fríggjadagur 18. mai 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Flaggrøða í Føroyahúsinum í
Kjøpinhavn tann 25. apríl 2012
Gott fundarfólk, góðu úti
setar!
Vælkomin á hesum fagra
várdegi við lýggjum fleyri her
á Vestarubrúgv.
Vit fagna flagginum um
várið, men nógvir eru teir
flaggdagar, eg minnist afturá,
har man stóð sum gulur skóti
á Tinghúsvøllinum við bláum
knøum og skalv av kulda,
meðan hornorkestrið gav
sær góða tíð, og man hoyrdi
menn tosa drúgt og leingi
um tað mytiska flaggið og
tað vælsignaða lýggja várið,
sum nú var komið eftir
kalendaranum at rokna.
Gaman í, - vit sóu okkurt
vártekn, dagarnir tognaðu,
tjøldur klippaðu, og nøkur
smálomb vóru at síggja, men
hesi poetisku ýti nyttaðu lítið
afturímóti teimum seinnu
prosaisku várteknunum í
gerandisdegnum, tá ið konur
løgdu seingjarklæðini út ella
settu pelargoniur í altan
kassarnar. Ikki fyrr enn tá
hildu vit blákøldu skótar, at
tað var nakað serliga várligt,
men kortini hevur associ-
atiónin um vár og flaggdag
hildið sær til henda dag.
Dagurin æt fyrr Markusar
messa og var hildin at vera av
gerandi hjá várandi búnaðar
monnum. Tann dagin skuldu
helst allar veltur vera frá
hondini. Pápi mín brúkti t.d.
aldrin nakað annað orð enn
Markusarmessu um flagg
dagin.
Á hesum góðveðursdegi í
Kjøpinhavn fari eg at hugleiða
eitt sindur um, hvussu stóran
lut útisetar og hesin býur
hava uppiborið í flaggsøguni.
Tað er nevniliga um várið
1919, at flaggið verður skapt
á Regensuni her í býnum av
tveimum studentum, vága
manninum, Emil Joensen
og
suðuroyinginum,
Jens
Oliver Lisberg. Fyrstu ferð,
at tað sæst alment, er, tá ið
tað verður veittrað við tí út
av kamarsvindeyganum hjá
Emili á Regensuni.
Í fyrstani fær hetta flagg
ið ikki stóra undirtøku aðra
staðni enn her í býnum.
Men her í Danmark bleiv tað
nógv brúkt, bæði á veitslum
og útferðum. Gjøgnum øll
20’uni verður tað av heima-
føroyingum
roknað
fyri
eitt
útisetafyribrigdi
og
eitt sindur speiskliga rópt
»studentaflaggið«.
Pápi
mín setti búgv í Skálavík í
1932, og eftir hvat eg havi
frætt, var hann tann fyrsti,
sum flaggaði við tí føroyska
flagginum har í bygdini.
Tað er ikki fyrr enn seint í
30’unum, at studentaflaggið
fær
størri
appel
millum
heimaføroyingar, t. d. vildi
Thorstein Petersen, formaður
Fólkaflokksins heldur hava
eitt grønt flagg.
Søguna aftan á 1940 kenna
tey flestu, og eg ætli mær tí
ikki at nema við hana her.
Tær flaggrøður, sum hava
verið at hoyrt hesa seinastu
fjórðingsøldina hava í merki
ligan mun »gloymt« Emil
Joensen, útisetaprestin, sum
teknaði flaggið. Hetta gevur
álvarsama søguliga slagsíðu.
Lisberg eigur avgjørt ikki
einsamallur heiðurin av tí
føroyska flagginum, og tí
mugu vit sjálvandi fagna
teimum báðum. Emil Joensen
má hvørki hvørva ella tigast
burtur úr flaggsøguni.
Hvør var nú Emil Joensen?
