týsdagur 9. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 47 - 9. mars 2004
Nr. 47 - 9. mars 2004
17
Fíggjarmálaráðið varð ávarað
Hóast bæði aðalstjór-
in, Petur Alberg Lam-
hauge, og fíggjar-
málaráðharrin, Karst-
en Hansen, vóru
kunnaði um skatta-
holið, so varð lógin,
sum loyvdi hesum,
sett í gildi. Bæði frá
eini grannskoðanar-
fyritøku, sum hevði
málið til hoyringar,
og í einum innanhýsis
telduposti, har víst
varð á trupulleikan
SKATTAHOL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nýggja
kapitalvinnings-
skattalógin er neyvan vert
tað pappírið, sum hon er
skrivað á. Í øllum førum
ikki, um endamálið við lóg-
ini hevur verið at tryggja
eina einsháttaða skatting av
virðisbrøvum og tí avkasti,
sum hesi geva.
Júst hetta var annars ar-
beiðssetningurin, tá Fíggjar-
málaráðið í september mán-
aði í 2000 fór í holt við fyri-
reikingarnar til nýggju lóg-
gávuna. Eitt arbeiði, sum
annars var byrjað eitt ár
frammanundan, tá semja
varð um, at tað var neyðugt
við einum reformi á økinum.
Í einum uppriti til broyt-
ingar av kapitalvinnings-
skatti verður sagt um hetta,
at »skatting av kapitalav-
kasti so vítt møguligt skal
vera eins, uttan mun til slag
av íløgu«.
Orsøkin til hetta var fyrst
og fremst, at tað í gomlu
lóggávuni var sera ymiskt, í
hvønn mun slíkt avkast
varð skattað. Eitt nú var
stórur munur á skattingini,
um íløgan varð gjørd í Før-
oyum ella uttanlands, og tí
bar íleggjarastrategiin ofta
bráð av skattaspekulatión,
heldur enn vánum fyri
sjálvari íløguni.
Skuldi broytast
Sum
tað
hevur
verið
frammi í Útvarpinum, so er
tó ikki eydnast Fíggjar-
málaráðnum at røkka ar-
beiðssetninginum. Gaman í
er lóggávan gjørd, men sum
tað framgongur aðra staðni
á hesum síðum, so er tað
sum so ein rættiliga einføld
arbeiðsgongd, um sleppast
skal undan skatting av
vinningsbýti.
Hetta víkir í øllum førum
frá arbeiðssetningum um,
at allur vinningur skal
skattast javnt, og fyri
vanliga føroyska skattgjald-
aran man tað eisini kennast
lítið hugaligt, at tað soleiðis
skal bera til hjá nøkrum at
sleppa sær undan skatti.
Enntá við fullari lógar-
heimild frá stovninum, sum
skattgjaldarin sjálvur er við
til at fíggja.
Tað, sum verri er, at tað
sambært teimum skjølum,
sum Sosialurin hevur fing-
ið innlit í, framgongur, at
Fíggjarmálaráðið var vit-
andi um, at eitt hol var í
lógini.
Longu tann 7. september
í 2000 var semja um, á
hvørjum økjum tað serliga
var neyðugt við akuttum
ábøtum á skattalógini. Her
verður sum fimta punktið
nevnt, at »Tað ber til hjá
høvuðspartaeigara (> 10 ár)
at selja partabrøv til egið
felag. Harvið sleppur hann
undan
at
rinda
sær
vinningsbýti og/ella løn.
Ávaringin
Soleiðis var ætlanin hjá
bólkinum, at einki skatta-
hol skuldi verða hesum við-
víkjandi, men hesin part-
urin av arbeiðssetninginum
er so dottin ímillum onkra-
staðni.
Bólkurin arbeiddi annars
hampuliga skjótt, og longu í
februar mánaði í 2001 varð
uppskot til hoyringar latið
Føroya
Banka,
Føroya
Sparikassa, Kaupthing Før-
oyar, Kærustovninum og
teimum báðum ríkisgóð-
kendu grannskoðanarfyri-
tøkunum, KPMG og Inpact.
