Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 47 - 9. mars 2004 Nr. 47 - 9. mars 2004 5 – Eg eri rættiliga vís- ur í, at líkt, at russ- isku skipini, sum vóru í Føroyum undir kalda krígnum, høvdu onnur endamál, enn at fiska, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sum hevur verið umborð á nógvum russiskum skipum REYÐA BÓK Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tey russisku skipini, sum vóru í Føroyum undir kalda krígnum, vóru ikki bara fiskiskip. Tað er Kjartan Joensen, yvirtollari, rættiliga vísur í. Í Reyðu bók hjá Bent Jensen, søgufrøðingi, eru eisini tey russisku fiski- skipini, sum vóru í Føroy- um undir kalda krígnum, løgd undir sjóneyku. Ímeðan kalda kríggið herjaði, vóru nógv russisk fiskiskip í Føroyum. Men tað vóru nógvir føroyingar, sum vóru púra sannførdir um, at talan í veruleikanum var um njósnaraskip. Tað var ófta víst á, at russarar gingu runt alt land- ið og tóku myndir av firð- um og sundum og bensin- støðum og øðrum áhuga- verdum støðum og at russ- arar gjørdu nógv burturúr at mála føroyskar firðir upp. Fólk heftu seg eisini við, at russisku skipini høvdu merkiliga nógvar antennur á brúgvatakinum og nógv ivaðust heldur ikki í, at russisku fiskimenninir í veruleikanum vóru væl- vandir hermenn, sum kundi taka Føroyar í eini handa- vending. Í Reyðubók tekur Bent Jensen nógv av hesum upp- aftur. Men hann sigur, at hóast onki ítøkilig prógv eru fyri, at russisku fiski- skipini eisini njósnaðust, er tað bæði møguligt og sann- líkt, at tey gjørdu tað og at fiskimenninir í veruleikan- um vóru hermenn, sum høvdu til uppgávu at sabot- era hernaðarlig og sivil mál í Føroyum. Í øllum førum ivast hann ikki í, at russiska fregnar- tænastan njósnaðist í Før- oyum. – Alt annað hevði eisini verið at misrøkt sína skyld- ur, sigur Bent Jensen. Vóru ikki bara fiskiskip Ein av teimum, sum hevði skyldu at fara umborð á tey skip, sum koma til Føroyar, er Kjartan Dam Joensen, sum nú er yvirtollari. Sostatt var hann eisini umborð á nógvum russisk- um skipum hesa tíðina at hava tolleftirlit. Og hann sigur, at ann er rættiliga vísur í, at russisku skipini vóru ikki bara fiskiskip. – Øll skipini høvdu ein serligan kommiser við. Eg veit ikki um hann var her- maður, men í hvussu so er, umboðaði hann onkus- vegna statin og tað var týðiligt, at hann hevði onkr- an myndugleika umborð, umframt myndugleikan hjá skiparanum. Tað var sum um at tað var hesin kommiserurin, sum um- boðaði statin og skiparin umboðaði skipið. Hann sigur, at tað vóru so gott sum ongantíð trupul- leikar sum so við russisku skipunum, men var nakað, var hesin kommiserurin altíð við, saman við skipar- anum fyri at tryggja at alt kom í rættlag. Yvirtollarin sigur, at tá ið teir komu umborð at hava tolleftirlit, var tað ikki alt, sum skipararnir vildu svara uppá. Tað var heldur ikki alla- staðni umborð á skipinum, at tollvaldið slapp framat og teir sluppu heldur ikki at framat øllum skjølum um- borð. – Tá ið vit so spurdu teir, hvørji ørindi, teir høvdu í Føroyum, høvdu teir on- kuntíð frágreiðingar, sum ljóðaði eitt sindur iving- arsamar. Kjartan Dam Joensen sigur, at hann er bundin av tagnarskyldu, so hann kann ikki fara í smálutir. Men tað kom eisini fyri, at tollvaldið góðtók frá- greiðingarnar – Vit merktu onkuntíð, at skipararnir ikki rættiliga tordu at siga ov nógv og tá vildu vit ikki leggja teir undir trýst, men góðtóku tær frágreiðingar, teir komu við. – Tað leyp eisini í eyguni at síggja russararnar, tá ið teir fóru í land. Teir vóru altíð í bólki og teir høvdu altíð hendan serliga komm- iserin við. Kjartan