týsdagur 9. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 47 - 9. mars 2004
Nr. 47 - 9. mars 2004
11
Reyðabók hevur vakt ans ikki so nógv fyri
innihaldið sum fyri sína tørvandi fakligu
dygd. Einum nýtist ikki at vera søgufrøðingur
enn minni professari fyri at síggja, at her er
ymiskt, sum ikki fakliga stendur mát. Alt ov
nógv verður til gitingar, samstundis sum víst
verður til, at ávís skjalasøvn eru afturlatin
fyri høvundanum. Hartil kemur, at útvelj-
ingin og viðgerðin av føroyska tilfarinum er
milt sagt margháttlig. Tað er vánaligt vís-
indaligt háttalag at gita og entá gita seg fram
til tað svar, ein ynskir sær ella enn verri: tað
svar, sum eins politiski arbeiðsgevari helst vil
hava.
Tað er tí neyðugt at spyrja, hvat endamálið er
við hesi ritgerð. Tað kundi tókst, sum eitt
endamálið er at peika út eina røð av
syndabukkum á føroyska vinstravonginum.
Tað er eitt óhugnaligt samanfall millum tey
nøvn, sum koma fyri í Reyðubók og so tey
fólk, sum áhaldandi vórðu fyri ágangi í
Dagblaðnum í sjeyti og áttatíárunum. Hvat er
endamálið við hesum? Hvat skuldi fyrr-
verandi løgmaður nýta hetta til? Hví setti
fyrrverandi løgmaður hesa rannsókn í verk?
Hann, sum annars ikki er kendur fyri at
leggja fólki fortíðina til last, mátti vita, at
arbeiðssetningurin kundi koma at føra til, at
vinstrahallir
føroyingar
fóru
at
vera
stigmatiseraðir.
Sostatt má áhaldandi spyrjast, hvat var
endamálið? Tey, sum duga nútímans søgu,
hava hoyrt um Macartyismuna í USA. Hetta
var ein herferð móti vintsrahallum, intell-
ektuellum og listafólkum. Mest navnframu
offrini vóru Chaplin og Oppenheimer (hann
við atombumbuni) fyri ikki at tala um hjúnini
Rosenberg, sum endaðu sínar dagar í ele-
ktriska stólinum. Víst hevði henda herferð til
endamáls at knasa amerikanska vinstarvong-
in, men aðalendamálið var at fremja politisku
starvsleiðina hjá Macharty senatori og
Nixon. Við at skapa eina ógvusliga og hótt-
andi fíggindamynd, skuldu politisku málini
fremjast. Var tað veruliga so, at fráfarna sam-
gonga, sum bílegði hesa margháttligu
rapport, ætlaði at nýta hana sum politiskt
vápn? Her eru nógvir ósvaraðir spurningar og
fara vit at venda aftur til málið seinni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ivasamt endamál
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Peningur fossar úr landskassanum
Mótstøða móti útskeinking
Høgni Hoydal
Tá ið undanfarni løgmaður
valdi at skriva val út og at
senda fíggjarmálaráðharran
til hús, legði hann landið í
stjórnarloysi og landskass-
an í ongamannaland. Ætl-
aðar sparingar og nýggjar
inntøkur, sum skuldu galda
frá nýggjárinum vórðu ikki
samtyktar, og tí kann úr-
slitið hjá landskassanum
bara gerast verri, fyri
hvønn dag, ið gongur. Ja,
hetta kann kosta landinum
stórar upphæddir og mistar
inntøkur.
Landið hevur nú ligið við
ongari fíggjarlóg í nærum
tríggjar mánaðir. Ein bráð-
feingis játtanarlóg varð
samtykt 12. desember í
fjør. Hon gevur bert heim-
ild fyri, at skattir og avgjøld
kunnu krevjast inn, og at
landskassin kann gjalda tær
mest
neyðturviligu
út-
reiðslurnar, sum landið
hevur bundið seg til.