Ja, hann var føddur í 1891
í Bø og kom stutt áðrenn
Tað fyrsta Verðinskríggið til
Kjøpinhavnar Universitet at
lesa teologi. Hann fekk bú
stað á Regensuni, og í 1918
stovnaði hann saman við
Janusi Øssursson Tað kristi
liga Ungmannafelagið her í
býnum, og sat sum formaður
í meira enn fjøruti ár. Emil
fekk tíðliga kelinavnið Míl,
og tessvegna nevndist felagið
oftast bara »Mílafelagið«.
Har komu óvanliga nógvir
útisetar sunnukvøld eftir
sunnukvøld alt vetrar-hálv
árið, og nógv eru tey, sum
eru takksom fyri tær und
irhaldandi
løturnar
har.
EJ skipaði fyri upplýsandi
fundum,
debattfundum,
fyrilestrum
og
alskyns
kappingum. Men hann var
sanniliga aktivur í øðrum
útisetafeløgum eisini, t. d.
kom hann nógv í Studenta
felagið. Í 1924 varð hann
settur sum kapellanur við
Mariakirkjuna, sum er beint
í túninum hjá Føroyhúsinum,
og har arbeiddi hann í næstan
fjøruti ár. Hann búði í Helgo
landsgøtu, sum bara er eitt
steinkast hiðani, vit eru.
Sjálvur kom eg at kenna EJ
væl persónliga, tá ið eg var
blaðstjóri á Oyggjaskeggja,
og vit høvdu manga sam
røðuna, har hann m.a. annað
fortaldi um flaggið. Hann var
korrektur, konservativur og
treiskur, men slett ikki utt
an brosandi sjálvironi. Hartil
var hann avgjørt eftir flesta
manna tykki álítandi, orð
haldin og reiðiligur.
Millum
flestu
útisetar
tá var uppfatanin tann, at
tað var Emil Joensen, sum
átti flaggið, sjálvt um onkur
opponeraði.Tessvegna
um
røddu nógvir útisetar, eitt nú
presturin, Salomon Joensen,
Dánjal
Nolsøe,
formaður
Føroyingafelags,
presturin,
Petur
Andrew
Petersen
og fleiri bara flaggið sum
»Mílaflaggið«. Fyri meg og
mínar javnaldrar var tað tí
ógvuliga løgið, at Emil fram
móti aldarskiftinum so við
og við varð tagdur burtur úr
flaggsøguni. Hetta er bæði
søgulig synd og -skomm! Í
tí grunnu flaggsøguni hjá
N. J. Arge fær Emil Joensen
næstan ikki innivist!
Emil J. helt alt lívið fast við
sína versión av søguni, hóast
summir
seinni
tilkomnir
søguligir statistar royndu at
skeikla frásøgnina. EJ fortaldi
mær sáttliga, at hann teknaði
flaggið við sínum reyða og
bláa farvublýanti, og at hann
síðani fór inn á kamarið hjá
Jensi Oliveri og vísti honum
tað. Lisberg var upp í loft og
fagnaði flagg-uppskotinum.
Stutt eftir fór EJ niðan á
Nordisk flag- og fanefabrik
á Nørrevold og fekk gjørt tað
allarfyrsta føroyska flaggið!
Allar aðrar versiónir eru
um seinni tilburðir og frá
sekunderum seinni tilkom
num vitnum. Tað er eingin
objektiv grund til, at vit
ivast í, at Emil J. hvørki
breggjaði ella mintist skeivt.
Hann hevði so ofta vart sína
uppfatan í verbalum and
gletti við aðruhonds-vitni,
at hansara orð mugu haldast
eftirfarandi.
Hann
er
jú
krónvitni! Tað fanst bara
eitt annað krónvitni, og tað
vitnið er tíverri ikki á lívi. -
Jens Oliver Lisberg doyði av
tí herviligu sponsku sjúkuni
í august 1920,
. men mundi
hann ikki kunnað váttað orð
ini hjá Emil J.?
