Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Barnadópstala Nakað síðani helt ein prestur eina talu - til forsvar fyri barnadóp- í sjónvarpinum. Eg skriv­aði hesar reglur beinan­vegin, men bløðini hava vist so nógv tilfar, at ofta er ringt at sleppa framat, og tí er longu ein tíð gingin, síðan talan var hildin, men eg haldi henni tørvar nakrar viðmerkingar, og tí sendi eg hesar reglur nú. Eitt sum hesin prestur segði, var at Jesus segði einki um, hvussu dópur skuldi fara fram. Ein undarlig útsøgn. Við hesum vildi hann nokk siga, at vit gera, sum vit vilja, hvussu vit útføra dópin, og nær vit gera tað, og skuldi tað vist verða eitt forsvar fyri barnadóp. Hvussu skulu vit bera okkum at við restina av skriftini, um man kann gera hetta og hatta, við tað at Jesus ikki persónliga hevur sagt nakað um tað, meðan hann var á foldum. Meinar hesin prestur tað, at tað, sum tann Heilaga skriftin annars sigur, ikki eru Jesusar orð eisini. Skriftin er jú innblást av Heilaga And­ anum, og presturin hoyr­ir jú til eina kirkju, sum játtar tríeindina. Hann segði eisini, at eingi krøv eru sett til tann, sum skal doypast. Eg minnist meg ikki hava hoyrt eina slíka útsøgn fyrr. Hvat sigur hann til tað, sum Filip evangelistur, samtíðarmaður ápostlana, sigur við hirðmannin úr Etiopia: “Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.” Áp. 8,37. Presturin gjørdi eisini álop á dópin av vaksnum. Skilti eg hann rætt, so leggja vit ov nógva vekt á, at ein má trúgva. Presturin má vita, at kirkjan eisini setur krøv til, at trúgv má vera fyrst, tí var tann skeiva læran um barnadóp uppfunnin eini 200 ár eftir Krist, aftaná at ápostlarnir allir vóru deyðir, og Nýggja Testamentið var avsluttað. Tá kom læran um, at ein gumma skuldi siga fyri barnið, at tað trýr, ein full­komiliga ókend læra í Bíbli­uni, eingin nýføðingur kann trúgva, trúgvin kemur av at hoyra. Hatta er ein vitleys læra, tað má ein og hvør ásanna, sum er ærligur við seg sjálvan. nýføðingar kunnu ikki trúgva og enn minni kunnu teir vera van­ trúgvandi, teir eru jú bara nýføðingar og hoyra Harr­ an­um til, og har nýtist eingin dópur avtrat. Her fór kirkjan so ómeta­ liga skeiv eisini, við tað at teir trúðu, at barnið fór for­tapt, um tað ikki var doypt. Teir mannaðu bát og settu kanska mannalív í váða við­hvørt, tá ið teir fóru yvir streym­hørðu sund og firðir okk­ara í ódnar­ veðri við nýføðingum til dóp. Her setti kirkjan sanniliga krøv. Eg hugsi tó, at í dag hugsa­r eingin á handa hátt. Eg eri ikki glaður fyri at skriva á henda hátt, eg ynski ikki at vera provikerandi, eg eigi nógvar vinir innan kirkjufólk, eisini prestar, men eg má tala at um hetta, sum eg síggi er so skeivt. Vit eru so nógv upplýst í dag, meiri upplýst enn tey vóru í farnum øldum, tá ið fólk ikki hevði høvi at lesa skriftirnar sjálv. Er ikki tíð til, at kirkjan tekur til umhugsunar at halda uppat við barnadópi, hví ikki gera sum fríkirkj­ ur­nar og heldur bara signa børnini, tá kundi nógv verið annarleiðis og minkað hevði verið um kluftina ímillum okkara. Eg havi hoyrt, at tað í 1930num fór ein adressa runt í Føroyum um at droppa barnadóp og heldur bara signa børnini, men tað kom ikki ígjøgnum. Væntandi havi eg øll trúgv­andi innan kirkjugátt við mær, tá ið eg sigi, at tey líta ikki á barnadóp til frelsu, hví hava annars eisini kirkjufólk evangeliskar fund­ir, um at umvenda seg og trúgva á Jesus. Hví vitna tey sjálv um, tá ið tey komu til trúgv á Jesus og vóru frelst frá tí myrkri tey livdu í í syndini, soleiðis, sum vit øll kunnu vitna um, at vit hava livað í, inntil Jesus broytti lív okkara av náði sínari. Hinvegin veit eg, at barna­ dópur er ein stór hend­ing í lívi mangra, sum eru upp­vaks­ in í hesum. Men tað kundi verið ein líkastór hen­ding og mangan betri, um læran um endur­føðing í hesum var tikin burtur úr læru fólka­ kirkj­unar og áslettingin sjálv eisini, men, at børnini bert vóru borin fram til Harran í bøn. Hevði tann føroyska fólkakirkjan torað at tikið eitt so drastist stig, hevði mangt kunna verið ørðvísi og mangar misskiljanir fingnar av vegnum. Kendi danski kirkju­ mað­urin og sálmayrkjarin N.S.F. Grundtvig trúði ikki á barnaásletting til frelsu. T.d. stendur í lívsøgu hansara at hann einaferð hevði eina samrøðu við ein Hammerich um eina nýggja týðing av Nýggja Testamenti. Har sigur Grundtvig soleiðis: “ Det er egentlig noget splittergalt man vil med den nye over­ sættelse, vi