týsdagur 9. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 47 - 9. mars 2004
Nr. 47 - 9. mars 2004
3
Tveir dagar eftir al-
tjóða kvinnudagin
sýnir KLIPP, films-
felag Norðurlanda-
húsins, svenska filmin
Lilja 4-ever. Filmurin
er sterkur og viðkom-
andi - eisini hjá
føroyingum
FILMUR
Filmsfelagið Klipp
Leikstjórin Lukas Moody-
son hevur frammanundan
leikstjórnað tveir teir bestu,
svensku filmarnar síðstu
árini, Tilsammans (2000)
og Fucking Åmål (1998),
og aftur hesaferð tekur
hann fólk á bóli. Lilja 4-
ever viðger eitt viðkomandi
og aktuelt evni, handil við
kvinnum, sum eisini hevur
verið uppi og vent hjá okk-
um síðstu tíðina.
Filmurin er um 16 ára
gomlu Lilju, sum býr eina-
staðni í gamla Sovjettsam-
veldinum. Alt er steðgað,
alt forfellur og øll hava
útferðarlongsul. Mamman
rýmir undan Lilju til USA,
og alt tykist vónleyst, til
hon hittir vakra prinsin
Andrei, sum birtir nýggja
vón. Hann billar henni inn,
at í Svøríki, har hann
arbeiðir, er eitt betri lív hjá
baltiskum kvinnum. Og har
byrjar vónleysa søgan.
Lilja endar óviljað í
skøkjulevnaði
og
mis-
nýtslu. Filmurin er ógvu-
liga dapur, vónleysur og
konsekventur. Tað er bara
ein orsøk til, at tú heldur
filmin út, og tað er, at tú
heldur við Lilju, sum er ein
sjálvstøðug og viljasterk
ung genta.
Filmurin hevur elvt til
nógva umrøðu í Norður-
londum, har politikarar og
onnur við valdi hava fingið
eyguni upp fyri veruleik-
anum: Ungar kvinnur úr
fátøkum korum eru vorðnar
ein handilsvøra hjá eyst-
urlendsku mafiuni.
At filmurin eisini er
viðkomandi fyri føroyingar
er eingin ivi um. Føroysku
kvinnufeløgini hava við-
gjørt trupulleikan, bæði av
samhuga við sínar eystur-
lendsku systrar, og tí okkurt
líknandi hevur nærkast Før-
oyum.
Lilja 4-ever verður sýnd-
ur mikukvøldið 10. mars
klokkan 20.00 í Norður-
landahúsinum.
Leygardagin hevði
Føroya Ellisakfør
aðalfund, har nýggj
nevnd varð vald
ELLISAKFØR
Tíðindaskriv
Leygardagin 6. mars hevði
Føroya Ellisakfør aðalfund.
Fyri vali stóðu tríggir
nevndarlimir, Ingi Justin-
ussen, sum hevur verið
formaður seinastu tvey
árini, Johan Beder, skrivari,
og Hans Jørn Nielsen,
kassameistari. Eisini bað
Rúni Nielsen um at verða
loystur frá sum nevndar-
limur.
Ingi Justinussen og Jo-
han Beder bóru seg undan
afturvali.
Nevndin í Føroya Ellis-
akførum sær nú soleiðis út:
Heini á Borg, formaður
Petur Johannessen, næst-
formaður
Eirikur Lindenskov,
skrivari
Hans Jørn Nielsen,
kassameistari
John William Old,
nevndarlimur
Eykalimir eru:
Magnus Gunnarsson
Helgi Magnusarson
Føroya Ellisakfør er felag
fyri tey, ið hava alsk til
gamlar bilar og motor-
súkklur.
Felagið
varð
stovnað í 1992, og hevur til
endamáls at virka fyri
áhugamálum hjá hesum
málbólki.
Felagið hevur felagshøli
yvir við Strond 22 í Havn,
men leigar eisini gamla
vatnbrunnin við Gráastein í
Havn
frá
Tórshavnar
Kommunu. Brunnurin er
settur í stand soleiðis, at
hann kann hýsa akførum
undir tryggum – og turrum
– umstøðum. Ætlanin við
brunninum er at seta á
stovn eitt tekniskt forn-
minnissavn.
Føroya Ellisakfør arbeiða
eisini við at savna føroysku
bilasøguna, sum byrjar í
Havn tann 6. mai í 1922, tá
fyrsti bilur kom til Føroya.
Tað var tá Johannes Olsen
og Júst Sivertsen keyptu
ein Ford TT lastvogn frá
Wenzel Petersen og Vil-
helm Nielsen, sum høvdu
smiðju í Quillingsgarði í
Havn.
Felagið gevur eisini út
blaðið Hjólið, ið kemur út
fýra ferðir um árið.
Sterkar svenskar
sakir í KLIPP
Heini á Borg
er formaður
C
M
Y
K
3
2