fríggjadagur 18. mai 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hergeir Nielsen
Fyrrverandi løgtingsformaður, løgtingsmaður
og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
Tá skansarnir falla
er trygdin í vanda
Rættartrygdin er av avgerandi
týdningi fyri øll samfeløg í okkara
parti av heiminum, og av heilt
serligum týdningi er tí tann
yvirskipaða lóggávan.
Tá ivamál eru uppi, eiga
umsiting og lóggávuvald sjálvandi
at gera sítt ýtarsta fyri at lýsa
allan iva og tryggja tryggar og
rættvísar mannagongdir.
Eitt ivamál um lóggávuheimild
tók seg upp, tá løgtingsmál nr.
175/2011 varð framlagt og samtykt.
Aðrastaðni er tað so, at øll
hugsandi serfrøði verður verður
innkallað, so at tað slepst undan
at lóggevandi tingið sjálvt fremur
ágang ella brýtur yvirskipaðu
lóggávu landsins.
Soleiðis var tað ikki her hjá
okkum, og enn eina ferð vísti tað
seg, at tað var meira umráðandi at
skjóta fyrst og spyrja aftaná.
Reglan eigur sjálvandi at vera,
at mál verða løgfrøðiliga kannað,
áðrenn tey koma niðan í tingið
og enn eina ferð, tá tey eru komin
hagar.
Tíverri hava vit mangan
sæð, at landsstýrið hevur slept
hesum týdningarmikla enda
í lóggávuarbeiðinum og spart
burtur sítt egna eftirlitsarbeiði.
Men soleiðis var tað ikki í
hesum føri.
Longu 13. januar staðfesti
innlendismálaráðið í eini viðgerð
av løgtingsmáli 175/2011: »Strikið
uppskotið, tí tað er hvørki í
samsvari við grundlógina ella
stýrisskipanarlógina . Skal skattur
áleggjast landsins borgarum, so
skal hetta gerast í løgtingslóg.«
Hvørki Per ella Pól, ella nakar
hissini landsstýrismaður, kunnu
áleggja beinleiðis ella óbeinleiðis
skatt, sum jú einans kann
áleggjast, broytast ella takast av
við løgtingslóg.
Hetta er vanlig grundleggjandi
vitan millum tingfólk heima hjá
okkum og í grannalondum okkara.
Kortini kom ein landsstýris
maður í løgtingið við einum máli,
har hann ætlaði at tiltuska sær
henda rætt.
Ímóti øllum vanligum viti og
skili kom landsstýrismaðurin
á ting við einum uppskoti um,
at hann skuldi fáa heimild til at
broyta skattastigan.
Tá hetta var burturav óvanlig
mannagongd, fekk landsstýris
maðurin tað næsta nosið frá
umsiting tingsins.
»Lógaruppskotið er ikki í sam
svari við stýriskipanarlógina,«
varð sagt frá løgfrøðiligu ráðgev
ingini í løgtinginum, sum sostatt
segði seg samda í niðurstøðuni frá
innlendismálaráðnum.
Tá so er, at eitt landsstýrið
ætlar sær at kollrenna lóggevandi
tingið, kann formaður tingsins
mæla tinginum til at burturvísa
atsóknini, og soleiðis var eisini
gjørt í hesum føri.
Formanskapurin fekk hesa
tilráðing og varð kallaður til
fundar tann 26. mars við ásettari
dagsskrá, har bert hetta eina máli
um burturvísing var til viðgerðar.
Fundurin var tíverri ikki
fullmannaður. Hann varð síðani
niðurlagdur og tikin uppaftur
dagin eftir beint áðrenn sjálva
tingviðgerðina, men tá var
fundurin í formansskapinum
framvegis ikki fullmannaður.
Avgerð varð so kortini tikin um
at mæla formanninum til at mæla
tinginum til burturvísing, og so
varð gjørt.
Hví kinkur kom í viðgerðina
í formansskapinum sæst ikki í
skrivligu keldunum av hesi marg
háttligu framferð innan evsta vald
okkara.
Burturvísingin kom so fyri á
tingi 27. mars, har formaðurin, sum
beint frammanundan á fundi í
formansskapinum mælti tinginum
til burturvísing, atkvøddi blankt,
og har næstformaðurin, sum ikki
møtti á fundi í formansskapinum
fund eftir fund, atkvøddi ímóti
burturvísing, og fekk málið tí 1.
viðger henda sama dag.
Fíggjarnevndin, sum síðani
fekk málið til viðgerðar, sæst ikki
hava innkallað nakra serfrøði til
viðgerðina í nevndini.
Meirilutin styðjaði seg til nøkur
skjøl úr donskum skattligum
viðurskiftum og til ein óviðkom
andi hægstarættardóm, sum
landsstýrismaðurin var komini í
tingið við í evstu løtu undir við
gerðini.
Dómurin frá 2006, sum var
so avgerandi fyri meirilutan
í fíggjarnevndini, sæst ikki á
heimasíðu tingsins, har alt tað her
nevnda tilfarið annars finst.
Minnilutin segði seg hinvegin
at styðja seg til allar teir løgfrøð
ingar, ið høvdu verið í nevndini,
til løgfrøðiligu ráðgevingina í
tinginum og í Tinganesi.
Tað var ikki loyvt at áseta skatt
í kunngerð, borgarin skuldi altíð
vita, hvør skatturin var, objektivar
og greiðar ásetingar skuldu vera í
skattligum viðurskiftum, og hetta
er partur av rættartrygdini, vóru
grundgevingarnar hjá minni
lutanum.
Meirilutin, sum mælti løgting
inum til at samtykkja uppskotið,
helt kortini, at best hevði verið,
um landsstýrismaðurin hevði
fingið sjálva prístalsútrokningina
ásetta í lógina um prístal, tí so var
allur ivi burtur.
Eitt klassiskt skúladømi um,
hvussu vit ikki eiga at gera, og
ein púra óneyðug provokatón
av lóggevandi valdi okkara,
fór soleiðis skølsett gjøgnum
tingið við dyggari hjálp frá bæði
løgtingsformanni og 1. næst
formanni hansara.
Í eini tíð, har almenna rúmið
er gjøgnumseyrað av sera álvar
somum skuldsetingum um
korruptión, sum ikki verða aftur
vístar og ivasama framferð í so
mongum øðrum málum, átti sama
landsstýrið ikki at havt ráð til at
provokera rættartrygdina og lóg
gevandi vald okkara, so sum gjørt
varð í hesum føri.
Formansskapurin átti at
tikið mál av hesum slag í nógv
størri álvara, enn gjørt varð í
hesum føri og tryggja sær at
fyrst formansskapurin og síðani
løgtingið standa sum tryggastu
skansarnir og verjan móti eini og
hvørji roynd at bróta yvirskipaða
lóggávu.
Illa royndust teir í hesum føri.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á
skift tíðargreinar til vikuskiftisblaðið.
Mest víðgongda kjakið í øðrum londum tekur seg ofta upp, tá og um lóggávan, og serliga tann yvirskipaða
lóggávan, grundlógir og stjórnarskipanir, eru fyri ágangi ella møguliga verða brotnar