Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2004 15 Fiskimenn skulu hava neyðugu hvíldina – Eg haldi, at hetta er tað, sum vit kundu rokna við í tíðum sum hesum, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein SÁTTMÁLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið hugt verður í nýggja sáttmálan millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag, eru eingi pro- sentir nevnd, hvørki upp- eftir ella niðureftir. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sól- stein, sigur, at eingi pros- entir vórðu broytt undir samráðingunum millum feløgini. – Burtursæð frá smáum justeringum, kunnu vit siga, at sáttmálin er óbroyttur. Hann heldur ikki, at tað var so tungt hesaferð at fáa sáttmálan undir land, men onkur mál vóru á vegnum, sum partarnir í fyrstu syfti ikki vóru samdir um. Jákup sigur, at Reiðara- felagið er nøgt við sáttmál- an, sum nú er undirskriv- aður. Hann vísir á, at soleiðis, sum gongdin er í fiskiskipa- flotanum við lágum fiska- prísum á øllum fiska- sløgum, vildi Reiðarafel- agið ikki hoyra talan um nakra hækking í prosentum. Hinvegin var sum nevnt heldur eingin lækking. – Eg haldi, at hetta er tað, sum vit kundu rokna við í tíðum, sum hesum. Jákup Sólstein vísir á, at fiskiskipaflotin hevur havt nøkur góð ár, men nú er vent, og tí er ikki ráðiligt at økja um hýruútreiðslurnar. – Hetta er tað, vit komu ásamt um, og tað avgerandi er, at vit eru samdir og hava fingið ein nýggjan sátt- mála, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum í stuttari viðmerking. Føroya Fiskimanna- felag fer at seta eina kanning í verk av ar- beiðstíðini umborð á fiskiskipum. Ætlanin er at kanna dagbøkur og døgnlistar og senda spurnarbløð umborð á skipini, har fiskimenn verða spurdir um arbeiðstíð og frívakt SÁTTMÁLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag undir- skrivaðu, 3. mars, nýggjan sáttmála, sum verður gald- andi fram til, 1. desember 2004. Sáttmálin kann sigast upp við tveimum mánaðar freist til, 1. desember 2004. Upprunaliga gekk sáttmál- in út, 1. desember 2003, men partarnir samdust í fyrsta lagi um at fram- leingja tá galdandi sáttmála til 15. januar 2004. Semja var um, at gamli sáttmálin skuldi vera galdandi, so leingi samráðingar vóru. Fyrsti samráðingarfundur var júst 15. januar, og tá legði Fiskimannafelag fram síni ynski um broytingar. Hvíldartíðin haldast Eitt av høvuðynskjunum hjá FF var, at lógarásetta hvíldartíðin sambært grein 55 í sjómanslógini verður hildin. Í nýggja sáttmálanum staðfesta feløgini, at lógar- ásetingin er sett fyri at tryggja heilsuna hjá fiski- monnum, og tí skal lógin haldast. Sambært lógini hevur manningin á fiskiskipum, tá ið viðurskiftini ikki gera tað ógjørligt, rætt til 8 tímar hvíld um samdøgnið. Av hesum skulu seks tímar av hvíldartíðini vera saman- hangandi. Umborð á trolar- um eigur manningin tó rætt til 6 tíma vaktarskifti. Und- antøk kunnu í einstøkum førum gerast, tá ið meiri- lutin av manningini kemur ásamt við skiparan um hetta. Í nýggja sáttmálanum stendur, at kann veiðan ikki fáast til høldar við ásettu hvíldartíðini, skulu stig takast, so hvílarreglurnar kunnu haldast. Tøkniligar loysnir Fiskimannafelagið fegnast um, at Reiðarafelagið nú hevur