fríggjadagur 18. mai 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 57 · 18. mai 2012
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Eini 30 hitastig, 5.164 trapputrin og
tilsamans 42,1 kilometrar í renniskóm.
Hetta er tað, dagurin hevur at bjóða
Johan Paula, tá hann klokkan hálvgum
átta leygarmorgunin fer at renna sítt 13.
marathon í Kina saman við 2000 øðrum
rennarum úr øllum heiminum.
– Umstøðurnar eru upp á nógvar
mátar ekstremar, men tað er júst tað,
ið mær dámar væl við hesum renni
túrinum, sigur 40 ára gamli Johan Pauli,
sum fór til Bejing í Kina við einum
donskum ferðalagi týsdagin.
Vatn og sólverja eitt must
Tað verður alt annað enn ein vanligur
rennitúrur, sum Johan Pauli skal renna
leygardagin. Kappingin eitur The Great
Wall Marathon, og teinurin er mettur
at vera so mikið strævin, at hann hevur
fingið heitið »tann harðasti men vakr
asti í heiminum.«
– Eg vil fegin pressa meg sjálvan og
royna míni egnu mørk, og tað ivist eg
ikki í, at eg fari at gera á hesum teininum,
greiðir Johan Pauli frá. Tað er danska
Albatros Travel, sum skipar fyri ferðini,
og hetta er trettandu ferð, at tey skipa
fyri einum ferðalagi fyri rennarum, ið
ynskja eina heldur ekstrema uppliving
á marathonteininum. Fyrstu ferð skipað
varð fyri hesi kappingini var í 1999, og
síðani tá er áhugin vaksin, soleiðis at
tað í dag eru fólk frá fleiri enn 50 lond
um, ið luttaka. Fyri ein føroying sum
Johan Paula fer hitin at spæla ein av
gerandi leiklut á rennitúrinum.
– Eg havi fyrr runnið marathon
í eitt nú Athen og Stokkholm, tá tað
hava verið eini 30 hitastig, so eg veit
nøkunlundað, hvat eg havi í væntu.
Eg skal drekka nógv áðrenn, undir og
aftaná túrin, og so er tað eisini ótrúliga
umráðandi at brúka onkran kepp og
sjálvandi eisini sólverju, sigur Johan
Pauli, sum ikki hevur sett sær sjálvum
nakað tíðarkrav.
– Skal eg vera ærligur, so vænti
eg ikki, at eg klári at renna hasar 42,1
kilometrarnar upp á minni enn seks
tímar. Um eg klári tað, so hevði tað
verið fantastiskt, men fyri meg er tað
týdningarmiklasta, at eg klári at renna
henda marathonteinin, so tíðin er ikki
so umráðandi.
Rennur í trappum umborð
Hóast Johan Pauli starvast sum
electrical super intentent á einum
skipi hjá Maersk og á tann hátt er nógv
burtur, so raðfestir hann renningina
høgt. Eisini tá hann er umborð.
– Nú eri eg ein stóran part av tíðini
umborð á skipinum, men tá venji eg á
rennimaskinu og royni eisini at brúka
rógvimaskinu, soleiðis at eg ikki bara
renni, sigur Johan Pauli. Seinastu tíðina,
meðan hann hevur verið umborð, hev
ur hann vant tvær ferðir um dagin, og
fyri at vera so væl fyri sum gjørligt til
júst hetta marathonið hevur hann ikki
einans verið í venjingarhølinum um
borð.
– Umleið helvtin av teininum fer
fram á múrinum sjálvum, og fyri at
klára tey 5.164 trinini havi eg runnið
upp og niður gjøgnum trappurnar um
borð á skipinum, sigur Johan Pauli, sum
hevur hugsað eitt sindur um, hvussu
hann skal leggja sær túrin til rættis.
– Eg ætli mær at renna, har eg kann,
og so fari eg nokk at ganga í trappunum.
Trinini eru ógvuliga ymisk, so eg rokni
ikki við, at eg renni øll trinini, sigur
Johan Pauli.