Og her koma fyrstu
ábendingarnar
um,
at
lógarsmíðið ikki er gjørt
nóg væl. Flestu av teimum
pørtum, sum hava fingið
málið til hoyringar, fýlast
fyrst og fremst á, at tíðar-
freistin at svara Fíggjar-
málaráðnum er somikið
stutt. Eina vika er skot-
bráðið, og tað meta partar-
nir vera alt ov stutt tíð, tá
talan er um somikið umfat-
andi lógarverk.
Hartil kemur eisini ein
viðmerking, har átti at sett
alarmklokkurnar í sving.
Seinast í viðmerking sínari
svarar KPMG fylgjandi: »Í
lógaruppskotinum
eru
ongar skiftisreglur. Skulu
partaeigarar, sum í dag
kunnu
selja
skattafrítt,
skattast við sølu av hesum
partabrøvum, tá lógin kem-
ur í gildi? Ongar skiftis-
reglur eru í tilfarinum, og
kunnu vit tískil ikki geva
viðmerkingar til hetta.«
Við
hesi
viðmerking
hugsar grannskoðarin iva-
leyst um §5 í nýggja lógar-
uppskotinum. Har verður
sagt, at »verða virðisbrøv
avhendað til tað felagið
v.m., ið hevur givið út virð-
isbrævið, skal avhendingar-
upphæddin roknast fyri
vinningsbýti.«
Trupulleikin i hesum er
tó framvegis hin sami.
Nevnliga at lóggávan ikki
fevnir um tey partabrøv,
sum eru keypt fyri 18. nov-
ember 2001 og eru yvir 10
ára gomul. Altso kunnu
hesi framvegis seljast fel-
agnum, uttan at skattur skal
latast av teirri orsøk.
Topparnir fingu
boðini
Tað er tó einki, sum bendir
á, at hendan ávaringin frá
grannskoðanarfyritøkuni
verður tikin í álvara. Hóast
tað verður sagt, at ongar
skiftisreglur framganga av
uppskotinum, so verða hes-
ar ikki senda til hoyringar,
og spurningurin um skatta-
fría sølu inn í feløgini,
verður ikki viðgjørdur.
Heilt gloymdur er trupul-
leiki tó ikki, tí í november
mánaði í 2001 verða bæði
Petur Alberg Lamhauge,
aðalstjóri, og Karsten Ha-
nsen, fíggjarmálaráðharri,
kunnaðir um holi. Hetta
verður gjørt í teldubrævi
tann 9. november, har ein
fulltrúi
ger
vart
við
trupulleikan.
Her verður nágreiniliga
staðfest, hvør trupulleikin
er, men hóast hetta, so varð
lóggávan sett í gildi uttan
nakrar broytingar, sum
kundu forðað fyri hesum.
Avleiðingin er, at føroyski
skattgjaldarin í dag bara
kann standa spyrjandi og
hyggja at, meðan tað hjá
nøkrum kann lata seg gera
at taka hópin av skattafríum
krónum í lummarnar.
Í einum notati frá grannskoðanarfyritøkuni, KPMG, varð víst á trupulleikan, samstundis sum funnist varð at, at ongar
skiftisreglur vórðu útflýggjaðar saman við lógaruppskotinum, sum tá var til hoyringar
Politisk avgerð
Hóast Fíggjarmála-
ráðið skeyt upp, at
skattaholið varð tipt,
so varð hetta avvíst
av politiskari síðu
SKATTHOL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Petur Alberg Lamhauge
avnokar á ongan hátt, at
bæði hann og starvsfólk í
Fíggjarmálaráðnum vórðu
kunnað um skattaholið,
sum er umrøtt á hesum síð-
um, áðrenn lógin varð sett í
gildi.
Men hann vil tó ikki
geva útsenda blaðmannin-
um heilt rætt í, at talan
veruliga er um skattahol.
