fríggjadagur 18. mai 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Meiri enn tveir triðingar av
bilførarum í Føroyum koyra
skjótari enn loyvt er.
Tað er niðurstøðan í eini
spillfeskari Gallup kanning,
sum Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur gjørt.
Kanningin er gjørd í sam
band við nýggja átakið hjá
Ráðnum Fyri Ferðslutrygd
og sum hevur til endamál
at taka fótin eitt sindur av
spidaranum.
Í kanningini eru fólk
spurd, hvussu skjótt tey
vanliga koyra og hvat halda
um tað at koyra skjótari enn
loyvt er.
Í hesum sambandi verður
hugsað um koyring í óbygd
um øki, har tað er loyvt at
koyra 80 kilometrar um tím
an
Og kanningin vísir, at
meiri enn tveir triðingar av
øllum bilførarum, ella heili
66% koyra skjótari enn loyvt
er.
Hinvegin eru tað bara
32% av okkum, ella ein lítil
triðingur, sum heldur seg
røttu
megin
ferðmarkið,
ímeðan nøkur heilt fá ikki
siga seg vitað, hvussu skjótt
tey koyra.
Kortini ber kanska ikki at
siga, at talan er um beinleiðis
vitleysa koyring, tí
kanningin vísir, at meiri
enn helvtin av okkum koyra
eitt lítið sindur skjótari enn
loyvt er.
– Tað eru 55% av bilførar
unum, sum siga, at teir liggja
vanliga um 90 kilometrar
um tíman, men 10% plaga at
liggja uppi á 100 kilometrar
um tíman og 1% koyrir yvir
110.
Og so eru tað eisini 1%,
sum ikki vita, hvussu skjótt,
tey koyra.
Harafturat vísir kanningin
sostatt eisini, at tað eru bara
32% av bilførarunum, ella
minni enn ein triðingur av
okkum, sum halda okkum
niðanfyri hámarksferðina.
– Hetta halda vit er rætt
iliga álvarsligt, sigur Brynhild
Høgdadóttir, stjóri á Ráðnum
fyri Ferðslutrygd.
Men nú vísir kanningin,
at tey flestu, ella 55% koyra
bara 90 kilometrar um tím
an. Hevur eitt so lítið brot
á hámarksferðina nakran
veruligan týdning?
Brynhild
Høgnadóttir
ásannar, at tað kann tykjast
rættiliga meinaleyst at halda
seg til 90 kilometrar um tím
an, tí tað er so lítið skjótari
enn hámarksferðin er.
– Onki kann vera meiri
skeivt enn tað, staðfestir hon
samstundis.
Hon vísi á, at sum ein
talva her á síðunum vísir,
bara ferðin økist 10 kilo
metrar um tíman, úr økist
vandin fyri at doyggja í eini
ferðsluvanlukku heilt nógv.
Kanningar úr Noregi stað
festa eisini, at í 30% av deyðs
vanlukkunum í ferðsluni, var
ferðin bara eitt lítið sindur
hægri enn loyvt var.
Hinvegin var púra vitleys
koyring orsøk til eini 20% av
deyðsvanlukkunum.
Hon vísir eisini á, at kann
ingin vísir, at tað eru 11% av
bilførarunum, sum koyra yvir
100 kilometrar um tíman.
– Tað merkir, at í veruleik
anum eru tað fleiri túsund
bilar, sum koyra meiri ella
minni vitleyst hvønn einasta
dag, tí tað eru so nógvir bilar
á vegunum hvønn einasta
dag.
Vaksin eru størstu
syndararnir
Tað verður ofta sagt, at
størstu syndararnir í ferðsl
uni eru ungir, villir dreingir,
sum akkurát hava fingið
koyrikortið.
Hetta er ikki rætt, tí nýggja
Gallup kanningin vísir, at í
veruleikanum eru størstu
syndararnir miðaldrandi bil
førarar.
– Kanningin vísir, at tey,
sum koyra varligast, eru tey
eldru yvir 60 ár.
– Hinvegin eru tað mest
teir ungu bilførararnir undir
25 ár, sum koyra heilt skjótt.
Men sum sagt, er tað nógv
tann størsti parturin, sum
koyrir 90 kilometrar um tím
an og í hesum bólkinum eru
tað miðaldrandi bilførarar í
aldrinum frá 40 til 59 ár, sum
eru nógv teir størstu synd
ararnir.
Kanningin vísir at heili
71% av teimum, sum siga,
at tey vanliga liggja um 90
kilometrar um tíman, eru til
komnir bilførarar í aldrinum
frá 40 til 59 ár.