Dam Joensen heldur eisini, at skipini høvdu óvanliga nógva út- gerð umborð, men hvat hon varð brúkt til veit hann ikki. Støðan er nógv broytt Tó leggur Kjartan Joensen afturat, at russararnir, sum eru í Føroyum nú á døgum, eru nógv øðrvísi, enn teir vóru tá. Og broytingarnar tóku seg upp í takt við at Sovjett- samveldið syndraðist. – Kalda kríggið er liðugt og russisku skipararnir og russisku manningarnar eru nógv meiri opinskáraðar og fyrikomandi nú, enn tær vóru fyrr. – Tað er heilt týðiligt. – Nú svara teir uppá tað, sum teir verða spurdir um og vit sleppa at síggja tað umborð á skipinum, sum vit vilja sleppa at síggja. – Nú er tað heldur ikki óvanligt at síggja russiskar fiskimenn ganga einsa- mallir í býnum, tað gjørdu teir ongantíð fyrr. Kjartan Dam Joensen sigur, at nú hava skipini heldur ikki heilt so nógva útgerð umborð, sum teir høvdu fyrr og útgerðin, sum nú er umborð, er ikki annað enn tað, sum kann væntast at vera umborð á einum vanligum fiskiskipi. – I dag eru russarar ikki øðrvísi enn nøkur onnur fiskiskip, so tað er stór broyting hend, sigur Kjartan Dam Joensen. Ein ær í Hvalba lembdi tvey lomb á miðdegi sunnudagin LEMBING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið smálombini koma, er tað eitt víst tekin um, at nú er várið komið. Men hendan ærin í Hvalba var kortini nakað tíðliga á veg, tí enn hevur veturin ikki slept takinum og enn kann saktans eitt nos koma við bæði kava og kulda. Men hugalig sjón var tað kortini, tá ið Hvalbingar í góðveðrinum á miðdegi sunnudagin gingu sær ein túr ígjøgnum bygdina, tí á einum sløttum bøi vestar- liga í bygdini, gekk ein ær við tveimum lombum. Tað er ein trý ára gomul ær hjá Hartvig Hammer, sum lembdi á miðdegi sunnudagin. So vítt, vit vita, eru hetta fyrstu smálombini í ár. Hon átti eisini tvey lomb í fjør, men tá fór annað útav. Hetta er ein ær, sum plagar at ganga inni á Gøt- um í Grímsfjalli og har er brattlendi og annað lambi er helst farið útav. Men hitt lambið var gott, tað vigaði 29 pund. Tað er ikki við vilja, at ærin lembir so tíðliga. Tá ið brundarnir vórðu sleptir út í vetur, undraði tað eigaran, at hendan ærin vildi ikki vita av brundinum. Men nú kom so forklár- ingin: Hon hevur stjolið seg fram at einum brundi í úr- tíð, og her sæst so úrslitið. Myndin er tikin eina lítla løtu eftir at ærin lembdi. Fjaldu upplýsingar fyri tollvaldinum í Føroyum – Tað var nógv merkiligt við russisku fiskiskipunum, sum vóru í Føroyum undir kalda krígnum, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sum hevur verið umborð á nógvum russiskum skipum. Men síðani er støðan nógv broytt og nú eru russisk skip ikki øðrvísi enn nøkur onnur skip. Myndin er av russiskum skipum á Havnarvág í gjár Àrsins fyrstu smálomb - Vit stuðla avgjørt ætlanunum um nýggj høli til venjingar og konsertir, og vanliga mannagongdin er stuðul á 30% frá býráðnum og 30% úr tinginum, sigur Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn TÓNLEIKUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ein av áhoyrarunum og røðarunum á fundi leygar- dagin var Heðin Mortensen úr Tórshavnar Býráð. Hann fegnast sum vera man um nýggja stigið við áhugafe- lagnum Mentón og undir- strikar, at stuðul avgjørt verður veittur ætlanunum um betri hølisviðurskifti til konsertir og venjingar. - Vanlig mannagongd er, at vit lata 30% í stuðli til slíkar verkætlanir, meðan landið letur onnur 30%, og tað ætla vit okkum eisini at gera í hesum føri, sigur ein avgjørdur Heðin Morten- sen. Bíða eftir útspæli Sambært Heðin Mortensen hevur býráðið saknað eitt felags áhugafelag. - Í staðin fyri