fríggjadagur 18. mai 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 57 · 18. mai 2012
10
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tað eru skjótt tveir mánaðir síðani, at
vit sóu hann syngja á stóru senuni í
Boxen í Herning, har hann var ein av
teimum trimum finalistunum í donsku
X-Factor kappingini. Hóast hann er
glaður fyri at hava luttikið í í X-Factor,
heldur hann samstundis, at tað var ein
sera strævin tíð.
– Tað var ein stuttlig uppliving,
men eisini ótrúliga strævið. Aftaná
finaluna svav eg í tveir heilar dagar,
sigur Sveinur, sum í løtuni livir av tón
leikinum.
Hevði ongantíð frí
Tað var serliga, tá live-showini í X-Factor
byrjaðu, at Sveinur veruliga fekk úr at
gera. Luttakararnir vóru upptiknir meir
ella minni allar dagarnar í vikuni við
at gera samrøður, venja sangirnar, taka
myndir og so framvegis.
– Tú skuldi vera on allatíðina, og
adrenalinið koyrdi runt í kroppinum,
sigur Sveinur, sum lýsir X-Factor tíðina
sum sera hektiska.
– Sjálvt tá eg legði meg at sova,
fekk eg ikki slappað av, tí tað var so
nógv spennandi, sum hendi hvønn
dag. Harafturat skuldi eg læra nýggj-
ar sangtekstir hvørja viku, so hatta var
ein rættiliga hektisk tíð, greiðir Sveinur
frá. Hann heldur seg hava lært nógv
frá tíðini, hann var partur av
X-Factor.
– Eg havi lært eina rúgvu frá lut
tøkuni í X-Factor. Fyrst og fremst eri eg
blivin ein betri sangari, og harnæst havi
eg eisini lært, hvussu umráðandi tað er
at vera trúfastur móti sær sjálvum og
tora at stóla upp á seg sjálvan, sigur
Sveinur. Stundum verða luttakarar
í tónleikakappingum lagdir undir
at hoppa yvir um, har garðurin er
lægstur, fyri at fáa eina karrieru innan
tónleikaheimin, men tí er Sveinur ikki
samdur í.
– Eg havi roynt tann vanliga vegin,
og tað førdi ikki nakað ítøkiligt við
sær. Hetta er ein máti at gera tað uppá,
og eg eri glaður fyri, at eg var við í
X-Factor.
Paparazzi lúrdu
Ímeðan Sveinur luttók í X-Factor, upp
livdi hann fleiri ferðir, hvussu stóran
áhuga fjølmiðlarnir og onnur fólk
høvdu fyri sær og hinum luttakarunum
í kappingini. Ta einu ferðina skrivaði
danska blaðið Se og Hør, at Sveinur
hevði verið í býnum og ballast, og tí
sveik røddin. Í blaðnum høvdu tey
eisini myndir av Sveini saman við
vinfólkunum, har tey hugnaðu sær í
danska náttarlívinum. Sjálvur flennir
hann eftir søguni hjá Se og Hør.
– Hatta var teirra útlegging og frá
greiðing um orsøkina, til at eg ikki fekk
sungið í nakrar dagar, og eg kundi ikki
annað enn flenna eftir tí, tí eg visti
sjálvur, hvør rætta søgan var, og hví
røddin sveik, sigur Sveinur og legg
ur afturat, at hóast hann ikki hevur
upplivað paparazzi-fotografar síðani
tá, so verður hann framvegis steðg
aður av fólki á gøtuni, og tá hann er
til handils.
– Fólk eru fitt og vilja gjarna práta.
Tað haldi eg er fínt, og tað órógvar meg
ikki tað minsta, sigur Sveinur.
Sáttmáli komin í hús
Eftir X-Factor finaluna hevur Sveinur
verið í samband við fleiri ymisk plátu
feløg, ið hava ynskt at gera sáttmála við
31 ára gamla føroyingin. Nú hevur hann
so skrivað undir sáttmálapappírini hjá
plátufelagnum DiscArt, og tað er hann
sera fegin um.
– Eg havi ótrúliga høgar vónir til
samstarvið millum meg og plátufelagið,
sigur Sveinur. Fyrst í komandi mánaði
fer hann í upptøkuhølini, har hann skal
syngja sangir inn til sína fyrstu fløgu.
– Á fløguni verða tíggju skeringar,
og alt verður egið tilfar, greiðir Sveinur
frá. Hóast hann ikki vil fortelja alt um
komandi fløguna enn, so avdúkar hann
tó, at talan verður um eina rokkfløgu.
Komandi tíðina fer Sveinur at skriva
sangir, sum skulu við á fløguna, og hann
skal eisini skriva saman við onkrum
øðrum sangskrivarum. Plátusáttmálin
við DiscArt er nakað, sum Sveinur er
ógvuliga spentur uppá.
– Hetta er tað mest ultimativa, sum
kann henda fyri ein sangara sum meg,
og eg gleði meg nógv, til at fløgan kem
ur út, sigur Sveinur, sum ikki veit ná
greiniliga, nær fløgan kemur út.
Sveinur sum modell
Stórt sæð øll vikuskiftini síðani finalu
brakið í Herning hevur Sveinur verið úti
og sungið. Hetta er partur av X-Factor
sáttmálanum, sum luttakararnir hava
við Danmarks Radio.
– Eg havi verið nógv úti og sungið.
Tað er ymiskt, hvar eg syngi, men ofta
er tað í stórum handilshúsum, á mess
um og til onnur tiltøk av ymsum slag,
greiðir Sveinur frá. Hann fæst tó ikki
bara við at syngja í løtuni, tí hann er
eisini blivin model hjá Model House
Production.
– Ja, nú reklameri eg fyri undirbuksir,
skemtar Sveinur og heldur áfram:
– Tvætl, eg havi verið til nøkur
photoshoot og havi eisini tikið myndir,
sum eg kann brúka í samband við egnar
konsertir og so framvegis. Fólkini í
Model House kunnu fáa meg til móta
shows ella aðrar modelluppgávur, um
so er, at onkur vil hava meg til tað, sigur
Sveinur, sum ikki hevur stórvegis sam
band við hinar luttakararnar í X-Factor,
eftir at kappingin er endað.
– Onkran av teimum síggi eg, tá vit
hava serligar X-Factor konsertir, og so
eri eg væl við eitt nú Jason, Mulillah og
Jean, men annars havi eg ikki samband
við so nógv, sigur Sveinur, sum gleðir
seg at sleppa at framføra egið tilfar um
ikki so langa tíð.
– Tað er stuttligt at syngja hesi
ymisku coverløgini, men tað er altíð
betri at syngja sínar egnu sangir, sigur
Sveinur, sum dámar væl aftur at hava
tíð til vinir og familju.
– Ímeðan eg var í X-Factor, hevði eg
lítla og onga tíð til familjuna og vin
fólkini, so alt tað bleiv sett á standby.
Hóast eg eisini havi nógv um at vera
nú, so er tað nakað heilt annað, sigur
Sveinur. Um vikuskiftið hava føroyingar
møguleika at uppliva Svein framføra á
bátastevnuni í Vestmanna og í Sumba
til mentanardagar.
– So skjótt sum eg fekk at vita, at eg var blivin nummar trý og fór
av senuni, var tað ein ótrúligur lætti. Tað sigur Sveinur Gaard
Olsen, sum var við í stóru sangkappingini hjá Danmarks Radio.
Nú hevur hann fingið plátusáttmála og hevur úr at gera
Ein lætti at
sleppa undan
X-Factor