Desperat uttan renning
Hesar seinastu tríggjar vikurnar undan
kappingini hevur Johan Pauli ikki vant
eins nógv og hann plagar, tí gott er hjá
marathonrennarum at toppa tríggjar
vikur áðrenn sjálvt marathonið.
– Tað er øgiligt at skula trappa niður
við renningini, tí eg verið fullkomiliga
desperat, tá eg ikki sleppi at renna,
sigur Johan Pauli, sum rennur so at
siga hvønn dag.
– Eg renni hvønn dag runt í Havnini,
tí eg elski veruliga at renna. At renna
stuttar túrar sigur mær einki, so túr
arnir hjá mær eru sum oftast tíggju
til tjúgu kilometrar til longdar, sigur
Johan Pauli. Hóast honum dámar væl
at renna, so dylir hann ikki fyri, at hann
eisini rennur fyri at vera væl fyri bæði
kroppsliga og sálarliga.
– Eg vil gjarna vera í góðum formi.
Eg havi tað soleiðis, at eg skal kunna
renna eitt marathon í morgin, um tað
skal vera, og tá mást tú orka eitt sindur,
greiðir Johan Pauli frá. Hann rann sítt
fyrsta marathon fyri ellivu árum síðani,
og tað er eisini frá tí kappingini, at hann
hevur bestu tíðina.
– Í 2001 rann eg mítt fyrsta marathon,
og tað var í Berlin. Eg rann teinin upp á
3 tímar og 54 sekund, og tað gav mær
veruligt blóð upp á tonnina, sigur Johan
Pauli. Hann hevur júst keypt sær eina
súkklu, og tað er fyri at kunna venja til
eina serliga harða kapping.
– Dreymurin er at luttaka í einum
Iron Man. Nær tað verður veru-
leiki, veit eg ikki, men eg ætli mær
at venja, soleiðis at tað fer at verða
møguligt.
Fer altíð at eta smør
Tað skal nógv og røtt orka til, tá mann
venur so ofta, sum Johan Pauli ger.
Hóast tað, so hugsar hann ikki stórvegis
um tað, hann etur.
– Ein av orsøkunum, til at eg renni
so nógv, er tann, at eg tími ikki at lata
vera við at eta góðan mat. Og tá eg ikki
vil fitna, so eri eg noyddur at renna,
sigur Johan Pauli skemtingarsamur og
heldur áfram:
– Onkrar matvørur vil eg sleppa at
eta, sjálvt um eg veit fullvæl, at tað ikki
ger mær nakað gott. Her kann eg nevna
smør sum dømi, og tað droppi eg altso
ikki, sigur Johan Pauli avgjørdur. Hann
er tó rættiliga tilvitaður um, hvat hann
etur dagarnar áðrenn, hann skal renna
eitt marathon.
– Eg hugsi ikki um kostin fyrr enn
nakrar dagar, áðrenn eg skal renna. Tá
royni eg at fáa nokk av rættari orku, og
tá fari eg sjálvandi ikki at fylla meg við
einum Big Mac ella onkrum líknandi,
greiðir Johan Pauli frá. Ímeðan hann
rennur marathon í Kina leygardagin,
fer at hann at eta eitt slag av gele, sum
gevur nógva orku.
– Kvøldið fyri eti eg onkran góðan
búff, men á sjálvum rennitúrinum fari
eg at eta hákonsentrerað gele, soleiðis at
eg fái nógva orku uttan at skula eta eina
veruliga máltíð, sigur Johan Pauli, sum
gleðir seg at renna marathon í Kina. Og
hann veit longu nú, hvussu tað verður
at koma um málstrikuna.
– Eg pakki mær ein ryggsekk við
colafløskum, so tað fyrsta, eg fari at
gera, verður at drekka eina kalda cola,
sigur Johan Pauli.
– Nógvu hitastigini og trapputrinini á Múrinum verða størsta
avbjóðingin, sigur Johan Pauli Johannsen, eisini nevndur
Havnartarzan, sum um vikuskiftið rennur marathon í Kina
Havnartarzan
rennur í Kina