viðurkent, at tað eisini er teirra ábyrgd, at hvíld- artíðirnar verða hildnar. – Hetta kann slóða fyri, at tøkniligar loysnir verða framdar á hesum øki, so- leiðis at hvíldarreglan kann haldast, sigur FF. Felagið ásannar sam- stundis, at fiskimenn eisini hava eina ábyrgd í hesum sambandi. – Ábyrgdin er, at tað ikki skal loysa seg at seta heils- una í vága fyri at fáa uppí lastina nakrar tímar fyrr, enn tað annars vildi tikið, sigur Fiskimannafelagið. Umstøðurnar kannast Felagið fer at seta eina kanning í verk av arbeiðs- tíðini umborð á fiski- skipum. – Hetta kann gerast við at kanna dagbøkur og døgn- listar. Ein annar møguleiki er eisini at senda spurnar- bløð umborð á skipini, har spurt verður, hvussu langa frívakt menn hava havt, dag um dag. Fiskimannafelagið ætlar eisini at kalla Føroya Skip- ara- og Navigatørfelag til fundar fyri at tosa um, hvussu yvirmenn kunnu viðvirka til, at hvíldarregl- an verður hildin. Men í fyrsta umfari verð- ur eitt skriv sent manning- um, skiparum og reiðarum, har víst verður til protokoll- atið, sum feløgini hava gjørt um. Nakrar krónur til eftirlønina – Hetta er ein týdn- ingarmikil partur í sáttmálanum, tá ið havt verður í huga, hvussu tungt tað hevur verið at fáa eina lógarásetta skip- an á økinum, sigur Fiskimannafelagið SÁTTMÁLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var eitt stórt framstig hjá fiskimonnum, sum onga eftirlønarskipan hava havt, tá ið Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag í 2002 gjørdu avtalu um eina eftirlønarskipan, sum reiðarar eisini skulu gjalda sín part av. Í løtuni er inngjaldið 27 krónur hjá reiðara og 20 krónur hjá fiskimanni fyri hvønn mynstraðan dag. Hesar upphæddir hækka í nýggja sáttmálanum í tveimum stigum, soleiðis at tær 1. juli 2005 verða 30 krónur úr reiðarans lumma og 22 krónur úr lumm- anum hjá fiskimonnum. – Hetta ljóðar kanska ikki so nógv, men er í samsvar við lønar- gongdina í samfelagnum hesi tvey árini. Fiskimannafelagið fegnast tó um, at hetta eisini er ein óbeinleiðis viðurkenning av, at talan er um eina skipan, har virðið av henni skal varð- veitast í mun til lønar- støðið yvirhøvur. Einki í væntu – Hetta er ikki minst týdn- ingarmikið, tá ið havt verður í huga, hvussu tungt tað hevur verið at fáa eina lógarásetta skipan á økinum. Her kunnu vit ikki rokna við nøkrum, fyrr enn vit síggja tað, heldur FF og vísir á, at seinasta ivamálið í hesum sambandi er fráboðaða økingin í samhaldsfasta eftirlønargrunninum. Fiskimannafelagið vísir á, at henda øking var tengd at einum skatta- lætta, sum nú sambært al- mennum fráboðanum er ivasamur. Í nýggja sáttmálanum millum feløgini er avtal- að, at 1. juli í ár leggja bæði reiðarar og fiski- menn eina krónu aftrat eftirlønini hjá fiskimonn- um, og 1. juli 2005 leggja reiðararnir tvær krónur aftrat og fiskimenn eina. Umsíðir fingu fiskimenn í 2002 eina eftirlønarskipan, sum bæði reiðarar og fiskimenn sjálvir gjalda til. Sambært nýggja sáttmálanum, verður skipanin styrkt við inngjøldum frá báðum pørtum komandi árið - Vit vóru ikki samdir um øll mál, men tað avgerandi er, at vit nú hava fingið ein nýggj- an sáttmála, sigur Jákup Sólstein, sum ikki heldur, at grundarlag er fyri at økja um hýruútreiðslurnar, soleiðis