Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 47 - 9. mars 2004 Nr. 47 - 9. mars 2004 7 Metstórur alivinnu útflutningur upp á 964 milliónir Partvís vegna ILA- tvungna tøku, setti føroysk alivinna nýtt met í fjør og útflutti fyri 964 milliónir krónur, ein góðan fjórðing av Føroya samlaða útflutnings- virði; sambært eyg- leiðarar kann alivinn- an í veruleikanum hava góð framtíðar útlit ALIVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Alivinnan útflutti í fjør meira enn nakrantíð, nevniliga fyri 964 milliónir krónur, og hon átti ein góðan fjórðing av landsins samlaða útflutnings virði, um vit síggja burtur frá út- flutningi av skipum. Hetta framgongur av ‘Ársfrá- greiðing fyri 2003 - Hagtøl úr Alivinnuni’ frá ráðgev- ingar fyritøkuni Avrik, sum tó samstundis vísir á at ILA sjúkan tvingaði fram eina stóra tøku av alifiski fyrr enn ætlað og økti tann vegin um útflutningin fyri júst hetta árið. »2003 var eitt sermerkt ár fyri alivinnuna í Føroy- um,« viðmerkti Rúni Dam sum eigur og rekur smá- partafelagið Avrik, føroyskt umboð fyri aliroknskapar ritbúnaðin FarmControl. »Hóast nógvar trupul- leikar kunnu vit staðfesta at 2003 setti met í nøgd av útfluttum alifiski, goð 62 000 tons livandi vekt, tað er 47 600 tons í útfluttari vekt… Vit kunnu eisini staðfesta at 2003 setti met í virði á tí útflutta fiskinum, nevniliga 964 milliónir krónur; 2002 átti gamla metið við 943 milliónum. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av at samlaði útflutningur Føroya, uttan skip, í 2003 var 3,739 milli- ardir og hetta merkir við øðrum orðum at alivinnan átti ein góðan fjórðing av útflutninginum - árið í fjør var altso tað næstbesta nakrantíð í hvussu stórur partur var alifiskur og vør- ur harúr, av samlaða út- flutningi Føroya; hesin partur var nevniliga 25,8 prosent í 2003; metið hevur 1999 við 28,5 prosentum.« Men tann metstóri út- flutningurin í 2003 gevur neyvan høvi til stóran veitsluróm; trupulleikarnir av sjúku hava økt stórliga um tøkuna og tað kostar longur frammi tá tann fisk- urin annars skuldi verðið tikin. Og útsetingin av nýggjum smolti minkaði við umleið einari helvt, niður í 15 milliónir. »Orsøkin til tann høga útflutningin er tíverri einki at reypa av,« staðfesti Rúni Dam víðari. »Ein hópur av framskundaðum tøkum vegna ILA ger at vit fara inn í 2004 við nógv minsta fiskatali í sjónum tey seinastu 4-5 árini, nevniliga 15 milliónir fiskar ultimo 2003, í mun til umleið 25- 30 milliónir tey seinastu árini frammanundan. Ein minking í útsetingini í 2003 upp á yvir 50 pro- sent, er tó sjálvsagt høvuðs orsøkin.« »Vit hava ongantíð, síð- ani vit byrjaðu at skráseta við FarmControl skipanini í 1993, kunna staðfest eina so lága tøku miðalvekt hvat laksi viðvíkur, fyri árgang- irnar 2001 og 2002, sum í høvðusheitum eru tiknir í 2003, nevniliga 4,1 kg liv- andi.