Landsstýrið ongi
tiltøk
Men onki bendir á, at
nýggja landsstýrið hevur
tryggjað sær, at pengar ikki
verða brúktir út um tað, ið
bráðfeingis játtanarlógin
loyvir. Dagliga hoyra vit frá
landsstýrinum um pengar,
ið skulu nýtast her og har.
Eisini verður sagt, at so og
so nógvur peningur er sett-
ur av til ymisk endamál.
Nýggja størv eru sett og
eisini nýggir stovnar frá-
boðaðir. Stuðul verður út-
goldin til ymisk endamál.
Men her er ongin fíggjarlóg
samtykt.
Sambært
stýris-
skipanarlógini skal ongin
útreiðsla avhaldast, ið ikki
hevur heimild í fíggjarlóg
ella aðrari játtanarlóg.
Fyrispurningur
reistur á tingi
Tí setti undirritaði í Løg-
tinginum ein munnligan
fyrispurning til Jóannes
Eidesgaard,
løgmann.
Spurningurin var, um hann
hevði tryggjað sær, at
heimild var fyri teimum
útgjøldum, ið fara fram í
løtuni.
Svarið var sera ógreitt,
men tað kom fram, at
nýggja landsstýrið hevur
ikki givið aðalstjórum og
stovnsleiðarum greið boð
um, hvussu farast skal
fram, til ein fíggjarlóg, er
samtykt.
Hetta er sera álvarsligt.
Kunnu ikki flýggja
undan ábyrgd
Vit hava hoyrt landsstýris-
mannin í fíggjarmálum tosa
um komandi hall á fíggj-
arlógini. Men fyri hvønn
dag, ið gongur, so fossar
peningur
úr
lands-
kassanum.
Tað ber ikki til hjá nýggja
landsstýrinum
at
kasta
ábyrgdina yvir á undan-
farna landsstýri. Løgmaður
eigur at tryggja sær, at
heimildirnar eru í lagi og at
alt verður gjørt fyri at hava
tamarhald á útreiðslunum.
Tí fer Tjóðveldisflokk-
urin at fylgja hesum mál-
inum upp.
Dánjal Petur
Mariusarson
1. St. Georges Circus,
London SE1 0AP
»Tað sum var høvðus-
argumentið fyri at eg ikki
tók undir við hesum, tað
var tað, at hesin bygning-
urin hann liggur niðri á
havnalagnum. Hann liggur
millum ein veg sum hevur
tunga ferðslu, og ein veg
omanfyri sum hevur nógva
ferðslu. Eg meini tað, at við
teimum funktiónum sum
bleiv upplýst í umsóknini
skuldi vera á hesum staðn-
um, haldi eg ikki at tað er
rætt at man fer at geva
tilsøgn á havnalagnum til
eitt dansistað, eina café og
til frítíðarítriv.’
Højgaard, Kári P, Dagur
og Vika, SVF 4. mars
2004.«
Eitt skal tú eiga, Kári:
Tað er, at argumentini
hevur tú ongantíð havt við
tær.
Men, ugga teg við kann
tú, at tann gongubreytin
neyvan er tín eina.
Hevði tú av illum grund-
givið fyri mótstøðu tíni
móti útskeinking í Runa-
vík, tí ætlaða hølið liggur
ov nær bryggjukantinum,
so var tað skilligt.
Men at geva nógvu
ferðsluni skyldini, tað má
metast sum eitt sjálvmál.
Runavík 0 - 1 Tórshavn.
Kjartan Kristiansen
Menningarstovan
Vit eru á veg inn í búskap-
arligan tronga. Vónandi er
talan bert um eitt nos og
ikki eina veruliga kreppu.
