týsdagur 9. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 47 - 9. mars 2004
Nr. 47 - 9. mars 2004
13
Harðskapur móti kvinnum
er ein sjúka, sum etur
mergin í øllum samfeløgum
í øllum heimsins londum,
segði Irene Khan, aðal-
skrivari í Amnesty Inter-
national, tá ið heimsumfat-
andi átakið varð sett í
gongd á tíðindafundi í
London tann 5. mars.
Bæði í friðartíð og tá ið
kríggj herja eru kvinnur
fyri ógvusligum ágangi,
bara tí tær eru kvinnur.
Milliónir av kvinnum verða
bukaðar, neyðtiknar, myrd-
ar, álopnar og meiðslaðar,
og rætturin at liva verður í
mongum førum noktaður
teimum. Í minsta lagi ein av
hvørjum trimum kvinnum í
heiminum eru fyri álvars-
ligum harðskapi í teirra
lívi.
Amnesty
International
heitti á allar menn og
kvinnur um at standa
saman um at steðga hesi
ræðuligu skomm í okkara
tíð.
"Hetta er ikki nakað, sum
bara hendir aðrastaðni, tað
hendir eisini her. Tað er ikki
bara nakað, sum hendir
øðrum, tað hendir eisini
tær, vinum tínum og tíni
familju. Ikki fyrr enn vit øll,
menn eins væl og kvinnur,
siga: "nei, eg vil ikki, at
hetta skal henda", kunnu vit
gera enda á harðskapinum"
segði Irene Khan.
Amnesty
International
hevur í sambandi við átakið
givið út frágreiðingina It is
in our hands - Stop vio-
lence against women. Nið-
an fyri er inngangurin, sum
Irene Khan hevur skrivað.
TAÐ ER Í OKKARA
HONDUM
Eftir Irene Khan, aðal-
skrivara í Amnesty
International
Í fjør hitti eg Jamilu í
kvinnufongslinum í Kabul,
eina 16 ára gamla afganska
gentu. Fongslið var fult av
kvinnum,
ákærdar
fyri
ótrúskap, fyri at rýma frá
harðligum monnum ella
fyri at vilja giftast manni,
tær sjálvar høvdu valt.
Jamila varð burturflutt úr
heimi sínum í Kunduz árið
fyri, noydd at gifta seg,
misnýtt og neyðtikin. Tá ið
pápabeiggi mann hennara
hótti við at neyðtaka hana,
orkaði hon ikki longur og
tók til rýmingar. Men løg-
reglan handtók hana og
sendi hana í fongsul fyri at
vera rýmd frá manni sínum.
Jamila segði fyri mær, at
hon vildi sleppa heimaftur
til foreldur síni, men hon
óttaðist fyri, at pápin skuldi
drepa seg, tí hon, eftir
hansara tykki, hevði dálkað
æruna hjá ættini. Drap hann
hana ikki, so fór maðurin,
hon hevði verið noydd at
gift seg við, heilt vist at
gera tað. Hennara ótti var
ikki ógrundaður. Fyrr sama
árið hevði afganski forset-
in, Hamid Karzai, givið
einum 20 kvinnum grið,
kvinnum í somu støðu sum
hon. Fleir teirra høvdu
teirra egnu familjur síðani
dripið, aðrar vóru "horvn-
ar". Men hóast alt hetta
lýstu eygu hennara vónrík,
tá ið hon segði mær, at ein
dagin fór hon at sleppa úr
fongslinum, giftast manni,
hon sjálv valdi sær, og liva
eitt frælst lív.
Eg hitti ongantíð Palomu,
men mamma hennara segði
mær hennara søgu. Paloma
var ein av fleiri hundrað
ungum
kvinnum,
sum
vórðu myrdar í býnum
Ciudad Juárez á markinum
millum Meksiko og USA. Í
eini 10 ár høvdu kvinnur
verið burturfluttar, píndar,
neyðtiknar
og
dripnar.
