Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Útbjóðing at listprýða Boðanesheimið [endurlýsing] Í samráð við listafólk eru freistirnar broyttar, tá uppskot skulu latast inn og tá listaverkini skulu vera liðug og uppsett. TÓRSHAVNAR KOMMUNA Tórshavnar kommuna hevur samtykt, at 1,5% av byggikostnaðinum skulu brúkast til at listprýða nýggjar bygningar hjá kommununi. Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur avgjørt, at øll listafólk hava møguleika at koma við uppskoti at listprýða nýggja Boðanesheimið. Listabólkurin hevur tikið avgerð um at bjóða arbeiðið at listprýða Boðanesheimið út alment, býtt í hesar arbeiðstøkur: 1. Gongsarealið í ovaru hædd. 2. Gongsarealið í niðaru hædd. 3. Seturstova, samkomuhøll og móttøka í einum. 4. Deildin fyri minnisveik. Tey, ið bjóða, kunnu bjóða upp á eina, fleiri ella allar arbeiðstøkurnar. Til tær ymisku arbeiðstøkurnar er peningur avsettur soleiðis: Gongsarealið í ovaru hædd kr. 150.000,00 Gongsarealið í niðaru hædd kr. 150.000,00 Seturstova, samkomuhøll og móttøka í einum kr. 400.000,00 Deildin fyri minnisveik kr. 100.000,00 ÚTBJÓÐING Leisturin fyri útbjóðingina verður soleiðis: • Listafólk lata skitsuuppskot inn við frágreiðing um listaverkini. Í uppskotinum skal upplýsast, hvørja ella hvørjar arbeiðstøkur, boðið verður uppá, og hvør kostnaðurin verður fyri hvørja arbeiðstøku, íroknað uppseting og møguliga innramman av listaverkunum. Afturat hesum skal neyvt útgreinast, hvat tilfar verður nýtt til listaverkini. • Upplýsast skal, at listaverkini skulu vera liðug og uppsett í seinasta lagi 15. januar 2013. • Listabólkurin skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at taka. Listabólkurin skilar sær eisini rætt til at lata sama listafólk fáa eina, fleiri ella allar arbeiðs- tøkurnar, sum samlaða arbeiðið er býtt upp í. • Tá ið Listabólkurin hevur tikið avgerð um, hvør verður biðin at gera ymisku arbeiðstøkurnar, verða sáttmálar gjørdir við viðkomandi listafólk, har m.a. treytir fyri avhending, uppseting, kostnað og aðrar treytir verða ásettar. • Uppskotini skulu vera Listabólkinum í hendi í seinasta lagi 15. august 2012. Um uppskot koma inn eftir ásettu freistina, verður sæð burtur frá teimum. Tekningar yvir Boðanesheimið fáast á Mentamála- deildini hjá Tórshavnar kommunu. Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, ber til at venda sær til Jákup Simonsen, mentamálaleiðara, ella Mikael Viderø, býararkitekt, tel. 302010.