« Varisligt bjartskygni Men samstundis hómast eitt varisligt bjartskygni hvat útlitunum viðvíkur; analytikarar rokna nevni- liga við at alivinnan í eina tíð hevur verið ígjøgnum eitt ‘stálbað’ sum vissuliga enn ikki er av men at botn- urin er um at vera náddur nú - og at vit skjótt kunnu rokna við at síggja eina konsolideraða alivinnu við einum niðurtrimmaðum biomassa t.e. nøgd av ali- fiski í sjónum; tað merkir lægri útboð og lutfalsliga hægri eftirspurningur, og harvið hægri prísir. Men ILA hóttanin er enn ikki yvirvunnin og sjúkan hevur víst at hon kann gera enda á einum alibrúki upp á stutta tíð; tað er tí avgerandi at vinna á hesum grundleggj- andi trupulleika, men eisini her hómast glottar nú nýggj og herd lógarlig tiltøk eru komin frá politiskari síðu fyri at basa og fyribyrgja sjúku í alivinnuni. »Trupuleikarnir við ring- um prísum og sjúku eru annars væl kendir,« vísti Rúni Dam á. »Men skal nakað positivt nevnast við- víkjandi úrslitunum í 2003, so vísir okkara databasi til dømis at fellið av 2002 árganginum, sum ikki er liðugt tikin enn, sær út til at batna í mun til 2001 ár- gangin. Hetta kann merkja at ILA støðan er batnað nakað frá 2001 til 2002 árgangin.« »Síðani skulu vit ikki gloyma tær nýggju kunn- gerðirnar um ‘sjúkufyri- byrgjandi rakstur á ali- støðum’ og um ‘niðurberj- ing og eftirlit við ILA (In- fectious Salmon Ana- emia)’… Hesar fara uttan iva at fáa eina góða ávirk- an, saman við teimum sjálvbodnu tiltøkunum hjá alivinnuni sjálvari, íroknað arbeiðið hjá Havbúnaðar- felagnum. Og tað ger ikki støðuna verri at vit kanska fáa karmarnir um kapital, fígging og skatt bøttar í næstum.« »Vit kunnu eisini stað- festa at biomassin er mink- andi ikki bara í Føroyum men eisini í Norra og aðra- staðni; tað kann sjálvandi síggjast sum ein syrgilig gongd men samstundis er tað mangt sum bendir á at marknaðurin kollapsaði fyri ein stóran part orsakað av ov stórum útboð - og tað at útboðið lækkar kann útgera grundarlag fyri at príslegan hækkar… Príslegan er sjálv- andi treytað av ymiskum øðrum tættum eisini men fleiri síggja her eitt høvi til varisligt bjartskygni.« Rúni Dam eigur og rekur ráðgevingar fyritøkuna Avrik Spf og hevur specialiserað seg í bench- marking t.e. lyklatøl og hagtøl ið siga frá støðu, gongd, miðaltølum og avrikum hjá einum alibrúki í mun til miðal hjá alivinnuni. Við hjálp av ‘FarmControl’ ið er ein serlig ‘aliroknskapar’ ritbún- aðar skipan, saman við tí uppsøkjandi arbeiði sum Rúni Dam regluliga ger runt um í alivinnuni, kann ein ørgrynna av upplýsingum genererast, bæði fyri einstøk alibrúk og alla vinnuna. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com Meðan prísurin á heilum laksi fram- vegis er sera vána- ligur, hevur prísurin á portiónum klára at hildið sær upp á góðum 50 krónum per kg - og tøkan í ár verður størri enn væntað ALIVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Eitt er at føroysk alivinna setti nýtt met í fjør við einum útflutningi upp á 964 milliónir krónur, tað er 21 milliónir meira enn fyrra árið. Eitt annað er at liðugtvøran, í hesum føri tær sokallaðu laksaportión- irnar, hava staðið seg óvæntað væl hvat prísi viðvíkur, meðan príslegan á heilum fiski hevur verið sera misjøvn og lá í miðal um einans 16 krónur per kg. Millum annað hesi tøl standa at lesa í ‘Ársfrá- greiðing fyri 2003 - Hagtøl úr Alivinnuni’ frá ráðgev- ingar fyritøkuni hjá Rúna Dam, Avrik Spf. Víðari