– Spurningurin er, um
talan er um eitt hol, tí sum
tú sigur, so vistu vit full-
væl, hvat lógin innibar. Vit
høvdu eisini ætlanir um at
smíða lógina soleiðis, at
allur vinningur frá tí degn-
um, at lógin varð sett í
gildi, skuldi vera skatt-
skyldugur, men hetta fekk
ikki politiska undirtøku.
Aðalstjórin vísir á, at
trupulleikin í hesum var, at
tað frá fleiri síðum varð
mett, at hetta vildi verið at
lóggivi við afturvirkandi
kraft. Hetta tí tað vildi við-
ført, at virðisøking – sum
síðani verður staðfest í
reiðum peningi – undir øll-
um umstøum vildi verið
skattskyldu frá degnum,
sum lóggávan kom í gildi.
Eisini hjá teimum, sum
høvdu partabrøv eldri enn
tíggju ár. Hesi hava annars
verið frítikin skattskyldu,
so leingi tey eru keypt fyri
18. november 2001.
– Sjálvir mettu vit ikki,
at hetta vildi verið at lóg-
geva aftureftir. Okkara
hugsan var, at man kundi
gjørt eina lóggávu, har tað
varð álagt øllum virkjum at
gera eina status-uppgerð
fyri tann dagin, tá nýggja
lóggávan varð sett í gildi.
Tað vil siga, at tann pen-
ingur, sum eitt virki hevði
vunnið sær fram til tá,
framvegis varð skattaður
eftir gomlu lóggávuni, og
tí mettu vit ikki, at talan
var um at lóggeva aftur-
eftir, sigur hann.
Men kundi allur hesin
spurningurin ikki verið
loystur, um tað bara varð
sett ein regla afturat inn í
lógarverki, har tað varð
staðfest, at frípartabrøv
verða dagfest tann dagin,
sum tey verða útskrivað,
heldur enn eftir keyps-
degnum á upprunaligu
partabrøvunum?
– Prinsippið vildi verið
tað sama, men tað var ikki
politisk undirtøka fyri hes-
um, er einastas svarið, sum
aðastjórin vil geva í hesum.
Og heldur ikki eru við-
merkingarnar serliga nógv-
ar, tá vit at enda spyrja,
hvørt aðalstjórin ikki situr
við
einum
keðiligum
smakki í munninum. Hetta
tí ein lóggáva – sum hann
sjálvur hevur verið við til
at smíða – verður nýtt av
fleiri partaeigarum, sum á
hendan hátt fáa stórar
peningaupphæddir, uttan at
lata nakran skatt. Nakað
sum nýggja lóggavan ann-
ars skuldi forða.
– Tað fái eg sum so ikki
svarað fyri. Hatta var sum
sagt ein politisk avgerð, er
einasta viðmerkingin frá
aðalstjóranum, sum í aðrar
mátar vísir til landsstýris-
mannin.
Í einum teldubrævið í november 2001 vóru bæði Petur
Alberg Lamhauge og Karsten Hansen kunnaðir um
trupulleikan, men politiska avgerðin var, at einki skuldi
gerast við hetta
Helst ov seint
Bárður Nielsen, nú-
verandi landsstýris-
maður í fíggjarmál-
um, er samdur í, at
talan er um ein trup-
ulleika, men hann ber
ótta fyri, at tað longu
er ov seint við broyt-
ingum. Fuglurin er
flogin
SKATTAHOL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn hevur Bárður Nielsen
ikki sitið so leingi í nýggja
sessinum, at hann hevur
havt nakrar serligar stundir
at seta seg inn í júst málið
við umrødda skattaholin-
um. Og enn er arbeiðið við
fíggjarlógini, sum tekur
størsta partin av arbeiðs-
orkuni, men tað merkir tó
ikki, at hann ikki er greiður
um trupulleikan, sum hann
eisini metir sum verandi
rættiliga kompleksan.
– Hatta er so ikki eitt
mál, sum er so lætt at loysa.