– Eg má viðganga, at hetta
er eitt úrslit, sum kemur eitt
sindur óvart á meg, sigur
Brynhild Høgnadóttir.
Og mannfólk eru ikki
stórt verri enn konufólk, so
leiðis, sum vit ofta hava lyndi
til at halda. Tvørtur ímóti er
kynsbýtið rættiliga javnt við
eini lítlari yvirvág til mann
fólkini.
Vælbjargað
koyra skjótast
Ein greið niðurstøða í nýggju
Gallup kanningini er eisini,
at tað eru teir vælbjargaðu
bilførararnir,
sum
koyra
skjótast.
– Tað er ein heilt greiður
samanhangur ímillum inn
tøkuna hjá fólki og, hvussu
skjótt tey koyra, staðfestir
hon.
Kanningin vísir, at nógv
tey flestu, sum eru í einum
húski, har inntøkan er oman
fyri 600.000 krónur um árið,
av koyra skjótari enn lógin
sigur.
– Tað eru nevniliga heili
87% av bilførarum, har húsk
ið forvinnur yvir 600.000
krónur um ári, sum ásanna
at tað er vanligt, at tey koyra
ov skjótt.
Eini 70% av teimum plaga
at liggja um 90 kilometrar
um tíman og hjá restini er
tað vanligt at koyra yvir 100
kilometrar um tíman.
Hinvegin eru tað bara 13%
av bilførarum, har húskið for
vinnur yvir 600.000 krónur
um árið, sum halda seg innan
fyri lógarinnar karmar.
Hinvegin vísir kanningin
eisini, at bilførar í húskjum
við eini inntøku upp á minni
enn 250.000 krónur um árið,
eru teir, sum koyra spaku
ligast og sum halda seg best
til lógina.
– Tað vísir seg, at fólk við
høgum inntøkum hava ikki
serliga stóra virðing fyri lóg
ini á hesum øki.
– Kanska er ein orsøk til
tað, at vit síggja javnan, at
fyrimyndir í samfelagnum,
politikarar, limir í kongshús
inum og onnur, fáa bót fyri at
koyra ov skjótt.
– Ein orsøk kann eisini
ver, at tey eru so mikið væl
fyri, at ein bót hevur ongan
týdning, heldur Brynhild
Høgnadóttir.
Mótstríðandi
Tá ið fólk koyra ov skjótt, er
tað ikki tí, at tey halda at tað
er ílagi.
Tvørtur ímóti er lyndið
hjá fólki at koyra ov skjótt,
eitt sindur í stríð við teirra
sannføring,
tí
kanningin
hjá Gallup vísir, at 43% av
bilførarunum
halda,
at
ein hámarksferð upp á 80
kilometrar um tíman, er
hóskilig.
Men so eru tað onnur 83%,
sum vilja hava hámarkið
flutt upp á 90 kilometrar
um tíman og 11% vilja hava
markið upp á 100 km/t. Og
so eru tað nøkur heilt fá, sum
vilja hava hámarksferðina
upp á minst 110 km/t.
aki@sosialurin.fo
ferð í ferðsluni
66% koyra
ov skjótt
FERÐKANNING Ein spillfesk kanning vísir, at heili 66% av okkum koyra skjótari enn loyvt er.
kanningin vísir eisini, at fólk við lágar inntøku koyra varligari enn tey vælbjargaðu
Hvussu skjótt koyrir tú vanliga á einum vegi við ferðamarki á 80 km/t ?
Hendan talvan vísir, at tað er ikki meiri enn ein triðingur av okkum, sum heldu
seg innanfyri lógarinnar karmar. Hinvegin liggja tey flestu um einar 90 kilometrar
um tíman. Tey halda ikki, at tað er vandamikið, men onki kann vera minni skeivt
enn tað, staðfestir Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.
Fleiri menn enn kvinnur koyra ov skjótt, men munurin er ikki so heilt stórur.
Hendan talvan vísir, at fólk við góðum inntøkum hava ikki serliga stóra
virðing fyri lógini á hesum øki. Gallup kanningin vísir, at av teimum, sum
forvinna yvir 600.000 krónur um árið, eru tað heili 87%, sum vanliga koyra
ov skjótt. Hinvegin eru tey lægri løntu nógv raskari at halda seg til lógina.
Hendan talvan vísir, at tað eru teir tilkomnu og miðaldrandi bilførarnir,
sum eri størsti bólkurin av ferðsyndarum og tað er ikki fyrrenn at talan
verður um heilt skilaleysa koyring, at tey blaðungu taka yvir.