framgongur av hagtølunum at útflutning- urin av portiónum í 2003 var 11 prosent í nøgd av alifiska útflutninginum men heili 28 prosent í virði; tann heili laksurin stóð fyri so mikið sum 87 prosent av nøgdini og 71 prosent av virðinum. Víðari framskriva út- rokningar hjá Avrik at út- flutningurin av alifiski í ár verður størri enn fyrr mett og fer at koma upp um 30 000 tons. Metingarnar benda á at laksa útflutning- urin verður 29 000 tons í kruvdari vekt og at síla útflutningurin verður 4 000 tons í kruvdari vekt. Tann sera stóra tøkan í fjør, framskundað vegna ILA sjúkuna, legði ein skugga yvir vónirnar um 2004; men tær seinastu metingarnar hjá Avrik vísa kortini at vit høvdu 13 milliónir laksar og 2,5 milliónir síl í aliringunum við ársbyrjan, og tí verður tøkan størri í ár enn met- ingarnar fyrr hava spátt. Hinvegin hevur ongantíð verið so lítið av fiski í sjónum tey seinastu fimm árini sum í ár, aftan á at biomassin minkaði við so mikið sum einari helvt upp á bert eitt ár. Prísir á laksaportiónum halda sær – Tað er láturligt, at nakað, ið eg møguliga havi sagt í skemti fyri 30 árum síðan, nú er komið undan kavi í skjalasøvnum, sigur Halgir W. Poulsen, eftir at Reyðabók greiðir frá einum ungum sakførara, ið mælti til at selja Føroyar til USA ella Sovjetsamveldið, alt eftir hvør vildi gjalda meira REYÐABÓK Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Føroyar skuldu bjóða USA og Sovjetsamveldinum at sleppa at hava herstøðir í Føroyum, og tann parturin, ið vildi gjalda mest, skuldi fáa loyvið. Fyrimyndin var Malta, ið hevði stongt bretsku herstøðina á oynni, og í staðin hevði fingið sær samband við Libya og Kina, helst tí at har fekst ein betri avtala. Føroyar kundu læra nak- að av Malta, og við at spæla USA og Sovjet út móti hvørjum øðrum var møgu- leiki fyri eini góðari avtalu. Til dømis kundi Suður- oyggin verið bjóðað fram til herstøð, og síðan kundi Marinustøðin og flogvøll- urin í Vágum flytast suður. Vísti tað seg, at annað- hvørt USA ella Sovjet fóru at bjóða meira fyri Føroyar enn danska ríkisveitingin, so fór meiriluti helst at vera fyri loysing. Uppskotið, ið er nevnt í Reyðubók, átti sakførarin Halgir Winther Poulsen, og hann nevndi tað fyri ovast- anum á Marinustøðini, Kaj Bang. Hetta var í 1972. Láturligt Í dag kemur tað eitt sindur dátt við hjá Halgir Winther Poulsen, at hetta brotið er at finna í eini søguligari frá- greiðing um Føroyar í kalda krígnum. – Tað kann væl vera, at eg havi nevnt hatta í skemti fyri ovastanum á Marinu- støðini, Kaj Bang, ið var skyldmaður hjá mær. Men eg má siga, at eg hevði ikki droymt um, at hetta skemt- ið fór at vera niðurskrivað og goymt í skjalasøvnum í yvir 30 ár. Tað er láturligt, sigur Halgir Winther Pouls- en og heldur fram: – Nú havi eg ikki lisið alla frágreiðingina, men út frá hasum brotinum kann eg bara staðfesta, at høvundin ikki hevur gjørt serliga nógv burturúr at eftirkanna sínar keldur. Kennir seg ikki aftur Í Reyðubók verður Halgir Winther Poulsen, sambært danska heryvirmanninum, skýrdur at vera sera tjóð- skaparsinnaður, »anti- danskur«, víðgongdur konservativur og eina av