fríggjadagur 18. mai 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 57 · 18. mai 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvat fekk teg at fara upp í landspolitikk?
Havi verið áhugað í politikki, frá tí eg var heilt ung.
Altíð sæð tað sum spennandi at fylgt við tí sum rørir
seg í samfelagnum, og serliga tað, sum framtíðin
hevur at bjóða. Kann nevna, at eg havi verið virkin í
Norðoya fólkafloksfelag í fleiri ár. Og eri býráðslimur.
Hvørji eru tíni
hjartamál?
Havi stóran áhuga
í vinnulívinum.
Og ikki minni í tí
sosiala økinum. Sum
kommunupolitikari
havi eg arbeitt ser
liga nógv innan
eldraøkið.
Hvat hevði tú raðfest ovast
í játtanarkarmunum?
Siti sum forkvinna í rættarnevndini, tí mín áhugi er
stórur fyri samferðslukervinum. At Viðareiðistunnil
verður til veruleika fegnist eg um. Somuleiðis, sum
tað, sum gjørdi meg serliga glaðan í játtanarkarminum
er, at peningur er settur av til at byggja íbúðir til fólk
við serligum tørvi í Eysturoynni og Norðoyggjum.
Umframt aðar íløgur innan almannaøkið.
Hvussu menna vit útjaðaran?
Gott Samferðslukervi síggi eg sum neyðugt um
útjaðarin skal hava lív laga. Gera útjaðaran spennandi
fyri ferðavinnuna. Og sjálvandi fleiri arbeiðspláss.
Hvussu heldur tú teg í form?
Renni (á rennibandi) Gangi túrar. Svimji,
men ov sjáldan fyri tíðina.
Hvat ger tú í frítíðini?
Hugni mær saman við familjuni, og ikki at forgloyma
vinkonunum, sum eg eisini seti sera stóran prís uppá.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Plagi at vera við Gjógv, men tíverri ikki so ofta fyri
tíðina. Men altíð glað fyri at koma til hesa bygd.
Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól
á strondini ella til aktiva feriu?
Sól og strendur fyri tað mesta. Men
eisini til tíðir til onkrar stórar býir.
Hvat er tín lívrættur?
Fiskur, og helst stokt fiskaflak.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Dagur og vika. Føroyskar sendingar.
Dokumentar sendingar.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Bíblian. Orðatøkini lesi eg nógv oftast.
Ein sera góður vegleiðari.
Verður tú framvegis í politikki um tíggju ár?
Tað er sjálvandi upp til veljaran at avgera. Men
eg ætli mær at arbeiða tað, eg eri ment fyri
mínum hjartamálum meðan eg siti á tingi.
Eingin spurningur er so einfaldur,
eingin spurningur er so býttur,
eingin spurningur er so greiður,
so itøkiligur, at ein politikari fær
svarað honum ja ella nei. Bara ja
ella bara nei.
Ber til at fáa ein politikara at
svara einum spurningi ja ella nei?
Svara ja ella nei.
Nú er hatta ein spurningur,
sum ikki kann svarast ja ella
nei, tí tað er ikki so einfalt.
Vit noyðast at fara eftur um
spurningin fyrst.
Tá Eva bað Adam bíta í
súreplið ( 8 fyri 20 kr. í lágprís
handlinum Eden), svaraði Adam
ikki bara ja alt fyri eitt. Hann fór
heilt aftur til Adam og Evu fyri
at finna eina grundgeving fyri
svarinum, sum jú at enda gjørdist
ja. Har var heldur ikki so langt
hjá honum at fara aftur.
Hann svaraði ja, hóast hann
heldur vildi hava ein burgara og
eina cider enn eitt súrt epli.
Men Adam var fyrsti tuflaði
maðurin, so hann tordi ikki
annað enn at gera, sum konan
gav honum frúuboð um.
Bít og halt kjaft, tenninar
grísla.
Og tey vórðu ikki afturvald,
men blakað út í æviga myrkrið
uttan eftirløn og heiður.
Allir politikarar eru giftir.
Føroyski veljarin er svartasta
íhaldsbukka, so hon velur ikki
fólk, sum liva í synd.
Eg ímyndi mær brúdleypið
hjá politikara. Vilt tú hava...?
Nú er tað soleiðis, at hasin
spurningurin kann ikki svarast
antin ja ella nei ella uttan eina
frágreiðing, sum er minst 1000
orð. Tá eg var í andstøðu, hevði
eg uppskot, sum bleiv felt og so
framvegis 17 ferðir, ein rúgvu,
sum einki er, tá hon verður
greinað.
Spurningurin var, vilt tú
hava...?
Atkvøði blankt.
Ja og nei eru avgjørdastu svør,
sum eru til. Tey krevja dirvi og
førleikan at taka og hava eina
støðu.
Tí kunnu vit ikki krevja av
føroyskum politikarum, at tey
svara ja ella nei ella hvørki og
ella bæði og.
Tey kunnu bara gera sum
fótbóltsspælarar og svara, at
bólturin er trillrundur.
Ella sum Linie 3, tá teir
hermdu eftir Erhardt Jacobsen:
»Lad mig gentage, hvad jeg
aldrig har sagt.«
Men ikki bara politikarar
duga illa at svara stutt. Í
veljarakanningum og øðrum
spurnarkanningum er altíð stórur
partur, sum svarar veit ikki.
Álvaratos, tað er ov ússaligt. Í
einum hálovaðum fólkaræði eiga
øll at taka støðu til alt og vera
antin fyri ella ímóti. Ja ella nei.
Har sum einaræði er hava øll
eina støðu. Men har verða fólk
ikki spurd. So tey hava ikki brúk
fyri at svara hart ja ella nei.
Tak fólkaatkvøðuna herfyri
her hjá okkum. Bara ein triðingur
av fólkinum helt seg til yvirhøvur
at svara. Og av tí triðinginum
var so aftur ein triðingur, sum
ikki megnaði at svara antin ja
ella nei, men svaraði bæði ja og
nei ella krutlaði onkra óbegávaða
andstøðupropaganda á lepan.
Hvat læra vit av tí? Einki,
vit plaga ikki at læra nakað av
nøkrum.
Í øðrum londum høvdu tey
lært, at tað nyttar einki at spyrja
fólkið.
Tað er tó ikki altíð líka lætt
at svara antin ja ella nei. Heldur
ikki, tá tú hevur eina støðu og
veit, um tú ætlar at svara ja ella
nei.
Nakrar heimasíður eru so
snildar, tað er hjá tí, sum eigur
heimasíðuna, at svarar tú nei, so
verður svarið skrásett sum ja. Og
tú hevur keypt okkurt, sum tú
ikki ætlaði at keypa. Tí spurn
ingurin er soleiðis orðaður, at tú
svarar ja, hóast tú meinar nei.
Best hevði verið bara at strika
orðini ja og nei og jú og brúka
kanska í staðin fyri øll trý.
Taka tygum undir við, at
Sandoyggin fer upp í Skúvoyar
kommunu? 1.Kanska. 2.Kanska
ikki.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttir
lagt til rættis: Leo Poulsen
Orðatøkini er sera
góður vegleiðari
Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum
altíð hevur Bíbliuna liggjandi á náttborðinum.
Politikkur hevur altíð havt hennara áhuga,
og so dámar henni at kopla úr við Gjógv. Og
familjan og vinkonurnar fylla nógv hjá nýggja
løgtingsliminum hjá Fólkaflokkinum
Ja ella nei
og Adam og Eva