Sum eitt kuriosum kann
eg nevna, at hóast loysingar
menn í dag hava lyndi til at
patentera flaggið, so vóru tað
avgjørt ikki teir, sum í síni
tíð gingu á odda fyri Míla
flagginum.
Tvørturímóti.
Emil var bestemt ikki loys
ingarmaður, men varin sjálvs
stýrismaður.
Teir
einastu
føroysku politisku oddamenn,
sum tíðliga tóku við studenta
flagginum vóru Louis Zacha
riassen og Petur Mohr Dam,
og teir vóru báðir móti
suverænitets-strembingum,
men arbeiddu fram ímóti
einum moderatum heima
stýri. Báðir vóru persónligir
vinmenn hjá Emil J., sum
hevði analoga politisku støðu
til suverænitet sum teir. Hetta
kann vera ein grund til, at
menn ikki vilja góðkenna EJ
sum flagg-skaparan, tí seinni
andstøðumenn hansara hava
verið
rættiliga
aggressivt
nationalir.
Tað hevur ofta verið bæði
komiskt og eyðmýkjandi at
skula lurta eftir summum
flaggrøðum, har man hevur
fingið varhugan av, at bæði
javnaðarfólk, sambandsfólk
og moderat sjálvsstýrisfólk
næstan ikki eiga »rætt« til
flaggið! Hesir grunnu søgu-
loysingar áttu at sett seg
inn í flaggsøguna, og teir
áttu serliga at sett seg inn í
ævisøguna hjá Emil Joensen.
Tær naivu myturnar sum
seinni
skræðugákar
hava
tosað um við skyldskapi
við Tann franska Tricolorin
ella onnur poetisk fyridømi,
verður av tí sakliga, sáttliga
og hóvliga prestinum manað
heilt í jørðina av, at hann nú
einaferð hevði ein reyðan
og ein bláan farvublýant in
statu nascendi. Einki meira
roks! Vínmaður mín, Ólavur
Hátún, sum er bróðursonur
EJ, fortaldi mær nýliga, at
hann fleiri ferðir hevur hoyrt
ta klassisku versiónina frá
pápabeiggjanum, tá ið hann
búði hjá EJ í Kjøpinhavn.
Orðini hjá Emil eru ikki
løtt at koma uttanum, og tí
er tað mín vón og appel til
tykkum, sum eru stødd her
í dag, at vit øll í felag royna
at rehabilitera útisetan, Emil
Joensen og geva honum tað
pláss, sum hann eigur at fáa
í føroyskari flaggsøgu. Vit
vilja ikki gera Lisberg minni,
vit vilja bara gera Emil størri
og veita honum tann sama
heiður, sum Jens Oliver Lis
berg longu hevur fingið.
Skrivlig dokumentatión fyri
tí, sum Emil Joensen hevur
sagt frá, finst m.a. í 25 árs
Minnisritinum
hjá
Ung
mannafelagnum frá 1943 og í
blaðnum, Búgvanum frá 1944.
Lat okkum seta okkum fyri,
at vit fáa skrivað Emil inn
aftur í søguna! Takk fyri.
(Síðani las eg ein heldur
polemiskt-ironiskan stubba
um tað føroyska flaggið á
donskum eftir Asger Møller,
sum hann skrivaði í 1958, men
lat tann stubban bíða til eitt
annað blað, um høvi gevst.)
virgar t.
dalsgaard
– Emil Joensen fortaldi mær sáttliga, at hann teknaði
flaggið við sínum reyða og bláa farvublýanti, og at
hann síðani fór inn á kamarið hjá Jensi Oliveri og vísti
honum tað. Lisberg var upp í loft og fagnaði flagg
uppskotinum. Stutt eftir fór Emil Joensen niðan á Nordisk
flag- og fanefabrik á Nørrevold og fekk gjørt tað
allarfyrsta føroyska flaggið, skrivar Virgar Dalsgaard