Men hvat tað so verður,
verða vit aftur mint á, at tað
nyttar ikki í hesum tíðum at
gera tað sama, sum vit
gjørdu fyrr. Krøvini fyri at
vera uppi í herðast hvønn
dag, og marknaðurin spyr
ikki eftir tí sama sum í
áttati-árunum. Fylgja vit
ikki við, liggja vit skjótt og
damla í einsemi og draga
svart.
Nýhugsan krevst
Nýhugsan kemur ikki úr
Løgtinginum. Alt gott at
siga um okkara fólkavaldu,
men teirra uppgáva er ikki
at ganga á odda. Tað er lut-
urin hjá vinnuni - váða-
fúsari vinnu; vinnu, ið ikki
liggur á landskassanum at
fáa stuðul.
Nýhugsan er avgjørt ikki
at finna nýggjar vegir at
lata vinnuni studning. Bæði
EF og EFTA hava hugsað
gjølla um allar studnings-
møguleikar og hava reglur
um, hvørjar eru loyvdar og
hvørjar ikki.
Studningshótt
Vágsbygd
Sunnara helvt í Suðuroy er í
løtuni vinnuliga illa fyri.
Stóra kreppan í níti-árunum
bar stór afturstig við sær,
og nýggja kreppan í ali-
vinnuni hevur nú tikið
burtur tey arbeiðspláss,
sum vórðu skapt eftir
kreppuna.
Í bløðunum í seinastu
viku frættu vit, at Vág-
bingar vilja hava, at leigu-
sáttmálin um øki á havnar-
lagnum
verður
hildin.
Bygningarnir á økinum eru
á leigari grund, og leigu-
sáttmálin setir treyt um
virksemi. Verður henda
treyt ikki hildin, kann
kommunan krevja at yvir-
taka bygningarnar.
Fiskavirking, sum fekk
bygningarnar sum part í
kreppuloysnini, játtar, at
bygningarnir fara at verða
brúktir vinnuliga, og so
skuldi alt verið í lagi.
Men so stinga hógvarnir
knappliga undan. Alt hevði
verið so ólíka lættari, um
tað bar til at virka frystan
russarafisk í Vági. Hesin
fiskur kann fáast til keyps
og virkast til frálíka ES-
marknaðin, og so fáa
Vágbingar aftur arbeiði.
Sjálvsagt kann hetta ikki
verða gjørt í morgin sum
ein
annan
dag.
Tann
studningur, sum fyrr varð
latin til Fiska-virking til
virkingar av innfluttum
russarafiski verður ikki
longur latin. Tí má tað
almenna uppí og aftur lata
henda studning, svarandi til
tollin, ið annars skuldi
verið goldin av hesum
fiski, fór hann beinleiðis
inn á ES-marknaðin.
Hokus pokus. Um bert
tað almenna kann seta í
gildi aftur studningin at
virka russarafisk, eru Vág-
bingar og Fiskavirking væl
fyri. Kravið frá Vágs
kommunu um, at virkis-
bygningarnir verða nýttir til
virkingar, kann nú verða
vent ímóti landskassanum.
Hesa nýhugsan kunnu helst
øll taka undir við, og hon er
løtt at fáa løgtingsmenninar
í Suðuroy at arbeiða fyri.
Aðrir sleppa ikki framat
at royna seg í Vági, og talan
er heldur ikki um at brúka
stak bíliga Føroya-fiskin.
Fiskavirking verður sitandi
á
virkisbygningunum
í
Vági, meðan stuðul til
russarafisk verður við-
gjørdur. Uppskotið er sum
at blaka torvmold í eyguni
á fólki.
Studningur mennir
ikki - men bindur
Fyrst í níti-árunum skiltu
Føroyingar, at studningur
og almenn innblanding var
av tí ónda. Bæði forða fyri
menning og marknaðar-
tillaging. Tí var eisini um-
ráðandi, at russara-stuðulin
ikki varð givin longur, enn
neyðugt var fyri umstrukt-
urering og øðrum varandi
loysnum.
