Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 57 · 18. mai 2012 8 VIKUSKIFTI PORTRETT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leitar tú eftir »Jens Stoltenberg« á al­net­inum, kemur fyrst og fremst ein rúgva av tilfari fram, ið knýtir seg at hóp­drápinum, Anders Behring Breivik framdi tann 22. juli í fjør. Men tú skalt ikki blaða gjøgnum nógvar síður, áðrenn tað stendur at lesa, hvussu norski forsætisráðharrin í sínum ungu árum royndi hassj, at hann falsaði prógv og soleiðis leyg seg eldri enn hann var, og at hann tveitti steinar eftir amerikansku sendistovuni í Oslo í sam­band við eina mótmælisgongu. Søgur, ið Stoltenberg hevur viðgingið í ævi­søgum og samrøðum, gjørdar við hann. Soleiðis er skjótt at staðfesta, at mað­urin er bert eitt menniskja, ið eins og øll onnur hevur traðkað við síðurnar av meiri enn einaferð. Illa nokk bórust tíðindini um óhugna­ligu ræðuleikarnar í Oslo og Utøya henda fríggjadagin í juli, áðrenn giting­arnar – og ikki minst illgitingarnar – byrjaðu. Innari svínhundurin, ið býr í okkum øllum, fór at glepsa og goyggja. Ikki bara í Noreg, men kring allan knøttin. Sjálvandi eisini í Føroyum. Tað er til ein og hvørja tí tann lætta reakt­iónin, men tað er ongantíð tann rætta. Superhetjan og landsfaðirin Dagarnar eftir vanlukkudagin í 2011 hevði Stoltenberg funnið fram ófatilig evni til at samskifta við eina heila tjóð. Ikki bara tjóðina sum heild, men við hvønn einstakan norðmann. Hann savn­aði fólkið við at tosa við menn­ iskj­að, sum býr í okkum øllum, heldur enn at øsa svínhundin. Professari á lærda háskúlanum í Bergen, Frank Aarebot greiddi nakrar dagar eftir vanlukkuna frá, hvussu fleiri politikarar hesar dagarnar broyttust frá at vera nøkur dylhøvd, sum hann tók til, til at verða hetjur. – Stoltenberg er superhetjan. Fólkið hevur tørv á, at landsins leiðarar tosa teirra vegna. Og tá Stoltenberg ger tað á ein góðan hátt, har hann ikki tosar um hevnd, men um at sýna umsorgan, so nertir hann við okkurt í fólkinum, segði Aarebot millum annað við avísina Fedre­landsvennen. Aarebot var bara ein av mongum viðmerkjarum, sum róstu Stoltenberg og vístu honum viðurkenning fyri mátan, hann handfór ómetaliga eyma og svára málið uppá. Ein annar var polit­iski redaktørurin á norska TV2, Stein Kåre Kristiansen. Hann førdi fram, at Noreg áðrenn 22. juli hevði ein reyð­grønan forsætisráðharra. Eftir henda dagin fekk Noreg leiðara fyri alla tjóð­ina. Ein landsfaðir, sum blaðið VG skriv­aði. Slík eyknevni vóru óneyðug, gjørdi Stoltenberg greitt ein lítlan mánað seinni, tá Aftenposten prentaði eina sam­røðu við hann. – Eg haldi, at vit skulu hugsa um tey, hetta snýr seg um. Vit mugu ongantíð, ikki eitt sekund, gloyma, at hetta snýr seg um tey, ið hava latið lív, ið eru hart særd, ið hava upplivað óunnilig ting og øll tey avvarðandi. Hetta snýr seg um túsundavís av fólkum, segði Stolten­ berg, sum eisini er róstur fyri ikki at misnýta tokkan, hann vann millum norðmenn, politiskt. Kaldur og kyniskur Í eini lýsing av Stoltenberg skrivaði danska Kristeligt Dagblad beinrakið, at tú sum státsmaður kanst bera teg at á ymsar hættir. At vera harður og kon­ tant­ur er ein máti – og soleiðis eru tað fleiri, ið eisini minnast Stoltenberg. Eitt nú hevur Hans Kristian Amundsen, táverandi ábyrgdar­blað­ stjóri á norsku avísini Nordlys, í fleiri odda­greinum skýrt Stoltenberg at vera bæði valdsarrogantan og politiskt kenslu­leysan. Tað framgongur í ævi­ søguni »Stoltenberg – mannen og makten« eftir Thor Viksveen. Stoltenberg er útbúgvin cand.oecon., tað vil siga innan búskap, hev­ur altíð stýr upp á fakta og, sum Politiken skrivaði í ummælinum av áður um­ røddu ævisøgu eftir Viksveen, so trív­ ist Stoltenberg best, tá tað eru tøl, ið merkja kjakið. Jens Stoltenberg bar eina heila tjóð á sínum herum dagarnar eftir vanlukkuliga sorgarleikin í Oslo og Utøya í fjørsummar. »Landsfaðirin«, vóru tað mong, ið róptu hann. Onkur skýrdi hann beinleiðis at vera eina superhetju. Slík eyknevni vil norski forsætisráðharrin ikki hava sitandi á sær. Sosialurin fer her aftur um politikaran, tí talan er um forkunnuga vitjan, nú hann er her, ið eisini gevur forkunnugar møguleikar Forkunnug vitjan og forkunnugir møguleikar