Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hendan talvan vísir, hvussu nógv vandin fyri at doyggja í eini ferðsluvanlukkum veks­ ur, so hvørt sum ferðin økist. Talvan vísir, at koyrir tú 40 km/t og koyrir á eitt fólk, sum er til gongu, eru sann­ líkindi fyri, at tað liggur eftiri á, eini 30%. Men koyrir tú 60, er vandi fyri at tað doyr heili 90%. Sama mynstrið ger seg galdandi, tá ið bilar stoyta saman. Koyrir tú 60 kilometrar um tíman og koyrir inn í síð­ una á einum øðrum bili, er eini 30% møguleiki fyri, at tú doyrt í vanlukkuni. Men koyr­ir tú 80, er vandin heili 90% og koyrir tú 90 km/t er at kalla ongin møguleiki at sleppa frá tí við lívinum. Sama støðan er, tá ið tveir bilar renna saman ímóti hvørj­um øðrum. Koyrir tú 80 eru sannlíkindi fyri at sleppa livandi frá tí, eini 30%, men veksur tú ferðina bara 10 km/t, upp í 90 km/t, eru sann­ líkindi fyri, at tú liggur eftiri á, eini 70%, og koyrir tú beint omanfyri 100 kilometrar um tíman, er at kalla ógjørligt at sleppa liv­andi frá tí. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen – Vel røttu síðuna! Við hesum herrópinum fer Ráðið Fyri Ferðslutrygd nú undir eitt miðsvíst átak, fyri at fáa okkum at koyra spaku­ligari. Og tá ið Ráðið Fyri Ferðslu­ trygd vil hava okkum at velja røttu síðuna, hugsa tey um, at vit skulu velja røttu síð­una av 80 talinum á kilo­metur­ vísaranum í bilinum. Átakið byrjar mánadagin og heldur fram í tvær vikur við lýsingum í loftmiðlum og bløðum og aðrastaðni. Størsti dreparin Vit hava spurt Brynhild Høgnadóttir, stjóra í Ráðnum Fyri ferðslutrygd, hví tey halda, at tað er neyðugt við ein­um tiltaki, sum hesum. – Ferðin er størsti drep­ arin í ferðsluni. Tað er prógv­ að, at tað er beinleiðis sam­ band ímillum ferð og talið á deyðum og skaddum í ferðsl­ uni, sigur hon – Skjótari tú koyrir, størri er vandin fyri vanlukku, og tess álvarsligari eru vanlukk­ urnar. Brynhild Høgnadóttir staðfestir, at hildu allir bil­ førarar hámarksferðina, hendu munandi færri van­ lukkur. Tað verður ofta sagt, at størsti vandabólkurin í ferðsl­uni, eru ungir dreingir, sum akkurát hava fingið koyri­kort. Men hetta er ikki so. – Veruleikin er, at størsti vandabólkurin í ferðsluni eru miðal hampa fólk og tískil vendir átakið sær serliga ímóti teimum, sigur stjórin í Ráð­num fyri Ferðslutrygd. – Við hesum átakinum venda vit okkum til øll tey mongu vanligu fólkini, sum vilja koyra ábyrgdarfult - og halda seg gera tað. – Hugburðurin hjá teim­ um er ofta, at tað hevur onki upp á seg at koyra einar 10- 20 kilometrar skjótari enn loyvt er, tí tað er so lítið, at tað følist vandamikið. – Hinvegin vísa kann­ing­ ar, at í 30% av øllum deyðs­ vanlukkum, koyrdi bilførarin bara eitt sindur skjótari enn hámarksferðina og í 20% av vanlukkunum, var ferðin alt ov høg. – Samstundis vísa kann­ ingar, at upplýsing rínur ikki við tey, sum hava lyndi til at koyra alt ov skjótt. – Tað rínur heldur ikki við tey, at tey fáa bót ella klipp í kortið. Tað einasta, tey eru bangin fyri, er, at mistak koyri­kortið, og kanska enntá starvið. Vita ikki betri Men Brynhild Høgnadóttir sig­ur, at eisini bilførarar, sum halda seg vísa ábyrgd í ferðsl­ uni, koyra ov skjótt av og á. Allaroftast gongur tað fínt og sjálvi halda tey ikki, at tað er serliga vandamikið at koyra eitt sindur ov skjótt. – Orsøkin til tað kann vera, at tey rætt og slætt vita ikki, hvussu vandamikið tað er at koyra bara eitt lítið sind­ur ov skjótt. – Tey halda eisini, at tey kunnu saktans koyra ov skjótt, tí tað gera øll hini eisini og so hevur tað heldur ikki ser­liga stórar avleiðingar. Tað er eisini ein sann­ roynd, at fjølmiðlar umrøða bara tey, sum koyra heilt vit­leyst og so kann tað ikki verða so vandamikið at koyra 90. – Eftir øllum at døma er tað góðtikið í samfelagnum at koyra eitt sindur ov skjótt, staðfestir stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. – Og