týsdagur 9. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 47 - 9. mars 2004
Nr. 47 - 9. mars 2004
9
Tikin fyri rús-
drekkakoyring
Sunnumorgunin
um
hálvgum trýtíðina varð
ein bilførari tikin í Kolla-
firði. Hann var rúsaður og
verður skuldsettur fyri
rúsdrekkakoyring.
Seinni sunnumorgunin
var ein ungur drongur
dottin á síni knallert.
Talan var um ein 17 ára
gamlan drong, sum hevði
sett seg á knallert sína,
hóast hann ikki var koyri-
førur. Drongurin varð
fluttur á Landssjúkra-
húsið til kanningar.
-sae-
Eldsbrunar
Seinnapartin sunnudagin
fekk
alarmsentralurin
eina fráboðan um royk á
Argjum. Ein maður ringdi
inn og boðaði frá, at hann
sá nógvan royk tætt við
verkstaðin Vón á Argjum.
Men tað gekk bara ein
lítil løta, so ringdi sami
maður aftur og boðaði frá,
at talan ikki var um eld
kortini.
Eini hús í Folagerði í
Havn fingu nakað av eld
og roykskaða eftir, at
eldur kom í tey leygar-
dagin. Eldurin kyknaði
orsakað av einum ovurhit-
aðum brenniovni.
-sae-
Stjól pengar í
vertshúsinum
Eitt av viðskiftafólkunum
í vertshúsinum leygar-
kvøldið sá sær ein gyltan
møguleika til at útvega
sær pengar og okkurt at
drekka, tá onki starvsfólk
stóð við kassan eina løtu.
Starvsfólkið var farið
uppá eini ørindi, og tá
viðkomandi kom aftur til
kassan manglaðu einar
1.500 krónur í kassanum.
Starvsfólkið
varnaðist
eisini, at onkur hevði
verið handan diskin og
fingið sær eitthvørt at
drekka.
Tjóvurin varð funnin
inni á wc-inum, har
starvsfólk hildu honum,
inntil løgreglan kom á
staðið. Hann hevði pengar
uppi á sær og viðgekk,
hvat hann hevði gjørt
beinanvegin.
Maðurin
verður
nú
ákærdur fyri stuldur av
ákæruvaldinum.
-sae-
Herverk við
kirkjugarð
Herverk varð framt á
bygningarnar
við
kirkjugarðin úti í Grøv
leygarkvøldið.
Nakrir
rútar vórðu knústir. Løg-
reglan hevur kannað mál-
ið, men stendur á berum
og veit onki, um hvør
kann hava framt her-
verkið.
Løgreglan sigur, at tað
vóru heilt nógv fólk úti
leygarkvøldið, men ikki
ófriðarligt kortini. Hóast
tað tó hava verið nógv
smáttaríir um vikuskifti.
– Full fólk, sum órógva,
full fólk, sum vóru fallin
frá í býnum og onkur heilt
smá ferðsluóhapp, verður
sagt av løgreglustøðini í
Klaksvík.
-sae-
Tveir ólógligir
bilførarar
Løgreglan í Eysturoynni
sigur frá einum stak
friðarligum
vikuskifti.
Nógv fólk var kortini í
býnum. Eitt nú í Fugla-
firði,
har
Gunnar
Mikkelsen framførdi, var
nógv fólk.
Men um tíggjutíðina
leygarkvøldið tók løg-
reglan ein bilførara á
Glyvrum, sum koyrdi
ávirkaður av rúsdrekka.
Og einar tveir tímar
seinni tóku teir ein anna
bilførara, sum tó ikki var
ávirkaður.
Men
hann
hevði onki koyrikort, so
hann fær eina bót fyri tað.
-sae-
Koyrdi ov skjótt
Løgreglan gjørdi ferð-
mátingar á Hjalla sunnu-
dagin. Tá tóku teir ein
bilførara, sum koyrdi ov
skjótt.
Frá løgregluni verður
sagt, at bilurin koyrdi 111
km/t, so hann fór júst upp
um ferðmarkið.
Sunnumorgunin
tók
løgreglan í høvuðsstaðn-
um eisini ein mann upp á
gøtuni, sum var avdottin.