Russarastuðulin
varð
givin í tíggju ár, og verður
nú ikki givin longur, sjálvt
um lógarheimild helst enn
er fyri tí. Men skal hann
verða veittur aftur, eru óráð
at veita hann í ósambæri
við góðkendar studnings-
treytir í teimum londum,
vøran skal verða seld til.
Hetta veit Fiskavirking.
Tí mást tú spyrja, hvørji
ørindini eru við russara-
stuðli til Vágbingar.
Vinnuligir trupulleikar
og stígur eru ikki bara í
Vági, tó teir eru serliga
ringir har. Um alt landið
vena virki og skip seg. Ali-
vinnan hevur tað serliga
ringt, og tænastuvinnurnar
hjá fiski- og alivinnuni
merkja eisini minkandi
eftirspurning. Góðu tíðir-
nar seinast í níti-árunum
vórðu ikki brúktar til var-
andi at bøta um kappingar-
førið á krevjandi markn-
aðum. Teir studningar, sum
framvegis
hava
verið
veittir, tykjast heldur at
hava hildið virkjum føst í
gomlum vøru- og fram-
leiðslumynstri - og nú fær
arbeiðsmaðurin skylduni.
VIÐMERKINGAR
Altjóða kvinnudagur 8. mars og javnstøðulógin
Fór so alt aftur í studning?
Heidi Petersen
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Altjóða kvinnudagurin 8.
mars gevur okkum høvi at
varpa ljós á kvinnupolit-
iskar spurningar, og haldi
eg tað tað vera hóskandi at
gera eina lítla eftirmeting
av javnstøðulógin nú hon
skal hátíðarhaldast.
Javnstøðulógin verður í
ár 10 ár, og verður hetta há-
tíðarhildi við stórari ráð-
stevnu
í
Norðurlanda-
húsinum 10. mai. Enda-
málið við ráðstevnuni verð-
ur soleiðis lýst:
Endamálið við ráðstevn-
uni er at geva íblástur og
vísa á gongdar leiðir fram
móti einum rættvísum,
demokratiskum og fjøl-
broyttum samfelag.
Í fyrireikingum hevur
stórur dentur verið lagdur á
at skapa eina skrá, sum
bæði kynini halda vera
áhugaverda. M.a. fyri at
gera upp við fatanina hjá
summum um javnstøðumál
sum kvinnumál.
Eisini hevur dentur verið
lagdur á góðsku. Framløgu-
fólkini og orðstýrarin eru
kend og hava skarað framúr
á sínum øki. Norður-
landahúsið er valt sum
karmur um ráðstevnuna.
Oddvør Skarðhamar, sum
er kend fyri sína góðu og
fjølbroyttu matarskrá, borð-
reiðir á døgurða. Dagurin í
Norðurlandahúsinum endar
við einari hugnaligari løtu,
har høvi er at tosa við
framløgufólk og luttakarar
um dagin og tey inntrykk,
sum fólk hava fingið.
Ráðstevnan verður lýst
við eini sera áhugaverdari
skrá, har millum onnur
Vígdis
Finnbogadóttir,
fyrrv. forseti Íslands, um-
røður evni: Javnstøða - hví
og hvussu? Vónandi fær til-
takið, sum javnstøðunevnd-
in stendur fyri, góða undir-
tøku millum fólk, bæði
kvinnum og monnum, so
endamálið við ráðstevnuni,
at skapa eitt rúm har bæði
kynini møtast til orðaskifti
um javnstøðu sum kvinnu-
mál og mannsmál, verður
nátt.
Hvat er so endamálið við
javnstøðulógini frá 3. mai
1994. Í formælinum til
lógina stendur soleiðis:
Endamálið við lógini er
at
beina
burtur
allan
mismun vegna kyn.
Meginreglan er, at tað
ikki er loyvt at gera mis-
mun á fólki vegna kyn. §1,
stk 2 er frávik frá hesum, tí
har stendur, at tað er loyvt
at tryggja øðrum kyninum
serlig rættindi, um enda-
málið er at fáa javnstøðu á
økinum.