Trupulleikarnir
eru
jú
tvinnir. Nevnliga at tú eftr
tíggjur
ár
kanst
selja
skattafrítt, líkamikið um
sølan er til felagði sjálvt
ella til onnur. Gera vit t.d.
eina lóg, har vit siga at søla
til felagið er skattskyldug,
so fara somu eigarar helst
bara at selja til eitt nú børn-
ini, so har er lítið vunnið.
Eisini hóast hetta so bara
kann gerast einaferð, í mun
til tað, sum nú er galdandi,
har talan er um eina myllu,
sum bara melur, sigur hann.
Ivast í heimildini
Spurdur, hvørt hetta er ein
trupulleika, sum landsstýrið
ætlar sær at loysa, sigur
Bárður Nielsen, at hann
sjálvandi fer at hyggja at
málinum.
– Vit hava longu umrøtt
tað nakað, men enn havi eg
so ikki tikið nakra greiða
støðu, hvussu hetta skal
loysast. Spurningurin er
eisini, hvussu nógvan skund
málið nú hevur. Eg rokni
við, at teir flestu, sum hava
havt møguleika at vinna sær
eina munandi upphædd á
hendan hátt, longu hava
handlað, so tað er kanska
for seint í so máta. Men
sjálvandi skal okkurt gerast,
so tað ikki ber til at gera á
sama hátt í allar ævir.
– Og so leggur landsstýr-
ismaðurin afturat, at hann
ivast í, hvussu lóglig hend-
an útlutanin er, sum er farin
fram seinastu tíðina.
Við hesum verður helst
sipað til, at tað bert er í
gamla lógarverkinum, at
frípartabrøvini
verða
nevnd. Hvørki í nýggju lóg-
gávuni ella í skiftisregl-
unum til hesa, er nakað orð
felt um frípartabrøv, og tí er
tað kanska ivasamt, hvørt
frípartabrøvini veruliga fáa
upprunaligu keypsdagfest-
ingina, ella um tey skulu
roknast eftir degnum, har
tey eru útskrivað, og sostatt
eru fult skattskyldug.
Tað man so undir øllum
umstøðum vera ein spurn-
ingur, sum má standa sína
roynd í rættinum, men tað
man standa púra greitt, at
fer landsstýrismaðurin í
rættin við hesum spurningi,
so munnu tað nógva staðni
vera partaeigarar, sum fara
at halda ondini í langa tíð.
Fyrst og fremst tí teir tá
kunnu verða noyddir at lata
skatt av peningi, sum tey
hildu vera skattafrían, og
kanska eisini tí skattamál,
har skattgjaldarin tilvitað
roynir at sleppa undan at
rinda skatt, kunnu revsast
við bót, sum er ásett eftir
álíknaðu upphæddini.
Soleiðis rindar tú ikki skatt
Nýggja kapitalvinn-
ingskattalógin letur
upp fyri einum holi,
har partaeigarar við
virðisbrøvum, sum
eru eldri enn lógin,
kunnu taka pening
út skattafrítt
SKATTAHOL
Jákup Mørk
Seinastu mánaðirnar hev-
ur Útvarpið tvær ferðir
tikið upp spurningin um
pening, sum partaeigarar
kunnu taka skattafrítt úr
feløgunum sínum.
Sum so er einki ólógligt
í hesum, og prinsippið
aftan fyri hetta byggir á
regluna, at tað bara er
vinningur av partabrøv-
um, sum skal skattast.
Hevur tú t.d. goldið
100.000 kr. fyri partabrøv,
sum tú síðani selir fyri
200.000 kr., er tað sjálv-
sagt bert vinningurin av
hesum, sum er skattafríur.
Tað man neyvan vera
nakar, sum fær ilt av, at
íleggjarar fáa upprunaliga
innskot sítt aftur, áðrenn
skattur skal latast av parta-
brævsølu, men í ávísum
førum er tó gjørligt, at
allur peningurin kemur
skattafrítt aftur til ánaran.
