Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Søtur seljari søkist Dugir tú væl við fólki og ert opin og fyri komandi av lyndi? Trívist tú væl á ferð og við at røkja sambandið við tínar kundar? So er tað kanska júst tær vit hava brúk fyri at styrkja okkara sølutoymi. Damfar selir eitt breitt úrval av góðgæti og umboðar kend merki sum t.d. Cadbury, Mars, Tunnock’s, Jakob’s, Aquador og Haribo. Arbeiðs­ uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú sleppur bæði at arbeiða sjálvstøðugt við kundavitjanum og kundarøkt og í tøttum samstarvi við restina av sølutoyminum. Umsóknir Umsóknir við viðkomandi prógvum og viðmælum skulu sendast til thd@damfar.fo. Umsóknarfreistin er 20. mai 2012. Hjá Damfar starvast 12 fólk, harav trý sølufólk og ein søluleiðari. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur við komandi útbúgving og arbeiðs royndir innan søluarbeiði og kundarøkt. Um tú hevur spurningar um starvið kanst tú venda tær til Tummas H. Dam, stjóra, á thd@damfar.fo ella á tel. 22 05 50. Løgfrøðingur til Innlendismálaráðið Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í miðfyrisitingini, so er hetta starvið í Innlendismálaráðnum kanska nakað fyri teg www.imr.fo Um okkum: Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum og er skipað í fýra fakøki: lógamál, kommunumál, náttúrumál og samferðslumál. Ráðsuppgávurnar fevna um ráðgeving av landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi arbeiðsbólkum og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra ráðnum til. Í ráðnum starvast 14 starvsfólk. Arbeiðsuppgávur: Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða málsviðgerð, ráðgeving og lógar- og kunngerðarsmíð. Um teg: Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv. Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og tú sýnir ábyrgd og skilvísi. Tú ert ágrýtin og tær dámar væl avbjóðingar. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt at samskifta og arbeiða saman við øðrum. Vit bjóða: · Eitt áhugavert , sjálvstøðugt og avbjóðandi starv · Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning · Løn sambært sáttmálanum hjá Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya Í fyrsta lagi er talan um eitt farloyvisstarv inntil 1. mai 2013. Meira at vita: Tú kanst fáa meira at vita um Innlendismálaráðið á www.imr.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Nellu Festirstein, deildarstjóra, tlf. 55 80 76 ella at senda teldubræv til nellaf@imr.fo. Umsóknir: Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Innlendismálaráðið, Postrúm 159, Tinganes, 110 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 4. juni 2012. Møguligt er eisini at senda umsóknartilfarið elektroniskt til imr@imr.fo.