Hann varð tikin inn á
støðina at sova rúsin av
sær. Og í klubbagarðinum
var eitt lítið rok sunnu-
morgunin, men tá løg-
reglan kom á staðið
høvdu menninir funnið út
av tí sjálvir. Har verður
ongin sak burturúr, sigur
løgreglan.
-sae-
Havsbrún sigldi á land
Leygarmorgunin
sigldi línubáturin
Havsbrún á land
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Stutt fyri klokkan seks
leygarmorgunin fekk Tórs-
havn Radio uppkall frá
línubátinum Havsbrún, at
hann hevði siglt á land, á
Galvin á Kalsoynni.
Skipið stóð á landi, og
bjargingarbáturin varð út-
settur, um so var, at brúk
bleiv fyri honum. Men tað
var tað ikki, tí um seks-
tíðina leygarmorgunin boð-
aði Havsbrún frá, at skipið
var komið av aftur í øllum
góðum, og fingu teir sjálvir
siglt til Klaksvíkar, har tey
vóru um sjeytíðina. Báturin
fór á beding, har skaðin
varð umvældur.
Sjóbjargingarstøðin boð-
aði Norðoya Bjargingarfel-
ag frá, og fóru teir beinan-
vegin til hjálpar við bát-
inum Sannu úr Klaksvík.
Tórshavn Radio rópti á
skip og bátar nærhendis um
at fara til hjálpar, og Há-
enni sum júst var farin úr
Klaksvík fór eisini til
hjálpar.
Sjóverjuskipið Tjaldrið
sum var statt norðanfyri
setti kós móti Havsbrún og
bjargingartyrlan varð biðin
um at vera til reiðar.
Havsbrún fekk nakað av skaða, tá hann sigldi á Galvin á Kalsoynni tíðliga leygarmorgunin
Mynd: Bárður Lydersen
Á afturlatnum bý-
ráðsfundi seinasta
týskvøld samtykti
Klaksvíkar býráð at
fara inn í verkætlan-
ina um at gera ein
handilsmiðdepil í
Klaksvík. Ein íløga
sum skjótt kann
koma at liggja upp
móti 20 milliónum
krónum
VERKÆTLAN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Ætlanin um at gera ein
handilsmiðdepil
er
ein
verkætlan,
sum
nakrir
privatpersónar eru farnir í
holt við. Men nú hevur
Klaksvíkar býráð so sam-
tykt at fara upp í ætlanina
við at gera ein parkerings-
kjallara í miðdeplinum.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri sigur, at park-
eringskjallarin er høvuðss-
orsøkin til, at kommunan
fer upp í verkætlanina.
Røddir hava annars verið
frammi um, at veruliga or-
søkin til, at kommunan fer
upp í, er fyri at handilsmið-
depulin, sum er ein íløga
upp á útivið 90 milliónir
krónur, tá hon er liðug, skal
kunna gerast veruleiki.
Men borgarstjórin leggur
sum sagt dent á, at komm-
unan fer so at siga einans
uppí ætlanina fyri at park-
eringsviðurskiftini í mið-
býnum ikki skulu gerast ein
trupulleiki, tá miðbýarætl-
anin er framd.
– Okkara partur í hesari
ætlanini kemur at liggja
upp móti teimum 20 milli-
ónunum, men tað haldi eg
ikki er ov nógv, tá hugsað
verður um, hvussu stór
íløgan er alt í alt, sigur
borgarstjórin.
Parkeringskjallarin kem-
ur at hava 150 parkerings-
pláss. Steinbjørn sigur, at
nógvar íbúðir eru tengdar
at ætlanini um handilsmið-
depulin, og er ætlanin hjá
kommununi, at fólk, sum
fara at búgva í íbúðunum
skulu kunna keypa eitt
parkeringspláss í kjallaran-
um. Harumframt heldur
hann, at ein tílíkur parker-
ingskjallari kann fara at
koma væl við við atliti til
tann nýggja mentanarmið-
depulin, sum eisini er í
miðbýarætlanini hjá Klaks-
víkar kommunu.
– Vit kunnu siga, at vit
eru upp á forkant. Tað eru
nógvar ætlanir í umbúnað í
miðbýnum, og vit gera hetta
fyri ikki at renna okkum í
trupulleikar á parkerings-
økinum, tá miðbýurin er
broyttur, sigur Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri.