Trupulleikarnir í hesum
eru tvinnir. Annar er, at tað
fram til á heysti 2001 var
soleiðis, at vinningur av
partabrøvum, sum vóru
eldri enn 10 ár, var skatta-
fríur. Tann reglan varð
broytt tann 18. november
2001, men tó bert soleiðis,
at broytingin fevnir um
partabrøv, sum eru keypt
fyri hesa dagfesting. Tað er
nevnliga ikki møguleiki at
lóggeva við afturvirkandi
kraft uttan so, at hetta er til
fyrimuns fyri teir borgarar,
sum hetta ávirkar. Hetta tí
keyparin í hesum førinum
hevur ognað sær partabrøv
undir teimum til ta tíð
galdandi fortreytum.
Dagfestingin broytist
ikki
Tá nýggja kapitalvinn-
ingsskattalógin varð sett í
gildi 1. januar 2002 kom
tó eitt hol í lóggávuna,
sum tað nú eru fleiri, ið
hava funnið.
Hetta hevur við sær, at
partaeigarar við partabrøv-
um, sum eru eldri enn 10
ár og sum eru keypt fyri
18. november 2001, kunnu
fáa frípartabrøv, uttan at
hetta verður roknað sum
inntøka av nøkrum slag.
Frípartabrøv vil í hesum
føri siga, at felagið - um
tað hevur upparbeitt eitt
yvirskot – konverterar part
av
uppsparda
yvirskotinum
til
partapening.
Í kapitalvinningsskatta-
lógini verður lagt upp til,
at um frípartabrøv verða
latin, so skulu hesi rokn-
ast við einum útveganar-
virði upp á 0 kr., og tí
skuldi tað helst verið so,
at allur sølupeningurin av
hesum er skattskyldugur,
tá partabrøvini verða seld.
Trupulleikin í hesum er
tó, at verða frípartabrøv
latin partaeigara, sum hev-
ur
keypt
upprunaligu
partabrøvini fyri 18. nov-
ember 2001, so verður út-
veganardagurin á hesum
roknaður sum dagurin,
sum upprunaligu parta-
brøvini vórðu fingin til
vega. Altso verða øll parta-
brøvini – eisini tey, ið eru
fingin fyri einki – at skatt-
ast eftir gomlu lóggávuni,
og tað vil siga, at allur
vinningur er skattafríur,
bara
útveganardagurin
liggur 10 ár ella meira
afturi í tíðini.
Nýtist ikki at rinda
Hetta gevur tað úrslit, at
eigur tú í dag partabrøv,
sum eru eldri enn 10 ár, so
er eingin orsøk yvirhøvur
at taka peningin út sum
vinningsbýti og harvið
rinda vinningsbýtisskatt. Í
øllum
førum
um
endamálið er at rinda sum
minst av skatti.
Og eru partabrøvini ikki
tíggju ár enn, so er bara at
bíða. Eru keypið gjørt fyri
18. november í 2001, so
stendur gamla lógin við,
og tá partabrøvini eru nóg
gomul, er einki til hindurs
fyri skattafría peninga-
streyminum.
Er eginpeningurin nóg
stórur, eru hyggjuráðini at
hækka partapeningin við
framfluttum vinningi, fyri
síðani at lækka partapen-
ingin við útgjaldi til parta-
eigarar. Dømi um hetta
kann vera fylgjandi ársfrá-
greiðing, sum er tikin úr
einum av teimum rokn-
skapum, sum vit hava hugt
at í hesum sambandi: »Á
eykaaðalfundi tann xx/yy-
200Z varð samtykt at
hækka partapeningin við
300 tkr. Seinni á sama
aðalfundi varð samtykt at
lækka partapeningin við
100 tkr., við útgjalding til
kurs 12.756,13.«
Í hesum døminum verða
knappar 13 mió.kr. út-
goldnar partaeigarunum,
uttan at skattur fellur til
landskassan. Sambært lóg-
ini er einki galið við hes-
um. Men moralskt kann
stórt spurnartekin setast
við, hvussu partaeigararnir
eisini eftir hetta framhald-
andi kunnu halda fast um
teir skattafyrimunir, sum
gamla skattalóggávan gav
teimum. Tað vil siga, at
krógvaða útlutanin hesa-
ferð ikki nýtist vera tann
seinasta. Er úrslitið hjá
felagnum nóg gott, kann
sami leistur nýtast aftur og
aftur, tá útveganardag-
festingin á frípartabrøvum
alla tíðina verður sett til út-
veganardagin hjá uppruna-
ligu partabrøvunum.
