fríggjadagur 18. mai 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 57 · 18. mai 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
Hóast várið hevur verið kalt, so eru rabarburnar farnar at
vaksa. Smáu, nýkomnu rabarburnar kunnu saktans nýtast,
og tær hava sera góðan smakk. Men tær enda ofta bara í
hálvkeðiligum rabarbukøkum. Her eru nøkur øðrvísi hugskot
til, hvussu vit kunnu njóta ársins fyrstu rabarbur
Undirmettu rabarburnar...
Rabarbusaft
Rabarbusaft er frísk og svalandi, hevur vakran lit,
er løtt at gera og hon smakkar so sera væl. Hon
kann samstundis nýtast á nógvar ymsar hættir.
2 kg av rabarbum, 250 gr av sukri (møguliga meiri,
tá tú smakkar til ), 1/2 litur av vatni, møguliga eina
stong av vanilju, nakrar skivur av ingifer ella eitt
sindur av sitrónsaft, alt eftir hvønn smakk tær lystir.
Sker rabarburnar í bitar á 2 cm. Lat alt tilfarið í
eina grýtu og lat tað smákóka í uml. 30 min. til
rabarburnar næstan kóka sundur. Smakka til við
meiri sukri ella sitrónsaft. Stoyt saftina ígjøgnum
eina sílu ella eitt klæði, og stoyt so í reinar, turrar
fløskur. Set kalt. Saftin heldur sær í fleiri mánaðir,
um fløskan ikki verður latin upp alt ov ofta.
Blanda saftina við vatni, tá hon skal drekkast.
Prei: Tað, sum liggur eftir í síluni, tá
saftin er runnin ígjøgnum, kann nýtast
sum kompott afturvið t.d. kjøtrættum.
Prei: Súrepli ella ymisk sløg av berum,
sum skulu í køkur av øllum handa slagi,
kunnu saktans skiftast um við rabarbur.
Rabarbu-chutney
Chutney kann nýtast afturvið mestum øllum rættum; bæði fiski,
kjøti, pasta, ovnrættum og grýturættum. Tað gevur ein spennandi
og øðrvísi smakk og er sera gott afturvið grillaðum mati.
500 gr av smáttskornum rabarbum, gular ella grønar rosinur,
1,5 dl av hvítvínseddiki, 3 dl av rørsukri, 2 súpsk. av rivnum
ingifer, 2 tsk av sinnopspulvuri, salt, eitt dism av cayennupipari,
2 smáttskornir skalottuleykir. Ynskir tú ein sterkari smakk,
lat so eitt smáttskorið chilipipar í eisini. Ynskir tú tað enn
sterkari, lat so eisini chilifræini fara við í grýtuna.
Lat alt tilfarið í eina grýtu og lat smákóka undir loki í 10
min. Rør, set hitan upp og lat tað kóka, meðan tú rørir í
uml. 5 min – ella til tú metir, at tað er vorðið nóg tjúkt.
Rabarbuhøsnarungi
Við leyki, mandlum og kryddi. 4-6 fólk
1 stóran, góðan høsnarunga, 2 nevar av flustum mandlum, salt, 1/2 kg av rabarbum, 4 smáar
reyðleykir, 3 fed av hvíttleyki, 12 cm av kanelstong, sum er brotin í 3-4 bitar, 10 heil fræ av
allahanda, sum eru grovt knúst, 3 heilar nelikar, 5 heil fræ av kardumummu, sum eru grovt
knúst, 10 knúst piparkorn, 1 tsk av knústum korianderfræum, smør ella olju, 1 stóra appelsin,
4-6 súpsk av hunangi, smáttskornar, blandaðar kryddurtir, t.d. persillu, koriander, timian o.a.
Sker høsnarungan í 12-14 bitar við at skera bringu, lør, veingir og rygg í smærri
bitar. Stroy salt á høsnarungan og lat liggja, meðan restin verður riggað til.
Set ovnin á 225 stig. Skola og sker rabarburnar í bitar á 3-4 cm. Flys hvíttleykin og sker
hann í 1/4. Smyr eitt stórt, eldfast fat við smøri ella olju og legg rabarbur, leyk, hvíttleyk,
mandlur, høsnarunga og kryddurtir í. Sker tvær álar av appelsinskali og legg í. Blanda saftina
frá appelsinini við hunangi, salti og 2 dl av vatni. Dryppa vætuna yvir alt í fatinum og set í
ovnin. Skrúva alt fyri eitt hitan niður á 175 stig og lat tað steikja í 1,5 tíma. Smakka soðið til,
tá tíðin fer at nærkast, og smakka evt. til við meiri hunangi ella sukri, sum saftin er ov súr.
Stroy kryddurtir yvir høsnarungafatið og borreið við rísi, salati og eitt sindur av jogurti.
Rabarbufromasja
500 gr av rabarbum
200 gr av sukri
5 bløð av husblas
1 pk av róma
Blenda rabarburnar í hvirluni.
Set tær útá at kóka. Stoyt
sukri í. Rør í, til tað kókar
upp. Slepp teimum bloyttu
husblasbløðunum í – rør væl
runt, so husblasi blandast
væl uppí. Set hetta at kólna.
Tá tað er heilt kalt og byrjar
at stívna, skal tann pískaði
rómin varisliga rørast í. Set
aftur kalt til tað stívnar heilt.
Rambarbufromagan kann antin
etast saman við róma, leggjast
á marengsbotnar ella leggjast
ímillum lagkøkubotnar.
(uppskrift úr Matur og Matgerð)
Rabarbumojito
Knús/blanda sukur, mynt og
hvítt rom saman í glasinum,
stoyt eitt sindur av rabarbusaft
í, áðrenn tú fyllir glasið við
knústum ísi og appolinaris.
Rabarbusorbét
Frystir tú saftina fært tú leskiligt rabarbusorbét.
Prei: Til ber eisini at kóka saftina longri,
soleiðis, at hon verður til sirop og
kann nýstast afturvið køkum ella ísi.