fríggjadagur 18. mai 2012síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 57 · 18. mai 2012
9
VIKUSKIFTI
Tí er tað eisini, at danska avísin
kemur til fylgjandi niðurstøðu í um
mælinum »Stoltenberg – biografi
nærmer sig spekulation«, at:
– Tí hevði broytingin frá at vera
teknokraturin til at vera kensluborna og
uggandi rødd fólksins so stóra ávirkan á
norðmenn, skrivaði Politiken og sipaði
til, hvussu Stoltenberg kortini megnaði
tað, tey fægstu trúu hann megnaði.
Sambært fólki í norska Javnaðar
flokkinum, sum standa Stoltenberg
nær, hevur maðurin tó altíð havt hesar
eginleikaranar, men ikki havt høvið at
vísa teir í verki.
Køld tøl í beinhørðum kjakdystum
ella kenslubornar savnandi talur, lýs
ingin hjá rithøvundanum Viksveen av
Stoltenberg er serstakliga beinrakin:
– Hann er altíð róligur, líkamikið
hvat hendur. Hann letur seg ikki
órógva, men hevur ómetalig evni til at
savna seg um eina uppgávu her og nú.
Hann hevur einastandandi evni til at
byrja okkurt nýtt, skrivar hann millum
annað.
Politikkur í blóðinum
Jens Stoltenberg, sum fyrstu ferð gjørd
ist forsætisráðharri í 2000 til 2001, og
nú hevur sitið í embætinum síðani
2005, hevur fingið politikkin inn við
móðirmjólkini. Hann er sonur Thorvald
Stoltenberg, sum hevur verið eitt nú
verju- og uttanríkisráðharri og sendi
maður í Keypmannahavn, og mamman,
Karin Stoltenberg, var varahandilsráð
harri og sendikvinna.
Upphav hansara gjørdi, at mong í
ungdómsrørsluni hjá Javnaðarflokk
inum, AUF, hildu, at Stoltenberg kom
til skorin klæði. Hóast hetta var hann
mettur sum ógvuliga evnaríkur, og tók
hann útbúgvingina í búskapi á lærda
háskúlanum í Oslo, samstundis sum
hann var formaður í AUF.
Tíðin í AUF hevði millum annað við
sær, at Stoltenberg var á fleiri summar
legum á Utøya, sum í hansara tíð sum
forsætisráðharri gjørdist karmur um
størsta sorgarleikin í Noreg í nýggjari
tíð.
Síðani 1993 hevur Stoltenberg verið
partur av Stórtinginum, har hann
hevur havt tveir ráðharrasessir. Fyrst
vinnu- og orkumálaráðharri og seinni
fíggjarmálaráðharri.
Makrelmálið
Nú er tað í leiklutinum sum forsætis
ráðharri, at Jens Stoltenberg vitjar í
Føroyum. Mentanarliga, búskaparliga
og politiskt hava Føroyar og Noreg
verið tætt knýtt gjøgnum mong ár.
Sjálvsagt fara Stoltenberg og politisku
myndugleikarnir í Føroyum at tingast
um makrelmálið. Tí sum eitt nú
Edmund Joensen eisini hevur sagt, so
er vitjanin hjá Stoltenberg eitt gylt høvi
hjá politiska myndugleikanum at lyfta
hetta mál á eitt hægri politiskt støði –
og tað er vert at royna.
Men sum fyrrverandi orkumálaráð
harri, hevur Stoltenberg eisini stóran
kunnleika til og kenslur fyri oljuøkinum.
Sostatt verður eisini áhugavert at vita,
hvat spyrst burtur úr vitjanini hjá
Stoltenberg í so máta. Størsta norska
fyritøkan Statoil er nevniliga tann, sum
gongur á odda í oljuleitingini í Føroy
um, og hava vit sum heild nógv at læra
av norðmonnum í so máta. Tað hevur
norski sendiharrin í Danmark, Jørg
Willy Bronebakk, eisini víst á:
– Í byrjanini, tá oljuvinnan sá dags
ins ljós í Norðsjónum fyri skjótt fimti
árum síðani, vóru vit lærlingar. Tað
vóru amerikanarar, sum lærdu okkum
um hesa nýggju vinnuna. Nú standa
vit sjálvi á odda tøkniliga, tá tað snýr
seg um at leita eftir og finna olju ella
gass. Og tí kunnu vit nú eisini vera við
til at læra onnur um olju og oljuleiting.
Og her haldi eg vit kunnu fáa eitt gott
samstarv við føroyingar, hevur hann
sagt við oljuportalin oljan.fo.
Fakta
Navn: Jens Stoltenberg
Føddur: 6. marts 1959
Familja: Giftur við Ingrid Schuleru,
ið hevur leiðandi starv í norska uttanríkisráðnum.
Tey hava tvey vaksin børn
Útbúgving: Ccand.oecon. frá lærda
háskúlanum í Oslo í 1987
Jens Stoltenberg var tann uggandi røddin hjá fólkinum eftir ræðuleikarnar í Oslo og á Utøya í fjørsummar
mynd: Polfoto