drívmegini í felagskapi, ið vildi hava Nato burtur úr Føroyum. Tó er hann ikki tjóðveldismaður, stendur í Reyðubók. Sjálvur kennir Halgir Winther Poulsen seg ikki aftur í hesi lýsing. – Tað er rætt, at eg ikki var tjóðveldismaður, men ann- ars kenni eg meg ikki aftur, sigur sakførarin. Einki mótmæli Spurdur, hvørt hann æltar sær at mótmæla, at hesi brot nú eru komin at standa í eini frágreiðing, ið hevur støði sum søguligt fakta um Føroyar í kalda krígnum, sigur Halgir Winther Poul- sen, at tað fer hann ikki. – Nei, tað havi eg ongan hug til. Eg haldi ikki, at eg eri so týdningarmikil per- sónur í samfelagnum, at tað er neyðugt, og harumframt haldi eg hatta vera so sera láturligt, sigur Halgir Winther Poulsen, og leggur skemtiliga afturat: – Men tað er nú gott, at høvundin hevur fingið við, at eg skal hava vónað, at USA fór at bjóða mest fyri Føroyar. – Lyklaorðið í einhvørjari góðari portrettmynd er nærleikin. Tað sigur Bárður Eklund, ið metir heiðurin at fáa eina mynd hjá sær valda til ársins por- trett vera eitt stórt herðaklapp og ein viðurkenning í einum stressaðum gerandis- degi, har ikki altíð er tíð til rósandi orð VIRÐISLØN Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Fríggjadagin fekk Bárður Eklund, ið er undir útbúgv- ing sum fotografur á Dan- marks Journalisthøjskole í Århus, heiðurin at gerast ársins portrettfotografur í Danmark. Heiðurin fekk hann fyri eina mynd av donsku sjón- leikarakvinnuni Judy Grin- ger, sum var nógv frammi í fimmti- og sekstiárunum. Myndin var tikin seinasta summar, meðan Bárður Eklund var í starvsvenjing á danska blaðnum BT. Poetisk mynd Dómararnir, ið allir eru viðurkendir fotografar, løgdu stóran dent á, at portrettmyndin hjá Bárði Eklund av donsku sjónleik- arakvinnuni hevur ein ser- ligan nærleika. Droymandi eygnabráið og rukkurnar á bringuni, ið einaferð vóru sereyðkenni hennara, eru sigandi smálutir, ið foto- grafurin hevur fangað. Ella, sum Bárður tekur til, so er hetta við til at geva eina mynd av eini »faller- aðari stjørnu«. Judy Gringer var einaferð ein stjørna, men seinnu mongu árini hevur hon havt eitt hart lív. Og tað er júst harða lívið og aldurdómur- in, ið skýnur ígjøgnum myndina av tí einaferð so eggjandi sjónleikarakvinn- uni. Bárður greiðir soleiðis frá: – Myndin varð tikin í sam- band við at ein journalistur á BT skuldi gera eitt por- trett av Judy Gringer, har hon greiddi frá lívi sínum. Sjálvur kendi eg ikki henn- ara lívssøgu frammanund- an, men hana mátti eg hoyra, áðrenn eg kundi taka myndina. Men tá eg so hevði hoyrt hennara søgu, visti eg, hvussu myndin skuldi vera. Samrøðan varð gjørd á eini cafe, og dagin fyri vitj- aði Bárður Eklund staðið, so hann var fyrireikaður, tá myndin skuldi takast. – At taka eina góða por- trettmynd krevur tíð og fyrireiking. Tú mást vita nakað um persónin, og við- komandi má vera tryggur við teg sum fotograf, greið- ir Bárður Eklund frá. – Skal tað vera ein mynd, sum sigur nakað serligt, sum skilir seg út og sum fólk minnast, so tekur tað tíð, vísir Bárður Eklund á. Hann nýtti ein dag til myndina av Judy Gringer, men tíverri eru sjáldan umstøður til at nýta