Hóast flestu partaeigararnir
ivaleyst hava hildið seg
handlað sambært lóggávuni,
so ivast Bárður Nielsen í,
hvørt talan í veruleikanum
skal vera um skattafría
útlutan
Karsten Hansen vildi
heldur enn fegin tipt
skattaholið, men
hann fekk ikki polit-
iska undirtøku fyri
hesum, sigur hann
SKATTAHOL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var Karsten Hansen,
sum var landsstýrismaður í
fíggjarmálum, tá nýggja
kaptialvinningskattalógin
varð sett í gildi.
Og hann dylir ikki fyri, at
tað so als ikki var hansara
ætlan, at eitt skattahol
skuldi verða misnýtt so
dyggiliga, sum tað er blivið
hetta seinasta góða árið.
– Stutt áðrenn eg »fekk
sekkin« vóru fleiri lýsingar,
har feløg hækkaðu og
lækkaðu partapeningin. Eg
bað tá Toll- og Skattstovuna
um at kanna, hvørjar flyt-
ingar vóru á økinum, men
niðurstøðuna av tí ar-
beiðinum kenni eg so ikki í
dag, sigur hann.
Ikki undirtøku í
samgonguni
Sum nevnt, so varð lands-
stýrismaðurin tó kunnaður
um trupulleikan, áðrenn
lógin varð sett í gildi, og
hann er als ikki ósamdur
við aðalstjóranum í Fíggj-
armálaráðnum.
– Talan var um eitt stórt
lóggávukompleks,
sum
skuldi broytast, og júst
hvussu vit kundu takla
handan spurningin, varð
nógv viðgjørt. Mín støða í
hesum var, at vit skuldu
taka alt yvir ein kamb.
Undan hesum høvdu vit jú
eina lóggávu, har mest sum
alt varð loyvt, og tað vildu
vit rætta, soleiðis at øll
vórðu skattað eins.
Men tað verða tey so
ikki, og sambært Karsten
Hansen, so er orsøkin til
hetta, at hann ikki fekk pol-
itiska uppbakning í sam-
gonguni fyri at broyta lóg-
ina, soleiðis sum Fíggjar-
málaráðið ætlaði.
– Tað er sjálvandi ikki í
tráð við andan í lógini, at
nøkur skulu sleppa undan
skatti,
men
í
hesum
førinum má bara sigast, at
tað hevur verið tingsins
vilji. Tú skalt so vera púra
vísur í, at tað ikki var mín
vilji. Hjá øðrum verða
skattareglur broyttar uttan
nakra sum helst ávaring, og
skalt tú samstundis hava
nøkur koyrandi á fyrsta
flokki í allar ævir, so er tað
ikki nóg gott, er greiða
staðfestingin frá fyrrver-
andi landsstýrismanninum.
Og tá hann tosar um
tingsins vilja, so er lítið at
ivast í, at Karsten Hansen
her sipar til, at hann ikki
hevur fingið stuðul frá
samgongufeløgunum til at
fremja ætlaðu broytingar-
nar.
Broytingar,
sum
kanska kundu forða fyri
skattafría peningastreymin-
um, sum hesar seinstu mán-
aðirnar hevur floymt niður í
nakrar privatar lummar
kring landið.
Fekk ikki undirtøku
Skalt tú hava nøkur koyrandi á fyrsta flokki í allar ævir, so er
tað ikki nóg gott, er greiða útmeldingin frá Karsten Hansen
C
M
Y
K
17
16