Myndugleikarnir
gjørdu
lítið við at kanna, reisa
ákæru ella steðga hesum
brotsverkum, tí hetta vóru
fátækar, máttleysar kvinnur
við ongari politiskari ávirk-
an. Nógvar vóru komnar til
Ciudad Juárez fyri at ar-
beiða í maquiladoras
-
verksmiðjum, sum altjóða
fyritøkur hava bygt á
meksikanska
markinum
fyri at fáa fyrimun av lág-
um skatti og ódýrari meksi-
kanskari arbeiðsmegi. Ung-
ar kvinnur sum Paloma
leitaðu til hesa lokkandi
vinnuna fyri at bøta um síni
livikor, men gjørdust í
staðin offur fyri alheims-
gerðini. Tað, sum var ser-
merkt í hesum máli, var
dirvið hjá mammunum at
teimum, ið vórðu dripnar í
Ciudad Juárez. Tær hava
skipað seg og stríðast fyri
rættvísi. Saman við teimum
og øðrum eydnaðist tað
Amnesty International at
noyða stjórnina í Meksiko
til í fjør at taka málið upp
og gera eina roynd at steðga
hesum drápum.
Søgurnar um Jamilu og
Palomu eru bara tvey dømi
av fleiri milliónum í teim-
um skammiligastu manna-
rættindabrotunum í okkara
tíð: harðskapinum móti
kvinnum.
Kvinnur í Asia og Mið-
eystri verða dripnar, tí víst
verður til æru. Gentur í
Vesturafrika verða kynsliga
meiðslaðar, tí víst verður til
siðvenju. Kvinnur, ið koma
til Vestureuropa at leita sær
arbeiði ella sum flóttafólk,
verða álopnar, geva tær seg
ikki undir teir sosialu sið-
irnar í londunum, tær koma
til. Ungar gentur í Suður-
afrika verða neyðtiknar og
smittaðar við HIV/AIDS, tí
at gerningsmenninir halda,
at kynsligt samband við
jomfrýr er heilivágur móti
sjúkuni. Og í ríkastu og
mest framkomnu londun-
um í heiminum verða
kvinnur bukaðar til deyðis
av monnum sínum.
Hesin harðskapur trívist,
tí at ov nógvar stjórnir
látast ikki at síggja hann og
loyva, at hetta fer fram
órevsað. Í ov nógvum
londum gera lógir, umsiting
og vanar mun á monnum og
kvinnum, forða fyri javn-
støðu teirra millum og
koma kvinnunum í vanda
fyri harðskapi. Í ov nógvum
londum eru kvinnur fang-
aðar í fátækradømi, sum
hevur harðskap við sær. Ov
ofta geva siðir og sam-
felagsskipan monnum ræði
á lívi og kroppi hjá kvinn-
um. Í ov nógvum samfeløg-
um fremja átrúnarleiðarar
og fjølmiðlar hugburðir og
siðvenjur, sum niðurgera og
kúga kvinnur. Ov ofta bróta
vápnaðir bólkar alment
galdandi mannarætt og
brúka neyðtøkur sum vápn
í kríggi fyri at spotta og
vinna á sínum fíggindum,
og ov ofta eydnast teimum
at sleppa undan órevsaðir.
Tann skjóti vøksturin í
tali á løttum vápnum, hern-
aðargeringin av mongum
samfeløgum og afturstigini
í mannarættindunum í sam-
bandi við "kríggj móti
yvirgangi", alt hetta ger
bara støðuna hjá kvinnum
verri.
Mannarættindi
eru
heimsumfatandi, og harð-
skapur móti kvinnum hevur
gjørt hesi brot á manna-
rættindi heimsumfatandi.
Kvinnur úr ymiskum lond-
um og ymiskum heims-
pørtum, við ymiskum
átrúnaði, ymiskari mentan
og samfelagsligari støðu,
útbúnar ella ikki, annað-
hvørt tær liva mitt í kríggi
ella í friðartíð: allar eru tær
bundnar saman við einum
felags bandi av harðskapi -
ofta í hondunum á stjórn
ella vápnaðum bólkum,
samfelagi
ella
egnari
familju.
Tann størsta avbjóðingin
móti hesari plágu er komin
frá einstøkum kvinnum og
kvinnubólkum, sum hava
gjørt vart við seg og talað
at, ofta við at seta lívið í
váða. Tær hava skipað seg
og kravt rættvísi. Tær hava
kravt, at mannarættindi
teirra verða vird og vard.
