Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 57 · 18. mai 2012 14 VIKUSKIFTI Javnstøða Tíðin er komin at draga menninar upp í kjakið um javnstøðu og kyns­ sam­leikar her heima. Hetta er neyð­ ugt fyri at basa teimum mongu rætt­ iliga einstáttaðu og veruleikafjaru fatan­unum av »manslyndi«, sum eru í umfari. Føroyar eru efturbátur á øk­inum, tí flestøll grannalond, vit saman­bera okkum við, hava í eftir­ hond­ini nógv ár granska í monnum og mans­lyndi úr sálarfrøðiligum, sosiologiskum og antropologiskum sjónar­hornum. Eg skal í hesi grein royna at grundgeva fyri tørvinum á líkn­andi granskingartiltøkum í Før­ oyum. Tað snýr seg stutt sagt um at endur­skoða stirðnaðar allýsingar av mun­unum millum mann og kvinnu við støði í nýggjari »partleysari« vitan. Og tað inniber millum annað, at vit av nýggjum mugu spyrja okkum, hvør, sum umboðar hitt »veika« kynið? Svarið er, eyðsæð, meira samansett enn tað, vit vanliga hugsa. Hvar eru menninir? Trupulleikin er sjálvandi ikki, at kvinn­ ur, í eini heildarmynd, hava fingið sterk­ ari støðu í samfelagnum, tí tað er at rokna sum eitt heilsutekin í modernaðu samtíð okkara. Hinvegin noyðast vit helst at ásanna, at tá almenna føroyska kjakið um kyn og javnrættindi síðan sjeytiárini fyrst og fremst hevur snúð seg um kvinnur og kvinnulív, so hevur – tilvitað ella ótilvitað – blinda eygað ofta verið vent »hinum«; tessvegna hava vit snøgt sagt ikki givið okkum far um djúpu broytingarnar í mentanarligu samleikunum og lívsstílunum hjá ungum monnum. Og hóast tað minnir um andsøgn, so hava menninir í ávísan mun sjálvir sett seg út á síðulinjuna. Teir verja ikki sína støðu. Ella, í eini meira »hernaðarligari« vending, teir taka ikki stríðið upp við framfýsnu kvinn­urnar. Rættir menn Altjóða gransking, millum annað úr Norðurlondum, vísir at menn, ella rættari sagt, ávísir bólkar av ung­um monnum, hava ilt við at fóta sær í sokallaða »seinmodernaða« sam­felag­ num. Teir verða vanliga lýstir sum sterkir og treystir, men fjala ein heilt øðr­visi veruleika undir skræðuni. Og eftir­sum at hesir dreingir sjáldan ómaka sær at seta orð á kenslulív og at søkja stuðul uttanum nærmstu familjuna, so um­boða teir ein rættiliga ósjónligan bólk í samfelagnum. Teir royna, sum ofta verður tikið til, at »taka tingini sum ein maður«. Teir skulu, sum væntað verður av »røskum« monnum, útstrála sterkt sjálvsálit og sálarró. Tikið verður haraftrat fyri givið, at »rættir« menn tola og góðkenna hvassar atfinningar, sum revsa samleika og mandslyndi teirra. Trupulleikin er tó tann, at nú­ tíðar samfelagið í grundini setir heilt onn­ur sosial krøv til ungar kvinnur og menn. Tað er í ringasta føri beinleiðis sjálvsoyðandi at »taka tingini sum ein maður«, tí tað kann forða ærukæra ein­stak­linginum í at verja seg sjálvan í ein­um samskiftisumhvørvi, sum alt ikki tekur støði í mentan og siðvenju úr farn­um øldum. Ein endurskoða søga um menn Hitt kynið VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska í. Hesaferð skrivar Firouz Gaini. Firouz Gaini PhD og lektari í antropologi