individuelt at hava fyrispurningar um ymiskt, er talan nú um eitt felags átak við einum fe- lagi, og nú bíða vit eftir einum útspæli frá teimum um, hvørja verkætlan man skal fara í holt við, sigur Heðin Mortensen. Sum hann skilir er ein arbeiðs- bólkur í Mentón í gongd at fyrireika eina verkætlan og eina kostnaðarætlan. - Tað eru nógvir spurn- ingar og nógvir møguleik- ar, vit í framtíðini skulu taka støðu til, t.d. um hús til tónleikin antin skulu keyp- ast ella byggjast, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at teir framvegis miða ímóti at hava Tórs- gøtu sum mentanardepil og mentanargøtu burturav í Havn, og tískil skal kann- ast, um hølir eru tøk at hýsa tónleiki í Tórsgøtu. - Men í løtuni bíða vit so eftir, hvørji ynski koma frá Mentón, og so kunnu vit fara meiri ítøkiliga í gongd at útvega tónleikinum betri umstøður, sigur Heðin Mortensen úr Tórshavnar Býráð, sum fegnast um nýggja áhugafelagið og fegin vil lata stuðul. - Við støði í ynskjum okkara um konsert- hús, betri venjingar- umstøður og ein kunningardepil hava vit tikið stig til nýtt áhugafelag fyri tón- leikarar fyrst og fremst í Havn, sigur Heðin Ziska David- sen, sum saman við Rógva á Rógvu hevur stovnað nýggja felag- ið Mentón (Menning- arfelag tónleiksins). Stigtakararnir eru serliga glaðir fyri, at umboð úr Tórshavn- ar Býráð og Løgting- inum eisini vóru mill- um tey 50-100 fólkini á fundi leygardagin TÓNLEIKUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Leygardagin fingu tón- leikarar í Tórshavn loksins nýtt áhugafelag, sum fer at arbeiða fyri betri tónleika- umstøðum fyrst og fremst í høvuðsstaðnum. Aðalenda- málið er at menna tónlistar- liga umhvørvið, meðan ítøkiligu ætlanirnar eru at fáa nýtt konserthús, betri venjingarumstøður og ein kunningardepil, sum skal vera ein hjálpandi hond hjá tónleikarum viðvíkjandi útgávum, nýggjum ætlan- um og øðrum. Hjálp frá Grót Nýggja áhugafelagið Mentón fer mikudagin at velja formann, meðan ein fyribils nevnd varð sett leygardagin. Í nevndini eru Heðin Ziska Davidsen, Birita Nolsøe, Róland Dam, Thora Augustinussen og Kristian í Vági. og Heðin Ziska Davidsen og Rógvi á Rógvu eru stig- takarar til nýggja felagið. - Viðvíkjandi viðtøkum og reglugerðum hava vit fingið hjálp frá áhugafelag- num Grót úr Eysturoynni, og vit hava á henda hátt nýtt teirra yvirskipaða bygning og endamál í okkara felagi eisini, sigur Heðin Ziska Davidsen. Mentón kann sambært Heðin samanberast við júst Grót, sum eisini hevur til endamáls at betra um tónlistarligu umstøðurnar, og hava teir veruliga sett síni spor við t.d. stóra G- Festivalinum. Heðin Mortensen lovaði 30% Sum sagt vóru millum 50 og 100 fólk á fundi leygar- dagin, og fyrireikararnir halda tað vera áhugavert, at áhugi eisini var millum politisk umboð úr bæði bý- ráði og løgtingi. Býráðs- limurin Heðin Mortensen tók orðið á fundinum, og sambært Heðin Ziska Davidsen vórðu framtíðar- útlitini við eitt betri og meiri spennandi. - Heðin Mortensen segði, at teir í Tórshavnar Býráði vildu stuðla við 30%, meðan hann metti tað vera hóskandi, at landið stuðlaði við øðrum 30%, og tað kom eitt sindur dátt við hjá okkum, at so nógvur stuðul knappliga varð lovaður, heldur Heðin Ziska David- sen. So verður spennandi at vita, hvat verður av gyltu lyftunum á fundinum leyg- ardagin. Heðin Ziska Davidsen vísir á, at teir fyrr hava verið í sambandi við politisku myndugleikarnar, men at hetta tó hevur verið uttan úrslit. - Rógvi á Rógvu handaði nakað síðani Jan Christian- sen borgarstjóra skrivliga áheitan at menna umhvørv- ið hjá tónleikarum í Havn, og vórðu undirskriftir savn- aðar frá øllum tónleika- áhugafeløgum, greiðir Heðin frá. Hann sigur tað tískil vera skeivt, tá Jan Christiansen seinni nevndi sama skrivið at vera frá einstaklingum. Einki nýtt Mentanarhús Spurdur, hvørjar ítøkiligar ætlanir stigtakararnir í Mentón hava viðvíkjandi betri tónleikaumhvørvi, hevur Heðin Ziska David- sen bæði beinini á jørðini. - Eitt konserthús er átroðkandi í høvuðsstað- num, men hetta nýtist als ikki at vera nakað so fínt sum Mentanarhúsið í Fuglafirði. 