Klaksvíkar kommuna í
verkætlan um handilsmiðdepil
Klaksvíkar býráð fer upp í
ætlanina um at gera handils-
miðdepil í Klaksvík. Komm-
unan fer at gera ein park-
eringskjallara í verkætlanini,
sum tá hon er liðug, kemur
at liggja um einar 90 milli-
ónir krónur. Parturin hjá
kommununi fer at verða um
20 milliónir krónur
Í 1910, sama ár, sum
altjóða kvinnudagur-
in sá dagsins ljós,
byrjaði Haraldur
Joensen virksemi sítt
í lítlu smiðjuni á
Bakka. Lítið grunaði
hann, at ein lang-
abbadóttur hansara,
fór at gerast verkfrøð-
ingur, og verða eitt av
álitunum í fyritøkuni
og hjá snellumonnum
í Føroyum. Gjára-
morgunin, sjálvan
kvinnudagin, hittu vit
Eydnu Sandberg
Mikkelsen á arbeiðs-
plássi hennara,
Oilwind í Miðvági
KVINNUDAGUR OG
TÍÐIN
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
"Góðan dagin! Kanst tú
stilla meg um til onkran,
sum hevur við snellurnar at
gera..."
Nú snellutíðin á Norð-
havinum byrjar, er grav-
gangur á snelludeildina hjá
Oilwind í Miðvági.
Menn hava riggað til
bæði væl og leingi, og veð-
urtænastan
hjá
Lands-
verksfrøðinginum
og
heimasíðurnar hjá theyr.net
og DMI verða dúgliga vitj-
aðar. Spenningur er á
monnum og tað er um-
ráðandi at snellurnar virka
sum tær skulu.
Maðurin
í
telefonini
verður stillaður um, og í
hinum endanum svarar ein
kvinnurødd.
– Eg bað um snellu-
deildina, sigur maðurin.
– Ja, hetta er snellu-
deildin, svarar hon frynt-
liga.
Maðurin ótolnast eitt
sindur, men roynir at vera
fólkaligur, tá hann greiðir
damuni frá, hvat tað er
hann hevur uppá hjartað.
Tað er ein av teimum auto-
matisku snellunum, sum
ikki dregur sum hon skal,
men tað nevnir hann ikki
fyri henni, tað hevur hon
ikki skil fyri kortini, heldur
hann.
– Ja, hvat er, sum ikki
virkar, spyr kvinnan.
– Jamen, kann eg ikki
sleppa at tosa við ein
mann...
Hesa reaktiónina mátti
Eydna við hvørt smyrja seg
við, tá hon í 1982 byrjaði á
verkstaðnum í fyritøkuni
Oilwind, sum pápi hennara
hevur tikið eftir pápa og
abba sín.
Uppvaksin við
teknikki
Men tað, sum Eydna ikki
veit um snellur, er ikki vert
at vita, og so við og við
hava snellumenn sæð, at
hon sanniliga veit, hvat hon
tosar um.
Tað kemur eisini meira
enn so fyri, at hon verður
uppringd av norðhavinum,
tá onkur útróðrarmaður
hevur
trupulleikar
við
snellunum.
Menn kunnu vera rættu-
liga heitir, tá teir ringja av
fiskileiðini, tí hvat kann
vera meira forargiligt, enn
at liggja mitt í einum
góðum kenni, við snellum,
sum ikki virka.
Men tað er ikki bara
snellum, Eydna hevur skil
fyri. Tað hoyrist, at hon er á
heimabana, tá hon errin
sýnir fram nýggja fram-
komna línuspælið, sum
skjótt kemur á marknaðin.
Eydna er uppvaksin við
teknikki og var bert 18 ára
gomul, tá hon fór niður at
lesa til tekniskan atstøðing.
Endamálið hjá henni var at
vera á teknistovuni, men
góði rækjufiskiskapurin í
80’unum dró mennirnar til
skips, so verkstaðnum kom
at mangla fólk.