tað er hendan hug­ burðin, tey í Ráðnum Fyri Ferðslu­trygd vilja broyta. – Tað skal ikki vera góð­ tikið ímillum manna at koyra ov skjótt, leggur hon dent á. Tað skal vera líka illa dámt sum at koyra við kenning. – Vit vilja hava fólk at hugsa um, at koyra tey ov skjótt, seta tey bæði seg sjálv­an, og onnur, í órímiliga stóran vanda. Og hvør ein­ stak­ur bilførari hevur altso sjálvur ábyrgdina av, hvussu skjótt teir koyra. – Tað ber ikki til at kasta ábyrgdina frá sær og koyra ov skjótt, bara tí at hini gera tað eisini, sigur Brynhild Høgna­dóttir. aki@sosialurin.fo ferð í ferðsluni Ráðið Fyri ferðslutrygd heldur, vit eiga at seta vak­myndatól upp við før­oysku vegirnar fyri at máta, hvussu skjótt bilar koyra. Tað sigur Brynhild Høgna­dóttir, stjóri á stovn­inum. Hon sigur, at í øðrum londum, har tey hava sjálv­virkandi ferðeftirlit við vak­myndatólum, er talið á van­lukkum fallið heilt mun­andi. Talan er um vak­ mynda­tól, sum taka mynd av bilum, sum koyra ov skjótt og máta ferðina. Hetta er eitt tiltak, sum Ráðið fyri ferðslutrygd mælir til, eisini verður sett í verk í Føroyum. Men hon viðgongur, at hetta er dýrt og tað kann vera ein orsøk til, at onki er gjørt við hetta her á landi. Hinvegin heldur hon, at tað hevði verið ynskiligt at slíkar skipanir verða settar upp á úrvaldum vega­teinum, eitt nú á Kald­baks­vegnum og Inni Millum fjarða, har bilar ofta koyra skjótt. – Kaldbaksvegurin er eitt sera vandamikið vega­ strekki, tí har eru nógvar vanlukkur hendar. – Og verður alt sett í ein samanhang, er tað ein spurningur, hvussu dýr ein skipan við sjálv­ virk­andi ferð­eftirlitið er, tí kann tað forða fyri eini van­lukku, er nógv vunn­ið, heldur Brynhild Høgnadóttir. Onki ímóti Hóast nýggja Gallup kann­ingin hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd vísir, at tey meiri enn triðingar av okk­um koyra ov skjótt, vísir kann­ingin eisini, at tey allarflestu av okkum hava onki ímóti, at at eftir­litið við ferðsluni verð­ur nógv strangari. Kanningin vísir, at næstan 70% av okkum taka undir við, at vak­ mynda­tól verða sett upp við vegirnar, sum kunnu halda eftirlit við ferðini. Tað eru mest kvinn­ ur­nar, sum eru samdar við Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd um hetta. Heili 75% av kvinn­unum taka nevn­iliga undir við sjálv­ virkandi ferð­kann­ingum, men tað gera 63% av mann­fólkunum eisini. Nógvir bilførarar eru til reiðar at seta lívið í óneyð­ ugan stóran vága fyri at kunna koyra 1,5 minutt skjótari ímillum Havnina og Klaksvík. Tað má vera niður­ støð­an eftir at hava sæð nýggj­astu Gallup kann­ ing­ina hjá Ráðnum Fyri ferðslu­trygd. Sum tað sæst aðra­ staðni her á síðunum, eru tað heilt nógvir bilførarar, sum dagliga koyra 90 kilo­ metrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80. Hetta gera teir, hóast tað er ein sannroynd, at skuldi ein vanlukka hent, ímeðan tú koyrir 90, er vandin fyri at doyggja mun­andi nógv størri enn hann er við at koyra 80 km/t, ella bara 10 km/t spaku­ligari. Men hvussu stórur er so vinningurin við at bróta lógina og trýsta eitt lít­ið sindur á spidaran, so at tú koyrir 90 ístaðin fyri 80%? Veruleikin er, at koyrir tú 90 kilometrar um tím­ an, vinnur tú bara fimm sekund fyri hvønn kilo­ met­ur tú koyrir. Koyrir tú ímillum ímillum Havnina og Klaks­vík við 90 kilometur um tíman, ert tú sostatt bara 1,5 minutt skjótari frammi, enn tú hevði verið við at koyra 80. aki@sosialurin.fo Vandin veksur munandi Vil hava okkum at velja røttu síðu FÆRRI VANLUKKUR Ferð er størsti dreparin í ferðsluni og nú fer Ráðið Fyri Ferðslutrygd undir eitt miðvíst átaka fyri at fáa okkum at taka fótin av spidaranum 1,5 minutt Vak­myndatól við føroysku vegirnar      Ferð drepur Ferðin er størsti dreparin í ferðsluni. Eisini miðal hampa fólk koyra ov skjótt og nú vil Ráðið Fyri Ferðslutrygd hava okkum at taka fótin av spidaranum. Mynd: Álvur Haraldsen