50-100 áhoyrar- ar er fínasla slag, sigur Heðin Ziska Davidsen. Viðvíkjandi venjingar- hølum er Margarinfabrikk- in í løtuni einastu tøku høl- ini, har sjey bólkar halda til, men tørvurin er nógv størri. - Nógvir bólkar hava einfalt eingi venjingarhøli, tí teir ikki sleppa inn í Margarinfabrikkina, og tískil er neyðugt við betri umstøðum, sigur Heðin. Hann nevnir, at Býráðið t.d. kundi eftirlýst høli, um teir ynskja at stuðla menningini í føroyskum tónleiki við fleiri venjingarhølum. Sambært viðtøkunum í Mentón stendur umframt konserthús, venjingarhølir og kunningardepil at skeiðvirksemi og betri lønir í tónleikaumhvørvinum eisini eru millum endamál áhugafelagsins. Eisini fyri áhoyrarar Heðin Ziska Davidsen vísir á, at Mentón higartil hevur umleið 30 limir, og at øll, sum taka undir við aðal- endamáli felagsins, kunnu gerast limir. - Tað er týdningarmikið at undirstrika, at felagið eins nógv er fyri áhoyrarar, og tískil nýtist ein als ikki at vera tónleikari fyri at gerast limur. Hóast Mentón fyrst og fremst er til frama fyri tónleikarar og áhoyrar- ar úr høvuðsstaðnum, er tað somuleiðis eisini eitt ynski at vera til hjálp og menning kring alt landið, sigur Heðin Ziska Davidsen, sum saman við Rógva á Rógvu hevur skrivað søgu við stovnan av nýggja áhuga- felagnum Mentón. So er spennandi at vita, hvussu politiski viljin og undir- tøkan verður fyri ynskjum felagsins… Kristian Blak: Ein íløga fyri samfelagið – Tað er skeivt at tosa um menning av tón- leikinum, tí talan er í veruleikanum um menning av øllum samfelagnum. Eitt konserthús er ikki bert fyri tónleikaran, men eins nógv fyri áhoyrar- an, og tað eru so nógv fleiri áhoyrarar enn tónleikarar í samfelag- num. Viðvíkjandi stuð- uli til tónleikin frá myndugleikunum vil eg heldur nýta orðið íløga. Eins og talan er um íløgur í Lands- sjúkrahúsið ella vega- gerð - og ikki stuðul – er sama galdandi fyri tónleikin, og íløgan er eitt alneyðugt stig. Kim Hansen: Tónleikurin í hásætið - Vit hava nógv støð við tónleiki kring Havnina, men enn er einki, har tónleikurin er tað primera, og har nýggir bólkar við nýggjum tónleiki kunnu framføra. Tískil er týdningarmikið at fáa ein slíkan tón- leikamiðdepil, har ein fyrst og fremst kemur at lurta eftir tónleiki framum onnur støð kring býin. Men tað er neyðugt við undirtøku frá myndugleikunum, tí skal tónlistarlig góðska fáast, er neyð- ugt við røttu hølunum, og tað kann gerast dýrt. Tað dugir ikki at blaka tónleikarar inn í ein ella annan tilvild- arligan betongbygn- ing. Mentón skal menna tónleikin í høvuðsstaðnum Hesi fimm mynda fyribils nevndina, sum varð sett á fundinum leygardagin. Frá vinstru er Heðin Ziska Davidsen, stigtakari, Thora Augustinussen, Róland Dam, Biritia Nolsøe og Kristian í Vági Mynd Jan Müller Heðin Mortensen, býráðslimur: Tónleikurin fær nýggj høli - Vit ætla avgjørt at stuðla áhugafelagnum í ynskjum teirra, og vanliga manna- gongdin er, at vit lata 30%, meðan landið letur onnur 30%, sigur Heðin Mortensen, sum her sæst uttast til høgru í selskapi við Jógvan Arge, Høgna Hoydal og Heidi Petersen Mynd Jan Müller C M Y K 5 4