sum gongdin í fiskiskipaflot- anum er Eingin øking í prosentum – Ábyrgdin hjá fiskimanninum er, at tað ikki skal loysa seg at seta heilsuna í vága fyri at fáa uppí lastina nakrar tímar fyrr, enn tað annars vildi tikið, sigur Fiskimannafelagið 15 14 Nr. 47 - 9. mars 2004 Tá farið varð undir at byggja Norður- landahúsið fyri stívliga 20 árum síðani, vórðu serfrøðingar av ymiskum slag og úr ymiskum londum tiknir við sum ráðgevarar. Ein teirra var Miklós Ölveczky, sum var við frá fyrstu løtu. Miklos varð føddur í býarpartinum Buda í ungarska høvuðsstaðnum Budapest 7. august 1938, og hann doyði nú 21. februar, 65 ára gamal. Hann fekk útbúgving sum sivilverkfrøðingur og varð leiðari av sjónleikateknisku útbúgvingini á filmsakademiinum í Budapest. Seinni gjørdist hann tekniskur stjóri á ungarska Tjóðleikhúsinum. Konan og hann fóru úr Ungarn nakað eftir uppreisturin í 1956, sum Sovjet- samveldið bardi niður, og fyrst í sjeyti- árunum komu tey til Malmø, har hann í fleiri ár var sjónleikatekniskur leiðari á býarleikhúsinum. Í 80-árunum fluttu tey til Noregs, og har hevði hann ein stóran leiklut í endurreisnini av Tjóð- leikhúsinum í Oslo eftir eldsbrunan. Hann var í sjeyti-, áttati- og nítiárun- um roknaður fyri at vera ein leiðandi serfrøðingur í funktiónsteknikki í mentanarútbúnaði. Tað gjørdi, at hann virkaði sum ráðgevari í fleiri stórum prosjektum innanfyri leikhús, m.a. í Oslo, Reykjavík og Keypmannahavn. Somuleiðis var hann høvuðsráðgevari, tá Vetrarolympiadan varð hildin í Lillehammer í Noregi í 1994. Miklos var giftur við Cecília, sum eisini er úr Ungarn. Hon er sjónleikari og starvast sum dramaturgur á Norska Leikhúsinum í Oslo. Tilknýti hansara til Føroyar kom, sum longu nevnt, við Norðurlandahús- inum. Hann var ráðgevari hjá arbeiðs- bólkinum, sum gjørdi avgerðarstøðið fyri Norðurlandahúsið. Somuleiðis var hann ráðgevari fyri arkitektakapping- ina, ráðgevari hjá bygginevndini, og hann prosjekteraði sjálvur teknikkin í húsinum. Í fleiri ár eftir, at húsið var liðugt, var hann ráðgevari á tekniska økinum. Hansara spesiali var fleirfunk- tiónsrúm sum td. Norðurlandahúsið. Miklos var tí nógvar ferðir í Føroy- um. Hann var sera væl dámdur, blíd- ligur, fyrikomandi og mentaður maður. Tá kommunisman fall í 1989-90 fekk Miklos aftur møguleika at vera virkin í Ungarn, og hann virkaði har, líka til hann doyði. Hann var høvuðsráðgevari, tá Ungarska Tjóðaroperan varð renoverað. Miklos var sjúkur tey seinastu árini. Cecília og hann fingu tveir synir, Chaba og Bence. Teir búgva báðir í USA. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Miklós Ölveczky deyður Mánadagin byrjaði Niels Kreutzmann í nýstovnaða starvin- um sum deildarstjóri fyri øllum ferðafólka- virkseminum hjá Smyril Line Niels Kreutzmann er 38 ár, útbúgvin cand. merc. og hevur drúgvar royndir inn- an ferðavinnu. Hann kemur úr einum starvi sum markn- aðarstjóri hjá Bornholms Trafikken, har hann hevur starvast síðani august 2000. Áðrenn hetta var Niels Kreutzmann marknaðar- stjóri í Grønlandsfly í trý ár, har hann starvaðist í til- samans 13 ár, áðrenn hann kom til Bornholms Tra- fikken. Niels Kreutzmann hevur sitið í ovasta leiðslu- bólkinum í báðum feløgum og hevur tilsamans sjey ára