Tað er teimum fyri at takka,
at týðandi framstig eru
gjørd í altjóða sáttmálum
og skipanum, lógum og
politiskum ætlanum. Men
hesi framstig formáa sær
óhugnaliga lítið í mun til
tann veruliga tørvin, tí tey
lyfti, tey boða, hava so ringt
við at gerast meira enn bara
vónir.
Altjóða
sáttmálar
og
skipanir koma bara til
nyttu, verða tær settar skil-
víst í verk. Annars eru tær
bara orð. Lógir og polit-
iskar ætlanir geva bara
verju, verða tær virdar.
Annars eru tær bara prent-
að skriv. Mannarættindi eru
bara verulig, geva tær javn-
bjóðis og felags verju. So
avbjóðingin er framvegis at
virka fyri broytingum, sum
kunnu gera veruligan mun í
lívinum hjá kvinnum. Hetta
er tað, sum kvinnur um
allan heim stremba eftir í
dag.
Við átakinum Steðgið
harðskapi móti kvinnum
leggur Amnesty Internatio-
nal sína egnu rødd til hesa
stremban. Vit hava arbeitt
saman við fjøld av fólki
innan fyri og uttan fyri
Amnesty International fyri
at seta í verk hetta fjøl-
broytta átakið at fáa í lag
broytingar á altjóða stigi og
í teimum einstøku lond-
unum og samfeløgunum
gjøgnum mangar luttakarar
og mong tiltøk.
Vit heita á leiðarar, fe-
lagsskapir og einstaklingar
um alment at streingja á
fyri at gera mannarættindi
til veruleika fyri allar
kvinnur. Vit vilja ávirka
stjórnir til at undirskriva ST
samtyktina um avtøku av
øllum mismuni mótvegis
kvinnum og tær samsvar-
andi sjálvbodnu reglurnar
uttan at taka fyrivarni. Í
summum londum fara vit at
virka fyri avtøku av lógum,
ið gera mun á monnum og
kvinnum, og sum halda
harðskapinum
uppi.
Í
øðrum londum fara vit at
heita á stjórnirnar um at
seta í verk lógir, sum verja
kvinnur og revsa neyðtøku
og onnur sløg av kynsligum
ágangi. Vit fara at lurta eftir
tí, sum kvinnur hava at
siga, arbeiða saman við
teimum og hjálpa teimum
við at skipa seg. Vit fara at
seta okkum í samband við
felagsskapir og myndug-
leikar á staðnum fyri at fáa
stuðul til tiltøk, ið gera tað
møguligt hjá kvinnum at
liva við ongum harðskapi.
Vit vilja stríðast fyri
rættinum hjá kvinnum til
politiska og fíggjarliga
javnstøðu. Vit vilja seta
spurningar við átrúnarligar,
sosialar og mentanarligar
vanar, ið seta kvinnur til
viks og eru hóttan ímóti
teimum. Vit vilja virka fyri
at fáa enda á líkasæluni,
sum valdar, annaðhvørt
harðskapurin fer fram á
vígvøllinum ella í sovi-
kamarinum.
Vit vilja vinna undirtøku
frá monnum. Eisini menn
pínast, tá ið kvinnur eru
fyri harðskapi, og nógvir
teirra eru uppi í arbeiðinum
at fordøma og útrudda
harðskap móti kvinnum.
Endamálið við okkara
átaki er ikki at avmynda
kvinnur sum offur og lýsa
mannfólk sum brotsmenn.
Endamálið er at fordøma
harðskapin í sjálvum sær.
Tað fer at krevja, at vit øll
broyta hugsan, ikki bara
sum felagsskapir og stovn-
ar, men eisini sum einstak-
lingar.
Hetta átakið líkist frá
øllum øðrum, sum vit áður
hava sett í verk, tí tað heitir
á hvønn einstakan okkara
um at taka ábyrgd. Harð-
skapur móti kvinnum endar
ikki, fyrr enn hvør einstak-
ur er til reiðar at siga við
seg sjálvan: ger tað ikki,
loyv ikki øðrum at gera tað
ella tola tað, og gevst ikki,
fyrr enn endi er fingin á tí.