Tað gjørdi, at hon fekk
dreym sín uppfyltan, og var
biðin at koma á verkstaðið
at arbeiða. Seinni fór hon
aftur til Danmarkar at lesa
og varð útbúgvin verkfrøð-
ingur í 1991.
Nú vita flestu kundarnir
hjá Oilwind, at tað er eitt
konufólk, teir skulu tosa
við, so nú er eingin longur,
ið biður um at sleppa at
tosa við ein mann.
Eydna minnist, at tá hon
byrjaði á verkstaðnum, var
ein maður sum beint fram
segði henni, at honum
dámdi ikki, at hon var har.
– Hetta er okkara øki,
segði hann.
Men Eydna varð verandi
og hevur sanniliga prógvað,
at hon dugir sítt handverk.
Tað var langabbi Eydnu,
Haraldur Joensen, sum í
1910 byrjaði smiðjuvirki
við tænastu til fiskimenn.
Lítið mundi hann ána, at
lítla smiðjan við tíðini fór
at menna seg og verða
heimskend fyri sína fram-
komnu
framleiðslu
av
fiskireiðskapi. Enn minni
droymdi hann um, at ein
langabbadóttir hansara fór
at gerast verkfrøðingur og
eitt av álitunum í fyritøk-
uni.
Kvinnur í samtíðini
Hetta var júst sama árið,
sum tað á eini kvinnuráð-
stevnu í Keypmannahavn
varð samtykt, at altjóða
kvinnudagur skuldi haldast
hvønn 8. mars. Stigtakarin
til kvinnudagin var ein týsk
kvinna, ið kallaðist, Clara
Zetkin.
Í fyrstu syftu var málið at
fáa kvinnum valrætt, og at
arbeiða fyri breyði og friði.
Seinnu árini er dagurin
nýttur til, millum annað at
vísa á misjavna kynjabýtið í
politikki og leiðandi størv-
um.
Millum fyriskipararnar
av ráðstevnuni var Nina
Bang, ið var fyrsta kvinna í
heiminum, sum gjørdist
ministari. Hetta hendi í
1924; tá vóru liðin 9 ár,
síðani danskar kvinnur
fingu valrætt á jøvnum føti
við menn.
Tann
27.
september
1915,
atkvøddi
Føroya
Løgting fyri, at kvinnur
skuldu fáa valrætt. Men
lógin mátti samtykkjast í
ríkisdegnum, áðrenn hon
kundi setast í gildi í Før-
oyum; tað hendi á vári í
1916. Kvinnurnar máttu tó
bíða til val var í 1918, tá tær
á fyrsta sinni slupp at velja
á einum politiskum vali.
Fara vit fram til dagin í
dag og hyggja inn á heima-
síðuna hjá Evropa-nevnd-
ini, síggja vit, at í 2004
verða nógv tiltøk, fyri at
fremja leiklutin hjá kvinn-
um í Evropa.
Nógv er broytt, síðani
kvinnur runt allan heim
byrjaðu at stríðast fyri
sínum rættindum. Eitt er
vist lítið at ivast í; eingin
okkara hevði ynskt seg
aftur í ta tíðina, tá kvinnur
vóru avskornar frá nógvum
av tí, sum vit í dag taka sum
eina sjálvfylgju.
Í dag er okkara samfelag
soleiðis háttað, at kvinnur í
veruleikanum hava somu
møguleikar sum menn – tað
er Eydna Sandberg Mikkel-
sen eitt gott dømi um.
Kvinnudagur og
norðhavsróður
Fakta um Eydnu
Eydna Sandberg Mikkelsen er fødd og
uppvaksin í Miðvági og er búsitandi í Havn.
Hon er dóttir Gurli og Bjarna Joensen.
Maður hennara eitur Michael.
Tey eiga børnini Ragnar og Margit.
– Jamen, kann eg ikki sleppa at tosa við ein mann...
Hesa reaktiónina mátti Eydna við hvørt smyrja seg við, tá hon í 1982 byrjaði á verkstaðnum í fyritøkuni Oilwind, sum pápi hennara hevur tikið eftir pápa og
abba sín. Men tað, sum Eydna ikki veit um snellur, er ikki vert at vita, og so við og við hava snellumenn sæð, at hon sanniliga veit, hvat hon tosar um
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
9
8