royndir sum marknaðar- stjóri innan skipa- og flog- ferðslu. Niels Kreutzmann, sum er uppvaksin í Nuuk, hevur føroyska konu og hevur verið nógv í Føroyum bæði privat og í ferðavinnuhøpi, haðani hann eisini hevur góðan kunnleika um ferða- vinnuna í Norðuratlants- havi. - Hesa fyrstu tíðina fari eg at brúka til at fylgja teimum ætlanum, sum Smyril Line hevur lagt fyri hetta árið, og síðani fari eg at seta út í kortið fyri 2005, sigur Niels Kreutzmann. Saman við Óla Hammer, stjóra, fer nýggi sølu- og marknaðarstjórin hjá Smyril Line eisini at brúka komandi tíðina til ferðast runt til agentar og tosa við starvsfólkini á teimum ymsu deildunum hjá felag- num. Nevndin í Smyril Line samtykti í november í fjør at søkja eftir einum sølu- og marknaðarstjóra við al- tjóða royndum og hollari útbúgving á økinum. Hetta varð gjørt eftir tilmælum í eini eftirmeting av søluni og marknaðarføringini hjá felagnum, sum norður- lendska ráðgevandi fyritøk- an, Ementor, og føroyska, Fjølmiðlaráðgevingin, gjørdu. Nýggi sølu- og marknaðarstjórin á Smyril Line byrjaður C M Y K 14 Síðani seinastu arbeiðs- marknaðarfrágreiðing úr USA, ið varð kunngjørd fyri mánaða síðani og sum gjørdist eitt vónbrot, hevur allur fíggjarheimurin bíðað eftir, at henda frágreiðing aftur skuldi almannakunn- gerðast farna fríggjadag. Eins og seinast gjørdist frá- greiðingin eitt vónbrot, tí einans 21.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í februar mótvegis teimum væntaðu 130.000. Samstundis varð talið fyri januar dagført skeivan vegin. Frágreiðingin fekk sera stóra ávirkan á marknaðir- nar fríggjadagin. Beint eftir kunngerðina viknaði doll- arin 1,5% mótvegis donsku krónuni og evruni sam- stundis sum t.d. rentan á danska 10-ára statsláns- brævinum lækkaði 0,12%- stig. Hetta svarar til, at kursurin hækkaði 0,95 stig. Sum heild góvu partabrøv sær lítið fær um vánaligu frágreiðingina. M.a. lækk- aði KFX einans 0,23%. Vánaliga arbeiðsmarkn- aðarfrágreiðingin fer at ávirka, serliga lánsbrøv og gjaldoyru, komandi vikur- nar. Orsøkin er, at lít varð sett á, at hendan frágreiðing veruliga fór at staðfesta framgongdina í USA, og at henda fór at fáa FED at geva boð um rentuhækking í USA. Áherðsla skal leggj- ast á, at frágreiðingin ikki setur framgongdina í USA í vanda, men førir við sær, at rentur sum heild ikki hækka í bræði. Samstundis vil evran styrkna aftur og halda renturnar á lágum stigi. Hetta er sostatt gott fyri bæði láns- og partabrøv. Hóast ECB ikki lækkaði rentuna á fundi teirra í farnu viku, hevur arbeiðs- marknaðarfrágreiðingin aftur økt um sannlíkindið fyri einari slíkar. Kortini meta vit, at evropiska rent- an verður óbroytt fram til endan av 2004. Í farnu viku kunngjørdi TDC ein góðan roknskap við bjørtum útlitum. TDC hækkaði um 3% kunngerð- ardagin. Hesa vikuna kunn- gerða m.a. Lundbeck, Group4Falck, ISS og Deutsche Telecom rokn- skap. Av tí at fáar búskaparlig- ar kunngerðir eru hesa vik- una, fer vikan at verða merkt av gongdini í farnu viku. Lánsbrævrenturnar fullu nógv og tí er møgu- leiki fyri vinningsstaðfest- ing, soleiðis at hesar aftur hækka eitt vet. Væntast kann, at partabrøvini fram- haldandi fara at standa seg væl hesa vikuna. Gongur illa at stovnseta arbeiðspláss