Harðskapur móti kvinn-
um finst um allan heim,
men sleppast kann undan
honum. Vit kunnu gera
enda á harðskapi móti
kvinnum, og við tykkara
hjálp fara vit at gera tað.
Steðgið harðskapi móti
kvinnum
Amnesty International fer undir heimsumfatandi átak
Vit vilja stríðast fyri rættinum hjá kvinnum til politiska og fíggjarliga javnstøðu. Vit vilja seta
spurningar við átrúnarligar, sosialar og mentanarligar vanar, ið seta kvinnur til viks og eru
hóttan ímóti teimum. Vit vilja virka fyri at fáa enda á líkasæluni, sigur Amnesty International
í heimsumfatandi átakinum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
9. mars. Fjøruti riddarar, deyðir í 320. Keisarin
Licinius gav boð um, at øll kristin skuldu avnokta
trúnna. Fjøruti riddarar í Sebaste í tí núverandi
Turkalandi vildu ikki gera eftir boðunum og vórðu
settir naknir út á ein ísflaka, men teir valdu allir,
uttan ein, heldur at frysta í hel enn at ganga frá
trúnni. Sum veðrið var henda dagin, skuldi tað vera
teir komandi 40 dagarnar.
Sverri kongur Sigurðsson doyði í Bergen hendan
dagin í 1202.
Gøran Wennerstrøm varð á
aðalfundi hjá Starvsmanna-
felagnum valdur til "Ársins
áltisifólk".
Grundgevingarnar fyri,
at
Starvsmannafelagið
valdi Gøran Wennerstrøm
til ársins álitisfólk eru hes-
ar:
Við ágrýtni, eldhuga og
nærlagni hevur hann røkt
starv sítt sum álitisfólk, og
verið mongum til fyrimynd í
fakfelagsliga starvi sínum.
Gøran siglir sum dekkari
við Smyrli, og var valdur til
álitsifólk í oktober 2001.
Hann byrjaði at sigla hjá
Strandferðsluni í 1991og
sigldi til 1994, tá hann flutti
til Danmarkar, har hann
sigldi við DSB og DFDS í
seks ár, til hann í 2000
flutti heim aftur til Føroya
og fór aftur í starv hjá
Strandferðsluni.
Síðani
hevur Gøran siglt við
Smyrli.
Gøran, sum er føddur
10.november 1964, býr
saman við Leilu, og eiga
tey tvey børn, Høgna, sum
er 12 ár og Silju, sum er 1
ár.
Gøran Wennerstrøm:
Kosin »Ársins álitisfólk«
Gunleiv Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, h.m. handar gávu og blómur til Gøran
Wennerstrøm, sum er kosin "Ársins álitisfólk"
Mynd: Starvsmannafelagið
Tøkk
Hjartans tøkk til KFUK og familju mína,
sum umframt gávur góvu mær føðingar-
dagshaldið og gjørdu mín 80 ára dag
ógloymandi fyri meg.
Somu heilsan og hjartans tøkk gevi eg feløg-
um, stovnum, bløðum og tykkum mongu,
sum vitjaðu niðan í KFUK henda dag.
Tøkk fyri gávur, røður, greinar, fjarrit og
telefonsamrøður. Eg hevði ikki uppiborið
bert ein evurslítlan part av øllum hesum,
men inniliga tøkk!
Við ynski um signing Guðs.
Vinarliga Jona
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermama, omma
og langomma okkara
Berghild Ingrid á Mýrini
andaðist og varð jarðað.
Eina stóra tøkk til Ingu Poulsen Dam prest,
fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum,
sum lótu eina gávu til Meinigheitshúsið Saron.
Somuleiðis ein tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Hergeir, Martin, Jónberg og Arndal
Ditlev var føddur 26. janaur 1923 –
í Funningi. Lítil var hann, tá hann
misti pápan, sum liggur jarðaður í
Reykjavík.
Mamman gav ikki upp, men fór
til Havnar ar arbeiða soleiðis, at
hon kundi breyðføða seg og børnini
bæði.