• Starvsseting, løn og
yrkis- og menningarmøgu-
leikar eiga at vera tey somu
fyri kynini bæði
• Foreldrafrávera eigur
ikki at føra til, at starvsfólk
ikki fáa somu sømdir sum
onnur starvsfólk, tá um
útbúgving og framflytan
ræður
• Frálærutilfar v.m. skal
samsvara
javnstøðuhug-
sjónini
• Almennar nevndir og
ráð skulu hava javnt kyns-
býti
Hyggja vit eftir og meta um
hvat vit hava fingið burtur-
úr, at náa málinum sum
javnstøðulógin setir, er lætt
at fáa eyga á at misjavnt er
við hvussu hevur gingist.
Viðvíkjandi fyrsta málsetn-
inginum haldi eg at vit eru
komin rættiliga langt. Haldi
at starvssetanir, løn og yrk-
is- og menningarmøguleik-
arnir eru um at verða eins
fyri bæði kynini. Kvinnur
tora betur at taka avbjóð-
ingarnar upp á arbeiðs-
marknaðinum, og menninir
tora betur at halda seg til
øki, sum sambært siðvenju
eru kvinnuøki. Her manglar
kanska tað at kvinnur halda
seg framat teimum sokall-
aðu mannsøkjunum, men
eisini her eru kvinnur um at
koma við.
Næsti setningur, í enda-
málunum hjá javnstøðu-
lógini um foreldrafráveru,
haldi eg vera náddan.
Grundin er serliga skipanin
við barsilsgrunninum og
avtalum á arbeiðsmarknað-
inum, um fráveru vegna
sjúk børn, har bæði foreldr-
ini hava eitt ávíst tal av
døgum, tey kunnu vera
heima hjá sjúkum barni,
fyri at takka.
Tá vit koma til frálæru-
tilfar í allari okkara skúla-
skipan, heilt frá fólkaskúla
til fróðskaparsetur, er verri
statt. Mær vitandi eru ongi
ítøkili tiltøk sett í verk fyri
at føroyskir skúlanæmingar
og lesandi skulu fáa eina
javnbjóðis mynd av leiklu-
tinum og týdninginum hjá
kvinnum og monnum í
samfelagnum. So her er eitt
øki sum arbeiðast má viðari
við í komandi tíðum, og frá
politiskari síðu eiga stig at
verða tikin til at fáa gongd
á eitt slíkt arbeiði.
Heldur ikki kann sigas, at
nátt er á mál við seinasta
setninginum í endamál-
inum hjá javnstøðulógini
um, at almennar nevndir og
ráð skulu hava javnt kyns-
býti. Her haldi eg heilt
einfalt at tað hevur skortað
uppá politiskan vilja at
fremja hendan málsetning.
Undanførðslurnar
eru
nógvar,
og
orsøkirnar
kunnu vera ymiskar, men
eitt er heilt greitt, at tað
altíð er trupult at víkja frá
eini valdspositión.
Niðurstøðan er, at tað
framvegis er nógv arbeiði
hjá javnstøðunevndini eftir
at gera, og vónandi fær
nevndin góðar karmar at
arbeiða undir. Mín vón fyri
framtíðina er, at javnstøðu-
nevndin kann víðka um sítt
virksemi, til eisini at um-
fata útbúgvingar- og menn-
ingararbeiði, fyri at fáa
fleiri kvinnur virknar í før-
oyskum politikki. Støðan í
løtuni er ikki nóg góð á
hesum øki, við bert trimum
kvinnum á Løgtingi ella
knapt 10% og 60 kvinnum í
bý- og bygdarráðum ella
22%, er sjónligt at enn er
langt aftir á mál,og vil eg
gera mína ávirkan galdandi
til tess at bøta um hesi
viðurskifti.
C
M
Y
K
11
10