so nógva tíð. Bredal var favorittur Væl yvir 2000 myndir komu inn til kappingina um at gerast ársins mynd í Dan- mark. Sjálvur sendi Bárður Eklund tilsamans 11 por- trettmyndir inn til kapp- ingina. – Myndin, ið eg hevði bestu vónir um, var eitt portrett av sundurbukaða andlitinum hjá boksaranum Johnny Bredal, ið var tikin dagin eftir at hann gjørdist heimsmeistari, sigur Bárð- ur Eklund. Føroyski fotografurin gjørdist eitt sindur spentur, tá hann fyri mánað síðan fekk at vita, at hansara myndir vóru valdar burtur- úr rúgvuni, og skuldu kapp- ast um stóra heiðurin, men síðan hevur hann havt so um at vera, at stundir ikki hava verið at hugsa so nógv um kappingina. – Tí var sera stuttligt, at tað skuldi eydnast. Eg taki tað sum eitt stórt herða- klapp og ein viðurkenning av mínum arbeiði. Nakað, ið sjáldan eru stundir til í einum stressaðum gerand- isdegi, sigur Bárður Eklund og heldur fram: – Hetta gevur einum hug til at halda fram við at gera sítt besta, og ikki sláa seg til tols við tað næstbesta. Opnar dyr Bárður Eklund sigur, at heiðurin kann vera við til at lata nakrar dyr upp fyri sær. – Í Danmark eru heilt nógvir sera dugnaligir foto- grafar. Ein tílíkur heiður kann gera, at ein ikki er so »anonymur« í mongdini. Bárður Eklund sigur, at hann hevur lagt seg eftir at fáa sín egna stíl. Honum dámar best reportagu- myndirnar, har møguleiki er at fylgja einum ella fleiri persónum í longri tíð. Men av tí at hetta er rættuliga tíðarkrevjandi, er sjáldan møguleiki at gera góðar reportagur. Men eisini dámar Bárði Eklund sera væl portrettmyndirnar. Á samkomu í Odense fríggjadagin vóru somu- leiðis valdar bestu mynd- irnar í Danmark í ár innan hesar greinar: ársins pressumynd, tíðindamynd, ítróttarmynd, featuremynd, gerandismynd og portrett. Harumframt vóru eisini vald bestu sjónvarpsfoto- grafar og besti »visuelli journalistikkur«. Framsýningin við bestu myndunum í Danmark seinasta árið verður nú sýnd fram í fleiri donskum býum. Síðan fara myndirn- ar at prýða veggirnar á Danmarks Journalisthøj- skole. Umframt heiðurin fær Bárður Eklund virðislønina hjá Århus Kommunu. Henda myndin hjá Bárði Eklund av donsku sjónleikarakvinn- uni, Judy Gringer, varð fríggjadagin vald til ársins portrett- mynd í Danmark Mynd: Bárður Eklund Reyðabók um Halgir W. Poulsen Vildi selja Føroyar til hægstbjóðandi Týdningarmiklast er nærleikin - Tað er láturligt, at nakað, ið eg møguliga havi sagt í skemti fyri yvir 30 árum síðan, nú skal vera komið und- an kavi í skjala- søvnum, sigur Halgir Winther Poulsen, eftir at Reyðabók greiðir frá hansara upp- skoti um at selja Føroyar til hægstbjóðandi »En anden færing vakte også nogen opmærksomhed. Det drejede sig om advokat Halgir Winther-Poulsen, som i 1972 fortalte chefen for Færøernes Kommando, at det ville være muligt at samle et flertal af færinger for løsrivelse fra Danmark, hvis Færøerne kunne opnå større økonomiske tilskud fra USA eller Sovjetunionen end det, man fik fra Danmark. Færøerne skulle efter advokatens mening simpelthen tilbyde de to stormagter basefaciliteter og sælge sig til den højestbydende.« Reyðabók ” C M Y K 7 6