djurhuus
f. 26-09-1946 d. 29-11-2011
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá
okkara kæri beiggi, mammu- og pápabeiggi, ommu-
og abbabeiggi
Hans Djurhuus
(Hans í Gøtuni)
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum, sum vóru í kirkjuni tá vit komu
suður. Takk til Jákup Reinert Hansen prest.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Hans á síni
síðstu ferð.
Takk til sangarar og berarar, takk fyri blómur og
kakur og fyri alla hjálp yvirhøvur hesar dagarnar.
Takk til O. O. fyri sangin, sum lýsti Hans so væl.
Systkini
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo