fríggjadagur 18. mai 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Nú er nóg mikið
tosað, loyvið nú
monnum at fiska
Og tað seinasta, ið verður
viðgjørt, áðrenn Tingið fer
til hús, eru broytingar í lógini
um vinnuligan fiskiskap, og
gjøld í samband við fiskiskap
eftir makreli.
Tað er neyvan í nøkrum
øðrum landi, at politiska
skipanin/ parlamentið byrjar
sítt tingár við politiskum
orðadrátti um, hvussu vit á
bestan hátt gagnnýta okkara
fiskatilfeingi.
Og
neyvan
heldur enda tey tingárið
við orðadrátti um, hvør skal
sleppa at gagnnýta okkara
tilfeingið.
Eg fari ikki heilt skeivur, tá
eg sigi, at tann breiða semjan
um
okkara
høvuðsvinnu
hevur ikki verið tað, sum
hevur eyðkent viðgerðina
og endaligu semjuna av
hesum týdningarmikla máli
farnu árini. Søguliga hevur
fiskivinnan, saman við ali
vinnuni og øðrum vinnum,
verið súlan undir føroyska
samfelagnum. Tí er tað sera
týdningarmikið, at vit gagn
nýta okkara tilfeingi á skila
bestan hátt.
Um tað er okkara mangl
andi dugnaskapur at røkja
tilfeingið, ella tað er náttúran/
skapanarrverkið við øllum
sínum ósvaraða loynidómum,
ella ein blandingur av báðum
tveimum, sum er orsøkin, skal
verða ósagt. Men at nærum
allir skipabólkar, sum eru
í álmanakkanum nú skulu
fiska makrel, tí tað nærum
ikki loysir seg at royna eftir
øðrum fiskasløgum, skuldi
fingið allar alarmklokkur
at ringt. Tí kunnu vit verða
samd um, at okkurt haltar í
okkara høvuðsvinnu. Og tí er
nú neyðugt við broytingum.
Hvat
makrelfiskiskap
inum viðvíkur skal ikki
verða nøkur loyna, at eg eri
ein av teimum, sum halda, at
tað var skeivt ikki at brúka
royndirnar í fjør í nógv størri
mun enn vit hava gjørt tað í
ár. Er nøkur eftirmeting av,
hvussu hesin fiskiskapur
hepnaðist? Vit tillutaðu okk
um í fjør nakað tað sama sum
í ár, 150.000 tons.
Royndir áttu at gjørt okk
um klókari!
Av teimum 150 túsund
tonsunum í fjør vórðu 20.000
tons seld um uppisøluna, sum
gav landskassanum 70 mió
kr. Tað hevði eingin droymt
um. Tá tað er sagt, so skal
leggjast aftrat, at her vóru
viðurskifti, sum vóru kapp
ingaravlagandi. Men tað átti
ikki at verið forðingin fyri, at
vit viðgjørdu hesi viðuskifti
og arbeiddu víðari út frá
einum vinnuligum og liberal
um sjónarmiði, sum vinnan
hevði síni fingramerki á,
og sum henda samgongan
skuldi kunnað borgað fyri.
Hvat sjálvum býtinum av
makrelinum viðvíkur er tað
ein longri søga, sum øll hava
sína meing um, og sum vit
kundu tosað sólina svarta
um. Men skulu vit samanbera
við grindabýti, so er ónøgdin
stór, størri grindin er. Leggja
50 hvalir beinini, fáa øll upp
í eina balju, og øll eru nøgd,
men liggja 200 hvalir á sand
inum, fáa tey tvær baljur, og
flestu eru ónøgd. Eingin kann
eta seg meir enn mettan.
Vit vita, at tey seinastu
árini hevur verið ein ovur
fisking. Vónandi fæst ein
avtala ímillum strandalond
ini út frá einum lívfrøðiligum
sjónarmiði.
Hvat
okkara
partur verður eftir avtaluna,
má tíðin vísa, men tann
brennandi
spurningurin
verður, hvørjir skipabólkar
skulu tá fiska?
At vit tilluta okkum so
stóran part sum vit gera nú,
skulu vit halda fast við. Men
tað, sum kan verða óheppið
er, um stórar íløgur verða
gjørdar í skipabólkunum.
Serliga í skipabólkum, sum
tradionelt ikki fiska uppi
sjóvarfisk.
Ì lógini um vinnuligan
fiskiskap stendur, at vit
skulu tryggja besta sam
felagsbúskaparliga
íkasti
frá fiskivinnuni, støðugar
arbeiðis- og inntøkumøgu
leikar, og møguleikar fyri
vinnuligum virksemi um alt
landið.
Tankin við dagsins lóggávu
er, at veiðan (fólksins ogn) og
arbeiðsorkan verða spjadd
um alt landið, men hetta
hevur eisini sínar vansar.
Tað er týdningarmikið, at
bæði skip og virki gagnnýta
framleiðsluorkuna.
Tað
fíggjarliga úrslitið eigur altíð
at viga mest.
Tá tað er sagt, og vit
síggja, hvussu býtið er landa
frøðiliga, sæst skjótt, at øki í
landinum fara avstað við
meginpartinum av kvotuni,
meðan onnur ikki smyrja
knívin. Hetta er ikki bara
galdandi fyri makrelbýtið,
men fyri fiskivinnuna í síni
heild.
Hetta skal ikki skiljast
í negativum týdningi fyri
vinnuna, men meira sum ein
politiskur trupulleiki, sum
vit eiga at hava eina mein
ing um. Hvussu ætla vit at
mynda okkara samfelag kom
andi árini, um hetta verður
gongdin? Verður talan um
A og B øki? Eitt sindur óvið
komandi, hvat makrelbýt
inum viðvíkur, og tó.
Nú er nóg mikið tosað
á hesum sinni, loyvið nú
monnum at fiska.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Tá nýggja tingsetan byrjar á Ólavsøku, og tingfólk hava havt eina longri
summarferiu enn flest onnur, eru ásetingar av fiskidøgum, út frá lógini
um vinnuligan fiskiskap, eitt tað fyrsta, ið Tingið fer at viðgerða
Síðan í 1985 hava Oggjaleikir verið fyriskipaðir.
»The friendly games« hevur verið slagorðið hjá
Oyggjaleikunum, tí hugsanin var líka nógv vinalag
sum kapping, tá ið alt byrjaði. Men sum frá er liðið,
hava leikirnir ment seg ómetaliga nógv bæði í vavi
og dygd, og ikki minst føroysku úrslitini, síðan
Føroyar í 1987 vunnu sítt fyrsta gullheiðursmerki
yvirhøvur. Tað vóru flogbóltskvinnurnar, sum
megnaðu tað.
Fyri føroyska ítrótt undir einum eru Oyggja
leikirnir besti og størsti sýnisgluggin. Serliga
tá ið hugsað verður um tær ítróttagreinir, sum
fáa ikk so nógva rúmd og umtalu dagliga. Í eina
viku annaðhvørt ár kunnu næstan allar ítrótta
greinir sleppa framat í miðlunum. Tá síggja og
hoyra vit um judo, borðtennis, badminton, fimleik,
bogaskjóting osfr. Vit síggja okkara bestu ímóti
sínum javnlíkum frá øðrum smáum oyggjasam
feløgum. Og tað heilt serliga er, at vit hava møgu
leika at vinna. Tað hava vit annars næstan ongan
tíð, tá ið okkara bestu skulu royna seg.
Fyri føroyska samleikan, hevur tað týdning,
at okkurt bindur saman, tí tað er so ómetaliga
nógv, sum skilir sundur, vísir tað seg. Hesa vikuna
annaðhvørt ár, tá ið Oyggjaleikir eru, halda vit
hvørki við Hoydal ella Holm Johannesen. Tá halda
vit við Føroyum, og vit fara brádliga at vísa stóran
áhgua í ítrótt, vit ongantíð hava sæð og enn minni
roynt áður. Besta dømi um hetta, eg veit at siga frá,
var tá ið leikirnir í 1999 á Gotlandi vóru av.
Afturkomin fall eg í prát við eldri konu í einum
handli. Eg kendi ikki hana og hon heldur ikki meg,
men hon segði mær, at hon ongantíð í lívinum
hevði verið so spent. Hon hevði gingið og reikað
um gólvið, tí frásøgnin frá kvinnufinaluni í flog
bólti var so fangandi. Hon hevði ongantíð spælt
flogbólt, men tað var líka mikið. Hon var spent,
og hon var glað um úrslitið. At hugsa sær. Føroyar
høvdu vunnið!
Síðan hesar leikirnar í 1999 hava føroysk
kvinnulið í flogbólti staðið seg ómetaliga væl. Tær
lærdu at vinna henda dagin í 99’, og tað er lær
dómur, ið er týdningarmikil at taka við sær og lata
víðari til tey, sum taka við eftir teg. Sama kann
verða sagt um aðrar ítróttagreinir, sum nú hava
tikið seg so langt fram, at Oyggjaleikir eru ikki
longur ítróttaliga størsta avbjóðingin. Óført!
Í hesum døgum við nógvum at skeldast um á
politiska leikvøllinum, kunnu vit fegnast um eitt
gott kast, eitt plettskot, super smash ella hvat vit
nú skulu kalla tað. Føroyar stuðla Oyggjaleikum í
2013 við einari heilari millión krónum. Tað tryggjar,
at nógvar ítróttagreinir fara at umboða Føroyar á
Bermuda, og tað leggur lunnar undir sterkum før
oyskum Oyggjaleikaboði í 2017, 2019 ella nær ið tað
verður. Greið politisk raðfesting, sum heilt víst fer
at verða afturlønt fleirfalt.
Hetta ber boð um nýggj og margfeld føroysk
ítróttabrøgd – kanska enntá á heimavølli um ikki
so langa tíð. Tað skulu mangan nógv skeldaðu
politikarar okkara rósast fyri!
Magnus
Tausen
Stjóri í Námi
EYGA
MÁLIÐ
Neyðugt
at vinna
onkuntíð!
Eivin
Jacobsen
Løgtingsmaður