Ditlev for á læraraskúlan og fekk
prógv í 1946. Fyrstu árini var hann
lærari í Leirvík. Har fann hann sær
ta vøkru ungu Margit, sum kom at
fylgja honum alt lívið. Tey fóru
bæði til Danmarkar á deyvaskúlan
á Kastelvegnum. Har komu tey at
hitta deyvar føroyingar, t.d. Oddvør
úr Sandavági, Súsonnu hjá Trygva
o.o.
Men so kemur ein áheitan til
Ditlev, um at fara til Føroyar at
kanna, um tað var tørvur á deyva-
skúla. Hetta er eftir, at Annelena og
Jákup í Gøtu høvdu sent 5 av teirra
børnum, sum vóru deyv til Dan-
markar.
Jú, endin verður, at skúli fyri
hoyri- og talibrekað verður settur á
stovn, í oktober 1962. Áðrenn Dit-
lev kom til Føroya vóru flest brek-
að – deyv – blind – rørslubrekað
og menningartarna – send til Dan-
markar, tí ongin skúli kundi hava
tey.
Fyrstu tíðina vóru tey tveyeini –
tað var til stóra gleði og signing.
Undirritaða var so heppin at fáa
arbeiði á hesum skúla. Eg nýti høvi
til at takka teimum báðum fyri
teirra ótroyttiliga arbeiði fyri at fáa
tað besta burtur úr. Tað næstbesta
kundi ikki brúkast: bara tað besta.
Hetta var ein spennandi tíð, tí hetta
var alt nýtt, og skuldi byggjast upp
av nýggjum. Av tí, at tað tíbetur
vóru so fá, so komu tey at ganga á
sama stovni. Tað vísti teg seinri, at
tað var ikki so galið – tvørturímóti.
Øll sóu, at næmingarnir trivust
og lærarnir trivust, so har skuldi
nakað gott koma burtur úr. – Ikki
eru tey fá, sum støkka inn á gólvið
enn. Eisini eitt annað var, her
støðaðust lærararnir væl og leingi.
Alt vóru ikki reyðar rósur, nei, tí
nú knappliga høvdu nøkur funnið
útav, at tað var ikki gott fyri børn at
fara heimaní frá. Eingin hevði gjørt
vart við hetta tá børnini vóru send
til Danmarkar. Vit líknaðu Ditlev
við Jósva – múrskeiðini í aðrar
hondini og svørðinum í hinari.
Vit høvdu eitt sera gott samstarv
og stóðu sum ein maður, tá ið
»sjógvarnir brutu«.
Eitt, sum var sera gott, og tað var
at Margit var ein so ómetaliga
góður stuðul bæði í skúla og ikki
minst heima.
Hesi seinastu árini var Ditlev illa
sjúkur, og nú var Margit aftur
bjargingin. Góða Margit eg virðis-
meti alt títt arbeiði sera høgt.
Ikki minst eftir, at Ditlev var so
sjúkur. Og so her til seinast, at tað
var so væl lagað, at tú vart hjá hon-
um í hansara síðstu løtu – at hann
doyði í ørmum tínum. Tað var væl-
signað. Tú vart eisini sera takksom
fyri hjálp frá versoninum, sum
gjørdi alt, ið gerast kundi.
Bert spell, at tað verkið, sum Dit-
lev bygdi upp frá grundini, skuldi
verða niðurbortið so skammiliga.
Tað er tíverri so, at tað sum eydnast
væl og gongur væl ikki má fáa
loyvi til tað í Føroyum.
Eg takki Gudi fyri, at eg fekk ta
gleði at arbeiða saman við Ditlev.
Hann lærdi okkum nógv. Hann var
sera góður við næmingarnar og
annars alt starvsfólkið.
Vit hava nógv góð minni.
Góða Margit! Harrin styrki teg
og øll tíni.
Tann deyva Ingeborg Næstved
yrkti sangin »Mens jeg lever« hon
sigur í einum ørindi.
Så stakket er livet hernede,
og hvorfor forstår vi dog ej
af sol og af smil at sprede
eg væld på hverandres vej.
Signað verður minnið um Ditlev.
Hvíl í friði.
Hanna Lisberg
Til minnis um
Ditlev Olsen,
fyrrverandi skúlastjóra
C
M
Y
K
13
12