Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leygardagur 19. mai 2012 14.00 Økið letur upp Djóraframsýning & Sjósavnið Framsýning av útgerð Sølutiltøk (matur og drekka) Fiskibrunnur Hoppiborgir Karrusell - mekaniskur tarvur 14.30 Hundaframsýning (FcH) 15.00 Tyrlan kemur á vitjan 15.30 Ríðiframsýning (gonguløg) 16-18 Ponyríðing (inni um ikki viðrar) 17.00 Hundaframsýning HUFF (Høllin) 18.00 Økið letur aftur Sunnudagur 20. mai 2012 14.00 Økið letur upp Djóraframsýning & Sjósavnið Framsýning av útgerð Sølutiltøk (matur og drekka) Fiskibrunnur Hoppiborgir Karrusell - mekaniskur tarvur 14.30 Hundaframsýning (FcH) 15-17 Brandstigabilurin frá Tórshavnar sløkkiliðið á økinum 15.30 Ríðiframsýning (gonguløg) 16-18 Ponyríðing (inni um ikki viðrar) 17.00 Hundaframsýning HUFF (Høllin) 18.00 Økið letur aftur peturx1 520 881 www.torshavn.fo Hýruvognsloyvi Í Tórshavnar kommunu eru tvey hýruvognsloyvi leys at søkja. Loyvini eru knýtt at bilstøðini AUTO. Umsóknin skal skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo Saman við umsóknarblaðnum skulu latast • avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og • revsiváttan Umsókn Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 1. juni 2012. tórshavnar kommuna Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýruvognsreglugerð, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 67 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu. Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd Traðagøta 38, Argir, tel 342400, us@us.fo Umhvørvisstovan søkir eftir starvsfólki í tíðaravmarkað starv at byrja skjótast gjørligt til deildina Vernd. Starvið fevnir serliga um málsviðgerð og eftirlit í málum innan umhvørvislóggávuna. Starvið er avloysarastarv í fyribils eitt ár fyri eitt starvsfólk, sum fer í farloyvi. Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi, har tú hevur góðan møguleika at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis í tøttum sam- starvi við deildarleiðaran og hini starvsfólk- ini á deildini. Starvið Starvið er sera fjølbroytt og er bæði fakliga og persónliga avbjóðandi, og fevnir m.a. um viðgerð av umsóknum um umhvørvisgóð- kenning av virkjum, umsóknum um innflutning og sølu av einnýtisíløtum, burturkastøkið og eftirlit. Førleikar Skikkað til starvið eru fólk, sum hava lokið prógv innan verkfrøði, lívfrøði, umhvørvis- tøkni ella hava aðra náttúruvísindaliga ella tekniska útbúgving. Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva. Eisini krevst kunnleiki til edv-skipanir og evni til at samskifta við onnur, bæði í skrift og talu. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur. Tað er ein fyrimunur at hava royndir frá almennari fyrisiting ella vinnulívi. Koyrikort til bil er ein treyt. Setanarviðurskifti Talan er um fulltíðarstarv. Starvstíðar- skeiðið er fyribils avmarkað til 1. juni 2013. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. juni 2012. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us@us.fo. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, ella Jóhonnu Olsen, stjóra.