Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 57 · 18. mai 2012 15 VIKUSKIFTI Vantrivnaður Við hesum er ikki sagt, at menn mið­ víst verða kúgaðir, men at ein bólkur av monnum er í vanda fyri at detta burt­ur ímillum, tá »maskulinu« virð­ ini og stílarnir, hann umboðar, missa viðurkenning millum javnaldrar og í sam­felagnum sum heild. Flestu ungu menninir, eins og kvinnurnar, megna smidliga at umstilla seg til nýggju samfelagsligu krøvini, men »tapararnir« eru ofta menn, sum ikki ynskja ella megna stóra lopið inn í »sein­modernitetin«. Tíðin rennir undan teimum. Innan útbúgvingarverkið kemur skiftið týðiliga til sjóndar. Dreingir, sum ikki fella til umboða eina vaks­andi avbjóðing fyri skúla­ skipanina. Ymiskar frágreiðingar varpa ljós á trupul­leikan, men ongin ivi er um, at ein høvuðsorsøk til vantrivnaðin er knýtt at samleikanum hjá børnum og ungum. Dreingir, verður sagt í at­ finn­andi kanningum, sleppa ikki at vera dreingir longur. Ein annar vansi er eyðvitað, at somu dreingir hava lyndi til at undirmeta virðið í skúla og út­búgving, ið gerst alsamt meira týð­andi sum tilfeingi fyri framtíðar starvsleið hins einstaka. Í ringasta føri vilja glataðu dreingirnir síggja skúlan sum eina hóttan ímóti maskulinitetin, teir streingja á. Støðan í dag Tað eru fleiri viðurskifti, sum eyðkenna kynssamleikarnar í Føroyum í dag. Ein føroysk samfelagsgransking av monn­ um og manslyndi eigur m.a. at byggja á hesar tesurnar um »hitt kynið«. [1] Menn eru ymiskir og hoyra til ymsar ment­anar­ligar og sosialar bólkar. Tað eru teir fægstu, sum kenna seg aftur í einstáttaðu lýsingunum av monn­um, sum loftmiðlarnir vanliga skapa. Maskulinitetur er haraftrat í støð­ari broyting. [2] Ungir menn hava ofta trupult við at fóta sær aftur um teir í skúla, í ar­ beiði ella heima hava mist tignarstøðu og umdømi. Teir ynskja ikki at avdúka veik­leikar, sum onnur kunnu tulka sum »ómanslig« sermerki. Hetta kann skjótt skapa eina neiliga gongd, sum einans fær trupulleikarnar at vaksa. [3] Nógvi dreingir, kanska serliga ungir menn úr siðbundnum familjum í út­jaðaraøkjum, kenna seg fremmandar í modernaðu skúlaskipanini, ið krevur førleikar og abstrakta vitan av heilt øðr­ um slag enn tað, teir kenna heimanífrá. Hjá hesum dreingjum gerst óviljin ímóti skúlagongd ofta stórur. Harvið er eisini vandi fyri at teir tíðliga uppgeva allar vónir um at nema sær høga formliga útbúgving. [4] Menn tosa sjáldan opið um masku­linitet og kynssamleika. Nógvir eru í grund­ini rættiliga smædnir tá tað ræð­ur um at lýsa seg sjálvan sum persón. Hin­vegin er ikki óvanligt at hoyra menn gera gjøldur burtur úr sær sjálvum, til dømis við at lýsa menn sum eina ráa primitiva ætt. Hetta kann vera ein ábending um at teir ikki vita hvussu teir skulu fáa uppmerksemi og stuðul í almennum kjaki um kyn og modern­ aðar amleikar. Samanumtikið Rákið uttan úr heimi, har javnstøða eis­ini snýr seg um menn, er framvegis utt­an fyri sjónarringin. Og meðan vit bíða, so vaksa trupulleikarnir hjá teim­um veiku dreingjum í skúl­anum, á arbeiðsmarknaðinum og í familju­lív­ inum. Tíðin er búgvin at fáa eina vend í rákinum og av nýggjum kanna, hvussu samfelagið er sett saman, viðvíkjandi kyni, mentan og vald í Føroyum.