bliver dog ikke disciple ved at døbes.” Fuglafirði 7. apríl 2012. Richard danielsen Samhaldsfesti Hetta mystiska orðið, ið mang­an verður haft á lofti. Fleiri siga at samhaldsfesti í Føroyum er í ferð við at verða avtikið. Serliga, er ta andstøðan, og hava sera nógv fakfeløg eisini róð upp undir hetta. Er tað so? Ella er hetta bara møsn, sum andstøðan roynir at siga? Hvat merkir sam­halds­ festi, kunnu vit spyrja okk­ um? Hygg­ur ein í orða­bók­ ina, verður sagt um orð­ið sam­h­alds­fastur: ”sum hevur samábyrgd og sam­støðu við onnur (serst. í trong­um tíð­ um).... (da. solidar­isk)” (út­ givið 1998 av Fróð­skapar­felag Før­oya) Prinsippi um samhaldsfesti er jú, at vit øll hava ábyrgd, av hvørjum øðrum, at vit hjálpa hvørjum øðrum. Besta dømið um hetta er jú skattaskipanin, pre flatskattin sjálvandi. Skattaskipanini var pro­ gressiv (hækkandi), tí at meir­inn­tøkur hava jú meiri pening at arbeiða við, mót­ vegis láginntøkum. Og ein mjólka­pakki kostar tað sama óansæð lønarstigi. Pro­ gressivt viður­kennur, at øll hava ikki líka góðan møgu­ leika at liva, tí at tey hava ikki nokk av peningi. Logikk­ ur fyri búrhøsn. Ella? Framdar ósamhalds­ fastar broytingar? Aðrar skipanir eru eisini. Als, Heilsutrygd, heilsu- og almannaverk, Barsilsskipan, og ymiskt annað. Eru hesar skipanir broyttar? 1. ALS: Inngjaldið hækkað, men verður tað ikki kravt av háginntøkum at gjalda sama prosentstig, sum restina av samfelaganum. So nógv fyri solidaritet. Og hví skal ein straffast í 10 karensdagar, tí at ein er uppsagdur? 2. Heilsutrygd: Mánaðarliga gjaldið er hækkað við 20,- kr, umframt at egin­ gjald er hækkað við 100,- kr. Hví gjalda vit ikki prosentvíst? Og hví skulu tey 2000 fólkini, sum brúka nógvan heilivág gjalda gildið? Tey flestu hava kroniskar sjúkur og eru eldri! So nógv fyri solidari­tet! Upprunaliga skuldi Heilsutrygd gjald­ ast yvir skattin. 3. Heilsu og almannaverk: Nærverkið kom við ein­ ari meting í 2009, at í 2015 fór at vera ein eyka tørvur í samfelagnum á 715 heilsustarvsfólkum. Henda meting er ikki tik­in aftur ella broytt. Men hvat ger Løgtingið? Spar­ingar, sokallaðar rationali­seringar og ólóg­ligir setanarsteðgir. Talið av fólkum við tørvi á veitingum frá Nær­verk­ inum veksur, men skal hetta náast innan fyri sama krónutal. Nýggj starvsfólk vera ikki sett. Tey, sum hava sátt­mála­ rætt til fast starv, fáa ikki fast starv. Køkshjálpir, rein­gerð og ymist annað verður spart vekk, í sera stórum vanda fyri tey veiku og útsettu í sam­ felaganum. Tí at óvitandi politikkarir hava sett spar­ingar, sum stórstu neyð­ugu loysn í Føroyum. Og tað uttan nakra sak­ liga grundgeving. Samhaldsfesti er hótt Tað syrgiliga er at dugnaleys og óvitandi seta kósina í Før­ oyum. Hóast vallyfti! Vit hava longu sæð ein lands­ stýr­is­mann, Jákup Mikkel­ sen, kosta føroyska sam­ felagnum 180 túsund krónur, og tað vegna ógegni. Løg­ tingsfólk megna ikki at siga sína fólkavaldu hugsan um vemmiliga egna ferða-, ella, kostnaðarendurgjald. Grund­ gevingin fyri at fáa flat­ skattin var prosentir, grund­ gevingin fyri hág­mark­ið í Als eru krónur. Er tað undar­ligt at vit eru ørkyml­að? Samábyrgd og samstøða Spurningur er hvørt Før­oya fólk vil vísa sam­ábyrgd? Samgongulimir royna at lúgva um, at vælferðar­sam­ fe­lagið verður varðveitt, men tek­ini vísa annað. Kunnu tit ikki bara vera erlig og vísa okkum tað borgarligu fram­tíðina? Ella bara svara kritikk­inum? Hetta man vera friðar­ligasta samgonga nakran­tíð. Kanningar vísa at 80 % av fólki halda áfram í sínum sosiala arvi. Ræðandi tøl, sum vísa at, er ein úr veikum umstøðum, so er tað sera sannlíkt ein verður veikur. Hetta gevur stóra ábyrgd til tey sterku um at vísa sam­ábyrgd og samstøðu. Hetta er grundarlagið í tí norðurlendska vælferðar­ sam­felagaðinum. Hví eitt tað mest rættvísa samfelagaði í heiminum skal broytast til okkurt, sum ikki virkar fyri fjøldina, kann ein bert undrast yvir. Vil bera ein síðstu heilsan til Jenis av Rana, og mín egna flokk, Sjálvstýrisflokkin. Tykk­ara andstyggiligu dup­ ult­moralsku hyklarar. Jenis av Rana hevur spýtt í gronina á sínum egnu veljarum. Kári P. Højgaard hevur selt tí sosial-liberalu hugsjónina fyri sín egna maga og pen­ sjón. Høvdu hesi menn verið menn, so høvdu teir lisið skriftina á vegginum og latið betur (konu)fólk komið til. Eg fáið ikki definera tí politisku støðu annað enn: Fy for den lede! Teitur vágadal Sjúkrarøktarfrøði­lesandi